leygardagur 5. mai 1956síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nýmótansgerðina, og teir peng-
arnir eru væl farnir... Úrslitið er,
at skulkiprosentið er farið niður í
helvt, arbeiðshugurin er munandi
hækkaður, vørugóðskan er nógv
bettri, og prísirnir á okkara vørum
eru niðursetttir.
Bæði norska og svenska lóg-
gávuvaldið hava nú uppskot at fáa
ígjøgnum 45 tíma arbeiðsviku.
Íslendska sementfabrikkin.
Ísland verður nú at fáa sína
fyrstu sementfabrikk, Hon verður
bygd á Akranesi. Tilfarið til
sementframleiðsluna verður gróp-
að upp av botni í Faksaflóðanum.
Danskt felag skal byggja, og fyri
stuttum undirritaðu Kampmann og
stjóri íslendska íløgubankans sátt-
mála, hareftir Danir læna Ísland-
ingum 16 milj. kr. til tilfarakeyp.
Danir læna so fyrst henda pening-
in av amerikanska krónuágóð-
anum í Danmark,
Voreg—Svørikt.
Norðmenn hava avgjørt at
ganga Svium á møti, nú teir heittu
z
á teir um at fáa loyvi at nýta
ymiskar norskar havnir til út-
fluttnings eins væl og at leggja
upp í. Áður hava londini havt sátt-
mála um Narvikhavnina, ið Sviar
nýta sum málmútfluttningshavn. Á
henda hátt verða Sviar reiðiliga at
sleppa framat Atlantshavinum.
Kanningar í Finmarkini í Norð-
ur Noregi vísa, at fiskimenn har
eru vánaligir svimjaran. Í fyrra-
árið dugdu bert 12,8 pst. at svimja
— í fjør bert 13,3 pst. Hetta mál
er nú tikið til gjøllari kanningar.
Svimjuumstøðurnar í Føroyum
hava verið alt annað enn góðar, so
tað man ivaleyst ikki vera stórt
frægari her á landi.
er ein
— Pápi, hvat politiskur
svikjari?
Ein svikjari er ein madur, id rymir
úr okkara flokki og fer yvir til ein
annan flokk.
— Men hvat er so ein maður, ið
rýmir úr sínum flokki og kemur yvir
til okkara ?
Ein skilamaður, sonur mín, ein skila
maður!
|
Duga ikki at svimja.
|
Í
- KLAKKSVÍK Í DAG
Fótboltur. Fyrsti landskapping-
ardysturin her verður sunnudagin
13. mai. Try lið av Tvøroyri, I. og
II. lið og dreingjaliðið. Kfarnir
hava vant dúgliga nú í seinastum.
Fekk skaða. Týsdagin, tá ið
Sjúrðarberg var á veg úr Klakks-
vík til Havnar, fekk ein av mann-
ingini, Hallur Laksafoss, skaða.
Hann kroysti 3 fingrar undir
lemmi og mátti av. Sjúrðarberg
er farin til Grønlands.
Skipini. Mánadagin kom Polar
stjørnan undan Íslandi við 550
skpd. Hevdi roynt um leið 5 vikur.
Fer til Grønlands. Sama dag kom
Sigurðfarið, eisini fullfermt.
Skálanes og Liljan komu hósdagin.
Skálanes við 700 og Liljan við
sløkum 700 skdp. Polarfarið á veg
eystaneftir við 110 tonsum.
Útróðurin. Veiðan hevur verið
nógv hesa vikuna. Ørvur fekk
20.000 pd. á tveimum setum. —
Norðanfyri hava bátar fingið upp
í 5000 pd. upp á setuna. Innstaler-
ingur fekk 550 pd. av kalva miku-
dagin, ein annar 350 pd.
Í hesi vikuni hava fleiri norskir
bátar verið inni á Klakksvík á veg
til Grønlands.
Sjúkrahúsið. Mikudagin vóru
m. a. her 2 danskir verkfrøðingar
og hugdu at sjúkrahúsinum í sam-
band við víðkingarnar og nýbygg-
ingarnar, ið fram skulu fara. Hes-
ir hava annars hugt at sjúkrahús-
inum á Tvøroyri, ið er vorðið
heldur illa løstað, tá ið grundvøll-
urin vil svíkja í støðum,
Læknaembætið. Hvussu nógvar
umsóknir vóru til hitt leysa sjúkr-
Pf. J. J. JACOBSEN, Klakksvík
Í krambúðunum hjá okkum
fáa tygum allar verur:
slacks
vindjakkar
kjólatoy
meturvorur
damufrakkar
harrafrakkar
klædningar
klædningatoy
VIT KEYPA
telefonir :
skrivstovan T og 207
toystovan 307
matverudeildin 107
spísistell
kaffistell
nógv av emaljuvorum
annars alt ísinkramm
all slog av viðskera
altíð nógva og góða føroyska kjølpylsu
grisakjøt
kålvakjøt
oksakjøt
annars allar matvørur
allar føroyskar vørur, ull og kloddar, neytakjøt og kålvakjøt
8
ALT SAXINGARARBEIÐI
við traktorfresara verður gjørt.
Nærri við at venda sær
til telefon 1974.
Maskinstød Føroya
ahúsembætið her er ikki almanna-
kunnugtt, men hóast royndir vóru
gjørdar, noktaði Halvorsen at taka
við starvinum, uttan so, at myndug
leikarnir hettu á hann — og tað
er noyvan hugsandi.
