Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-03-24, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI JAVNAÐUR SOSIALURIN BRØDRALAG NR. 12. | LEYGARDAGIN 24. MARS 1956 29. ÁRG. Lock-out lýsing frá arbeiðsgevarunum Tær drúgvu samráðingarnar Dansk arbejdsgiverforening og De samv. Fagforbund endaðu úrslita- leysar. Partarnir stóðu ov langt frá hvørjum øðrum. Arbeiðararnir settu sum høvuðskrav: styttri ar- beiðstíð, munandi lønhækkan, betri sjúkratrygd, o. s. fr. Arbeiðs- gevararnir svaraðu nei til so gott sum hvørt einasta krav frá arbeið- arunum, hóast nær um hvør fyri- tøka í Danmark gjøgnum fleiri ár hevur kunnað sagt frá munandi yvirskoti støðugt hækkandi vinningsbýti til partaeigarnar. — Hesi hava arbeiðar- arnir ongan lut fingið í. Verkfallið var tí veruleiki og heldur nú áfram við miklari styrki. Eini 60.000 manns hava verið raktir av verkfallinum, men nú hava arbeiðsgevararnir boðað frá lock-out 5 Y og meirvinnu frá 3. apríl. Apríl verður sostatt at byrja við stórverkfalli. De samv. Fagfor- bund hevur umleið 800.000 limir. Tá ið ikki fleiri eru í verkfalli, er hetta m. a. orsakað av, at fleiri fakfeløg komu ásamt við arbeiðs- gevararnar um teirra krøv, langt frá allir arbeiðsgevararnir standa innanfyri Dansk arbejdsgiverfore- ning, brúksfeløgini — arbeiðar- anna egnu virki — eru sjálvandi heilt uttanfyri. D. s. Í. eigur stóran verkfalls- grunn og teir arbeiðarar, ið fram- vegis eru í arbeiði, eru skyldugir at lata ein part av daglønini til teir kammirátar, ið raktir eru av verk- fallinum. Spáðað verður frá øllum síðum, Ar- beiðararstjórnin noktar at ganga við til tvungnan gerðarrætt, men at bardagin verður harður. Hetta í hava einki ímóti, at partarnir sjálv rakar einar 60.000 manns aftrat. | bodnir seta gerðarætt. Arbeiðsloysisstudningurin hækkar Fyri stuttum hækkaði arbeiðs- loysisstudningurin í Danmark eitt sindur. Studningurin er nú 12,70 kr. um dagin fyri familjuforsyrgj- ara og 11,30 kr. fyri ikki-forsyrgj- ara. Haraftrat fáa familjumenn 1,40 kr. um dagin fyri hvørt barn. Finsku arbeiðararnir fingu 9 pst. Hitt harða verkfallið í Finlandi er at enda komið. Arbeiðaranna krøv vóru 20 pst. lønhækkan, men hetta vildu arbeiðsgevararnir und- ir ongum umstøðum ganga við til. Arbeiðararnir játtaðu umsíður at fara aftur til arbeiðis, ímóti at teir fingu 9 pst. lønhækkan. Gávurnar Tað var ikki smávegis av gáv- um, ið danska sendinevndin til Sovjets við H. C. Hansen, stats- ministara og Bomholt undirvís- ningsministara fingu við sær heimaftur. Í hesi miklu gávu- rúgvu vóru m, a. 2 persónvognar — ein til hvønn av neyndu minist- arum — frá Bulganin statsminist- ara. Foðingardagur. 65 ár. Skírhósdag 29. mars verður Christoffer Liitzen, skúla- stjóri í Havn, 65 ár. Brennihjálpin er 99 kr. um árið, og stuðul til húsaleigu 84 kr. um mánaðin í býunum og 56 kr. úti á landinum. Hetta er tøkt hjá manni, ið ikki kann útvega sær arbeiði. Fólkatingið hevur viðtikið ta broyting í fólka- tingsvalslógini fyri Føroyar, at sjúklingar nú kunnu greiða at- kvøðu heima ella á sjúkrahúsi. — Henda skipan hevur ikki verið galdandi í Danmark. Svenska javnaðarstjórnin hevur nú avgjørt til heystar at seta fram uppskot í tinginum um at lógfesta 15 tíma arbeiðsviku á øllum ar- beiðsøkjum í Svoriki, T. B. Tuberklasóttin hevur herjað illa í mongum landi — eisini í Føroyum. Men nú fer í flestu støðum verða frægari vorðið. Eitt Danmark, har doyði í fjør einans 7,7 av 10.000 fólkum av tuberklum, meðan tað í Finlandi doyðu 40,5. Aftaná Danmark koma Holland. Svøríki og sum tey lond í heiminum, ið nú hava minst tuberklasjúku. Men hardagin móti tuberklum kostar pening, í Danmark 16 kr. uppá fólkið árliga. nú i N oreg Odnarveður á sólini Seinrapartin í februar var ódn- arveður uppi á sólini, ið tektist hiðani sum stórir myrkir blettir. Einstakir av teimum vóru 10 ferð- ir størri enn øll jørðin. Á jrðini orsakar hetta magnetiskt óveður, ið var so munandi, at tað m. a. fullkomuliga lamdi alt telefon- samband millum Keypmannahavn — Ísland og Grønland, eins og tað var til miklan bága fyri telefon- sambandið millum Keypmanna- Slíkt óveður heilsustandurin verður havn og Føroyar. kann ávirka, at hjá okkum jarðbúgvum vánaligari. Maður útsligin Ein syndalig ólukka hendi týs- morgnnin. »Havgåsin«, ið var á veg sunnan úr Vági á Havnina, misti ein mann, Johan M. Vejhe úr Porkeri. Eingin så skaðatilburðin; men maðurin varð saknaður fyrra- partin á morni. Skipið vendi aftur á Vág. — Mangir ætt Johan M. Vejhes eru sjólætnir, m. a. bæði faðir og bróðir hansara. Friður verði við minni hins sjó- lætna. menn av Aðalfundur Havnar Sjónleikar- felag verður månakvøldid kl. 8. | | | | Ikki lukkuligt! Tað hevur ikki verið lukkuligt, sum afturhaldskrefturnar hava leikað í, tá ið talan hevur verið um at fremja rættvísiskrøv sosialist- anna til bøtan av korum teirra ar- beiðsleysu. Serliga hevur verið víst á Danmark, har arbeiðsloysis- studningurin hevur forða hungri og halli, svongdar- og sóttardeyða í mongum heimi gjøgnum tíðina. Sagt verður, at har tíma menn ikki at arbeiða, tað er ólíka lagaligari at støkka inn á skrivstovu og hað- ni fáa útgoldið nóg mikið til lívs- ins uppihald. At tað er ikki neisti av sann- leika og veruleika aftanfyri slíka talu, skuldi verið óneyðugt at sagt. Tað er sanniliga ikki so lætt at sníkja seg fram at hesum studn- ingi, eftirlitið er øgiliga strangt, og hartil kemur, at eingin arbeið- ari fær slíkan studning undir lóg- ligum ella ólógligum verkfalli, heldur ikki studningur veittur teimum, ið av sjálvsáum eru arbeiðsleysir ella teimum, ið ikki vilja taka við starvi, ið teim- um verður ávíst. Líkindi til misbrúk eru sostatt so små, at tað er ørt at tala um, at hesin sosialistiski menniskjagóði verður elur fram letingar. Landsrætturin Í dag verður landsrættardómur at falla í teim 18 sakarmálum, sum vanliga verða nevnd Klakksvíkar- málið. Tað er sjálvsagt Ogjørligt við vissu at kunna siga nakað um úr- slitið frammanundan; men soleiðis sum rættartrætan hevur farið fram, halda leikmenn, at teir flestu munnu fara at fáa linari dóm og einstakir púra fríkendir. — Landsrættarsak- forarar Sigurð Joensen og O. Ras- mussen, ið hava havt verjurødur sínar í hesi vikuni, hava kravt teir flestu púra fríkendar. Teir hava m. a. víst á, hvussu veikur og stundum misvísandi vitnisburðurin móti teim ákærdu hevur og hvussu jánkasligt myndugleikarnir hava farið fram í læknamálinum. Eitt higartil ókent dokument kom í hesi vikuni fram í málinum. Tað var eitt skriv frá J. F. Kjølbro til Vagn Hansen, ríkisumboðsmann, har um verið, hann biður ríkisumboðsmannin at senda politi og tveir læknar til Klakksvíkar. *x Ígjár var sakarmálið móti Hjalmar Olsen, Froðba, fyri landsrættinum. Dómur fall í málinum, og Hjalmar varð fríkendur. — Tað var ákæru- valdið, ið heyði apelerað. Lizzie mist ein mann Hósdagin komu tey sorgartíðindi úr Íslandi, at Lizzie hevdi mist ein mann úti fyri Reykjavík. Hin sjó- lætni er Pauli Jacobsen úr Syðru- gøtu. Lizzie hevur roynt við línu einar 14 dagar undir Íslandi og var á veg inn til Reykjavíkar eftir agni, tá ólukkan hendi. Leitað varð eftir manninum, men tað varð úr- slitaleyst. Pauli Jacobsen var á 20- ára aldri. Friður verði við minni hansara. Russurin er bågin. Útróðurin hevur verið tarnaður av illveðri. Kortini eru Klakksvíkar- bátar komnir uppí 7000 pund uppá setuna. Russar hava verið til bága, teir dríva við gørnum niður á lín- urnar. Orsakað av hesum hevur Fugloy mist 31 og Brimnes 14 stampar. Nógvur trolari roynir nú undir Foroyum. F Einir 6—8 manns í Havn hava í síðstu dogunum batt hvor sínar 25 kr. fyri at hava latið hundar sínar gingið leysar í gøtunum, = Atlantsfarið er komið aftur undan Íslandi við 450 skpd.