Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1956síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Adressudrátturin ... (Framhald frá 2. síðu) læknamálinum. Eingin hevur tænt tjóðveldismonnum so væl sum sitandi landsstýri, Og tað vil ikki vera løgið, um tjóðveldismenn, um teir skuldu komið til ræðið og fingið fullveldi, út- neyndu løgmannin og sitandi lands- stýrismenninar til riddarar av loys- ingini. Menn halda, at adressan hevur [ing- ið fáar undirskriftir! Her kann eg ikki vera samdur við teir. 5000 er stórt tal. Minnist til, undir krígnum. hvussu adressur virkaðu Vit orðið svartilisti. Menn hava tí eisini ræðst at minnast seta navn sítt á álopsadressur fyri ikki at koma á svartalistan. Nógvir javn- aðarmenn hava skrivað undir, ti teir vilja hava landsstýrið frá, men ikki tí teir eru loysingarmenn, Aðrir hava ikki gjørt tað, tí teir vildu ikki mis- skiljast sum takandi undir við loysing- ini. Skuldu allir teir, ið vilja hava landsstýrið frá fyri gerðir sínar, havt skrivað ikki bara allir javnaðarmenn og allir loysingarmenn, undir, vildu men eisini ein stórur herur av øðrum veljarum ið áður hava valt sambands- og fólkaflokksmenn á ting. funnist á adressuni. Tí tað grettir ikki, at varð val í dag, vildu sambandsflokkurin og fólkaflokkurin verið hvokknir niður í ein lítlan minniluta á tingi. Er hin rætta rættarkensla og æru- følilsi í teimum heiðraðu landsstyris- monnum flokkunum, ið aftanfyri teir, vil landsstýrið leggja frá og standa sær og fara undir fólksins dóm. Kjartan Mohr helt, at tað sást týði- liga, at P. M. Dam ikki longur var ein sjúkur maður. Hann hevdi fingið sína fullu kraft aftur, sum hann talaði. Men hann saknaði realitetir hjá honum. — Segði seg altíð at hava verið móti stýrisskipanini. Talaði fyri skandinav- iskum samarbeiði. Honum dámdi einki samgonguna millum fólkaflokkin ogsambandið. Hann helt ov lítið vera gjørt av landsstýrinum. Løgmaður vardi sandsstýrið, tess gerðir í Klakksvíkarmálinum, streiku- málinum og sjómarksmálinum og helt annars, hvussu óføra gott árið, ið farið var, hevði verið, Hann bar í bøtuflaka fyri, at sildasølan var miseydnað og fyri landsstýrisins arbeiði fyri endur- nýggjan av skipaflotanum. „Kelduskattur“ Bæði í Danmark og Noreg eru javnaðarstjórnirnar í letuni í ferð við at broyta skattalóggávuna mun- andi. Í donsku lógini skulu gerast einar 15 munandi broytingar, ser- stakliga til frama fyri arbeiðara- fjøldina. Ein broytingin er tann, at skatturin verður frádrigin, áður enn viðkomandi fær inntøkuna um hendi. Skatturin verður tikin »vid kelduna«, t. v. s., at annaðhvert ein fær dagløn, vikuløn ella mån- adarløn, so hevur ein goldid skatt- in, áðrenn hann fær lønina, og hevur sostatt einki at hugsa um nakað skattagjald. Í Sveríki er ein líknandi skattaskipan galdandi, og hevur hon roynst øllum pertum sera væl. Í hesum londum verður skattaskipanin meir og meir at laga seg eftir teim sosialistisku grund- sjónarmiðunum. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur fund í Losjuni sunnukvøldid 26. febr. kl. 8. — Kaffiborð. Menn biðjast um at hava konurnar við á fundin. Flokks- limir úr eðrum bygdum eru hjartaliga vælkomnir. NEYNDIN Bernini dansa. Í fleiri vetrar hevur verið for- oyskur dansur fyri born í Havn. Børnini, ið hava kunnað komið til hendan dans, eru skulabørn, 7—14 ára gomul. Hetta tiltak hevur verið gjørt fyri at vekja ansin fyri foroyskum dansi og samsjundis at læra børn- ini at dansa og kvoða. Teir, ið hava tikið uppá seg at stíla fyri hesum, eru D. Magnussen, apotekari og Jóannes av Skarði, håskulalærari stuðlaðir av ymsum ødrum góðum kvæðakempum (sum teir tóku til orðanna fyrr). Ofta hava tílíkar royndir seg einans at verið eitt upplop, ið ikki átti lívslíkindi; men so hevur ikki verið við hesi roynd. — Bæði fyristødumenn og børn hava verið íðin — og væl er komið burturúr. Kveld eftir kveld hevur Sjónleikar- húsið verið fult av børuum hendan eina tíman um vikuna, hevur verið. Festulávints mánadag varð endað henda vetur, og varð tá loyvt nøkrum áskoðarum at koma inn. Og tad kann sigast bart ut, at hesir áskoðarar gjørdust púra bilsn- ir yvir at síggja henda stóra barna- flokk dansa og hoyra tey kvøda — sjáldan man eins góður dansur hava verið í Sjónleikarhúsinum. Heilt einastandandi var at hoyra tey telja jólini har vóru vist oll, ið dugdu tey. Nei, verður hildið fram á henda hátt, so er einki at óttast fyri, at hin føroyski dansurin fer at doyggja — tverturímóti, hann man skjótt fara at mennast, um hildið verður