Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-04-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. apríl 1956síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Arbeiðarafíggindi Nú er Erlendur eisini farin í herna móti arbeiðarastjórnini í Danmark. Ljótastu illgitingar leggur hann stjórn arbeiðaranna undir. Tað er týðuligt, at hann ikki unnir arbeiðarafjøldini at sita við stjórnarvaldinum. Rýkur | arbeiðarastjórnin, koma aftur- haldsflokkarnir vinstra og konservativu — til ræðið. Í hesum verkfalli hava teir beinleiðis tikið undir við arbeiðsgevarunum móti arbeiðarunum, Og hvat er tað so, ið Erlendur so hjartaliga unnir donsku arbeiðarunum. Jú, hvørja ferð afturhaldsflokkarnir koma til ræðið, reka teir hundraðtúsindir arbeiðarar út í arbeiðsloysi. Hetta er teirra máti at skerja keypiork- una hjá fólkinum fyri at bøta um valutastøðuna. Meðan afturhalds flokkarnir vanliga reka millum 100—200.000 arbeiðarar út í ar beiðsloysi, hevur tað oftast eydn ast javnaðarstjórnini at minkað talið niður í 20.000 — teir hava hendinga ferð verið niðri á 7000. Eingin størri fíggindi kann hugs- ast av arbeiðarafjøldini enn tann, ið oysir hitt beiska hatbikarið móti størsta tryggleika arbeiðar- anna arbeiðarastjórnini. Nú unnir Erlendur arbeiðarafjøldini í øðrum londum somu kor, sum hann hevur veitt føroysku fiski- mannafjøldini. 45 tíma arbeiðsvika Tað er nú endiliga avgjårt, at sosialistastjórnin í Svøríki til heystar leggur fram lógaruppskot um 45 tíma arbeiðsviku. 9 den nemmest mulige pasning skal De V vælge Hess-O- -Matic. Den fås nv størrelser, i flere stuer og den pynter 1 VALDEMAR LUTZEN Telf, 1020 Thorshavn. So leikar í hornum, at hitt størsta virki í Føroyum hev- ur í næststørstu bygd bara stívar 800 kr. í skatt, og at hitt næstrík- landsins triðju størstu bygd bara asta felag í Føroyum hevur í stívar 400 kr. í skatt. Landsstýrið gevur stórar gávur. J. F. Kjølbro fær, siga menn, sum beinleiðis gávu um 630.000 kr., J. E. Thomsen o. fl. 675.000 kr., Poul Hansen o, fl. 460.000 kr., Hans Fonsdal o. fl. 450.000 kr., løgtingsmaður Blåhamar o. fl. 555.000 kr. Flestir stórhvalir eru skattafríir. Gitið so, hvørjir verða flensaðir. 10-oyra Erlends. 14. sept. stendur um verkfall- ið danska: »Av ti, sum teir kravdu fáa teir einki, uttan nøkur fá oyru aftrat tímalønini. Teim lægstløntu stendur í boði eitt 10 oyra, teim hægstløntu eitt 2 oyra.« Hetta 10 oyrað gevur nú hóast alt 80 oyru um dagin ella umleið | 225 kr, um árið. Tað er ikki nógv, men tó nógvar ferðir meira enn tað, ið Erl, Patursson bjóðar før- oyskum fiskimonnum. Tað er munur á at — TAPA — MISSA 150.00 kr. um mánaðin, nevniliga tær 150 krónurnar, ið Erl. Patursson eyðrændi fiski- menn fyri í minstuløn. Og so hava vit ikki nevnt prís- viðþótina til útróðramenn. Fiskaprísurin Stríðið um fiskaprís hevur í mannaminni verið rotni hornstav- urin millum fiskimenn og reiðarar og er tað framvegis, uttan at hesir nýggju menninir hava varnast, at í tí góða gamla sáttmála til silda- veiðu, ið Dan. Klein sáli gjørdi á sinni, liggur gøtan greið at gera enda á hesum ugnalise klandri, tí har skulu menn avroknast eftir útfluttningsprísinum, Hetta kann lættliga flytast yvir á fiskaprísin soleiðis, at menn vera avroknaðir eftir einum ásett- um saltfiskaprísi, og tá útflutt verður, fáa teir restprísin, sum kemur fram, antin í yvirprísi á saltfiski ella klippfiski. Tí fiskimaðurin hevur rætt til útfluttningsprísin, læt so stríðið standa um býtið av fonginum. + Fi6élin, Í dag kemur út snotuligt lítið yrkingarsavn: Fiólin eftir Esmar Jacobsen Gata. Samvirkandi fakfeløgini í Noreg hava fingið sær ein kvinnuligan skriv- ara, Ragna Karlsen, ið serstakliga skal taka sær av kvinnuspurningum innan fyri rbeiðararørsluna. >Arbejderbla- det« hevur spurt hana, hvat hennara fremsta mál er. >Tað er torført at siga í løtuni,< svarar hon; »men ein høvuðstátturin verður at fáa kvinn- urnar við i fakfelagsrørsluna, eins og ! at fáa tær beinleiðis at taka lut í felags | og upplysingararbeidinum.« Almenn kvøldskemtan losjuni leygardagin 14. april Fyri børn kl. 4. Atgongamerki kr. 1. Fyri vaksin kl, 20. Atgongumerki kr. 3. KI 4: Smáskemtileikir, sangir o. t. KI. 20: Smáskemtileikir, Ein hættislig roynd, sangir o. t. Atgongumerki til leygardagin fåast í forsølu í Centrum. Ungmannadeild N.I.O.G.T.s ÁVARING Tað verður her gjørt kunnugt. at elverkið hevur sett teir | háspenningarkaðalar, ið lagdir eru í geturnar ymsa staðir | býnum, undir háspenning. Spenningurin er 10.000 volt. Við hesum siga vit fólki frá, at tað er lívshættiligt at grava niður á henda kaðal. Samstundis heita vit á fólk um ikki at grava út í getur ella gongubreytir, uttan loyvi frá byarverkfrødinginum. Tórshavnar elektricitetsverk. LICITATION Jørð-, betong-, byggi- og kloakarbeiðið í samband við framhald av svímilnrarhylinum í í Gundadali verður her boðið fram til almenna licitation. Frågreiding, tekningar og treytir fåast til låns ímóti 50.— kr. í veðhaldi á verkfrøðingsskrivstovu Torshavnar kommunu frå fríggja- degi tann 13. apríl kl. 10. Skrivlig bod í afturlatnum brævbjálva, merktur: | Í | Spælt verður aftur mikudagin 18/4 og hósdagin 19/4. | | | |} »Svimjingarhylur i Gundadali« verða send verkfrøðingsskrivstovuni í seinasta lagi fríggjadagin tann 27. apríl, kl. 12 (á middegi). Tá verða tey innkomnu boðini opnað, meðan teir, ið bjóða hava, eru hjástaddir. Tórshavn, tann 9. april 1956. Stadionnevndin. FÆRØSK MARGARINE Vita No I VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT GROT OG SKERVUR eiga at venda sær til Øl, ið vilja keypa skerv ella grót, kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT TÓRSHAYN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIÐI TELF. 1820