Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-05-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1956síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

$. MAI i956 SOSIALURIN SOSIALURIN uigevari: FØROYA JAVNADARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sorensen. Box 76. Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 Eitt ófatuligt, livskvørkrandi svartskygni, Bert einaferð hevur eitt full- komuliga fullfíggjað uppskot ver- ið borið fram til eina sanna endur- nýggjan av okkara skipaflota, men tá vóru menn svartskygnir, soleiðis sum teir hava verið so mangan áður — ja, eisini seinri, sjálvt um teir hava havt rívan av at lært. Hetta uppskotið, ið her er sipað til, varð sett fram av javnaðar- monnum longu í 1943. Tá áttu vit tøkan pening, bæði í landinum og uttanlanda við. Sagt varð gjølla, hvussu endur- nýggjanin skuldi fara fram. — Landið skuldi standa fyri bygg- íngini, seta serkønar menn, ið skuldu hava eftirlit við, at bert hitt besta og biligasta varð út- vegað. Lánuviðurskiftini skuldu lagast soleiðis, at eisini fiskimenn skuldu hava líkindi at útvega sær før, og tað á tílíkan hátt, at gjaldtreytir og rentaútreiðslur ikki skuldu koma at gerast teimum ein køv- andi meinbogi beinanvegin. Eisini raksturin skuldi tryggj- KUNNGERÐ til jarðaeigarar. Tann uppmáling, sum Geodæ- tisk Institut byrjaði í 1954, held- ur áfram íár. Geodetarnir verða at ferðast í høgunum fyri at merkja av uppmálingarpunktir við varðum og steyrum og gera uppmálingar at fastleggja hesi punktir. Matrikulstovan sendir eisini fólk út at merkja av punktir, ið nýtast skulu til kort gjerd eftir lofttiknum myndum. Hesi punktir verða sett bæði innan- og utan- garðs í teim økjum, vit ætla tørvur verður fyri kortum í sterri stødd. Hesi punktir verða merkt við máling á hellu ella træplátu, so at tey síggjast frá luftini. Tað ber ikki til at boða haga- z frå i styrum og jarðaeigarum hvørjum føri, og verður tað tí gjørt á henda hátt. Samstundis verður heitt á øll um at verja hesi merkir, tí tey verða grundarlag undir okkara uppmáling í fram- tidini, Tórshavn, tann 23. april 1956. Vatrikulstovan, ast å besta hått. Landid skuldi yvirtaka innflytingina og s6luna av teimum mest nýttu útgerðar- vørunum, so hesar ikki gjørdust vet dýrari orsakað av ov dýrum keypum, óneyðugum millum- handlarum o. s. fr, Mestiparturin av uppskotinum fall. Tó var Vinnulánsgrunnurin veruleiki eftir hesum uppskoti. Og tað er eingin ivi um, at hann gjørdi eitt megnararbeiði, tók tey dyggastu tøk, men hvat nyttaði hann einsamallur, tá ið alt annað kom at ganga sum best, keypini illa fyrireikað, lánviðurskiftini ofta órímilig, og so fekk Per og Pól fríar hendur at taka okurs- vinning upp á alt tað, ið skipini nýta. Hetta skilaloysið kom at verð landtnum dýrt, miljónir og aftur miljónir eru farnar fyri skeytið — men soleiðis vildu teir gævu sambands- og fólkaflokksmenn hava tað. Teirra var skuldin fyri óhappini og missirnar. Man teir hava lítið lært av hes- um, Hvussu hava teir ikki árini aftaná ført henda sama niður- gongupolitikk. Tó, aðrir tóku beint somu leid- ina, sum javnaðarmenn høvdu borið fram á tingborð. Árið eftir løgdu Íslendingar fram sínar endurreisingarætlanir. — Og tær vóru snøgt tær somu. Tað er sjáld- samt at síggja, hvussu lítið brýtur av. Somu menn kundu harfyri havt greitt bæði uppskotini úr hondum. Soleiðis fór hesin einasti kans- ur, vit høvdu, Harmuligt var tað, men tá sum nú var álitið hetta sama lívskvørkrandi afturhaldið, ið tessverri er vorðið sterkari í dag enn nakrantíð áður, tí nú hev- ur tað fingið ein triðja tætt aftrat — navnliga Tjóðveldisflokkin. Minstaløn og prísviðbót Dimmalættingin seinasta lýsir miklar lógargreinir um minstuløn og prísviðbót. Hetta sær óivað vakurt út uppi á pappírinum, men veruleikin — sorgarleikurin — er ein heilt annar. Tað var í samband við hesar lógir, at sambandsmenn, fólka- flokksmenn og tjóðveldismenn (eftir uppskoti frá tjóðveldis- monnum — og tá ætlandi sum tey fyrstu stigini til at fremja loys- ingina) samdust um at ganga fiskimonnum og útróðramonnum * dekani harðliga ímóti. Minstulønina skerdu teir við 150 kr, um mánaðin — úr 800 niður í 650 kr. um mánaðin. Hvør annar stættur kann vísa á eina slíka skerjan av lønini. Eisini mugu vit minnast til, at hetta er ein høvuðsorsøk til, at okkara egnu skip verða liggjandi. Aðrar tjóðir bjóða nógv betri tryggjan av lønini, og tí fara okkara fiskimenn