leygardagur 21. apríl 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. !6
Samfelag teirra
peningaríku.
Tað er ein royndur lutur, at
samfelag okkara er soleiðis inn-
rættað, at tað fyrst og fremst tænir
teimum peningaríku. Til tess at
verja framíhjá rættindi peninga-
valdsins hava vit ikki minni enn
3 flokkar á tingi: sambandsflokkin,
fólkaflokkin og tjóðveldisflokkin.
Hesir tæna altíð peningavaldinum
mótvegis fólkinum. Sum dømi kunnu
vit nevna avtøkuna av landsins
handli, landshandlinum, yvirtokuna
av kongsjørdini, skerjanina av keypi-
orkuni i ti ofta hartvunna og litlu
lonini, skerjanina av minstulon
fiskimanna, avtøkuna av prísviðbót-
ini til útróðramenn o. s. fr. Vit
kundu nevnt nógv domi aftrat, har
hesir flokkar eru vanir at hålsfevnast
á tingi. Víst vísa teir eitt annað
andlit úteftir — í bløðunum, men
tíbetur, tað gerast alt fleiri og fleiri,
sum ikki trúgva teimum. Hetta
kommediuspælið er ov grefligt, at
tað kann krógvast. Fólk eru nú
einaferð ikki tápulingar, soleiðis
sum hesi ivaleyst halda. Nú eru
teir farnir at breggja sær av, at
menn einans hava neyðugt at gjalda
10 pst, av kostprísinum, tá ið teir
keypa skip. Hvussu mikið gagn er
í hesum ? Vit minnast Fuglfirðingar.
Nærum ein heil bygd tekur seg
saman, men hvat hendir? Jú, tey
lovprísaðu 10 pst.ini forða teimum.
Hvussu nógvir fiskimenn og fiski-
mannafyritøkur kunnu útvega tey
ofta mongu hundraðtúsundini, ið
eru neyðug fyri eitt tíðarhóskandi
far? Vit vita av royndum, at fiski-
menn og teirra fyritøkur eru bein-
leiðis útistongdar. Peningurin, ið
eisini fiskimenn í stóran mun hava
verið við til at fingið til landið,
skal leggjast í grunnar og setast í
bankar, hvors útlánstreytir eru so-
leiðis smíðaðar, at einans ríkmenn
kunnu aftur fáa hendur á teimum.
Fiskimenn verða við hesum útláns-
reglum fullkomuliga avskornir við
at fáa lut í tí peningi, ið teir sjálvir
hava vunnið, men soleiðis er nú
hitt kapitalistiska samfelagið eina-
ferð vorðið. Vit sleppa ikki uttan
um tað, og vit sleppa ikki burtur
úr hesi neyðstoðu so leingi aftur-
haldsflokkarnir ráða fyri borgum,
men nú verður tað alt týðuligari
fyri fjøldini, einans ein sosialistisk
samfelagsskipan kann tryggja øllum
javnbjóðis rætt í samfelagnum —
eisini tá tað gildur pening landsins.
Ein aðaltáttur í endurnýggingar-
ætlan javnadarmanna í samband
við fiskivinnuna var og er, at sam-
felagið skal skipa so fyri, at eisini
fiskimenn og fiskimannafyritokur
skulu sleppa upp í part. Tí, síga
javnaðarmenn, eigur markið fyri
eginpeninginum ikki fara upp
um tey 5 pst.ini. Tað er munur á,
men higartil hevur verið ógjorligt
at
at vunnið frama fyri hesum rætt-
vísu sosialistisku hugsjónum.
a .
——————————— "—————————e"——Þ— ST — S—
SOSIALURIN
kommunukantórið.
heimtað.
manni fyri kommununa.
FÆRØSK MARGARINE
FÆRØSKT PRODUKT
FRODBIAR SÓKNAR KOMMUNA
GRÓT OG SKERVUR
Øl, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs-
Vita No I
VITAMINISERET
FINT PRODUKT
á henda kaðal.
z
Leikur er lokin, segði eg í grein
míni. Mótstøðumenninir vóru riknir í
havið.
Eg taki tað upp aftur.
Hasin andiliga ósnotiligi Dani segði,
at eg hevði fylt bókasavnið vid »porno-
grafiskum« skriftum. Hetta eru mikil
ósannindi. Bókavørðurin Sverri Fon
hevur sagt aftan á. at hann hevur
kannað bøkurnar, at hann onga »por-
nografiska« bók hevur sæð. Har liggur
Danin flatur, reisur seg ongatíð aftur
úr skommini,
Klæmint Eliasen næstformaður sókn-
arslýrisins helt seg kunna gera kál
úr og sóknarstýrisfor-
vikuvís at
roknskapum
okkurt,
burtur mær
nanninum
eronad áralangt
royndi i
aftur í
og
sóknarstýrisins fyri at Einna
okkum til bága.
| FODERSTOFFER
Foderb:anding, malet syg, maiet Majs, knust Majs.
Hønsefoder »Rekord«, Kyllingefoder, hel Byg,
hel Hvede, Hvedeklid, hel Havre, hel Dari.
P-F VALDEMAR LUTZEN
TELEFON 1020 — 4 LINIER
PRENTSMIDJAN Å HEYGSBREYT
TORSHAVN
AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI
TELF. 1820
ÁVARING
Tað verður her gjørt kunnugt. at elverkið hevur sett teir
háspenningarkaðalar, ið lagdir eru í gøturnar ymsa staðir í
býnum, undir háspenning. Spenningurin er 10.000 volt. Við
hesum siga vit fólki frá, at tað er lívshættiligt at grava niður
Samstundis heita vit á fólk um íkki at grava
út í gøtur ella gongubreytir, uttan loyvi frá byarverkfrødinginum.