áfram á sama hátt. Slíkar royndir áttu at verið gjørdar á ollum teim størru plássunum í Feroyum; men tað skal óivað stórt hegni til at skapa so gott úrslit, sum hesir menn hava fingið burtur úr roynd síni. Í dag kann tað sigast, at ið hvussu er duga Havnar born at dansa føroyskan dans. víst dansað Styttri arbeiðstíð. Í øllum Norðanlondum verður nú dúgliga talað um at stytta um arbeiðstíðina ella -vikuna. Sviar, ið hava sosialistiska stjórn, koma ætlandi at verða teir fyrsti at gera hetta. Sosialistastjórnin hevur nú í umbúna at koma við uppskoti um hetta. Talað hevur verið um i fyrsta lagi at stytta arbeidsvikuna úr 48 niður í 44 tímar. Sjálvandi skulu arbeiðararnir hava somu viku- løn fyri tað. At Danmark og Noreg um ikki langa tíð verða at fylgja eftir, er eingin ivi um, Samfelagslæra. At nógv nyttuleyst verður lært í skúlum okkara, er ein veruleiki. Nógvir skúlatímar hava lítið og einki virði, mangan verða børnini, troyttað við tílíkum, ið beinleiðis ger, at tey fáa andstygd fyri skúl- anum og skúlaarbeiðinum. Skúlin verður ikki lærdomsgevandi í tann mun, hann átti at verið. Bernini læra ein hóp av ógvu- liga veruleikafjærum lærugreinum, meðan tey slættis ikki læra stav um tað samfelag, ið tey vaksa upp í og einaferð skulu taka í sínar egnu hendur. Samfelagslæra er útihýst úr skúl- unum. Hvussu skal hin uppvaskandi ættin hava skil á og athuga fyri samfelagnum og tess uppbygging, tá ið soleiðis er? Her er stórbroyt-" ing neyðug, um vit ikki skulu ganga til grundar sum tjóð. Samfelags- læra eigur at gerast ein hin fremsta lærugrein í ollum skúlum, soleiðis at hin uppvaksandi ungdómurin verður vaktur til miðvíst arbeiði fyri øllum tí, ið hoyrir ungdóminum til. Veitst tú? Góð løn. Best lønti maður í Amerika, Harlow Curtis, ið er stjóri í einum biltrusti, hevði í fjør eina årsløn upp á 5 milj. kr. Amerika er eisini høvudsborg kapital- ismunnar. Úr Noreg verður sagt, at tað eru kvinnurnar heldur enn skattalóggávan, ið eru orsok til, at so nógvir Norðmenn sigla undir fremmandum flaggi. Barnateigurin. Eitt mistak. Ein ferðarmaður hevði í fleiri dagar koyrt við einum postvogni. At enda steðgaði vognurin uttanfyri eitt vertshús. Ferdarmadurin fór innar at vita, um hann fekk eitt rúm at sova í, tí honum tørv- aði hvíld. Hann fekk innivíst; men ein arbeiðsmaður svav inni hjá honum. Av- gjørt varð, at hann, ið koyrdi postvogn- in, skuldi vekja hann morgnnin eftir, og so tíðliga, at hann fekk góðar stundir at lata seg í. Men postmaðurin vaknaði so seint, at ferðamaðurin mátti kvika sær alt, hann var mentur, og so beinan vegin út í postvognin. So nógv hevði hann kvikað sær, at hann íkki gáaði eftir, at hann lat seg í klæðini hjá arbeiðsmann- inum. Fyrst hann var innkomin í post- vognin, var myrkt. Men tá ið tók at lýsa, rakti hann við, hvát hent var. Hann fór við ødi til postmannin og rópti hart á hann: >Títt býtta fyl, tú hevur vakt arbeiðsmannin í staðin fyri meg!« Roynd. At skriva bókstavir lærir ein í skúl- anum — og tað er oftast skjótt lært. Men kanst tú standa framman fyri eitt borð og skriva stórt E (tó íkki prentað F sum her) og samstundis mala høgra bein sólarrætt? Royn tað! Fyri menn og dreingir Undirklæðir, troyggjur, buksur, kakhiskjúrtur, manchettskjúrtur í ymiskum litum, slips, húgvur (caps), hosur í nógvum litum og góðskum, sportshosur, leðurbeltir, arbeiðs- buksur og troyggjur o. m. a., alt til sámuligar prísir. Firma D. J. WILHELM Vågi. Telefon 6. s=| KVINNAN - Hægsti prisur, id goldin er fyri einar nylonsokkar, er 220.000 kr. Sokkarnir vóru til konu amerikanska oljukongsins, og vóru teir skrýddir vid diamantum og platin. Judy Garland nýtti 120 por á 4 mánaða sjónleikarferð. Til Danmarkar er nú komið hitt nýggja klædnatilfarið disciplined. — Hetta er bummullstilfar, ið samstundis hevur allar fyrimunir nylons. Er frálíkt til blusur og barnakjólar. Ein sonn kvinna er eins og eitt væl útbúgvið voruhús. Tað er nakað, ið freistar í ollum etagum. Ljós í hverja vrá í Íslandi um 10 ár. Íslendingar hava í umbúna at útbyggja fossamegina í landinum, so hver einasti býur — hvert heim, hver fabrikk og 3500 bóndagarðar úti á landinum um 10 ár koma at hava ravmagn til alla nýtslu. Tur- binur og generatorar verða keyptir úr Tjekkoslovakiu fyri 10 milj. kr. 1955 var ravmagnsnytslan 320 milj. kr. Ønsker De virkelig billig varmes behagelig 9 varme og den nemmest mulig skal De vælge Hess-O-Matic. Den fås nv i flere størrelser, og den pynter Í VM F konstant e pasninge VALDEMAR LUTZEN Telf, 1020 Thorshavn,