leygardagur 14. apríl 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 15
a —wBwIGø—
SOSIALURIN
Roynir at fjala misgerðir sínar móti
foroyskum fiskimonnum og arbeið-
arum við ósannindum og ljótastu
illgitanum móti arbeiðarastjórn
í eðrum landi.
Í blaði sínum kemur Erlendur Paturssonur við óvanliga grovum
illgitanum og ósannindum móti donsku arbeiðarastjórnini. Hatbikarið
flýtur yvir. Danska arbeiðarafjøldin við arbeiðarastjórnini á odda
verður nýtt til skálkaskjól í hansara krampaneyð at verja sínar skelk-
andi misgerðir móti føroysku fiskimannafjøldini, sum tvey tey seinastu
árini er rikin so nógv aftur eftir hæli peningaliga, at tað í øllum heim-
inum ikki finst eitt einasta dømi til sammetingar.
Danska verkfallið.
Danska arbeiðarafjøldin hevði
langt síðani havt tapt, um ikki
arbeiðaraarnir sótu við stjórnar-
valdinum. Tað hevur eydnast ar-
beidarastjørnini at rikið aftur øll
álop og forða fyri teim frekastu
arbeiðarafíggindarligu = tiltøkum
frá afturhaldsflokkunum fyri at
skerja lívsrættindi arbeiðaranna
og fyri at steðga verkfallinum. —
Alt hetta, hóast stjórnin er í teirri
ræðuligu knípu at vera í minni-
luta. Men higartil hevur hon klára
sjálvt teir verstu brótasjógvarnar.
Uttan = arbeiðarastjórnina vóru
allar = sigursvónir langt síðan
brostnar. Mótstøðan ræðulig. —
Allar afturhaldskrefturnar fylkt-
ust, bæði afturhaldsflokkarnir og
arbeiðsgevararnir. Alt varð gjørt,
fyri at arbeiðararnir ikki bert
skuldu tapa fakliga, nei, teir
skuldu eisini rekast av stjórnar-
pallinum, Sum fylgjusvein í hesi
ótíggjaligu og drápuligu fylking
móti arbeiðarafjøldini, og harvið
sum ein teirra, hvørs fremsta
ynski er, at arbeiðarafjøldin skal
kúgast til ósigurs, hevur Erlendur
Patursson gjørt seg upp — ætl-
andi fyri at fjala yvir egnar mis-
gerðir móti fiskimannafjøldini,
hvørs lønarlíkindi í ovurstórum
lopum gerast verri og verri á
hvørjum ári. Hann unnir ikki ar-
beiðarafjøldini at sita við stjórn-
arvaldinum, og tað er versta gerð,
ið hugsast kann móti arbeiðarum,
arbeiðaraheimunum, ja, allari ar-
beiðararørsluni.
Við fjaldari frøi, og sjálvandi
uttan eitt einasta frágreiðandi orð
um orsøkirnar og veruleikan,
sigur hann frá, at stjórnin varð
noydd at steðga bensinverkfall-
inum. Hann vil hava føroyskar
arbeidarar at trúgva, at hetta til-
tak var vent móti arbeiðarunum,
hóast tiltakið sjálvandi var vent
móti teimum — arbeiðsgevarunum
— ið róku arbeiðararnar úr ar-
beidi við lockout-lýsingini og ikki
minst fyri at bjarga humanum og
sosialum stovnum, sum t. d, ellis-
heimum, sjúkrahúsum o. 6., burt-
ur úr svárari neyðstøðu við tað,
at fleiri slíkir stovnar longu tá
vóru noyddir at flyta gomul og
sjúk burtur. Men hesa menniskja-
ligu vælgerðina móti samfelagsins
ringast stillaðu nýtir hann sum
óndsinnað álop á arbeiðarafjøld-
óndsinnað álop á arbeiðarafjøld-
ina — og sjálvandi vildi tað aldri
fallið hesum meistarliga veruleika
reigjara inn at sagt frá, at hetta
tiltak ikki minst var vent móti teim
harðrendu arbeiðsgevarunum, ið
Erlendur Patursson sambært háð-
arorðini og illgitanina í 14. sept.
ivaleyst man unna at fáa kúgað
arbeiðarafjøldina.
