Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-04-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. apríl 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 15. LEYGARDAGIN 14. APRÍL 1956 FRÆLSI JAVNAÐUR HNG BRØDRALAG Danska verkfallid steðgað vid lóg Semingsuppskotið una; fall við uratkvød- men friggjamorgunin gjørdi fólkatingið tað til lóg. Fakfeløgini eru yvirhovur illa nogd við hetta úrslit; men stjórnin helt ongan annan útveg vera at bjarga landinum undan undirgongu. Arbeiðara kravgongur sum mótmæli móti tingsins samtykt. Hósdagin seinnapartin varð liðugt at telja upp atkvøðurnar til ur-atkvøðisgreiðsluna um semings uppskotið. Meðan arbeiðsgevar- arnir samtyktu uppskotið við 74,6 pst. móti 25,4 pst., feldu arbeiðar- arnir uppskotið: 221.599 atkvøð- ur vóru ímóti, meðan 194.508 vóru fyri at góðkenna tað. Tað eru 53,3 % ímóti 46,7 %. Fólkatingið varð so saman- kallað fyri at taka støðu til hetta úrslit. Jens O. Krag legði fram uppskot fyri stjórnina um at gera semingsuppskotið til lóg og harvið gera eanda á verkfallinum, tó við teirri broytan, at lógin einans skuldi galda fyri eitt ár, mótvegis tveimum árum í semingsuppskot- inum. Hesi broyting gingu hinir flokkarnir ímóti, hóast teir annars vóru fyri sjálvum uppskotinum — burtursæð frá kommunistunum og og nøkrum einstøkum tinglimum. Tað má tykjast løgið, at ein javn- aðarmannastjórn setur fram upp- skot um at steðga einum verkfalli, sum arbeiðararnir við uratkvøðu hava góðkent; men Krag ráðharri segði í røðu síni, at verkfallið hevði leitt samfelagið inn í eina so hættisliga støðu, at einasta bjargingin var at steðga tí, meðan vónir vóru fyri, at landið skuldi koma toluliga heilskapað burtur úr tí. Mikil orðadráttur stóðst í ting- inum, serstakliga hørð var holm- gongan millum Aksel Larsen og H, C. Hansen. Nevndin, id sett vard at vidgera målid, legdi so uppskot sitt fram fyri tingid. Meirlutin hevdi upp- skot um, at lógin skuldi verða galdandi fyri 2 år, sum åsett var í semingsuppskotinum. — Klokk- an 5 í gjáramorgunin varð hetta uppskot samtykt, og verkfallið so statt endað. 153 tingmenn greiddu atkvøðu fyri uppskotinum. Hesir vóru: meginparturin av javnaðar- flokkinum, teir radikalu, vinstra og konservativir. 11 atkvøddu ímóti uppskotinum, og nakrir lut- tóku ikki í atkvøðugreiðsluni. Meðan tingað varð, vóru ikki minni enn 11 sendinevndin frå fakfeløgunum og samráddust við javnaðarmenn. Fólkamúgva var samantrunkað um rikisdagsbygningin og politi var mannsterkt komið á staðið. *x Undir tingviðgerðini segði for- maður De samvirkende Fagforbunds, Ejler Jensen, at tað var tekniskt ógjørligt at byrja arbeiðið aftur fyrr enn mánadagin. Eitt annað er so, um arbeiðararnir vilja lýða ting- samtyktina og byrja at arbeiða. — Prentararnir søgdu seg vilja byrja aftur í dag, um teim varð vissað, at hini felogini eisini vilja taka upp aftur arbeiðið. Í gjár gingu arbeiðarar mótmælis- kravgongur móti samtykt tingsins bæði í Keypmannahavn og í ymsum provinsbýum. Og so eru tað hini fakfeløgini sum hava boðað arbeiðssteðg, men enn ikki hava byrjað streikuna, vilja tey halda áfram við arbeiðinum ella fara tey út í streiku? Í gjár gingu tey tíðindi, at ið hvussu er summi teirra ætla at streika. — ————————"WiIKIWW—"——E—W CL [ [yo Sjónleikurin jónleik Í hesum døgum verður sjónleik- urin Heindrikur og Pernilla av Ludvig Holberg leikaður í Sjón- leikarhúsinum. Pól Johs. Lind- berg og Mourits Mohr hava týtt hann. Og eftir framburðinum á leikpallinum at døma, er hann frálíka væl týddur. Jákup Olsen hevur málað leiktjøldini, og tað er hann