leygardagur 14. apríl 1956síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14, APRÍL i956
SOSIALURIN
- KLAKKSVÍK Í DAG
Himmalbrævsprát.
Øllum kunnugt hevur J.F. Kjølbro
gjøgnum tíðina havt sera stórt valdi
her í bygdini. Hetta er ikki annað
enn vanligt úrslit av peningamegini,
ið er sterkari og hevur meira megi
enn alt annað vald. Fáur mundi
kortini hava væntad, at hr. Kjølbro
fór at senda myndugleikunum konga-
boð, id vóru so beint tvorturímóti
vilja og ynskjum fólksins, vilja og
ynskjum teirra, ið við sliti og sveitta
hava bygt upp tað virki, sum í dag
ber heitið P/f J. Fr. Kjølbro. Kjølbro
hevur ådur roynt at vunnid sær
politiskt vald. Hann kom sjålvur
annar á ting — alt saman av
peningamegi hansara. Í sóknarstýr-
inum hevur ikki borið til hjá honum,
men mær tykir, at frægari hevdi
verið vorðið, um Kjølbro sjálvur
hevði sitið bæði í sóknarstýri og Í
landsstýrinum, heldur enn at útinna
sítt vald har við sínum handgingnu
monnum, hesum nikkudukkum, ið
tíðum kunnu verða fólki og landi
sera farligar. Vit kenna nú, hvussu
langt valdøki hansara røkkur. —
Læknamálið kundi ikki loysast fólk-
inum til vildar, tí Kjølbro hevdi
aðra áskoðan — og tær fjarstýrdu
nikkudukkurnar tordu ikki at ganga
honum ímóti,
Arbeiðsmaður.
*
Ítróttin.
Ítróttaungdómurin er nú javnan á
leikvøllinum, bæði dreingir og gentur,
yngri og eldri. Liðir og vøddar skulu
mýkjast til summardystirnar. Hevdi alt
lagad seg å besta hått, kundi tad hent,
at Kf gjørdi ferd til Danmarkar, hagar
SBU bjóðaði teimum síðsta summar;
men henda ferð varð av ongum. KÍ
verður at halda aðalfund seinrapartin í
mánaðinum.
*x
Farið er nú undir at arbeiða til
basarin fyri Háskúlanum her í
bygdini. Í nevndini, sum fyrireik-
ar arbeiðið, sita, John Reid Bjart-
alíð, Einar Waag, Bina Dahl,
Turið Kjølbro og Anna B. Olsen.
x
Útróðurin. Síðstu viku veiddu
bátarnir væl. Bestur var Pálls-
drangur við 46.000 p., Ørvur
44.000. Hesir veiddu vestanfyri.
Norðanfyri veiddu m. a. Varpið
30.000. Annars lá veiðan millum
20 og 30.000 p. Tey av skipunum,
ið ikki rógva út, eru øll farin av
stað, øll til Íslands uttan Viðoy og .
Polarfarið, ið royna eystanfyri.
Hesa vikuna var sløk veiði á út-
róðri. Harður streymur var. Vestan-
fyri drógu bátar um 5000 pd. hvørja
setuna. Miðvikudagin fekk Ørvur
5600 pd. eina setu eystanfyri.
*x
Jógvan bóndi í Haraldssundi
doyði seinasta mikudag, 69 ára
gamalur.
*x
Mánadagin vórðu fýra av teim
dømdu Klakksvíkingunum settir í
Tinganes. Ikki eru úrm fyri fleiri
á einum sinni,
Harra Hákun Djurhuus,
hvar er hin langa og greinliga frá-
greiðingin um tey øgiligu tollsvik-
ini, sum tú lovaði at koma við í
Dagblaðnum fyri eini trimum ár-
um síðani?
Hin forni.
*x
Týsdagin 17. apríl verður Kri-
stoffur Joensen í Trellagili 60 ár.
Skal A.T. nýtast
sum rædumynd?
Sum øllum kunnugt høvdu
Fuglfirðingar í boði ein enskan
trolara fyri 4,5 milj. kr. Harav
teir høvdu ein partapening tekn-
aðan uppá kr. 200.000, og har
aftrat søkti kommunan landsstýrið
um loyvi at lána kr. 300.000, men
hesum sýtti landsstýrið. Og sum
vituligt var, vórðu Fuglfirðingar
misnøgdir yvir hesa sýtan.