Hvat er so tað, sum Erlendur
Patursson við hesi arbeiðarafíggj-
indarligu skriving roynir at bera í
bøtuflaka fyri?
Hygg hansara egnu verkføll.
1953 verkfallið tapti hann so
mirðiliga. Aftaná 4 mánaða verk-
fall, sum hevði kostað einstøkum
fiskimonnum heilt upp í 1600 kr.
í mistum vinningi, máttu fiski-
menn avstað fyri ringari sáttmála
enn frammanundan, henda sátt-
mála, ið endaði við at siga, at sátt-
málin verður í gildi í tvey ár ella
————EK——<V"—"———"——Bi80}|—iiiWi
|
Em ff[f————Æ—————[[[—[[|[[ [||
rætturin var danskur, hveur Erl.
Patursson nýtt dómin at kynt
undir Danahatur millum fiski-
menn, og nú seinast til tey ónd-
sinnaðu álopini á donsku arbeið-
arafjøldina, men tað kundi lætt-
liga hent, at dómurin var mangar
ferðir harðari, um amerikanskur,
norskur, enskur ella hollandskur
rættur hevði dømt.
Hetta kostaði fiskimannafjøld-
ini 250.000 kr. umframt ein mist-
an Suðurlandstúr, sum áður neynt
heyði kostað fiskimonnum heilt
upp í 1600 kr. Aftrat hesum var
sáttmálin ikki bøttur minsta vet;
og er tað ikki tann dag í dag. —
V. 6. 0., hann er framvegis verri
enn í 1952, t, v. s. árið fyri sum
Erl. Patursson kom til sum for-
maður.
Og so eitt enn: Tá málið var
fyri danska gerðarættinum, sat
Erl. heima í Føroyum og gav ilt
av sær ístaðin fyri at vera hjá-
staddur og verja fiskimannin. —
Ikki tóktist ráða mikið um at
vinna nakað; men tað er heldur
eingin, ið trýr, at Erlendur er
sinnaður til at bøta um kor arbeið-
aranna og fiskimanna. Nei, eitt
liggur fremst í huganum, og tað
er loysingin, einki annað telur við
hjá tí harranum.
Minstaløn og prísviðbót.
Eitt tað fyrsta bragdið hjá Erl.
Paturssyni á tingi var sum fiski-
mannafelagsformadur = at seta
fram uppskot um at minka
minstulønina frá 800 niður í 650
kr. um mánaðin. Ovurfegnir tóku
SJÓNLEIKARHÚSIÐ
TIf. 1231
————V———VXV——wiIÍEWG"—
£. Holberg:
Heindeikur og Dornilla
SJÓNLEIKUR Í 3 PØRTUM
Leygarkvøldid 14/4 kl. 8 — sunnukvøldid 15/4 kl. 6
Atgongumerki å 3.50 til bådar sýningarnar fåast i Sjón-
leikarhúsinum leygardag kl. 12—1 og 7—8 — sunnu-
dagin tó bert kl. 5—6.
Leikskrá: 50 oyru
a ————WEW""
hagar til partarnir sameinast um
annan sáttmála.
