Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-03-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI JAVNADUR Studningur til heimaútróður Tað kom øllum útróðramonnum | Ogviliga dátt við, tá ið tað frættist, | at ein stórur meiriluti av tinginum hevdi viðtikið at taka av viðbótina til útiróður við dekksbátum. Vit skulu also einans gjaldi í dýrum dómi og ikki fáa eitt oyra í við- bót. Kalla menn hetta fyri rættvísi ella at verja um gagnsmál fiski- manna? Í ongum landi man tað vera hent, at tikið verður frá fiski- monnum tað, teir einaferð hava vunnið. Heldur royna menn ár um ár at vinna meira og beta um kor fiskimanna. Her gongur tað hin vegin. Korini skulu gerast verri. Inntøkur fiskimanna skulu skerjast. Sandavágur: Skattainntokan í Sandavági er 1.800.000 kr. 500.000 kr. meiri enn í fjør. Skatta- prosentin er 8. Trolarin Venus er farin út at royna undir Feroyum. Her í bygdini eru trý turkihús, tvey stór hjá Zacharias Nielsen og J. E. Thomsen og eitt minni, men nútímans hjá P/f, Hjalmari Nielsen. Sandavágur hevur sum kunnugt í mong ár verið heldur enn ikki eitt vánaligt útróðrapláss. Men nú tykist at fara at verða eðrvísi. Seinasta heyst og í vár hava menn róð hugaliga út og fiskað væl. Flestir nýta instaleringar. Teir kunnu ikki vera úti allar teir dagar, sum dekkbátarnir eru til sjós. Her eru 2 dekksbátar. Menn eru nú eisini farnir at rógva út her við sluppum (línu). Tilsamans kemur væl av fiski á land. Næsta ár vilja vist allar slupp- urnar gera út til útróðurs, Í Sandavági eru um 700 fólk. Eftir fólkatalinum er Sandavágur óivað tað plássið í Feroyum, ið hevur flest før. Klakksvíkin er kanska at taka undan. Trolararnir eru ikki færri enn triggir: Høgifossur, Venus og Tind- hólmur. Av sluppum hava vit: Elisabeth, Dosea, Henry Fremann, Sj6løvan, Mary Margreth, Royndin Fríða (trolskip). Motorbátar: Havaldan, Ragnhild. At kalla hvert hús hevur sín instalering ella árabát. Havnarvidurskiftini eru tessverri ov illa utgjørd, Her vóru menn ov stuttskygdir, tá ið teir bygdu. Men gjørligt er at bota uppá tey. Her hava Sandavágsmenn eisini krav frammi á tingi. Kann ikki hugsa mær, at tingið vísir hetta teirra krav burtur. Sandavágsmaður. | | | Úr Vágum. Tað, sum harmar ein mest, er, at oddamenninir í Fiskimannafelag- num eru fremstir, tá ið ræður um at skerja livikor okkara. Tað vóru jú Erl. Patursson og Hanus við Høgadalså, sum í ffggjarnevndini komu við uppskotinum um at minka minstulønina úr 800 kr. um mán- aðin niður í 650 kr. Nú standa hesir somu menn á tingsins rødarapalli og berjast móti áhugamálum útróðramanna. Av grimd berjast teir móti javnaðar- monnum, tí teir vilja ikki halda fast um viðbótina, men eisini hækka hana, sum rímiligt er. Ja, tað fellur ikki væl í oyru okkara, tá ið Hanus við Høgadalså leikar óður inn á viðbótina, og sigur tingið ikki hava ráð til at veita henda stuðul til útróðramenn, teir fáa nóg mikið, teir hava ikki fyri neyðuni at fáa meira. — Fólka- flokksmenn og sambandsmenn hava verið ringir, men verri eru tjóð- veldismenn. Bert eftir 2 tingsetum hava teir verið høvudsmenn fyri at forkomið føroyska fiskimanninum 150 kr. um månadan f minstuløn, viðbótina til útróðramenn og mangt, mangt annað. Teir hava ikki bert verið ein ólukka fyri okkum útróðra- menn, men fyri allar fiskimenn, ja, fyri alt samfelagið. Útróðramaður í Klakksvík. 12 milj. ríkari Tá ið sambandið við Danmark varð siitið undir krígnum — har undir øll trygging — vildu menn hava alla trygging lagda undir ensk tryggingarfeløg. Men sum kunnugt kravdu javn- aðarmenn, at landið yvirtók allan rættin til trygging. Har kom at standa harður bar- dagi. Harðastu mótstoðumenn av lands- yvirtoku av tryggingini vóra fólka- flokksmenn og summir sambands- menn, t. d. løgmaður. Men úrslitið varð, at javnaðar- menn, sjålvstyrismenn og sambands- menn vórðu at enda samdir um at lata landið taka tryggingina við at seta eitt tvungið andeilsfelag, »Tryggingarsambandid Føroyar« á stovn. Hetta tiltakið hevur nú savnað 12 milj. kr., ið annars vildu verið farnar út av landinum — í útlendsk tryggingarfelog. Neyvan hevur nakað politiskt til- tak verið so stórfingið, framskygt og gávuríkt sum hetta javnaðar- manna tiltakið. bert ; NR. 9. | LEYGARDAGIN 3. MARS 1956 29. ÁRG. | Landstýrið nýtur tjóðveldið sum annað gir at fremja mál síni, tá ið tað heldur tað vera politiskt klókt Undir viðgerðini av landsstýris- málunum helt J. P. Davidsen eina brandtalu og segði millum annað: Her á tingi er bara ein mótmælis- flokkur. Tað er javnaðarflokkurin. Hinir eru allir í einum leypi. Trúgvi ikki, at tjóðveldisflokkurin er nakar mótmælisflokkur. Hansara mótmæli eru bara lótir. Áðrenn nakar veit av og har, ið ein minst kundi vænta tað, spælir hann annað gir til landsstýrisvognin, hjálpir lands- stýrinum at fremja ógerðir. Vit minnast, hvussu ið varð við landshandilsmálinum. Hesin stórreypandi flokkur hevdi látist sum tað var umráðandi fyri hann at veita sjóvinnuni og Føroy- ingum biligari livikor. Hann talaði enntá um at keypa bíligt til landið. Men so komu nakrir heilsølumenn inn á ting við einari áheitan, eitt slag av eini adressu, um at taka landshandilin av, so teir kundu fáa innfluttningin, skúma fløtan. Sambandsmenn og fólkaflokks- menn vóru, sum maðurin segði, »lutter øre«, Teir vóru dystinfus at avreiða djúpastu interessur fólksins, avreiða tær til heilsolumenninar. Teir lovaðu heilsolumonnunum at kubba hevdið av landshandlinum. Men hvat søgdu tjóðveldismenn? Ordførarin var Erlendur Paturs- son, Hann helt, at landshandilin var eitt sosialistiskt reidur, sum åtti at verið útruddað. Har skulu tit síggja fýrin! Krassari enn nakar sambandsmadur og nakar stór- kapitalistur. Landshandilin skuldi avrøkjast, rópti hann. Og tå id málið kom fyri, var hann saman við tjóðveldis- monnum við til at avrekja hann, avtaka hann og geva heilsølumonn- unum monopolið mikla. Og hvussu er úrslitið? Síðani landshandilin fór, er mjøl, sukur, te, kaffi og allar aðrar hús- haldsverur farnar upp í skýggini. Spyrjið húsmeðurnar, spyrjið for- brúkararnar, um tann fátæki keyp- andi parturin av fólkinum er fegin yvir landshandilsins avtøku! Spyrjið! Ikki ein tann einasti, sum ikki hevur heilsølumanna- ella keypmanna- interessur, svarar: ja! Øll banna avtøkuni av lands- handlinum. Hetta var eitt málið, ið tjóðveld- isflokkurin var annað girid til lands- stýrisvognin. Men tað eru so mong onnur mál. Við kongsjørdini springi sum annað gir landsstygisins. standa teir á Í Klakksvíkarmalinum vóru teir annað gir, ið dugdi, og dugnaðu landsstýrinum til muns — og so hætta teir sær at kritisera. Teir, sum vóru við til at heimila lands- stýrið og myndugleikarnar at senda boð eftir politinum! Nógv er fyri at hoyra lús hosta og loppu goyggja ! Og hvussu var ikki, tá ið javn- aðarmenn — og har tori eg at nevna meg sjálvan sum íkki verandi tann aftasta — hevdu hjálpt fiski- monnum at vinna 800 kr. í minstu- løn? Hvussu bóru tjóðveldismenn seg tá at? Aftanfyri undir lokinum spældu teir annað girid til lands- stýrisvognin og komu teimum á meti, til hjálpar, við at seta upp- skot um at lækka minstulønina frå 800 kr. niður í 650. Hetta hevur kostað fiskimonnum fleiri hundrað túsund, ja kanska miljónir. Eg veit ein trolara, har manningin við hesi niðursetan hevur mist um 1000 kr. uppá mannin, ella út ímóti 30.000 fyri eitt ár. Hvussu nógvir trolarar, hvussu nógv skip vóru ikki fyri sama misbýtinum. Her smæddust tjóðveldismenn ikki fyri at bíta fiski- menninar — sum teirra formaður varð valdur at verja — á bakið. Er tað logið, at fiskimenn í dag venda sær frá hesum manni? Teir skilja nú óðamannagerðir hansara. Til tær eru stundir at koma aftur seinni. Handa kontoin, ið eitur brøgd fiskimannafelagsformannsins móti fiskimanninum, verður upp- gjørd. Hon er tað ikki enn. (Framhildið á 4. síðu.) Nevasláttur dundi úr veganevndini í tinghúsinum nú ein dagin. Øregaards og Iversens reystir rungaðu í hell, Tað segðist at koma av ravmagns- spæli í Rytuvík. Hvussu, ið leikur leyk, er okkum ókunnugt. Lýsi Tað verður her gjørt kunnigt, at tann av býráðnum samtykta fíggjar- ætlan yvir inntekur og útreiðslur hjá Tórshavnar kommunu, Tórs- havnar havn og Tórshavnar elektri- sitetsverki fyri fíggjarárið 1955/56 er til skjals á býráðsskrivstovuni frá 3. til 16. mars 1956. Tórshavnar byråd, t. 2. mars 1956. snjallu