Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-02-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1956síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18, FEBRUAR i956 SOSIALURIN - KLAKKSVÍK Í DAG | Útróðurin hevur roynst sera væl seinastu 14 dagarnar. Í seinastu viku høvdu ikki minni enn 5 bátar yvir 40.000 pund. Bestur var Eyst- nes. Í somu viku varð fylt upp í ikki minni enn 3 skip av ísfiski. Eisini henda vikan royndist væl. Bátar hava fingið rættiliga nógv; mikudagin fekk Varpið 11.000 pd. Veðrið hevur verið sera gott í seinastuni, tó hevur tað verið heldur kaldari hesa vikuna. Mikudagin legði hann eitt kavafølv, tó ikki til nakran mun. Silvurbrúdleyp kunnu hjúnini Margreta og Guttorm Matras halda í morgin, sunnudag. Umfarasjúkurnar hava sum van- ligt vitjað hesa árstíðina. Ikki so fá | hava ligið við gulsótt og fárasjúku. Skatturin er ikki líknaður enn. Einstakir av sóknarstýrislimunum rekja útróður. Ikki ber væl til hjá bátsformonnum at leggja seg upp á land nú tað fæst ørgrynni av fisni. Heima hava verið bert 3 av sóknarstýrislimunum seinni tíðina. Jóhan Nielsen, nýggi sóknar- presturin, er ikki komin enn í em- bætið, men nú verður vælt um prestahúsini, so ætlandi verður tað ikki rættiliga leingi til hann tekur við starvinum. Sveinaroyndir verða í mars mán- aði. Fyri fyrstu ferð verður ein hårskeri at gera slíka roynd í Før- oyum. Tað er hárskerin Eskild Norðbúð, sum í fleiri år hevur verið hárskeri her í bygdini. Nýggj kiosk. Hans Hansen, sum í mong ár hevur havt kiosk í Ak- ursmerk, hevur nú latið bygt stóra, nýmótans kiosk, har hann verður at kunnn tæna kundum sínum so fráskila væl sum tað nú einaferð letur seg gera við hesum handils- hátti. Meira um sjómarkstrætuna. Tað vóru vallað nógvir menn, ið ikki beinan vegin vóru greiðir yvir, at bæði støda landsstýris- flokkanna og tjóveldisflokksins vóru skeivar í mun til stødu javnadar- flokksins, soleiðis sum sjómarks- spurningurin lá í løtuni, Í dag hava allir menn ásannað, at einasta rætta at gera, var at taka við upp- skoti javnaðarmanna. Vit kundu nú alt í komið at heysta so tað munaði. Hitt fyrsta takið — 4 fjórðinga mark — vildi verðið veruleiki. Næsta stigið vildi ætlandi ikki bíða leingi eftir sær, tí tað er Íslendingar longu í dag uppskot um munandi víðkan, ja, heilt upp í 50 fjórðingar, tó fyribils fjórðingar, tá teir íkki einum almannakunnugt, at hava í fyrstu syftu orka at verja eitt ov stórt sjoøki, Men vit liggja nú aftanfyri. | Hetta var prísurin fyri stuttskygni | einar 16 | landsstýris- og tjóðveldisflokksins, men nú er ov seint. Nú verða vit hesa fyrstu tíðina einans at hoyra alt teirra umberingartos — tó, øll vita frammanundan, at hetta aldri verða annað innantóm og einki sigandi orð, orð og skriving, ið aldeilis ikki botnar í veruleikanum. Lat okkum gera upp við hesar menn — og ongantíð ov skjótt. Klakksvíkingur. Nær tagnar urgan? Hvat hava vit ikki hoyrt av málageipi, serliga frá tjóðveldismonnum, landsstyrisflokkunum um sjómarks- málið. Munnu hesir menn framveg- is fara at varta upp við hesum máli, ið teir so eiggiliga hava svíkt og slept okkum av hondum, hóast vit høvdu við at fylgt Íslendingum. Eg fari tí einaferð enn at spyrja: Tora hesir menn og hesi blað fram- vegis at varta upp við sjómarks- málinum, ið teir hava verið okkum banamenn at? men eisini møguleikarnar Norðoyingur. Hví noyðast LANDSMENN av landinum ? Sum kunnugt er, hevur okkara háttvirda løgting ikki verið saman, síðan tað varð sett á Olavsøku, fyrr enn nú tað kom saman 10. jan. og skuldi ein trúð, at nú vóru tað nógv átroðkandi mál, ið kravdu bæði skjóta og góða við- gerð. Men so var ikki, tí eitt tað fyrsta málið, sum teir byrjaði sítt tingarbeiði við, var útvarpsmálið, og síðan adressu-málið. Eftir hesum tingarbeiðinum at døma kann eingin trúgva ti, at tað er illa statt í okkara landi vinnu- liga, og at tað er av trongum vinnulívskorum