leygardagur 10. mars 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
"Ge
NR. 10
SOSIALURIN
Ll. Zachariasen
helt hesa rødu á 75-ára degi J. H. O. Djurhuusar:
»Eg stóð á heimlandsstrond og sá Orion,
hin stolta høvding yvir stjørnufjøld;
eg sá Olympos, Horebs fjall og Zion
og hoyrdi gudasongin old til old.
Eg bað um krans frá Horebs fjall og Zion,
um rættferð og um mildleiks blómukraus;
eg bað um vakurleika tín, Orion,
at krýna ungu songdís Føroyalands.«
Hetta yrkti Janus á heysti 1928,
og hann gevur her eina skaldamynd
av stavnhaldinum í sínum egna
yrkingarhátti. Væl var Janus barn
av foroyingafelagstíðini í foroyskum
menningarlívi, men hann sá longu
sum unglingi, at tað andliga lívs-
eki, henda tíðin hevði lyndi til at
avmarka føroyingum, skjótt vildi
gerast ov trongt. Foroyingar máttu
ikai venjast upp til at vera andliga
nærskygdir. Lívsmynd teirra átti at
gerast djúp fyri at hon skuldi ikki
verða flot og einkisigandi.
Slík sjónarmið komu fram í eini
lítlari grein frá Janusar hond í
blaðnum »Fuglaframa« 8. juli 1902.
Vit kenna harí Janus aftur eisini
sum hann var í seinri árum. Her
er ein lítil úrdráttur:
»Undarligt og syrgiligt at síggja,
hvussu tjóð kann broytast gjøgnum
tíðirnar. Hinir norsku hevdingarnir,
sum í forðum bygdu Feroyar, og
til hverjar nú á døgum hver and-
ligur låsaskarvur er vanur at taka
í sínum vesælum rímum, táið hann
í teim hevur pláss til teirra við
síðuna av Gudi og fosturlandsást,
vildu óivað ógvast, um teir vístu
seg aftur í verðini.
Har sum fyrr herklæddir menn
prúðir bæði í anda og kroppi stevndu
til tings við bitrum brondum og
knøppum vitugum orðum til hagreid-
ingar vidurskifta landsins, har kann
ein nú á døgum um ólavsgkutið
síggja teir menn, sum nakrir rópa
landsfedrar, aðrir løgtingstuflur og
rossleypar. Har sum Tróndur í Getu
reddi treystliga og vitbjart um sjálv-
bjargni oyggjanna, har reða menn
á tann hátt, at nakrir vildu sagt
teir mest at líkna teim, ið avtapt
hava at tosa, tí so nógv minnir
mál teirra um vavgreyt, aðrir, at
teir høvdu verið sera væl háttaðir
at møsna við tey, ið gjørdu tað til
livsstarv sitt at útgranska, um Adam
og Eva høvdu nalva ella ikki.«
Janus talar víðari um hetta
mentunarsáðið, men sigur kortini:
>Tó, tað land, ið fostraði Sverra
og Trónd, er ikki heilt fallið í fátt,“
og hann endar so grein sína við
hesum spurningi:
»Verdur tað, ið upp sprettur,
hveiti ella hundaland?« — — —
„Eg stóð á heimlandsstrond og
sá Orion,< ja, men feroyingafelags-
menninir stóðu eisini á heimlands-
strond og og talaðu um
fosturlandsást. Teir sóu fjøllini, og
tey sá Janus við, men hann vildi
sungu
hava teir til eisini at síggja Orion.
»Eg sá Olyinpos, Horebs fjall og Zion
og hoyrdi gudasongin eld til øld.«
Janus gav føroyskum skaldskapi
størri dypd, gav honum meira alment
snið. Tað var harí hann breyt við
foroyingafelagstíðina.
Janus hevdi eitt merkiliga gløgt
oyra fyri fallinum i føroyskum måli, |
og hesin sansur hansara fyri væl- |
ljóði kemur nærsagt allar staðir
fram í hansara yrkingum. Eg skal
her neyna nakrar av yrkingum
hansara, eg havi sæð fyrstar á prenti:
Summarnátt: Blíð er summarnátt
á Føroyalandi (Tingakr. 30/10 1901),
Ódn: Við strondina stóð eg tá
ódnin brast á (Búreisingur 1902
síðu 36), Vetrarljóð: Nú frystir
víða hvar um lond (Búreisingur 1902
síðu 99), Eitt foroyskt kveld:
Mangan dvaldi eg við strond (Bú-
reislngur 1902 síðu 100). Mín
sorg: Mín sorg er ein kvinna so
marmorbleik (Búreisingur 1902 síðu
131), Veitslan liðug: Tømdir
eru steypar allir (Búreisingur 1902
síðu 132) Dreymar |, If, Ill:
So ofta meg droymir (Búreisingur
1902 síðu 162), Til Føroya I,
II, III (fyrst): Sítur tú. seggur
(Tingakr. 26/8. 1903), Heyst:
Felnar leyv í lund (Tingakr. 2/12.
1903).