Tórshavnar elektricitetsverk.
STØRSTE LAGER
BILLIGSTE PRISER
Teir liggja við skommini
Men hann varð krøktur. Tá royndi
hann at fáa Borgen Hansen roknskap-
argrannskoðara at leggjast á kroppin
á mær í bókasavninum. Men grann-
skoðanin leyk við tí, at eingin útløga
fanst uttan kvittað skjal.
Ætlanin ið var at finna meg sum
svikara, lá har jarðsligin Klæminti
Eliasen til skammar.
Borgen Hansen roynir at veita mær
høgg við at siga, at eg bókasavnsins
vegna havi keypt bøkur frá ómynding-
um, og al eg havi goldid tær uttan
ávísing. Men harra Borgen Hansen,
hví venda svørðinum so ómannsliga.
Tygum vita, at eg havi ikki keypt bøk-
ur frá men al
leikin er tann, at tey vaksnu ið bók-
ómyn lingum, veru!-
hava sent unglingar
við teimum. Tygum
urnar hava áll,
og vaksin børn
í Telefon
21. APRÍL i3956
mega vita tað, at alla staðni í Føroy-
um er tað siður hjá vaksnum fólki at
senda unglingar og børn fyri seg,
annaðhvørt tað er til handils, á kom-
munukontórið eftir ella við peningi
ella á gjaldstovur ella aðrar staðir.
Eg havi so statt einki gjørt í hesum
fri uttan tað, ið vanligt er og hevur
verið góðtikið alla stadni. Ég havi
sjálvandi einki ímóti, at hetta verður
broytt, men eg mótmæli at verða tikin
fram burtur úr øllum og merktur fyri
hetta. Eg taki tað upp aftur, at tað er
ómannsligt gjørt av tygum, harra
Borgen Hansen.
Tað er ikki rætt, harra Borgen
Hansen, at siga, at eg havi goldið uttan
ávísing pening fyri bøkur, Tí ávísingin
var givin í tí samtyktu fíggjarætlan
fyri bókasavnið. Mær var sum for-
maður givið upp í hendur at keypa
bøkur til bókasavnið, tá ið Páll Nolsøe
var farin. Henda verunleika skuldu
tygum ikki haft gloymt at haft í huga.
Mær tykir tað illa vorðið av tygum.
Men eg havi einki ímóti, men haldi
tað tvørtur ímóti vera beint at for-
maðurin í sóknarstýrinum ávísur
hvørja einstaka útgjaldan, sjálvt um
hon er sett á fígggjarætlanina. Men
tað skal bara vera samtykt av av-
varðandi myndugleika, Hetta er fyrst
gjørt nú, aftan á at formaðurin í sókn-
arstyrinum P. M. Dam fekk grann-
skodarafelagid Helby at seta fram upp-
skot um umskipan av sóknarstýrisins
roknskapum. Ein umskipan, sum hann
í mong ár hevur talað um, hevur verið
neyðug, tí tann gamla av løgtinginum
skrásetti roknskaparháttur hjá kommu-
num gav ikki neyðturviligt sjálvvirk-
andi >kontrol< og trygd fyri, at einki
skeivt kundi henda.
Poul Øster.
Ur Hvalba
Tað er í umbúna hjá Hvalbingum at
fara uppí oyggjarverkið — helst av
vissari orsøk — men enn hevur sókn-
arstýrið ikki tikið endiliga støðu til
tað av tí at teir halda seg við tí, ið
teir higartil hava fingið fyrilagt, ikki
vera til vinning fyri streymnýtararnar.
Sjálvandi er tað samsvarandi nútíðar-
innar krøv at knýta alla oynna saman,
men tó hvílir tann ábyrgd á sóknar-
stýrinum yvirfyri sínum íbúgvarum, at
tá ið flutt verður yvir frá einum el-
verki til annað, so má tað verða á tann
hátt, at ongar konsekvensir spøkja
aftaná. Tað má farast varliga fram í
slíkum føri, soleiðis at sessast verður á
tryggum grundarlag.
Hvalbingar hava havt fast gjald, 10
kr. um mánaðin, og við at fara uppí
Oyggjarverkið sigst tað fasta gjaldið
at verða 14 krónur, meðan allar aðrar
kommunur skulu sleppa við 10 krón-
um. Um hetta nú es so, má tað tykjast
løgið innan fyri sama felag. Tað er
lítið framtíðarligt at byggja uppá, tað
sum vit hava, men fyri tí kann ikki
aftur á øðrum sinni verða farið fram
eftir fummum — tað ber ikki til. —
Hvalbingar hava fingið boð uppá
tað fína kolasnúsið, sum kemur undan
tvísoldinginum, ið annars er farin fyri
einki, tá tað er lítið brennievni í ti.
Tann ið hevur áhuga fyri at keypa
hetta snúsið, er Eivin Mortensen Tvør-
oyri.
Tað verður avskipað hiðani og lagt
upp á Drelnesi i tíðini mai—oktober,
av ti at stórt skip ikki kann ferma her.
Tað er jú ikki stórur peningur, ið
boðin er fyri snúsið; men lítið er tað,
ið mun ger.
Tidindamadur.
Lærudrongur
kann fáa pláss á prentsmiðjuni. —
1820.