leygardagur 17. mars 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
I. Nu
NR. 11.
LEYGARDAGIN
17. MARS 1956
29, ÅRG.
Hin almenna jørdin
At helmingurin av Føroya jørð
hevur ligið hjá ti almenna hevur
haft hin allrastørsta týdning fyri
traðarbrúkið og niðurseturættin
hjá teirri ognarleysu fjøldini —
tað er ein royndur lutur.
Man ikki fólkið sum heild vera
ímóti, at kongsgarðarnir verða
seldir, annadhvort — sum ein
bóndi kravdi á einum fundi —
fyri 25 ferðir leiguna til festar-
arnar ella sum aðrir hava á máli,
til hægstbjóðandi, kortini ikki
undir 150.000 til 200.000 kr. fyri
ein 6-markagarð.
Hin almenna jørðin skal ikki
verða seld, spekulatiónsobjekt —
tað er javnaðarmannastøðan. Men
flokkurin er hugaður fyri og krev-
ur eina umskipan av jarðabrúk-
inum, so tað verður at geva fólk-
inum og landinum nógv meira enn
nú — sjálvandi fyrst og fremst
teimum, ið røkja jørðina.
Tað var hetta krav flokksins, ið
orsakaði setan av nevndini, ið
aftaná eitt stórt arbeiði og hart
stríð kom við uppskotinum, sum
liggur til grundar fyri jarðaum-
skipanini av 1937. Men tessverri
vóru andstøðukreftirnar ov sterk-
ar, so uppskotið, ið varð gjøgnum-
ført, var so skert og merkt av
»kompromisbrekum«, at javnað-
armenn harðari enn á nøkrum
sinni máttu halda fram við krav-
inum um radikalar broytingar í
landbrúkslóggávuni. | Samanber
flokksins uppskot í »Arbeidi til øll
á sjógvi og landi<.
Kongsjørðin og allur ágóðin av
henni hjá okkum sjálvum!
Henda støða javnaðarmanna er
komin til orða líka síðan flokk-
urin kom á ting. Og stríðið fyri
hesi hugsjón hevur eisini borið við
sær, at vit hava fingið óskert lóg-
gávuvald í øllum jarðarbrúkinum
viðvíkjandi. Leiga og øll onnur
inntøka av almennari jørð er nú
so, at tað liggur hjá okkum at lata
tað koma aftur til jørðina (jarðar-
brúkararnar). Men umsitingin og
lóggávan viðvíkjandi jørðini er
ikki tíðarhóskandi. Her megu
broytingar, stórbroytingar fara
St6røking í fiskiveidini
Danski fiskimálaráðharrin segði
í reðu herfyri, at ætlanin var at
fáa sett fleiri sendimenn í teimum
70 marknaðarlondunum, ið Danmak
seiur fisk til. — Víðari segði hann,
at danska fiskiveiðan hevði veríð í
stórsking seinastu 20 árini. Í 1938
var veiðan 87 mlij. kr. móti 424
'milj. kr. seinasta ár. Sama tíðar-
skeið var útfluttningsvirðið hækkað
frá 38 milj. kr. til 274 milj. kr.
fram — og tað liggur einans á
okkum.
Tað eigur at verða sagt og
undirstrikað, at javnaðarflokkurin
hevur altíð í krøvum sínum við-
víkjandi kongsgóðsinum haft ta
støðu, at áðrenn flokkurin tekur
endaliga støðu, megu flokkanna
støður og vilji liggja fyri í full-
fíggjaðum uppskotum (lógarupp-
skotum).
So týdningarmikil er jørðin, at
javnaðarflokkurin seinast av øll-
um vil handla við bindi fyri eyg-
um og allraminst lata í hendurnar
á monnum, ið flokkurin ikki
hevur álit á, einsamallar at skipa
fyri hesum okkara dýrasta luti,
jørðini.
Tað var sambært hesa støðu, at
javnaðarflokkurin mátti krevja
uppskotini til framtíðarskipan
fyri jørðini á borðið fyrst, áðrenn
greitt varð atkvøða fyri ella ímóti
yvirtøku av kongsgóðsinum,
Tað er henda framtíðarskipan-
in, ið land og fólk tørva. Fáa vit
ikki hana, týðir yvirtøkan einki
uttan rættin til at selja — og tað
vil sum sagt javnaðarflokkurin
ikki.
Og tá ið menn ikki vildu hoyra
røtt um, hvat id ætlanin var, men
einans kravdu at geva landsstýr-
inum fullræði at gera við jørðina
tað, ið tí lysti, varð illtankin við
góðum grundum vaktur.
Illtankin um, at afturhaldskreft-
irnar, ið sita fyri borgum, høvdu
í hyggju at gera tað sama við
kongsjørðina, sum tær høvdu við
landshardilin, og sum tær hava
gjørt við alt, ið hitt almenna hevur
átt til frama fyri fólkið, fyrst og
fremst ta ognarleysu fjøldina:
avluta landsins ognir og
frægastu stólpar til ein-
stakar privatar magnatar.
Móti hesum skaðaatburði hevur
javnaðarflokkurin barst og vil al-
tíð koma at berjast.
Nú er kongsjørðin yvirtikin
uttan at nakað varð sagt um, hvat
ið menn ætla við kongsgóðsinum,
uttan at nøkur trygd varð givin
fjøldini móti spekulasjónarvand-
anum. Tað var harmiligt. Men vit
megu vóna, at avlutingargirndin,
ið hevur valdað og valdar meiri-
lutaflokkunum, ikki fær høvi at
bróta seg sum eitt ólukkuóløgi
yvir fólkið, men at kongsjørðin
kortini verður undantakið, ið
menn kunnu semjast um at verja
sum landsins dýrastu ogn og dygg-
asti stólpi undir lívsrættinum her
á landi.
