leygardagur 21. apríl 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
BE
LANDSSKATTURIN
i Føroyum og Danmark
Í Føroyum bera tær lægstu inn-
tøkurnar fleiri ferðir meira skatt
enn somu inntøkur í Danmark,
meðan tær stóru inntøkurnar í Før
oyum bera nógv minni skatt enn
somu inntøkur í Danmark.
Her eru nøkur dømi um, hvat
familjumaður í Føroyum og Dan-
mark má gjalda í skatt av teim
ymisku inntøkuhæddunum. (Dnski
skatturin umfatar inntøkuskatt,
verndarskatt, eykaskatt og millum
kommunalan skatt):
Inntøka skattur = skattur
kr. Føroyum Danmark
2.000 20 0
3.000 45 0
4.000 75 20
6.000 160 300
8.000 305 700
10.000 485 1.200
15.000 985 2.850
20.000 1.785 5.700
50.000 9.085 23.700
100.000 31.735 63.700
200.000 81.735 148.700
400.000 187.000 338.700
Aftrat hesum kemur barna-
studningurin, ið verður at draga
frá endaligu skattaskyldugu inn-
tøkuni. Studningurin er fyri hvørt
barn undir 16 ár mettur eftir inn-
tøku hesin:
kr. kr.
undir 5.000 — 210
5—6.000 — 200
6—7.000 — 190
8—9.000 — 170
10—11.000 — 155
12—13.000 — 125
14—15.000 — 7
Í Føroyum er barnafrádrátturin
í samband við landsskattin
(1952) bert 35,00 kr. fyri barnið,
tá ið inntøkan er undir 7000 kr.
Semingsuppskotið
gav 150 milj. kr.
J. O. Krag arbeiðsmálaráðharri
upplýsti í fólkatinginum, at mað-
alvinningurin hjá arbeiðarum í
samband við semingsuppskotið, ið
varð gjørt til lóg, var umleið 250
kr. um árið. Hetta var ein saml-
aður vinningur upp á 75 milj. kr.
hjá teimum 300.000 arbeiðar-
unum, ið arbeiddu hjá arbeiðs-
gevarum, sum vóru limir í arbeiðs
gevarafeløgum. Verða teir 300000
arbeiðarar, ið arbeiða hjá arbeiðs-
gevarum, ið ikki eru limir í ar-
beiðsgevarafeløgum, røknadir upp
i, verdur hin samladi vinningurin
150 milj. kr.
— ella 6 ferðir minni enn i Dan-
mark,
Av hesum sæst, at skattapíning-
in av teim lægstu inntøkunum eins
og skattalættin hjá risainntøk-
unum er ovurstórur í mun til Dan-
mørkina.
Valutaágóði
Árið 1955 gav Danmark 300
milj. kr. í valutayvirskoti. Ídnað-
arvøruframleiðslan til útflttnings
vaks við 450 milj. kr. Valutastøð-
an batnaði munandi seinasta ár,
og útlit er til, at hesin bati fer at
halda sær í ár eisini.
Aftur í ár verður hvalaveiða drivin
frá stødini vid Air. Teir byrja i mai.
Flytan av sjómannsheiminum
i Føroyingahavnini
Sjómannsheimið i Føroyinga-
havnini skal í flytast
longur inn í havnina. Kostnadurin
er mettur til umleið 100.000 kr.
Sjómannsmissiónin eigur sjálv
15.000 kr. Løgtingið, fiskimanna-
felagið, Grønlandsfelagið og aðrir
stovnar lata pening. Í fjør var
summar
Henry Andreasen, trúboðari, har
yviri, í ár verður tað Jóhs. Beck.
Missiónsarbeiðið verður í summar
— vegna flytingina — mest at
fara fram umborð á skipum og á
landi ætlandi í samvinnu við Norð
menn.
Prís- og vinningssteðgur
Afturhaldsflokkarnir í fólka-
tinginum, vinstru- konservativir,
radikalu og retsforbundet fingu
trokað ígjøgnum, at semingsupp-
skotið, ið gjørt varð til lóg, skuldi
galda í tvey ár, meðan javnaðar-
menn ikki hildu vera ráðiligt at
uppskotið, ið var vrakað av ar-
beiðarunum, kom at galda meira
enn eitt år, Her var tó einki at
gera hjá minnilutastjórnini, um
hon ikki skuldi rúka av stjórnar-
Ov mikið innistandandi
Tað sigst, at ein av orsøkunum
til at Fuglfirðingar ikki kundu fáa
lán frá landsstýrinum, var at
myndugleikarnir hildu eginpening
in vera ov lítlan í mun til allan
peningin, ið Fuglfirðingar áttu í
bankum og sparikøssum. Sagt
verður, at eingin bygd í Føroyum
eigur so nógv innistandandi upp
á fólkið sum Fuglafjørður.
pallinum, hvat beinavegin vildi
orsaka, at 100 til 200.000 arbeið-
arar vórðu riknir út í arbeiðsloysi,
flest allir prísir ruku upp, arbeiðs
líkindini stigvíst versnað, húsa-
byggingin minkað niður í lítið og
einki o. s. fr. Fyri at tað ikki skal
eydnast arbeiðsgevarum og øðrum
at skarva nakað burtur av tí, ið
vunnið varð í semingsuppskot-
inum hevur stjórnin beinan vegin
sett uppskot at steðga øllum meir-
vinningi av handilsvørum eins og
sett príssteðg, so vøruprísirnir ikki
skerja vinning arbeiðaranna burt-
ur í einki.
