leygardagur 10. mars 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
?
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
ongsgóðsið !
Verður kongsgóðsið yvirtikið?
Og hvat verður so at henda?
Javnaðarflokkurin hevur
lagt fram fylgjandi álit og
uppskot í nevndini, ið sett
varð at viðgera kongsgóðsið:
Jarðaspurningurin er ein av
teimum fundamentalu spurning-
unum í samfelagnum. Her kann tí
ikki farast fram eftir fummum,
um jørðin skal verða so stórt
trygdar- og gagnsmál fyri alt fólk-
ið, sum yvirhøvur møguligt.
Minnilutanum kemst fyriliggjandi
uppskot vera so berbakað, at tað
á ongan hátt kann sigast, at hann,
ið greiður atkvøðu fyri einum av
teimum, ikki handlar eftir fumm-
um og leggur á ein bógv, ið hann
ikki bara onga ávirkan hevur á,
men sum í kjalarvatni sínum kann
bera hin meinasta bakbrest fyri
fjøldina, tann breiða partin av
fólkinum, so ringar eru roynd-
irnar, ið gjørdar eru í óðalsbygd-
unum, har ið einki kongs er.
Áðrenn støða kann verða tikin
til tílík mál sum yvirtøku av
kongsjørðini, er neyðugt, at lýst
verður gjølla og greinliga, hvørja
ætlan menn hava við kongsjørðini.
Tað er jú so, at jørðin í einum
landi er avgerandi fyri fólksins
lívskorum. Hvørt menniskja skal
hava mjólk, kjøt, egg eplir, grøn-
meti, grón o. m., ið einams jørðin
kann geva. Okkara fyrsta upp-
gáva við jørðini er tí fyrst og
fremst at fáa hana at geva stórstu
framleiðslu av hesum neyðsynjar-
vørum. Og jú minni jørðin er í
mun til fólkið, tess meiri ræður
um at skipa so fyri, at hvør blettur
gevur sum mest. Ein onnur grund-
leggjandi treyt fyri fólksins lív og
nøring, ið knýtir seg til jørðina,
er niðurseturætturin, atstøður at
fáa grundstykki við uttanumøki til
urtagarðs- og annað brúk, ið ar-
beiðsmaðurin og fiskimaðurin og
einhvør starvandi maður kann
hava stundir at røkja framíhjá, og
sum kann vera av ógviliga stórum
týdningi fyri hann og húski. Aftur
at hesum høvuðsheitum, ið knýta
seg til jørðina, er ikki at gloyma
tann ómetaliga stóra týdning, tað
hevur haft fyri okkara fólk, at
menn hava haft atstøður at fáa
traðir. Ein kann neyvan hugsa
sær, a thesin rættur hjá tí ognar-
leysa skal hvørva ella verða skerd-
ur, Manga staðni er tað so, at
traðarkýrnar eru fleiri enn bónda-
og óðalsmannakýrnar. Tekur ein
traðarbrúkið burtur ella kryplar
tess útviklingsmøguleikar, vil tað
raka landbúnaðin og korini hjá
fólkinum meinari enn kanska
mangur hevur gjørt sær greitt.
Tað hevur verið og er avgerandi
fyri lívskorini hjá teirri breiðu
fjøldini, at helmingurin av jørðini
er kongs og ikki kunnað verið
tveitt út í handilin sum spekula-
tiónarvøra, eins og tilfellið hevur
verið við óðalsgóðsinum.
Tað má vera hvørjum manni
greitt, at um kongsið eisini hevdi
verið undir somu korum sum
óðalsgóðsið:
vildi ongatíð haft verið talan
um nakað traðarbrúk ella jørð til
ognarleys,
vildi nidurseturætturin verið
skerdur í so stórum mun, at tað
vildi verið eitt fjølment lið av ung-
um fólki, ið flutt (flýggjað) var
út heimbygdini, tí eingin grund
og enn minni uttanumstykki og
trøð finguts,
og so vildi kútalið og mjólka-
nøgdin eins og hvør ávøkkstur, ið
okkum tørva til lívið og heilsuna,
verið nógv minni, enn tilfellið er
í dag, hóast tað av sonnum kann
sigast, at jørðin vegna ov lítlan
ans, røkt og stuðuli við skilagóð-
um, radikalum lógarfyriskipanum
og peningaíleggingum hevur givið
landi og fólki ov lítið.
Hugsandi traðarmenn, fiski-
menn, arbeidsmenn og allir menn,
ið skilja tann tydning, ið jørðin
hevur fyri fólksins lív, menning
og nøring, spyrja í hesum døgum:
Hvat ætla menn við yvirtøkuni
av kongsgóðsinum?
Er nakað í tí, sum rýkur, at
kongsgóðsið ætlast at verða selt,
heldur enn sum higartil at vera
almenn ogn til trygging av fólks-
ins nidurseturætti og lívsinteress-
um?
Í hvørja skipan og lóggávu
skulu jørðin og landbúnaðurin
verða løgd fyri framtíðina?
Hesar og aðrar fólksins spurn-
ingar vilja javnaðarflokkurin
hava greiddar við fullfíggjaðum
lógaruppskotum og uppskotum til
reglugerðir, áðrenn støða kann
verða tikin.
Men lat tað verða sagt við tað
sama, fyri at eingin misskiljan
skal vera um javnaðarflokksins
støðu í jarðamálinum, at tað, ið
er avgerandi fyri flokkin í hesum
máli, er at koma til ta støðu, ið
gagnar framleiðsluni í landsbún-
aðinum best, og sum veitir fólk-
inum tann rúmasta niðurseturætt
og ta bestu trygd og atkomurætt til
dyrkingar og njótan av teimum
neyðsynjarvørum, ið fólkinum
tørvar, og sum einans jørðin kann
geva.