KÍ heitir í hesum døgum á
ítróttafólk í bygdini at stuðla
nýggja húsið, ið byggjast skal við
leikvøllin. Húsið verður annars
eisini styðjað bæði av tí almenna
og privatum fyritaksemi. Ætlanin
var, at húsið skuldi standa liðugt
til Norðoyarstavnuna, men hagar
til er bert ein mánaði nú — og
byggingin er framvegis ikki byrj-
að, so hetta verður helst av ongum.
Polo fór týskvøldið til Noregs
við tunnufiski. Ferðafólk fóru við.
Føðingardagar: 6. mai Heini
Justinussen, Klakksvík, 60, 8. maí
Jens" Pauli Sólstein, Klakksvík,
65, 9. mai Johanna Olsen, Mikla-
dal 65, 10. mai Søren Joensen,
Klakksvík, 60 ár.
Gullbrúdleyp. 9. mai kunnu
hjúnini Anna og Johannes Joen-
sen, Viðareiði, halda gullbrúd-
leyp. Fyri framman henda merkis-
dag goymir seg ein langur og
strevin arbeiðsdagur, men ein ar-
beiðsdagaur, ið tað av sonnum
sæst almikið aftir — miklar grøn-
ar fløtur eru besta prógv um hetta.
Mangt og miki ðkann avrikast í
góðari samvinnu. Tað hava hesi
hjúnini roynt og kunnu gleða seg
yvir hetta, nú lívskvøldið stundar
til. Bestu ynskir á merkisdegnum.
Vinur.
93 næmingar vórðu týsdagin
innskrivaðir til komandi skúlaár
her. Teir koma at verða í 3
flokkum.
VÍSDÓMSORÐ
Ein triðjupartur av tí, vit eta, er nóg
mikið til at fóðra okkum. Teir tveir
triðjapartarnir fara til at fóðra lækn-
arnar.
Einki skapar so góðan sálarfrið sum
onga meining at hava,
Miljónbétin hjá
donsku sjómonnunum
Samanlagda bótin hjá donsku
sjómonnunum í samband við ólóg-
liga verkfallið kom at verða 1
milj. kr. Felagið helt fund hós-
kvøldið fyri at gera uppskot og
taka upp samráðingar við reiðar-
arnar um, hvussuleiðis teir skuldu
gjalda hesa bótina. Sjómanna-
felagið hevur í hesum sambandi
sagt frá, at noyðugt verður at
hækka limagjaldið munandi.
| Sosialistráðharri
leysur aftur
Tá ið sosialista- og kommunista-
flokkurin í Eysturtýsklandi gjørd-
ust ein flokkur, varð sosialistur
settur sum løgmálaráðharri; men
seinri varð hann fastsettur fyri at
hava vart og ikki revsað arbeið-
ararnar í Berlin nóg harðliga, tá
teir gjørdu uppreisn móti kommu-
nistaharðveldinum í juli 1954. Nú
er ráðharrin saman við 77 øðrum
politiskum fangum reinskaður
fyri skuldsetingarnar og leysgivin.
VEITST TÚ?
at í Keypmannahavn eru 430.000
telefonfelagar, harav hava 32.000 heil-
automatiskar telefonir, 550.000 telefon
| apparatir, og at talið av telefonsam-
røðum í 1955 var 769 miljónir — upp
| á hvønn gerandisdag 2,3 milj.
*x
SKIP. Nýggja norska amerikufarið
»Bergensfjord« fer jomfråferdina 31.
mai, Tað er 18.500 t. og siglir 22,5
mil, Tað hevur fingið tær sofallaðu
»finnurnar«, so tað ongatíð kemur at
rulla meira enn 6 gr. hvønn vegin.
Tað rúmar 876 ferðafólkum. Tað er
25 m longri enn »Oslofjord«, men
vigar 400 tons minni, Allur yvirbygn-
ingurin er av aluminium.
*x
BILAR. Amerikonsku
smiðjurnar hava síðan
smíðjað 148 milj. bilar.
Bilskatturin gav danska statinum í
1955 ikki minni enn 544 milj. kr. í
inntøku,
Motorkønir menn hava roknað út,
at tað í 1961 verða 1,2 milj. bilar í
Svøríki.
bilverk-
aldarskiftið
*x
VEITST TÚ?
at i 1955 vórðu flutt 70 milj. ferða-
fólk loftvegin, i 1954 59 milj., og at
talið í 1957 ætlast at koma upp í 85
milj., í 1960 upp i 100 milj.
at flogfeløgini í løtuni hava liggj-
andi ordrar upp á flogfør fyri 7 milj-
ardir kr.
at eitt flogfar í fyrra veraldarbar-
daga hevði 1 tíma um at koma 2000
m upp í luftina,
at ein jetjagari á dag hevur 2 min.
at koma 5000 m upp.
*x
Lærarin spurdi næmingarnar, um
teir kundu nevna eitt dømi um, at
»erlighed varer længst<.
— Jú, segði Jógvan, um eg skrivi
roknistykkini av eftir einum øðrum,
tekur tað bert 10 minuttir, men um eg
eri erligur og rokni tey sjálvur, tekur
tað minst ein tíma.
x
Tá ið Várharra verður óvinur við
ein mann, letur hann mannin verða
lærara. —
Lærudrongur
kann fáa pláss á prentsmiðjuni. —
Telefon 1820.