við teimum. Okkara skip liggja ómannað, meðan fiskimenn fiska fyri aðrar — og troka okkum sjálvar burtur frá marknaðarlond- unum. Prísviðbótin varð fråtikin út- róðramonnum. Teir skulu ikki fáa eitt oyra, men teir hava heldur ikki fingið tað, teimum varð lov- að í fjør. Samstundis, sum hesar niður- skurðalógir verða kunngjørdar fiskimonnum og útróðramonnum, verður boðað frá nýggjari løn- hækking til læknar, sýslumenn, prestar, lærarar og onnur fastlønt. Men hetta hava fiskimenn tjóð- veldismonnum, fólkaflokksmonn- um og sambandsmonnum fyri at takka. Í. maí kravgongan Stóri fylkingardagur arbeiðaranna. Tað tykist sum arbeiðsmanna- feløgini í Føroyum ikki koma í hug stóra >heiligdag< arbeiðar- anna kring um allan heimin — hin 1. mai, tá arbeiðarar í øllum londum fylkjast í stórar krav- gongur fyri at vísa sigursvilja teirra. Einans á Tvøroyri hava royndir verið gjørdar at hildið dagin. Alla aðrastaðni í heiminum fara fram ovurstórar kravgongur og fylkjast tá arbeiðararnir í nær- um hvørjum býi í flestu londum til risafundir, har fremstu poli- tisku og fakligu álitismenn arbeið- aranna halda stórrøður um dagsins brennandi spurningar. Í Danmørk varð størsti fund- urin hildin í Keypmannahavn, har arbeiðarar í hundraðtúsundtali savnaðust í Fælledparken aftaná mikla kravgongu gjøgnum partar av býnum. Høvuðsrøðarar her vóru Eiler Jensen, formaður í De samv. Fagforbund og H. C. Han- sen, forsætisráðharri. Hinir stjórn- NR. 18 arráðharrarnir talaðu aðrastaðni um landið, soleiðis nýggi sam- ferðslumálaráðharrin Kaj Lind- berg í Aarhus, Viggo Kampmann, fíggjarmálaráðharri, í Fredricia. arnir Buhl, Bush-Jensen og Saunte cand. magarnir Alsing Andersen og Frode Jacobsen, cand. theol.- arnir Bomholt og Bodil Koch og cand. politurin JJens Otto Krag. 10 av teim vóru ófaklærdir. Ein teira er Johan Strøm, sosialmála- ráðharri. Víðari vóru: 7 handils- og skrivstovufólk, 6 lærarar, 6 jarða- brúkarar (teirra millum ráðharr- arnir Smørum og Carl Petersen), 5 blaðmenn (m. a. verjumálaráð- harrin Rasmus Hansen), 4 jarn- breytarmenn, 1 fimleikarlærar- inna og 1 postboð. — Ein betri úrdráttur úr teirri breiðu fjøldini kann valla hugsast. Hverjir eru teir? Hvussu er ein norðurlendskur javnaðarflokkur arbeiðara- flokkurin — samansettur? Hvørj- ir eru teir menn, ið arbeiðara- fjøldin kjósar sær til teirra álitis- menn á tingi? Vit taka her danska javnaðarflokkin sum dømi. Tølini eru frá 1952—053, tá ið tvey ting vóru í ríkisdeginum, og ting- mannatalið tí meira enn nú. Størsti bólkurin vóru handverk- ararnir — umleið 40 í tali. Av hesum vóru aftur smiðirnir flestir við Kjærbøl á odda. Næstir vóru prentararnir. 7 i tali, best kendir teirra millum Hedtoft og H. C. Hansen. Síðani tveir træsmiðir, 2 seymi- konur, 1 keramikari, 1 múrari, 1 tapetserari, 1 sigarskiljari, 1 bar- berur og 1 snikkari. So koma akademikararnir — 14 í tali, Teirra millum jurist- Dagligt lív í Norðanlondum Kavaskumparin. Fyri stuttum spurdi svenski kongurin Strang, fíggjarmálaráð- harra, hvat hann hevði tikist við, áður enn hann gjørdist ráðharri. Hetta var á svensku kongaborgini. Strang fór yvir til eitt vindeyga og segði: — Eg havi tikist við so mangt ymiskt, men millum annað havi eg skumpa kava har niðri í garði tygara. Løn til sjúkar sjómenn. Nýggi íslendski sjómannasátt- málin gevur trolaramonnum 17 pst meira løn og 1 pst. meira feriupening. Verður sjómaður sjúkur í útlendskari havn og hevur verið 1 ár hjá sama reiðarí, fær hann fulla løn í 14 dagar, og hev- ur tænastutíðin verið 2 ár, fær hann fulla løn í 1 mánaða, aftaná hann er vorðin sjúkur. Meira mjólk. 1954 var besta mjólkiár í søgu Íslands. Mjólkafeløgini tóku ímóti | 54 milj. av mjólk. Hetta er 2 milj. kr. meira enn árið framman- undan. Føroyar—Grønland. Fyri stuttum hildu javnaðar- feløg í Keypmannahavn samkomu har Niels Arup, landsrættarsak- førari talaði um danskan politikk í Føroyum og Grønlandi. Vístir vóru filmirnir: >Grønland í sol,« >Taagen letter,< >Fiskeri og hval- fangst paa Færøerne< og »Fugle- fængere paa Færøerne. 5 daga arbeidsvikan. Herfyri vard roynd 5 daga ar- beidsvika å 2 verksmidjum i Ber- gen. Arbeiðsfólkið var undir støð- ugari læknakannan. Úrslitið vísti seg at vera fram úr gott. Nú hevur verksmiðja í Oslo roynt hetta sama. Um hesa roynd sigur dispo- nenturin Kjeld Andersen: — Fyri 2 árum síðani rýmdi fólk úr arbeiði, skulkingarnar øktust, og vørugóðskan var ikki hin besta. Vit settu 300.000 kr. í