1954 breyt hann sína egnu
undirskrift, hvat sjálvandi má
enda við eini landsólukku, um
íkki fiskimenn beinanvegin sjálvir
beina fyri slíkum rættskensluleys-
um leiðara. Hetta óhugnaliga spæl
málti gerast fiskimonnum dýrt, tí
hvørjum hugsandi menniskja var
tað 'greitt, at tað ikki fanst tann
dómstólur í øllum heiminum, ið
ikki dømdi slíka brotsgerð ovur-
hart. Útgerðarmenn skutu málið
undir danskan gerðarætt. Av tí at
sambands- og fólkaflokksmenn
undir við honum. Henda øgiliga
misgerðin móti fiskimonnum hev-
ur kostað mongum fiskimanni
nógv — einstakum upp í 1000 kr.
fyri árið. Somuleiðis hevur hetta
gjørt, at nógvir av smáreiðarunum
ikki fáa manning uppá skipini.
Hetta hevur so aftur gjørt, at fiski-
menn fara við skipum hjá fremm-
andum tjóðum, og eru sostatt við
til at reka seg sjálvar burtur frá
okkara mætastu marknaðarlond-
um,
Vid teirri skerdu keypikraftini
14, APRÍL 1956
SOSIALURIN
ttser i
Utgevari:
FØROYA JAVNAÐARFLOKKUR
— "—"——— —
Blaðstj.:
Villi Sorensen.
Box 76.
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
————————— —
í peninginum er veruliga keypi:
virðið í hesum 650 kr. ikki ein-
gang so mikið sum 500 kr.
Prísviðbótini man hann ivaleyst
hava verið líka so nógv ímóti sum
minstulønini. Víst tók hann og
aðrir undir við javnadarmonnum;
fiskimenn fingu so prísviðbótina
— og á pappírinum útróðramenn
við. Men ikk iskuldi ár ganga,
fyrr enn hann eisini fór í herna
móti prísviðbótini.
Útróðramenn hava enn onga
prísviðbót fingið fyri seinasta ár.
Hvor hevur hoyrt grett, at fiski-
mannafelagsformaðurin hevur
rætt teimum so mikið sum lítla-
fingur til hjálpar?
Í seinastu tingsetu var hann
høvuðsleikarin, ja, bardist sum
úlvur á skóg ímóti, tá ið javnaðar-
menn høvdu uppskot um, at prís-
viðbótin skuldi ikki verða tikin
frá útróðramonnum, ið gjalda sín
ríkiliga part av teimum 1,2 milj.
kr., sum landið tekur í órættvísum
tolli frá smámonnum fyri at
gjalda prísviðbótina.
Tað eydnaðist honum saman við
sambands- og fólkaflokksmonnum
at taka av alla viðbót til útróðra-
menn. Ikki bert tað, aðrir fiski-
menn mistu eisini nógv.
Millum annað fóru ikki so fáir
fiskimenn avstað í ár við teirri
fullu vissu, at teir skuldu missa
2000 kr. í mun til árið í fjør, tí
Erl. Patursson hevur verið so
beinasamur at taka prísviðbótina
frá teimum. ;
Hesi hundraðini og túsundini
av krónum tala sjálv. Hetta eru
størri misgerðir enn nakrantíð
áður eru framdar móti fiskimonn-
um. Hann hevur yvirgingið alt,
sjálvt teir mest harðrendu reiðar-
arnir, hvørs søga mótvegis fiski-
monnum er eitt ljós aftur ímóti
søgu Erlendar Paturssonar.
— Men fyri at fjala yvir hesar
ræðuligu misgerðirnar roynir nú
Erl. Patursson at oysa illgitanir
av versta slagi móti donsku ar-
beiðararørsluni.
I ———iwiii—————"———
Konan: Jú. Joensen kyssir altíð
konusína. áðrenn hann fer til arbeiðis.
| Hví gert tú tað ikki?
Maðurin: Ja, men eg kenni ikki frú
i Joensen.
*x
í Cuba skulu teir um stutta tíð hava
nýggj frímerki. Hesi hava tann fyri-
mun fram um onnur, at klistrið kemur
og sjálv-
| at hava ein frálíkan smakk —
| andi koma tey stórstu at smakka best.
| Smakkirnir vera annars: piparmynt,
| vanilja, ananas, appelsin, sitrón og
kirsuber.