leygardagur 17. mars 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR, 11
SOSIALURIN
Vega- og havnamálini
Iversen, neyndarformaðurin,
greiddi frá nevndarålitinum, —
Mælti tingmonnum til at greiða at-
kvøðu fyri nevndaruppskotinum,
men ráddi frá at greiða atkvøðu
fyri minnilutans uppískoytisupp-
skotum. Tey vóru trý; eitt frá
Øregaard og Dam um %4 løgtings-
studning av 8000 kr. til båtaspæl
til Rituvikar, tvey frå Dam um
endurnýggjan av løgtingsstudningi
uppá 34 av 50.000 kr. til báta-
havn í Hovi, og % av 10.000 kr.
til framhald av
uppdyrkingarvegum i Hovi. Hann
helt, at hesir studningar vóru ikki
»aktuellir«, ti Hovi var so litil
bygd, at hon komst ikki åt fyri at
gera meiri enn arbeidid uppå
Hovs—Øravikarvegin.
Øregaard visti å, at higartil
høvdu menn hildið tað verið sjålv-
andi at veita studning til bátaspøl.
Her var jú talan um bygdir, ið
ikki áttu teir fyrimunir, sum kyrr-
uplássini við góðum milliónhavn-
um. Og so týddi sjógvurin kortini
ikki minni fyri smáplássini. Ut
róðrabáturin og trøðin hevur verið
og er enn í mongum smámanna-
heimi lívstráðurin. Og útróðurin
hevur nú broytst nógv. Tað eru
ikki longur teir smáu motorbát-
arnir, sum menn hava at dúga á,
men stórir instaleringar. Róðra-
bátarnar kunna menn, um tað ofta
var við mikið knoss, draga at
kalla alla staðni. So er ikki við
teim tungu instaleringunum. Har
má spælkraft til. Tað er líka so
neyðugt at hava spælið sum bátin
og havnina. Rituvik er ein avgjørd
útróðrabygd. Hevur fingið drátt-
arlíkindini bøtt, Nú trýtur spælið.
Mær kemst fyri, at tað mátti eing-
in spurningur verið fyri tingmenn,
um teir skulu greiða atkvøðu fyri
uppskotum mínum. Eg dugi ikki
at trúgva tí, at aðrir menn, enn
teir nevndarlimirnir, ið ikki vildu
fylgja mær, fara at bera seg
undan at greiða atkvøðu fyri at
veita Rituvíkingum sømdir. Hatta,
sum formaðurin í nevndini og teir
ið honum fylgja, siga, at tað er
neyðugt at biðja verkfrøðingin
kanna kostnaðin av el-spælum eins
og hvørji spæl, ið eru best hósk-
andi, eru bara undanførslur,
skulkingar frá at veita studning.
P. M. Dam: Tað er av formann-
inum í neyndini drigið fram, at
Súðuroyggin er tann sýslan, sum
í ár hevur fingið mest til vega-
bygging. Eitt tal uppá 250.000 kr.
er sett til samferðsluvegir. Men
er tað sett so, at tað verður nýtt
ella kann koma at verða nýtt? Tað
er spurningurin! At talið er stórt
nú kemst av, at Suðuroyggin hev-
ur sitid við skerdum luti, hvat ið
samferðsluvegum viðvíkjur.
Menn,
ikki trúgva tí, at syðri og norðari
partur av oynni ikki eru í vega-
sambandi. Men tað er verri enn
Eisini norðari partur er uttan
Sandvíkin liggur
av arbeiðinum
ið ókunnigir eru, vilja
80.
vegasamband,
seg
g uttan vegasamband við
fyri
|
|
útróðrabygdin skal liggja so illa
fyri útróðrahavn viðvíkjandi, tí
hon hevur meiri enn nøkur onnur
bygd stríðst fyri at fáa havnina,
aðrar bygdir. Og sama er við hini | og tað er einki pláss, ið treingir
stóru bygdini Hvalba, Ótrúligt,
siga menn. Ja, ótrúligt, men satt.
Eg havi talað meg hásan í nevnd
og á tingi um hvørt ár at seta eina
munandi peningahædd av til vega-
samband millum Tvøroyri, Hval-
ba og Sandvík. Men tað hevur tess
ba og Sandvík. Me ntað hevur tess
verri verið nyttuleys tala. Tað er
kortini hevur tað verið og er tað
so aldeilis neyðugt, at munandi
peningur verður avsettur til hetta
endamálið. Tí menn eru greiðir
yvir, at tað má verða ein fjalla-
smoga, ein »tunell«, ið vegurin
millum Hvalba og Tvøroyri verd-
ur at ganga ígjøgnum. »Tunellin«
kostar nógvar hundrað túsund kr.,
og hon má verða gjørd í einum
taki. Og tað kann ikki henda,
uttan peningur til tess er tøkur.