Hvussu illa henda sýtan lands-
stýrisins er komin Fuglfirðingum
við, lýsir best tann fyrispurningur
teir hava sett fram í Dagblaðnum
nr. 26. Einki er at siga til, at
Fuglfirðingar eru illa við, at hesir
nýmótans trolari varð spældur
teimum av hendi, nú bygdin ligg-
ur í so stórum vinnuloysi,
Men Dagblaðið roynir tó løg-
mansins og landsstýrisins vegna at
bera í bøtuflaka fyri sýtanini. —
Spurningur Fuglfirðinga vísir seg
eisini at hava givið blaðstjóranum
nakað at hugsa um, so hann er
komin heilt í døpurhuga av hesum
máli og reynir á ymsan hátt at
mala rundan um veruleikan —
hetta fyri at sissa teir — tað
prógvar hann í grein síni í Dagbl.
nr. 27, nevnd: »Endurnyggjanin
av skipaflotanum og tær tilafturs
komnu bygdirnar.«
Tað síðsta, hann veit at tríva í
fyri betur at verja landsstýrisins
jánkasligu støðu yvirfyri Fuglfirð
ingum er A. T.-málið á Tvøroyri
— tað skal vera ræðumyndin
mikla at kasta við. Seinast í grein-
ini verður tikið soleiðis til:
Í A. T.-málinum var tað mistak
gjørt, at ein hjálp varð veitt, sum
ikki kom at muna nóg mikið og tí
kom at verða bygdini enn størri
framtíðarkleppur.
Hvør eigur skuldina fyri tað, at
| endurreisingarpeningurin kom at
verða so lítil, at A, T. aftur á
øðrum sinni mátti fella? Var
skuldin júst ikki nettupp lands-
stýrisins og tess stuðlum á tingi at
takka?
A. T.-málið kenna vist fleiri
betur til enn Dagbl., og tað nýtist
ikki at verða sett sum nøkur ræðu-
mynd fyri aðrar bygdir. Tað er
heldur ikki fyri at harma Tvør-
oyrar íbúgvarar, at Dagblaðið
ferð eftir ferð trívur í arbeiðara-
fyritøkuna á Tvøroyri. Dagblaðið
skal bara vara seg við at hava hesa
fyritøku at kasta ov ofta vid, ti
NR. 15
eins rætt, tí allir gjalda til tað al-
menna, og eiga tí ikki summar
tann sum er reinur, hann kastar ! bygdir bert at taka ímóti tí, sum
tann fyrsta steinin.
At tað ikki er so væl vorðið í
okkara samfelag, sum mangan
hildið av stjórnarflokkunum, er
Fuglafjørður eitt gott prógv fyri,
og er hon heldur ikki tann einasta
bygdin, sum er soleiðis fyrikomin
— tíverri. Tað kann eisini í hes-
um sambandi verða skoytt uppí,
at tað er sum so mangan sagt, at
støðan í okkara landi er nógv
verri enn so, at ein og hvør er
greiður yvir hana, hvussu hættis-
lig hon er.
Allir íbúgvar
landsins hava
FODERSTOFFER
Foderbianding, malei syg, maiet Majs, knust Majs.
Hønsefoder »Rekord«, Kyllingefoder, hel Byg,
hel Hvede, Hvedeklid, hel Havre, hel Dari,
adrar gjalda — men tiverri er
hetta so í mongum føri.
Fuglfirðingar, sum so mangir
aðrir, eru ikki førir fyri at útvega
sær tann pening, ið neyðugur er
at fáa sær nýmótans veiðifør, tá
kommunan, sum jú er øll bygdin,
ikki fær loyvi at skoyta uppí, og
soleiðis noyðir landsstýrið teir at
*ganga í sterkasta vinnuloysi.
Er hetta forsvarligt av okkara
stjórnarvaldi? Her koma vit aftur
at møta tí heitasta í javnaðar-
flokksins stevnuskrå,
STØRSTE LAGER
BILLIGSTE PRISER |
P-F VALDEMAR LUTZEN
TELEFON 1020 — 4 LINIER
Føroya Bjór
ØL- og MINIRALVATNSVIRKI
Føroya
Pilsnar
Ekta
Maltøl.
Skipafelagid Føroyar
Térshavn
Citrén sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jørdber limonada
Vanillie limonada
Åppolinaris
EINAR WAAG, Klakksvik — MÁLTRÁÐUR 4
1225
TRYGGINGARSAMBANDID
FJROYAR
Føroya Kríggstrygging. telf. 1086
Foroya Brunatrygging.. telf. 1089
Føroya Sjóvátrygging ...telf. 1086
Foroya Vanlukkutrygging telf. 1721
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o. a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging
Aðalskrivstova:
TORSHAVN, telf. 1350
Avgreidsla:
MIÐVÁGI, tlf. 7
P-F. FØROYA BANKI
(Stovnaður 1906)
Renta av bankabók 31/59/, p. a.
Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 49/5.
Útbankar:
Norðuroya deild
KLAKKSVÍK tlf. 274
Suðuroyar deild:
TVØROYRI, tlf. 32