Men, Føroya fólk, ver årvakid!
Tú ert so ofta tikid á bóli.
1 miljón
kr. til skipaflotan
Hin foroyska tryggingin hevur samtykt at lána realkreditstovninum
eina miljón kr. Av hesum peningi letur Tryggingarsambandið 500.000 kr.,
Føroya brunatrygging 300.000 og Føroya vanlukkutrygging 200.000 kr.
Hvar hevði hesin peningur verið at fingið, um øll tryggingin nú
hevði verið á privatum útlendskum
hondum?
Landsrættarfundir
Drúgvir hava landsrættarfundirnir
í Klakksvíkarmálinum verið, dag um
dag hava fundirnir verið settir kl.
10 á morni og aftur kl. 2 s. p.
Ákærurnar og vitnisførslan hava
verið gjølla gjøgnumgingnar, og
teir ákærdu hava verið avhoyrdir,
somuleiðis vitnini, og haraftrat hava
nøkur nýggj vitni verið avhoyrd.
Tað er áhugavert at leggja til
merkis, hvussu gjølla verður spurt
um hvonn einstakan tilburð og
hvorja smáhending. Tað tykist sum
einki, hvussu lítið týðandi tað enn
er, má fara burtur ímillum.
Eftir ollum at døma kann spurn-
| ingurin um, hvervítt >fútaforrættn-
ingin« á sjúkrahúsinum var gyldug,
fara at koma fram aftur; verjararnir
tykjast ið hvussu er at leggja stóran
dent á at fáa alla tilgongdina hes-
um viðvíkjandi gjølla lýsta.
Øll tey vitnini, ið eru komin
aftrat, hava vitnað teimum ákærdu
til frama, og teir ákærdu halda fast
við tær frágreiðingar, teir áður hava
givið. Høvudsvitni móti teim åkærdu
hava eisini verið avhoyrd, t. d.
ríkisumboðsmaðurin, fútin, dómari
Rendal og Mitens, landsstýrismaður.
Eisini hesir hava sum heild staðið
við vitnisburð og skrivligu innlegg síni
Var tað so galið við landsstýrinum?
Richard Long, legtingsmaður, sigur seg frían fyri at hava lovað
landsstýrinum nakað.
Richard Long, løgtingsmaður,
hevur latið blaðið vitað, at hann
ikki hevur givið nakað lyfti um at
vilja fremja semingina, ið kom í
lag millum sóknarstýrið í Klakks-
vík, landsstýrið og Kampmann, og
at hann tí fyri sítt viðkomandi vil
vísa aftur eina og hvørja skuld-
setan um lyftisbrot í læknamál-
inum.
Vit vilja sjálvandi ikki træta
við harrra Long, men taka orð
hansara til eftirtektar og bera
honum umberslu,
Men so kemur okkum fyri, at
landsstýrið eigur orðið.
Tí eingin Føroyingur, sum
fylgdi við hendingunum, sum tær
fullu undir samráðingunum mill-
um sóknarstýrið í Klakksvík,
landsstýrið og Kampmann, og sum
endaðu í nevnda sáttmála, ivadist
i, at landsstýrið hevði flokkar sin-
ar aftanfyri seg. Tað var jú al-
manna kunnugt, at stýrið heyði
kontakt við sínar flokkar ella
oddamenn, meðan leikir vórðu
fluttir.
Tað, at tað í sáttmálanum stend-
ur, at um læknafelagið ikki skuldi
verið sinnað at taka Halvorsen
lækna sum lím sín, vildi málið
verða at leggja fyri tingid, so regl-
urnar fyri sjúkrahúsið í Klakks-
vík kundu broytast hagar, at
skyldan hjá sjúkrahúslæknanum
}
Vit hava áður nevnt, at norska
at røkja upp til 500 sjúkrakassa-
limir fullu burtur, kann bert skilj-
ast soleiðis, at landsstýrið og við
tí tess flokkar høvdu bundið seg til
á tingi at samtykkja tær broyting-
ar, sum í sáttmálanum vóru um-
røddir.
At ein av oddamonnunum aftan
fyri landsstýrið nú skriftliga og
munnliga kann trína fram og av-
sanna, at hann hevur staðið aftan-
fyri landsstýrið, tá ið tað við síni
undirskrift gav Klakksvíkingum,
øllum øðrum Norðoyingum og
øðrum, ið vóru interesserað í
læknaviðurskiftunum í Norðoyar
sjúkrahúsdømi, Kampmanni eins
og einumhvørjum øðrum, ið hevði
athuga fyri einari positivari loysn
av málinum, ta fatan, at tess
undirskrift sjálvandi hevði tess
flokkar aftanfyri seg, setur lands-
stýrið í eitt tílíkt ljós, at eingin
>kommentarur< tørvast.
javnaðarstjórnin hevur í umbúna at
stytta um arbeiðstíðina, so einans
verður arbeitt í 42 í staðin fyri 48,
tímar um vikuna.
2 verksmiðjur í Bergen hava roynt
hetta. Arbeiðstíðin var ávikavist
stytt til 40 og 42 tímar. Í báðum
forum vóru úrslitini góð. Fram-
leiðslan var størri, enn tå ið arbeitt
varð 48 tímar um vikuna.
stundis hækkaði
Sam-
lønin,