Eisini við hesa viðgerð vil eg taka
uppaftur mína átroðkandi ákallan
á tingmenn um at taka spurningin
um vegin Tvøroyri—Hvalba—
Sandvík alvarligan. Hann er
átroðkandi neyðugur at fáa loyst
sum allraskjótast. Tað er beint og
gott, at havnararbeiðið í Hvalba
verður uppaftur tikið. Allar Før-
oyar eru interesseraðar í tí, so satt
sum flestu plássini fáa kol úr
Hvalba. Men eisini kolaútfluttn-
ingur frá Hvalba ger tað neyðugt
at fáa henda vegin. Tað er jú so,
at langar óveðurstíðir kunnu
koma, tá ið skip ikki kunnu leggja
at í Hvalba. Tá vildi tað verið hent
fyri Hvalbingar og allar teir, ið
kol skulu hava, at »tunellin« var
til Tvøroyri. Tað er ikki so nógv
z
longri frå sydstu kolanåmunum i
Í Hvalba til Drelnes, har id skip
altíð kunnu leggja at, enn frå
kolanåmunum til bryggjuna i
Hvalba.
Eg havi loyvt mær í nevndini at
tala fyri og sett uppskot um, at
Hovbingar fåa jåttadar kr. 10.000
til framhald av uppdyrkingarveg-
num. Hov er ein av bygdunum,
sum hava fingið útskifting. Upp-
dyrkingarvegir eru avmarkaðir og
megu gerast. Jarðabrúkið liggur
lamið í hesari bygd, so leingi teir
ikki eru gjørdir. Tað er skilaleyst
at steðga gerðini av teimum.
10.000 kr. vórðu settar ífjør til
uppdyrkingarvegir, og tá ið tað er
sagt, at Hovbingar hava henda
pening at arbeiða fyri, er tað
burturvið, tí hesin peningur er
brúktur. Vegastrekkið, ið skuldi
verða gjørt fyri hann, er so gott
sum liðugt — og verður liðugt í
einum av teim fyrstu døgunum.
Fari tí at vóna, at háttvirdu ting-
menn eru samdir við mær, at Hov-
bingar megu sleppa at halda fram
við uppdyrkingarvegunum, ið
megu gerast sambært útskiftingar-
treytirnar.
Stórsta lívsmál hjá Hovbingum
er at fáa gjørt båtahavnina nýti-
liga. Tað er einki skil í, at henda
A ——————————————————ix——"G [ff
——eeae
AA [———2———88m—m——————————
me —————————mh>
8
i
, meiri
til eina útróðrahavn enn
hon. Hetta hava menn eisini fyrr
ásannað. Játtaður varð tí pening-
ur, og bygt varð nakað. Men ov
lítið. Beinri — í 1950 — varð sett
ein peningahædd uppá 50.000 kr.
å figgjarætlanina til víðkan og
bøtan um útróðrahavnina i Hovi.
>Projekt< skuldi verða gjørt. Men
sum eingin hevur tikið undir. Men | tað kom ongatíð fram. Hovbingar
' sluppu ikki til arbeiðis. So komu
eisini = fimbulsvetraboðini frá
meirlutaflokkunum um at steðga
øllum havnaarbeiðum, eisin tí í
Hovi, (Um ein so kann siga. Tað
var jú ikki projekterað og heldur
ikki byrjað). Eg havi loyvt mær
at sett fram uppskot um at endur-
nýggja játtanina av teimum
50.000 kr. til Hovs havn. Eg vóni,
at ein meirluti av tí háttvirda løg-
tingi heldur við mær, at tað er
bara náttúrligt og sjálvfylgjuligt,
at hesin peningur verður endur-
nýggjaður ella ikki dettur burtur,
at tað verður álagt verkfrøðings-
skrivstovuni at gera kostnaðarætl-
an og uppdrátt, so arbeiðið kann
byrja, tí hetta mál er fremsta mál,
gongur fram um øll onnur mál
hjá Hovbingum. Hovbingar kunnu
ikki straffast fyri tað, at verk-
frøðingsskrivstovan ikki hevur
fingið gjørt sítt arbeiði. Hesi bæði
málini — uppdyrkingarvegir og
havnargerðin — eru so stór áhug-
amál fyri Hovbingar, at tey ganga
langt fram um oyggjavegagerð-
ina, ið er av størri áhuga fyri tær
syðru bygdirnar enn fyri Hovi.
Ikki so at fata, at samferðslumál-
ið ikki er av stórum týdningi fyri
Hovbingar við. Men eg kvíði fyri,
at stedgar tingið uppdyrkingar-
vegaarbeidinum í Hovi, og tekur
tingid studningin til havnargerd-
ina frå Hovbingum, vil tad verda
ilt at fåa umtaladu semju i lag um
gerdina av Hovs—Øravikarveg-
num. Eisini og ikki minst av at-
huga fyri at fáa samferðsluvega-
sambandið fullfíggjað fyri Suður-
oynna sum skjótast møguligt vil eg
so kraftiga sum møguligt mæla
tinginum til at ganga Hovbingum
á møti við at greiða atkvøðu fyri
mínum báðum ser- ella uppí-
skoytis-uppskotum.
Tað má ikki vera so, at játtanin
til Hovs—Øraviksvegin bara skal
koma at standa og glana uppi á
pappírinum. Vit megu skipa so
fyri, at hesin vegur veruliga verð-
ur gjørdur.
og ynski eisini at gera ta vid-
merking, at samráðingarnar i
nevndini um spælið til Dímun fóru
soleiðis fram, at tað var nevndar-
innar støða, at tá ið kostnaðar-
ætlan og uppdráttur eru gjørd og
alt annars er í lagi frå kommununi
ella bóndanum í Dímun, vil málið,
tá ið tað kemur aftur á ting, vinna
sømdir og verða framt, tí menn
ásanna, at tess frami er beinaveg-
17. MARS 1556
in ein treyt fyri at kunna vera á
Dímun.
J. P. Davidsen: Tað vórðu í síni
tíð játtaðar 300.000 kr. til oyggj-
arvegin. Havnar kommuna átók
sær at gera hann og átók sær for-
pliktilsini frá hinum kommun-
unum, ið skuldu vera saman við
Havnini um gerðina, rindan av tí
eini fjórðinginum og viðlíkahald-
inum. Men Havnin legði frá sær.
Peningurin var ætlandi ov lítil. So
kom eisini kanska ivi í, hvar ið
vegurin skuldi leggjast. Men vega-
sambandið millum Havnina og
hinar bygdirnar í Streymoynni
var ikki av minni týdningi fyri tí,
at Havnar kommuna legði frá sær
ella tí kommunurnar, ið nurtu við
vegin, ikki kundu verða samdar
um býtið av teim skyldum, ið lógu
á teimum vegnum viðvíkjandi. Ég
gjørdi meg tí til talsmann fyri at
leggja veg niðan á Sund. Har fekk
Havnin samstundis fatur á einum
góðum atleggingarplássi fyri stór
skip í øllum veðri. Varð hetta
gjørt, hevði ongatíð verið talan
um, at skipini rýmdu av Havnini
inn á Skálafjørð. Eg spyrji aftur:
er tað ikki vert at leggja allan
doyðin á at fáa vegasambandið
yvir Sund—Kalbak til Kolla-
fjarðar. So er sambandið greitt
við hinar bygdirnar — og so er
bara at fara yvir Streymin!
Fjarðarvegurin hevur ikki verið
gloymdur. Peningur hevur verið
o
Men avvarandi komm-
jåttadur.
una hevur ikki orkað at farið
undir hann við fullari kraft. Og
ein kann ikki finnast at hesi
kommunu fyri tað, tí hon hevur
so ógiliga stór vegastrekki framm-
anundan at baksast við. Høvuðs-
sakin má vera at koma í vegasam-
band frá Gjógv til Skálafjørð. Eg
má eisini nýta høvi til at halda
fram Dímun viðvíkjandi, at eg
hevði ta fatan, at samráðingarnar
í veganevndini endaðu við teirri
støðu, at menn vóru sinnaðir til at
játta tann neyðuga studning til
rennistrong og spæl í Dímun, tá ið
tær vanligu erkleringar frá avvar-
andi kommunu liggja fyri. Eg vil
nú vóna, at landsverkfrøðingurin
skipar fyri, at alt liggur klárt til
ólavsøkutingið. Tí uttan spælið og
rennistrongin livst ikki á Dímun.
Talarin greiddi so gjølla frá,
hvussu trupult lívið á Dímun er
viðvíkjandi at fáa vørur til sín og
frá sær, Hann helt fram:
Viðvíkjandi Hovi dugi eg ikki
at skilja, at tær 50.000 kr. til báta-
havnina har skulu verða tiknar
burtur, tá ið tær hava verið játt-
aðar, og tá ið tað veruliga ikki er
kommununnar skuld, at arbeiðið
ikki er gjørt, men einans skyldast
verkfrøðingsskrivstovuni ella
landsstýrinum, ið ikki hava syrgi
fyri at fingið arbeiðið projekter-
að. Tað hevur áður verið sterkt
hildið fram, at eitt mál dettur ikki
burtur, tå ið avvarandi kommuna
ikki hevur haft høvi til at fingið
arbeiðið kostnaðarmett, projekter-
að. Eg skilji Hovbingar, at gerðin
(Framh. á 3. síðu.)