leygardagur 24. mars 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
#
NR. 12
SOSTALURIN
Erlendur Patursson nytur grimastu
ósannindi fyri at veita Froðbiar sóknar
kommunu mein.
A. T.-lánini.
Forsøgan er henda:
Størsta handilsvirki í Føroyum,
J. Mortensens Eftf, á Tvøroyri,
varð so løstað og lamt av kreppu-
snertunum aftaná heimsbardagan
1914—18, at tað mátti á húsa-
gang 1935.
Hetta var fyri Tvøroyri ikki
minni smeitur, enn tað hevði verið
fyri Klakksvík nú, um tað var
risavirkið J. F. Kjølbro ið fór.
Av ovurhuga fóru arbeiðar-
arnir, ið vóru vorðnir arbeiðs- og
breydleysir av hesum húsagangi,
undir at fáa eina fyritøku í lag
fyri ta farnu.
Bara við 1500 kr. frá arbeiðs-
»Fylking« og
»Fiskigentanna
mannafelaginum
7000 kr. frá
felagi« eydnaðist tað at fáa A. T.
sett á stovn.
Hetta virki vaks seg at verða
næststørsta virki í Føroyum og
kom at týða meira fyri plássið
Tvøroyri enn øll hini virkini til-
samans.
Men so kom kreppan aftaná
seinasta verðaldarbardaga. Felag-
ið kom undir ræðuligastu høgg.
Fyrst var tað høggið, ið landsstýr-
ið gav við at sýta felagsins trol-
arum at fara á saltfiskaveiðu, men
noyddi teir á feskfiskaveiði. Hetta
gav felagnum líkaso nógv hundr-
að túsund tap sum tað annars
hevði haft vunnið, um tað var
sloppið á saltfiskaveiði. Hetta
høggið frá landsstýrinum kendist
so mikið sárari sum onnur trola-
feløg sum t. d. Dahl, a.s., í Vági,
sluppu á saltfisk og vunnu stóran
pening, samstundis sum arbeiðar-
anna virki varð tvingað út í tað
stóra tapið. Næsta høggið var tap-
ið — eisini uppá fleiri hundrað-
túsund — av tí spilta saltinum, ið
var innkeypt av stjórnini fyri
North Atlantic salte. Triðja og
meinasta høggið fall við Korea-
krignum, ið orsakaði, at fjåltur
kom á alla veidu, dýrkaði kol,
greiðir og alla útgerð, so flestu
driftir komu fyri risatap.
A. T., ið nú var komið at standa
við 2 góðum trolarum, einari
skonnart, trimum fyrstaflokks
smærri trolskipum, nútímans
turkilag, kom í gjaldtrot og aðrar
trupulleikar.
Samstundis sum hetta kreppu-
óhappið breyt inn á hesa ta mest
reinskornu arbeiðs- og fiskimann-
afyrtøku, løgdust mótstøðumenn-
inir av arbeidarastevnuni, sosia-
lismuni, av grimdum á hana.
Hin grimasti!
ið sprændi eitursins hatur móti
A. T., var Erlendur Paturssonur
við sínum mongu uttan um alt
mark gangandi álopum og út-
Z
spilling.
Vit minnast hansara skíran av
Arbeiðaranna Trolaradrift sum
Suðurpólin, ið undir lokinum
skuldi hava samanspæl við Norð-
urpólin (arbeiðsmanna- og fiski-
manna mólstøðumenn, also einki
minni enn >korruptión< og mutur- i
spæl).
Hesi álop Erlends á eina er-
beiðsmannafyritøku, ið týddi væl-
ferð og lívsuppihald fyri fleiri
hundrað arbeiðarafamiljur kunnu
aldri strikast úr minni arbeiðar-
anna, ið kenna seg stattarvaktar.
Hetta skal Erlendur vera full-
komuliga greiður yvir.
Sjálvandi vórðu allar árar legd- í
ar út fyri at fáa A. T. hjálp til
endurreising ella styrkingar.
Tingið hevði heimilað lands-
stýrinum at reisa 2 milliónur kr.
sum lán.
Tað fekk stíva millión, ið varð
útlænt. Men so stóð í botni hjá tí
at reisa hina milliónina.