Í teim flestu yrkingum Janusar
liggur ein dapur undirtóni, ein ivi,
um vit vilja, ein langtan eftir nøkrum
vøkrum:
»Eg bad um vakurleika tin, Orion,
at krúna ungu songdis Feroyalands.“
Ella ein langtan eftir at síggja
brøgd gjørd:
»Nær vil Sjårdur bryna brand,
birta herróp, kappin sterkt?“
Og í endanum av yrkingini
»Årædi« kennir hann seg sjálvan
sum ein slíkan Sjúrð:
„Eg vil blankan brýna brand,
— ravnar, randið bjarg! —
birta herróp vítt um land,
veiða villan varg,
skuldu svorð skjótt sangir syngja,
stirdar sálir styrkja, yngja.“
Stóran part av ævi síni var
Janus burtur úr Føroyum, men
Feroyar vóru altíð hansara dreyma-
land, sjálvt tá hann syngur um hitt
vakra danska summarið, har ið
blóma:Hvít Kastanja og Jasmin.
„Longri norður, longri norður,
har sum berg og fjall og skor er,
fosturstrond !
Ei Jasmin og hvít Kastanja,
— tó mær røttu ålvalond!
Har å dreymasnældum spann eg ja
gull og silki, ævintyr,
glæstriborg f eystri vann eg ja
og prinsessuna har byr —
mær Jasmin og hvít Kastanja.“
Av hansara heimlongsli er eisini
yrking hansara >Í Nordmannsdali«
sprottin:
„leykoma á fund — og helst í dreymi —
tey rósuangandi ungdómsár
sum drós, ið drála við yndisbrosi,
og bera smyrsl til benjarsár,
— o, minnisrika, o, halga vár! —
tá súsa skógir við Esrom sjó,
í náttsól blånar marmorhvita borgin,
í sílvurklangi spæla náttargala ljóð |
býtta orð: |
í morgin.
og doyva minni um hitt
10. MARS i556
Skulu tygum hava olju-
fýring, fara tygum ikki
skeivur við at spyrja
hjá okkum.
Vit kunnu útvega øll
vanlig sløg av oljufýr-
ingum - smáar og stór-
ar. — Til smá hitaverk
hava vit serliga eina, ið
hevur varitabelt munn-
stykki, sum kann still-
ast til at hóska til ein
og hvønn ketil.
OLJU-
fyringar
Og so er tað hin væl umfókti
3
„C.T.C.“ ketilin
ið anbefallar seg sjálvur, og sum
kann brenna bæði fast brenni og
olju ísenn ella hvort sær.
Pí. MARIA POULSEN & CO.
TLF. 2000
— <>
TÓRSHAYN
TLF. 2001
L / i
Teir limir sum ikki enn hava fingið loyviskort fáa tey við at venda sær
á skrivstovuna. Formenn biðjast ansa eftir (sambært sáttmálan) at ar-
beiðsfólkið er organiserað. Limir felagsins mugu ikki arbeiða saman við
fólki, id ikki kann prógva limaskap (loyviskortið).
Stjórn Havnar arbeiðsmannafelags
Á danskri summarnått tá blómar stundin
sæla,
og standmyndir í Norðmannsdali tala.“
Ein stórur táttur í Janusar skalda-
virki eru hansara týðingar úr
fremmandum máli. Nógvar av
hesum týðingum er heilt framúr-
skarandi listarliga gjørdar. Hansara
tyding av Homer hevur ikki enn
verid å prenti, men hon man iva-
leyst ikki standa aftari. Janus var
inni f fornum griskum hugsunar-
hátti sum fåur, og nógvar av hans-
ara egnu yrkingum bera prógv um
tað. ØL hesi fremmandu nøvnini
falla við Janusar orðalagi lætt inn
í føroyskt mál.
Nógv av sínum síðstu árum livdi
Janus í Feroyum, og her upplivdi
hann eisini hin seinra veraldarbar-
dagan. Fyri at vísa, hvussu andliga
livandi hann var í teim seinru ár-
unum, skal eg at endanum flyta
fram meginpartin av eini yrking,
hann gjørdi í Klakksvík 1941, tá
ið bardagin gekk harðast á hin
føroyska fiskimannin. Henda yrking-
in eitur annars: »Eitt summarkveld
í Klakksvík 1941«. Eftir at hava
avmyndað fjøllini, sum standa rund-
an um bygdina, sigur Janus:
„Vágurin allur í svartastilli,
ståsilig havfør har flóta,
komnir aftur av vandaferð villu,
har flogfor froysa og róta,
gotrini duna, og kavbátar skjóta —
— bárur blóðigar bróta.
Tó fer um bygdina látur,
— lættur og kátur —
sveina millum og snóta;
— tey dansa flenna og blóta.
Lurta, lurta — eitt ljóð er enn,
tað er barna- og einkjugrátur.“
Slík mynd í so fáum og vælvald-
kann bert verða givin
av Guds
um orðum
av einum, sum er skald
náði.
Hjartans tøkk
sigi eg øllum, sum mintust meg á
80 ára degnum 26.—2.
H. A. V. Joensen.
billig varme,
behagelig 99
den
varme og 88! .
nemmest mulige pasning
skal De vælge
Hess-O-MatiC-
Den fås nv
i flere størrelser,
í en
…— 99 den pynter! st
konstant
VALDEMAR LUTZEN
Telf, 1020 Thorshavn,
Løgmanns sonurin
H. A. Djurhuus er vordin Føroya
umbodsmadur vid donsku sendi-
mannastovuna í Rio de Janairo.