Meira enn nakrantíð áður hev-
ur arbeiðarafjøldin ásannað, hvat
tað vil siga at eiga meiraluta í
lóggávutinginum. Áttu teir polit-
iska valdið, vildu teir havt vunnið
alt, meðan teir nú máttu aftir til
arbeiðis við treytum, ið lítið muna
afturímóti teimum krøvum, ið
fara longur upp og á tann hátt
| fram vórðu sett.
Fellur rikisstyrid danska?
Tysdagin løgdu Lis Groes,
handilsmálaráðharri og Viggo
Kampmann, figgjarmålarådharri,
fram uppskot í følkatinginum um
pris- og vinningssteðg. Prísir á
handils-, ídnaðar- og handverks-
vørum mugu ikki fara upp um tað
teir vóru áðrenn 12, apríl í ár.
Hetta príssteðg gildur í eitt ár.
Ein eykaskattur upp á 15 milj. kr.
verður lagdur á alt vinningsbyti
fyri at forða virkiseigarum at fara
| við ov mikið í egnan lumma, held-
ur enn at seta tey í nýggj arbeiðs-
skapandi virki. Forbråkararnir
fáa ógvuliga vittfevnandi prís- og
góðskueftirlit við øllum vørum.
Lis Groes helt fyri, at tá ið
fólkatingið við lóg forðaði arbeið-
arunum lógliga at vinna sær løn-
arbata, vildi tað verið órættvíst og
órímiligt ikki forða øðrum
stættum at taka meirvinning og
økja um teirra inntøku. Rætturin
at
|
————£———
NR. 16.
LEYGARDAGIN
21. APRÍL 1956
29. ÁRG.
til meiravinning var fyribils tikin
frá arbeiðarunum, tí mátti eisini
rætturin til at rista breiðar álir av
arbeiðarunum verða tikin frá øll-
um øðrum.
x
Nevnd varð sett at viðgera málið.
Henda nevnd hevdi fund ígjár. —
Men nú er hin stóri spurningurin,
um teir radikalu vilja styðja ríkis-
stýrisins uppskot. Gera teir ikki
tað, er útlit fyri, at ríkisstýrið má
leggja frá sær og lata útskriva val.
Aftur her vísir tað seg, hvussu veik
arbeiðarastjórnin stendur, tá hon er
noydd til at styðja seg til ein
borgarligan flokk fyri at fáa upp-
skot síni samtykt.
Sjómannsstreikan
Samráðingar hava farið fram
millum danska sjómannafelagið og
reiðarar; men tær endaðu úrslita-
leyst. Stríðsspurningurin, ið ikki
var gjørligt at fáa greiddan, var
hin sonevndi »aspirantspurningurin«.
Sjómenn vilja ikki dvína í hesum
spurningi, fyrrenn yaspirantarnir<
ikki løngur sleppa at sigla. Teir
siga, og tað við fullum rætti, at
reiðarin við at hava ein vánaliga
løntan »aspirant«, ið teir nevna 4.
stýrimann á skipum, ið ikki eiga
at hava meir enn tríggjar stýrimenn,
spara lønina til ein matrós.
Sjómenn streika stødugt, hóast
streika teirra við valdgerðadómi er
kend ólóglig, og teir eru demdir
at gjalda 250.000 kr. í bót.
Felagsformaður sjómanna sigur,
at ognir felagsins í løtuni ikki eru
meira enn 7 oyru — men reiðar-
arnir skulu fáa tey, øll 7.
Skipakeyp.
Jóhannes Joensen úr Hvannasundi
hevur keypt Gøtubåtin »Leitid«
fyri 100.000 kr.
Fiskiskapur.
Um vikuskiftið høvdu Sjúrðarberg
og Jóannes Paturson åvikavist 140
og 150 tons. Sigurðfarið 300 skpd
fyri viku síðani.
Fuglberg var besti útróðrabátur
í Klakksvík í fyrru viku, hann fekk
36.000 pund á Feroya banka.
Norsku bátarnir Nervesund og
Hellefisk vóru inni á Klakksvík á
veg til Grønlands, Teir komu eftir
manning.
Tjekkoslovakia hevur latið 19
motortorpedobátar til Egyptalands.
Annars verður sagt, at Japanarar
lata vápn bæði til Arabaralond og
Palestina.