Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-04-07, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI JAVNAÐUR VERKFALLIÐ Danska t6lkatingid steðgar verkfall- inum móti oljusølunum! Hósdagin setti danska stjórnin fram uppskot í fólkatinginum um við lóg at avtaka arbeiðssteðgin í oljusøluni, Orðadrátturin um hetta eyni var drúgvur. Vinstra og konservativir vildu hava, at fólkatingið við lóg skuldi steðga allari streikuni. Nevnd- in, sum varð sett at viðgera spurn- ingin, var ósamd, og har komu tí einans fram minnilutauppskot. — Klokkan 5!/, friggjamorgnnin end- aði tingfundurin við tí úrsliti, at uppskot stjórnarinnar varð samtykt. Allir flokkar uttan kommunistar Rokfiskiskapur i Islandi Ur fslandi frættist frå 6førum fiskiskapi. Skip hava veitt lika nógv ein dag, sum tey veiddu eina heila viku í fjør. Mikudagin høvdu flestu skipini kjokfult dekk. Á páskum hevði Skálanes 200 skpd. Foroyskurjetflogmaður niðurdottin. Okkum kunnigt hevur bert ein Føroyingur lært til jet-flogfara skip- ara. Tað er hin ungi Sandingurin Benedict Davidsen, sum í 1952, aftaná at hava tíkið studentsprógv fór sjálvboðin í danska flúgvuvápnið. Í Kanada hevur hann lært at flogið. Nú var hann afturkomin. Miku- dagin varð hann fyri óhappi. Flog- farið var í ólagi og datt niður við Kastrup flogvell. Hann bjargaði sær við at leypa út í fallskýggi. Fekk einki stórvegis mein. Íslandstíðindi Tað eru liðin 40 ár, síðan menn fóru at tala um at byggja ráðhús í Reykjavík, Nú er komið so langt ávegis, at grundøkið er útvegað og neynd sett at gera fyrireikingar- arbeiðið. Nevndarformadur er Gunnar Thoroddson, borgmeist- ari. 47 deyðsvanlukkur hendu í Ís- landi í fjør. Av hesum druknaðu 20, 14 doyðu av bilvanlukkum og 13 á ymsan annan hátt. Slysa- varnafjelag Íslands bjargaði 114 fólkum frá at drukna. Í ár eru 900 ár farin um bak, síðan bispaembæti varð skipað á Skálholt. 1. juli verður stór sam- koma á Skálholt, har grundarstein urin verður lagdur til nýggja atkvøddu fyri uppskoti stjórnarinnar. 3 javnaðarmenn gingu ímóti tí vegna teirra stødu til fakfelogini. Millum hesar var Carl P. Jensen. Uppskotini frá hinum flokkunum um við lóg at steðga ollum verk- fallinum fullu. At tað gjørdist so átroðkandi neyðugt at fáa oljusøluna aftur á gongd skyldast, at all ferðsla í Danmørk var um at steðga vegna oljutrotið, og at landbrúkið, sum nú verður drivið mest við traktor- um, var komið f ýtarstu neyð vegna oljutrotið, nú teir skulu vára. Semingsuppskotið er til uratkvødu millum arbeiðararnar. Og meðan henda uratkvøda fer fram, hava summi fakfelog tikið uppaftur ar- beiðið fyribils, meðan onnur støðugt streika. Afturhaldsflokkarnir høvdu óivað vónað, at teir kundu fella stjórnina uppá streikuspurningin: men tað miseydnaðist. an stuðlað við at trinni 75-oyra frímerki verða seld fyri yvirprís — 1,50 kr. pr. stk. Bispur Íslands Ásmundur Guðmundsson er for- maður í veitslunevndini. Javnaðarblaðið klagaði herfyri yivr ta dýru seymilønina. Ungur maður hevði aðrastaðni keypt toy til klæði fyri 35 kr. Hann fór til skræddara í Reykjavik. Klæðini kostaðu honum 935 ísl. kr., harav seymilønin var 668 kr. Hitt var annað tilfar, ið skræddarin hevði latið. Seinastu 10 árini er brennivíns- nýtslan minkað munandi. Í 1946 vórðu druknir 2 litir upp á fólkið. 1955 afturímóti einans 1,46 litir. Vínmonopolið seldi seinasta ár vín og brennivín fyri 89,3 milj. kr Norska javnaðarstjórnin ætlar nú at seta fram uppskot í Stórting- inum um ósakligar uppsøgnir av arbeiðarum og tænastumonnum. Eftir lógaruppskotinum skal ein arbeiðari, ið ósakliga og ógrundað verður koyrdur ella sagdur úr arbeiði kunnu krevja fulla lån fyri eitt år fram í tíðina aftanå uppsøgnina, um hann hevur ar- beitt í sama virki í 10 fylgjandi ár. Hevur hann arbeitt 20 fylgj- andi ár, skal hann hava rætt at krevja løn fyri 3 ár fram í tíðina. — Hvat gera okkara feløg, og hvat ger okkara stjórnarvald fyri at bøta og tryggja kor teirra ar- SOSIALURIN BRØDRALAG u NR. 14. LEYGARDAGIN 7, APRIL 1956 29, ÅRG. Bøndurnir rædsluslignir! Bøndurnir tykjast heilt ræðslu- | slignir av yvirtøkuni av kongs- jørðini, ið annars må vera hin »6populera« yvirtøka, ið Tað eru bæði mest higartil er framd. bøndur og ognarleysir, ið halda ; seg hava meira menniskjaligt virði enn at gerast kastibløk í øra national-politiska = yvirbjóðingar- spæli fólkaflokksins og tjóðvildis- flokksins, nú teir eru so turrgeldir fyri allan realpolitikk, at teir einki annað hava at bjóða fjøld- uttan at hvønn annan — í ti ørasta, um hetta er teimum neyðugt. Mangir av bóndunum halda tey gomlu festibrøvini vera hitt sein- asta bjargingarsprekid, ið teir hava á at líta. Men neyvan mugu bøndurnir vera teir, ið ringast eru ini, yvirganga farnir. Hvussu við hinum ognarleysa? traðarmanninum, Verður = traðarmaðurin við nýggju lóggávuni at kunna fáa ein snøkil aftrat trøðni, tá ið hon er uppdyrkað, ella tá ið hann av øðrum orsøkum trýtur nýtt lendi? Hvussu við hinum ognarleysa, ið ikki eigur sýru í veggi? Verður honum tryggjað ein snøkil, ella verður hann heilt beinskerdur, so honum ikki unnist so mikið sum neyðsýnt er til húsbrúks av epli, grønmeti 0. 6, Nei, bøndurnir áttu ikki at ver- id teir fyrstu at gramt seg. Heldur tradarmenninir og tey ognarleysu. Men landid er eisini teirra, ti verður tað uppgåva sosialistanna at verja tey móti øllum yvirgangi, ið lættliga kann standast av hesi yvirtøku, ið alla tíðina var vitleys, tá ið einki var avgjørt framman- undan, hvussu framtíðarskipanin skuldi verða. Skuldu takast á hondum Øll minnast hina ræduligu øs- ingarskrivingina í Dagblaðnum og hin øgiliga rumbulspolitikkin, ið fólkaflokkurin førdi undir kríg- num. Alt hetta hevur tjóðveldis- flokkurin roynt at tikið eftir Dag- blaðnum og fólkaflokkinum tey seinastu árini, 14. sept. er einki annað enn ein onnur úlgáva av Dagblaðnum, ið teir hava roynt at eftirlíkna — kopiera. Tjóðveldis- flokkurin er ein beinleiðis avlegg- ari av fólkaflokkinum, bara nógv veikari. Teimum tvørrar hin eggj- andi brandin — teir eiga ongan Thorstein Petersen. 14. sept. hev- ur í vissum førum yvirbjóðað Dag blaðið. Við hvørt hevur tað heppn- ast teimum at verið ein mun fúlari og meira moralskt niðurbrótandi enn Dagblaðið í krígsárunum, tó hetta skitna arbeiði er rættiliga torført. Moralurin hjá øsingar- monnunum kann eina best lýsast við hesum orðum úr Dagblaðnum AVGERDIN um hersetanina. Månadagin 9. april eru 16 år um- liðin, sidan fronsku ráðharrarnir Reynaud og Daladier saman vid berflotaovastunum Darlan fóru í flogfari til London at hitta å fundi Chamberlain, Churchill og Hali- fax. Á hesum fundi varð avgjørt. at hersetingin av Føroyum skuldi fara fram 13. apríl. Samstundis avgjørdu teir at siga Hendingum frá, at Ongland og Frakland vildu - 11. sept. 1945, tá id følkaflokks- menn rymdu av tingi, medan javn- adarmenn og sambandsmenn s6tu eftir: ».. OG TEIR 13 SKULU ANSA SÆR, AT TEIR IKKI FØRA FØROYINGAR INN Á TA GØTU, AT TEIR VERÐA NOYDDIR AT FREMJA SÍNI KRØV VIÐ HANDAMAKT.« Og so er vert at minnast til, at Dagblaðið nú í fleiri år hevur prædika um fólkaræði, demokrati at menn ikki eiga at taka seg til rættis sjålvir o. s. fr. Oyrad er tolið...... polit. Samgonga Íslendskir kommunistar gingu hósdagin saman við einum parti av javnaðarflokkinum og stovnadu nýggjan politiskan flokk. Hesin samgonguflokkur skal stilla upp tíl altingsvalið í summar. Kommunistaflokkurin verður íkki avtíkin, men hann stillar íkki upp sjálvur. Hannibal Valdimarsson, ið áður var formaður javnaðarmanna. men sum nýliga varð koyrdur úr flokk- inum, er vorðin formaður fyri hes- um nýggja flokki. Til næstformann valdu teir formann kommunista- flokksins. Hvorja ávirkan hesin nýggi flokk- ur fær á fslendskan politikk, er ilt at siga; men eftir ellum at doma týðir hetta, at íslendski javnaðar- átaka sær verjuna av Íslandi Í flokkurin er sprongdur. V beiðandi? kirkju. Peningaliga verður kirkj-