Minnilutin heldur tað vera
neyðugt og ikki annað minsta mát
av kurteisi og virðing fyri teimum
stóru interessum, ið traðarmenn
og aðrir, id hava jørð frå ti al-
menna í hondum, at teir við t. d.
| |
NR. 10.
LEYGARDAGIN
10. MARS 1956
29. ÁRG.
svari uppá spyrjiskema fáa høvi
at siga hugsan sína um eina jarða-
skipan í samband við ella uttan
yvirtøku av kongsgóðsinum.
Uppskot:
8-mannaneynd verður sett at
bera fram uppskot um eina
umskipan av lóggávuni
jarðabrúkinum viðvíkjandi
við ella uttan yvirtøku av
kongsgóðsinum.
Soleiðis greitt verður málið
at leggja aftur fyri tingið til
endiliga støðutaking.
Nýtist okkum nakað polit
Tjóðveldisflokkurin hevur lagt
fram á tingborð uppskot til av-
gerðar um yvirtøku av politivald-
inum.
Tjóðveldisflokkurin man ikki
hava meint nógv við hesum upp-
skoti, tí við hesi mannagongd
kann hetta stórmál ikki verða
loyst. Politimálið er jú eitt B-mál,
ið ikki kunnu yvirtakast við upp-
skoti til avgerdar, men krevja
samráðingar við ríkisstýrið.
Uppskotið til avgerðar var tí
skilaleyst og var tí deyðføtt.
Annars halda mangir menn alt
hetta prátið um sterkari politi-
manning vera burturvið her á
landi. Vanliga tørvar einki politi.
Summa staðni, har ið politistur
leingi hevur verið, hevur eingin
vitað stórt annað um hansara starv
enn hann hevur røkt sín bát og
fjasast við síni smá »hobbi«. Lívið
á plássinum hevur háttað sær so
fridarligt og í allar mátar såmi-
ligt, at einki brúk hevur verið fyri
nøkrum politisti. Tað hevur ti
verið sterkt á máli at lætta komm-
unu og stati fyri útreiðslurnar, ið
knyta seg til haldan av bara ein-
um politisti.
Føroyingar hava ikki sama
mentalitetin sum fólk í stórlond-
unum. Har er tað kanska so, at
»knipplarnir« megu vera á lofti
við hvørt fyri at temja spiltar og
óargaligar kreftir, so friðafólk
kann kenna seg vart og hava høvi
at liva eitt hampaligt og friðarligt
lív. Her á landi nýtast eingir
»knipplar«, tað mega menn læra
seg. Er tað so, at sinnisbylgjurnar
koma at reisa seg og viðhvørt flysa
kambin og bróta, eru »knipplar«
nyttuleysir, tí tá eru tað so djúpar
rørslur og kreftir, ið liggja aftan-
fyri, at fólkið ikki letur
skúgva til viks. Tað kennir seg at
standa á rættvísisins grundvølli og
krevur ljóð fyri sær hjá stjórnar-
valdinum. Og tað finnur seg ikki
í burturkveistring, men krevur at
koma til samráðingarborðið og
eo
seg
| aftur til
| til Tveroyri
i?
vinna sín rætt. Og tå er tað, at tað
ræður um hjá teimum stýrandi at
vera góðir diplomatar og rættvísis-
samráðingarmenn, so rættvísi og
ikki harðskapurin ella órættvísið
sigrar.
Hart móti hørðum ber ikki til í
Føroyum, so frælsisbornir eru
Føroyingar.
Vit skulu ongar politistat hava.
Sjálvrós stinkar
Ein og hver, sum skeitir niður í
Dagblaðið fyri 2. mars, verður
varin við, at tað rósar landsstýrinum,
tí at tað hevur veitt nakað av
studningi til vegin Hov—Øravik,
og tí at nú skal vera ætlanin at
fáa henda vegstubban lidnan skjótast
gjørligt. Og verður skoytt uppí, at
hetta má sigast at vera eitt gott.
tiltak, sum verður móttikið við tøkk
av okkum Suðuroyingum.
Hesin stubbin er undirskrivaður
»Suduroyingur«. Men eg kvíði fyri, '
at tað er nakar Suðuroyingur, sum
fær seg at bera landsstýrinum tøkk
fyri hetta tiltak. Minnist ein rætt,
hava Suðuroyingar í syðra parti av
oynni nettupp verið misnøgdir inn
å sitandi styri, um at hesin vega-
stubbi fyri langt síðani ikki er
samanbundin. Tað kann tí vera
grund til at halda, at sjálvrós stinkar.
Tað skal hesum sama viðfangi verða
sagt frá fylgjandi:
Í seinastu viku lá ein sjúklingur
í Hvalba og bíðaði eftir at verða
fluttur á sjúkrahúsið við Smirli, ið
skuldi koma suður fríggjadagin, og
hann varð koyrdur oman á bryggj-
una til Smiril. Men hvat hendi?
Smiril kundi ikki leggja at henda
sama dag. Sjúklingurin varð koyrdur
húsar, og boð varð sent
eftir einum snurrara.
Hvussu bar hetta so í band? Einans
av ringum lendingarviðurskiftum.
Hvussu nær er hetta týdningarmikla
| mál komið undir borð? — Skyl
Hvalbingar ikki sitandi land“
| mikla tøkk?