sloppin reiðiliga væl frá. — Sanna Joensen hevur seymað bún- arnar, og tað skal hon eiga stórsta rós fyri — teir eru sera væl eydn- aðir. Leikurin sjálvur — ja, tað kann vist ikki noktast, at ein hevdi var- hugan av, at ikki dugdu øll so væl at bera seg at á pallinum; men Holberg leikirnir eru eisini ógvi- liga nógv kreyjandi. Ein kendi á sær, at tey leikandi ikki vóru nóg væl »instruerad«, tó at fleiri av høvuðsleikarunum greiddu spælið ógviliga væl. Her er fyrst og fremst at nevna Heindrik og Årv, síðan Leander, men um hann er kortini at siga, at fríggjari av Guds náð, nei, dett er hann ikki. Av kvinnunum var Magdalona so nógv tann besta; men hennara partur var væl eisini so någv tann lættasti. Av hinum báðum var onnur alt ov stív og spakmælt, meðan hin var dekan ov lidilig. Felags fyri tær báðar var, at leik- ur teirra var alt ov lítið kenslu- merktur. Jeronimus var bara frá- líkur, hann var so avgjørt hin gamli maðurin. Notarius hevði eina sera vælednada >masku<. Tingakrossur málgagn gamla Sjálvstýrisflokkin, slóknaði aftaná seinasta val um heystið 1954. Tað vóru fíggjar- ligir trupulleikar, ið orsakaðu, at hetta = gamla sjálvstýrisblaðið hvarv, eins og sjálvur flokkurin eisini hvarv við samgonguni við gamla erkafíggindan fólkaflokk- in. Men vilja halda, at flokkurin aldri kemur heilskapaður burtur úr hesi samgonguni, ið flest allir sjálvstýrismenn eru harðliga ímóti. Nú hava teir sjálvstýrismenn, ið enn eru eftir, í umbúna at fáa Tingakross útaftur. Fundur skuldi verða hildin í Klakksvík um hetta síðsta sunnudag; men hann varð av ongum. Í Havn hevur eisini spøkt fyri tí sama. Men tað man vera annað og meira enn hetta, ið er í umbúna Menn vilja ið hvussu er vera við, at fundir hava hildnir millum týðandi menn úr gamla verið 29. ÁRG. Tað kunngerst fyri ætt og vinum, at kæri fosturpápi, bróðir og svágur, pápabeiggi og abbabeiggi okkara Hans Pauli Hansen fyrv. skipari (Hans í Funningsstovu) doyði týsdagin 10. apríl. Gravarferðin verður sunnudagin 15. apr. kl. 2 frá heiminum í kirkjuna. Fyri tey avvarandi Esta í Funningsstovu Sjálvstýrisflokinum, fólkaflokk- inum og Framburðsfelagnum. Gitt verður, at Sjálvstýrisflokurin, ið hevur hingið aftur úr fólkaflokks- skútuni, nú vil verða tikin inn á dekkið. At fara undir at geva Tinga- kross út aftur er einki minni enn stórverk at fara undir, tí torfør er blaðútgáva í Føroyum — teir, fíggjarligu = trupulleikarnir eru ovurstórir. Áður enn blaðið sovnaði sein- ast, var Óla Kristian Skála í Havn blaðstjóri, og prentingararbeiðið varð gjørt á prentsmiðju Arnold Østers. Ein spurningur Tá eg havi sterkan áhuga fyri felagsviðurskiftum innanfyri ar- beiðarafeløgini, tykist mær tað løgið, at lógarbroytingin, sum kom frá Klakksvík til aðalfund Føroya Arbeiðarafelags, er fram- sett uttan at Klakksvíkar Arbeiðs- mannafelag veit nakað av hesum. Sostatt vil eg spyrja formann Klakksvíkar Arbeiðsmannafelags: — Hevur uppskotið til lógarbroyt- an F. A.s verið fyrilagt Klakks- vikar Arbeidsmannafelag, sum stendur fyri at hava sent uppskot- id inn? Arbeiðari í Klakksvík. Hvussu nógv tók Erlendur? Við at binda fiskimannafjøld- ina til tvey ára sáttmála — og bróta hann, ruku úr fiskimanna- felagskassanum 250.000 kr., men so spældi hann við reiðararnar — undir ella yvir lokinum — at hann avreiddi 150,00 kr. um mánaðin frá fiskimanninum. — Nógvir mistu 1000 til 2000 kr. av tí. Roknið út, hvussu nógv hundr- aðir túsundir vórðu skarvað av frá fiskimanninum í fjør, og hvussu nógv, ið verða avskarvað í ár og komandi ár — og vigið so Erlend og vitið, um hann orkar at rinda.