Tá ið A. T. søkti um sanerings-
lán, varð svarað tí, at landsstýrið
var sinnað at læna tí tann til
saneringina neyðuga pening, ið
tess verri ikki var tøkur tá. Men
kundi A. T. fáa peningin til vega
til landsstýrið at lána, var gaman
í, tí so vildi landsstýrið læna ella
veðhalda fyri láni til felagið.
A. T. fekk tilsøgn um lán frá
Statens Livsforsikring og Arbej-
dernes Landsbank ímóti landsstýr-
isins veðhaldi. Men av lánteknisk-
um grundum mátti lánið ganga
ígjøgnum kommununa við tað, at
t. d. Statsanstalten for Livsfor-
sikring ikki lænti beinleiðis til
privatar fyritøkur, men vanliga
bara til kommunur.
Soleiðis kom Froðbiar sóknar
kommuna undir at taka lánið til
AT.
Juridisk kann ein siga, at
kommunan heftur og stendur til
svars fyri låninum. Men ikki mo-
ralskt, ikki eftir reglunum, at eitt
ord er eitt orð og ein maður er
ein maður, reglur, ið vónandi allir
rættir menn viðganga, fyrst og
fremst eiga at galda fyri hitt al-
menna.
Moralsk eigur tingið — lands-
kassin — at rinda alt lánið; tað
grettur ikki, tí landsstýrið hevði
sambært ta heimild, id tingid gav
tí, játtað A. T. saneringarlán, og
eingin landsstýrismaður, ið tá sat,
vil avsanna, at so var, heldur ikki
at Fr. s. kommuna kom uppí
einans av lánitekniskum grundum.
Kann vera, at tað fellur mót-
støðumonnum sosialistanna væl at
politisk meinsla P. M. Dam. Hetta
kom til sjóndar ta ferðina, tá ið
A. T. fekk lánið. Mótstøðumenn
Dams kravdu tá høvur hans —
lánið varð troytad av tí, ið aldri
áður var kravt, at ikki ein (og tá
fyrst og fremst ikki Dam) av
" teim. ið høvdu verið á odda, tá ið
Í virkið varð reist og undir tess
| virki, skuldi koma at hava nakað
við A. T.s framtíðarleiðslu at
' gera. Og undir viðgerðini av mál-
línum á løgtingi varð sagt við |
P. M. Dam, at um hann ikki sjálv-
ur greiddi atkvøðu fyri hesum
bøðilstreytum, vildi málið ikki
verða samtykt.
| — Meðan fólkaflokkurin og sam-
bandsflokkurin —
sadistisku treytir — kortini vóru
við til tingsins veðhald, vóru tjóð-
veldismenn bart ímóti. Ikki bara
tað, at leir vóru ímóti, men teir
aftraðu seg ikki við at halda Tvør-
oyri fyri háð og spott við at seta
uppskot fram um at játta 1 milj.
: av marshallpeningi, ið ikki tå var
tross sínar
| tøkur, men varð tað 2 ár seinni,
| og hjálpin til felagið mátti verða
i veitt innanfyri nkrar fáar dagar,
um virkið ikki
auktion.
skuldi fara å
At Frodbiar s. kommuna hevur
biðið tingið seta tað at standa
juridisk fast, sum landskassin mo-
ralskt er haftur av, nevniliga at
tann fulla åbyrgd fyri rindan av
rentum og avdråti verdur at hvila
á honum, nú A, T. fór, er sjålv-
andi. Landsstýrið tók jú ábyrgd-
ina fyri leiðsluni av nýggja A. T.
við at reka Dam og hansara menn
burtur og seta sín egna mann í
stjórnina, og tað hevur so statt
ábyrgdina fyri, hvussu endur-
reisingin fórst. Tað kann so ið
hvussu er ikki verða kastað Dam
og hansara monnum fyri, at teir
ikki — tross tað, at teir vóru rikn-
ir burtur — gjørdu tað, ið teir
kundu fyri, at hitt nýggja A. T.
ikki skuldi fara. Sum kunnugt
fingu teir ongan minni mann enn
marshallnevndarformannin, undir
stjóran í Nationalbankanum, hr.
Meiner, at útarbeiða uppskot til
hjálpt til A. T. Fíggjarmálaráð-
harrin danski tók undir við upp-
skotinum og var fúsur til at leggja
tað fram á fólkatingi. Men so
hendi tað, sum neyvan er hent
fyrr í søguni, at tann eini fólka-
tingsmaðurin av partapolitiskum
grundum fekk mannað alla ta
donsku vinstrupressuna ímóti ein-
um føroyskum máli.
Vinstrapressan legðist á A. T.
við grovum yvirskriftum og grim-
um skuldsetingum.
Og so lá arbeiðarafyritokan
hjálpaleys.
Hetta var ein ring gerð móti
A. T. og Tvøroyri. Men tað var
„ikki minni ring gerð móti øllum
øðrum driftum, ið verða at koma
í neyð av kreppusnertum, tí hjálp-
aruppskotið til A. T. var av prin-
cipiellum náttúru, t. v. 8., at um
A. T. fekk hesa hjálpina, vildu
Í aðrar líknandi illa fyrikomnar
fyritøkur kunna vænta sær somu
hjálpina. Tað var meiningin!
Her var talan um eitt fleiri
hundrað túsund krónu lán, rentu-
Í frítt í 5 tey fyrstu árini.
| - Ein ring sambandsgerð!
24. MARS i556
Men so frægur var kortini ein
meirluti í løgtingsneyndini —
Johan Poulsen, Poul Petersen,
Andreas Djurhuus og Djóni í Geil
— at hann vildi ganga við til at
seta uppskot fram um, at tingið
skuldi gjalda helmingin av rent-
unum og avdráttinum av A. T.-
låninum, Men teir høvdu tess verri
ikki nóg nógvar av partamonnum
sínum við sær, tí fall uppskotið.
Tjóðveldismenninir í nevndini,
Erlendur Paturssonur og Hanus
við Høgadalsá vildu ikki vera við
at veita Froðbiar s. kommunu
sømdir og hampuliga viðferð.
Í tingsalinum leyp Erlendur
Pturssonur á og mælti ímóti at
greiða atkvøðu fyri at veita ar-
beiðsmonnunum og fiskimonn-
unum á Tvøroyri sømdir.
Nei, Tvøroyrarmenn skuldu
knógvast undir at gjalda til sein-
asta oyra.
Og harra Erlendur aftraði seg
ikki við at koma fram við kol-
svørtum ósonnindum fyri at fáa
máli felt.
Hann helt frekliga, at menn
høvdu gjørt tann rossahandil, at
afturfyri at hjálpa sjóvinnubank-
anum skuldi A. T. verða hjálpt.
P. M. Dam svaraði honum
hvassliga og merkti hann sum
grimasta ósannindismann, tí hvør
einasti fólkaflokksmaður og hvør
einasti sambandsmaður, ið høvdu
verið við, tá ið Sjóvinnubankin
varð hjálptur, kundi gera eið
uppá, at tað ikki var dtalad eitt
einasta orð um at treyta hjálpina
til A. T, við hjálp til Sjóvinnu-
bankan og umvent.
Harður orðadráttur fór fram
millum Dam og aðrar javnaðar-
menn øðrumegin og tjóðveldis-
menn hinumegin.
Men ikki vóru tað meir enn 2
tjóðveldismenn, sum fylgdu E.
Paturssyni í hesum skitna verki
móti Tvøroyra arbeiðsmonnum og
sóknarbúgvum. 3 styðjaðu upp-
skotið um, at løgtingið skuldi gera
skyldu sína.
Vinnulívsgrunnur
Føroya Banka.
Úr grunninum verður veittur
studningur
0. u. kr. 20.000
Oyðubløð til umsóknar fáast
hjá P/f Føroya Banka, Tórshavn,
og deildum bankans í Klakksvík
og á Tvøroyri, Umsóknir verða at
senda áðrenn 1. apríl 1956.
Samsvarandi viðtøkunum verð-
ur studningur givin til feløg ella
einstaklingar, ið ætla at royna
nýggjar vinnulívsmøguleikar, ser-
stakliga í fiskivinnuni so sum
royndir við núggjum veiðiháttum
ella framvegan av nýggjum markn
aði. Somuleiðis til hjálp til læru,
bókliga ella praktiska, fyri dugna-
ligar fiskimenn ella keypmenn.
Stuðul til keyp ella umvøling av
førum. motorum ella fiskiamboð-
um verður ikki veittur.
Nevndin.
2