í landinum at okk- ara sjófarandi garpar rýma av landinum fyri at vinna sær eina såmuliga årsinntøku. Nei, ein má bara royna at trúgva tí, at her hjá okkum stendur væl til. Ið hvussu er, trúgva okkara ráðandi menn tí — teir royna at trúgva síni egnu fávitsku. Við tað, at tað er so langt ímillum tingseturnar og landsstýrið harvið hevur rúma tíð til at ar- beiða og umhugsa ymisk mál, so hevði tað ikki verið ov nógv at kravt av tí, um tað tí í hesi ting- setu hevdi útarbeitt eitt mål, sum t. d. fiskivinnuni og síðan lagt tað fram á tingborðið nú til at blivið fullfort, soleiðis at tað kundi gjørst meira her á landi, so tað ikki var neyðugt hjá ca. 1000 landsmønnum at noyðast av landinum fyri at vinna sær sína ársvinnu; tí hetta er bæði skaðiligt viðv. livandi og harmiligt fyri land okkara og fólk ikki bert nú men eisini fyri framtíðina. Men slíkt verður ——i————"—"— ikki umhugsað av okkara ráðandi monnum, teir halda tað sjálvandi vera rímiligt, at so nógv fólk sum møguligt rýmir av landinum. Tað, at syrgja fyri at gera okk- ara vinnuvegir rúmari, hevur ong- antíð verið aðalmál landsstýris- flokkanna; men har aftur ímóti at dýkja fólk undir meira og meira óneyðugar byrðir, tað hevur altíð fallið væl í lag hjá hesum stýri. Ja, standurin er ringur í okkara landi, nógv verri enn nakar er før- ur at hugsað. Men um tikid varð við upp- skoti javnadarmanna, ið miðaði ímóti at keypa 25 stórar diøsel- wolarar og onnur hóskandi før, so fløddu Føroyingar í gulli í dag, í staðin fyri sum nú at noyðast av landinum fyri sær eina krónu og har aftrat niðurskera okk- ara útfluttning. Men møguliga verður okkara land líka so ríkt við einum nýggj- um útvarpi, sum við nekrum nýmótans veidiførum (dieseltrolar- um). — Ja, nú er útvarpsmálið framt f hesi setu, so nå hava vit vunnið nógv, og okkara tingmenn kunnu nú seta seg hendur í hupp fyri nógv ár frameftir, tí okkum torvar ikki meir fyribils. Tað verður nú kanska hildið, at javnaðarflokk- urin bara veit at siga, at so og so skuldi tað verið og einki annað. Men hvussu nógv er ikki farið fyri skeyti, og hvussu nógvar ferðir eru Feroyingar ikki fátækari við tað, at so nógv av javnaðarflokksins fullffggjadu uppskotum eru feld á tingi. Men tíbetur er tann dagur nú í nánd, at allir Føroyingar noyð- at vinna NR. 7 SOSIALURIN Utgevari: FØROYA JAVNADARFLOKKUR Bladstj.: Villi Sørensen. Bo x 76. | Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 ast at viðganga, at einasti virkisfúsi flokkur á tingi er og hevur verið javnaðarflokkurin. Okkara holli og háttvirdi parta- | maður Danbiørg plagdi mangan at taka til, at tað kom at verða neyð- ugt hjá okkara fólki at rýma av landinum, sum av eini søkkandi skútu, og hesi orð hansara sýnast nú at ganga upp. Hesi orð segði hann við miklum harmi, tí hann vildi verja hin minna mannin og vitsti, hvat honum torvaði. Líka so sárt, sum tað var honum at siga hesi orð, líka so sárt kennist tað mær at tríva í tey, nú lagna hans- ara hevur skift seg soleiðis, at hann er komín burtur frá ollum tílíkum. Til síðst skal tað verða sagt, at okkara tingmenn ikki máttu spilt tíðina butur til at tjakast um adressur viðvíkjandi tí at fáa lands- stýrið frá, tí landsstýrismenninir máttu verið so bjartskygdir sjálvir, at teir sóu, at teir ikki vóru teir rættu menninir at sita har — og tí sjålvkravdir løgdu frå sær. D. J. Sørensen. FÆRØSK MARGARINE Vita No | VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Føroya Bjór ØL- og MINIRALVATNSVIRKI Føroya Pilsnar Ekta Maltøl. Citrén sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada | Vanillie limonada Áppolinaris EINAR WAAG, Klakksvík — MÁLTRÁÐUR 4 | GRÓT OG SKERVUR Øl, ið vilja keypa skerv kommunukantórið. ella grót, eiga at vendasær til Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum manni fyri kommununa. lími av vegnevndini ella einum umboðs- FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA