Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1956síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 9 SOSIALURIN Hin einasti flokkur. ið stendur sterkur í sjómarks- málinum og málinum um endur- nýggjan av skipaflotanum og í Klakksvíkarmálinum, er javnaðarflokkurin Undir viðgerðini av landsstýris- málunum helt P. M. Dam hesa rødu: Til skila viðgerð av landsstýrisins málum krevst sjálvandi, at tingmenn hava havt høvi til — sum í ødrum málum — at lísið og hugsað um tað, sum í gerðabókini stendur. Tað er eitt brek, at einans 2 eintok av úrskriftini hava ligið til tingmenn at lesa. Allir hava ikki havt høvi til at komið framat hesum avskrift- um. Ég vil tí loyva mær at mæla landsstýrinum til næsta år at lata hvønn tingmannin fáa sítt eintakið. Tað, ið skarpast trínur fram, eru landsstýrisins viðgerðir av málum sum Klakksvíkarmálið, spurningarnir um endurnýggjan av skipaflotanum og sjómarksmálið. Klakksvíkarmálið varð gjølla vidgjørt undir adressu- málinum. Her liggja stødurnar greiðar: Landsstýrið og tess flokkar hava ikið undan, gingið fram við lyftis- brotum. Tjóðveldisflokkurin hevur sum kunnugt teimum lítið at geva eftir. Hann var ímóti Norðoyinganna høvudsynski, ið var at leggja valid av sjúkrahússtjórnini til íbúgvararnar í sjálvum læknadøminum. Her stóðu teir saman við landsstýrisflokkunum. Teir vóru haraftrat við til at sam- tykkja at geva landsstýrinum i hendi at greiða læknafløkjuna, sum tí sýntist. Fyri landsstýrið vórðu ongar reglur settar í hesi samtykt. Tað verður Føroyum til óbetiligan skaða, at landsstýrið og tess flokkar valdu politi- og hernaðarleiðina. Bara fyri hesa gerð hevur lands- stýrið mist sín moralska rætt at sita. Men ftjóðveldisflokkurin hevur lítið at siga við landsstýrið og landsstýrisflokkarnar, tí tjóðveldis- menn hava styðjað teir á tingi. Teir kendu landsstýrisins og tess flokka stødu, og tað kann tí av sonnum sigast við teir góðu tjóð- veldismenn, at teir í hægsta stig hava verið við til at beita politiid á Klakksvíkina. Henda skuldsetan kann setast so mikið sterkari fram, sum teir í hesum húsi hava glett seg yvir, at Parkeston kom, og harmast yvir, at skipið ikki leyp á Klakksvíkina við tað sama, tí tað hevdi verið krás fyri loysingarhugin. Hesa krásina fingu teir sum sagt seinri við at vera við til at heimila og áleggja landsstýrinum at greiða læknafløkjuna eftir sínum tjóðveldismaður fáa loyvi til at káva | ! meirilutaflokkarnir drópu tað á tingi. | ingar meiri, hovdu vit fingð tað Í | út yvir við at eggja til hats móti tykki. | Henda veruleika kann og skal eingin | Dønum. Allastaðni, ið eg havi kunnað komið framat, havi eg rått Dønum frá at lurta eftir teirri altráðu ákallan frá landsstýrinum at politi fyri at greiða læknamálið. Teir hildu ímóti. Leingi! Men so vóru ýl og ákallan frá landsstýrinum og myndugleikunum so snøll og åhald- senda andi, at danastjórn og donsku flokkarnir góvu eftir. Upp varð sent Parkeston, og eldur mundi verðið í skálanum, um ikki menn aftraðu seg í evstu lotu. So varð aftur brestur. Tá kom Rolf Krake — og tá varð eldur í — og allur skálin brann niður. Einastu menn, ið læa, gníggja sær í hendurnar, eru tjóðveldismenn. Teirra bestikk gekk út. Teir høvdu fingið til gávu frá landsstýri og tess flokkum eldin mikla til kóking av hatsins loysing- ardrykki móti ollum, sum ber feril av donskum. Men tjóðveldismenn skulu ikki vera ov tryggir. Kann vera, at fleiri Føroyingar enn teir halda, fara at duga at blæsa froð- una omanav óminnisdrykkinum, so teir sakliga finna at sannleikanum, at tað vóru heimadrekarnir og ikki teir av garði lokkaðu Danir, ið eru teir, ið sverðini fyrst og fremst skulu vendast ímóti. Hvussu við endurnýggjanini av skipaflotanum? Menn hava hildið her, at lítið hevur landsstýrið gjørt fyri at fáa pening til endurnýggjan av skipa- flotanum. Satt er tað. Men hvat skuldu tjóðveldismenn kunna hugsa sær annað, tá ið teir settu fram uppskotið um at læna 20 milj. — meinlíkt tí gitna upp- skutinum frá vinnuflokkinum á sinni, tá ið hann við einum kvetti skuldi bjarga Føroyum. Tjóðveldis- menn vilja einki hava við Danir at gera — og teir vistu, at neyvan funnust menn ella stovnar í útheim- inum, ið vildu lána løgtinginum so miklan pening uttan statsgaranti. Eitt >bravadunummar< tjóðveldis- manna — eitt deyðfostur -— tað skilja allir. Kjartan Mohr vil nú, sigur hann, væl hava danska statin at veita veð, garantera eitt lán uppá 50 milj. Men hevði onga vissu fyri — tvørtur ímóti — at danski stat- urin vildi garantera. So statt var hann hansara uppskot ikki stórt annað enn eitt »fromt« ynski — eisini eitt deyðfott fostur. Landsstýrið og | | ] Ikki bara tað, at teir drópu tað, men teir hildu tað fyri spott við, aftaná at tað var felt, at biðja fólkatingsmenninar spyrja ríkisstýrið, hvat lagnu hetta uppskot heyði fingið, um tað ikki var felt á tingi. Smáir vóru realitetirnir í hesum, Kjartan Mohr! Tað einasta uppskot, ið hald hevur verið í, henur verið javn- aðaruppskotið í 1943. Har varð ávíst, at vit áttu peningin sjålvir. Har varð sett fullfíggjað lógarupp- skot um at endurnýggja skipaflotan við nýggjum dieselmotorum og nýggjum línuskipum. Men hetta uppskotið varð fe! Felt! Felt! Nú finst ikki skila fiskimaður í Foroyum, sum ikki harmar, at javnaðarmannauppskotið ikki varð framt, stóðu vit fremri enn Íslend- ingar í dag. So vildi eingin streym- ur av okkara bestu sjómonnum stevnt til Íslands í dag. Eitt ár aftaná, at javnaðarmenn høvdu sett fram hetta uppskot, settu Íslendingar fram eitt uppskot, ið var meinlíkt tí, um endurnýggjan av tí íslendska fiskiflotanum. Men tað varð ikki felt. Eitt samlað alting samtykti tað. Og Íslendingar fingu tí tann nýggja nútímans fiskiflota, teir hava í dag. Er tað ikki ein hin daprasti sorgarleikur at vita sær, at her á tingbordi longu í 1943 var uppskot frammi, sum, um tað heyði verið samtykt, hevði havt givið okkum hin glæsiligasta fiskifiotan, ið nøkur tjóð kundi ynskja sær — er tað ikki ein sorgarleikur, at álitismenn landsins feldu hetta uppskotið, meðan Íslendingar tóku eftir hesum upp- skoti og endurnýggjaðu sín fiski- vinnuflota við skipum, ið draga Føroyingar av garði til sín at tæna teirri íslendsku tjóðini? Tað er undrunnarvert, at nakar innanfyri landsstýrisflokkarnar, ið hava ábyrgdina fyri teirri stóru misgerð, ið tað var at fella hetta uppskotið, hættir sær at líta ein einasta fiskimann í eyguni. Og hvussu er í dag? Landið flýtur yvir við peningi! Vit kunnu sjálvir við at nýta okkara lóggávuvald fremja javnað- armannauppskotið og endurnýggja fiskivinnuflota okkara, um tað er meiri enn tvær reisur so dýrt sum tað var fyri árum síðani. Alt annað tos uttan at fylgja javnaðarmonnum i fiskivinnumålum er burturspilt. Hvussu vid sjómarkinum ? Um allir Feroya fiskimenn stóðu framman fyri mær her í dag, vildi eg ikki kunna funnið ein einasta, ið sannur var móti sær sjálvum, ið A SSUSSESSESUNUUÐS ikki mátti ásanna, at javnaðarmanna- | uppskotið í sjómarksmálinum var tað einasta Taka við — treytað av, at Bretar bundu seg til beina: at geva okkum tað, ið Íslendingar fingu annaðhvort við sáttmála ella á annan hátt. vildu vit í dag havt 4-mílamarkið Varð tað samtykt, uttan orð ella eið. Og vinna Íslend- 3. MARS i556 við — og meiri enn Íslendingar vinna, kunnu vit ikki vænta. Landsstýrisflokkanna samtykt av trimilamarkinum, sum nú er, skuldi verið nóg mikið at sagt um, at eitt so stórt mistak er meir enn nóg mikið til, at tað eigur at leggja frá sær. Tjóðveldisuppskotið um bara at siga upp og koma til málið um 2 år, var »ein spurvur á takinum« og eingin gripur í hondini sum javnaðarmannauppskotið. Í Klakksvíkarmálinum, í málinum um endurnýggjanina av fiskiflotanum og í sjómarksmálinum er bara ein flokkur á tingi í dag, sum stendur sterkur — tað er javnaðarflokkurin. Eingin skriving og einki tos kann reingja hetta! A. T.-málið. Fari frá hesum høvudsmålunum til eitt mål, ið verður umrøtt í landsstýrisins gerðabók. Tað er lánið til A. T. igjøgnum Frodbiar sóknar kommunn. Har síggi eg, at mín góði vinur, fyrrverandi lands- stýrismaður Rikard Long, tekur til, at hatta lánið viðkemur ikki lands- stýrinum, tí tað stendur bara sum bakgarantur fyri tí. Henda støda harra Longs undrar meg. Hvussu kann hann mistaka seg so? Hann veit betri enn nakar annar, — tí tað var hann, sum varalog- maður, ið samráðingarnar gingu fgjøgnum, Hann veit, at sambært saneringarlógina gav landsstýrið A. T. játtan um tann pening, ið var neyðugur til endurreising. Men landsstýrið kundi tá ikki fáa meiri pening. Kundi A. T. sjálvt vísa á pening til landsstýrið at læna, var gaman í. So var alt í lagi. So varð sagt frá landsstýrinum við varafor- manni Rikard Long sum orðferara ella undirskrivara. A. T. fekk so við hjálp frá góð- um monnum tilsøgn um lån, men tað mátti »formelt« verða veitt til kommununa við — landsstyrisins garantii. Landið liggur also soleiðis, at »reelt« hevði landsstýrið fingið peningin fgjøgnum Froðbiar sóknar kommunu at læna til A. T. Men »formelt« — av låntekniskum grund- um: Statens Livsforsikring lænir bara til kommunur — mátti kom- munan inn í bílætið. At landið liggur soleiðis, kann eingin sannferur tingmaður nokta, og eingin tingmaður kann við rein- ari samvitsku sýta at lata tingið yvirtaka ta fullu skylduna at rinda rentur og avdrått av hesum lánum. Men eg ivist heldur ikki í, at ting- menn vilja gera tað. hevur heldur vera frægast. Men tað hvílir á einum midsldarligum tað er stokk-konservativt og læst fyri nýggjum sterkum hugsjónum, tað er Tað sitandi landsstýrið rímiigt handlað, sum tað sjónarmiði, ikki í samljóð við nútímans lív og mistikid seg 0 stórliga, at eg vil mæla krøv. Tað hevur ti stór'iua , ti ul at leggja frá sær.