Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 1956síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KVINNAN Fyri stuttum hildu javnaðarkvinnur í Bretlandi 50 ára minningardag. — Orsøki nvar, at í 1906 tóku kvinnur frá bretska jarnbreytafelagnum seg saman og stovnaðu sosialistiska kvinnu felagið, Sama ár varð aðalfundur hild- in, har millum annað varð avgjørt, at hetta ikki skuldi vera serstakur flokkur men felagi skuldi standa saman við javnaðarflokkinum. Har vóru nógv mál á skránni, m, a. vildu kvinnurnar sjálvar kenna seg sum ábyrgdarkennandi borgarar. Um Í hetta mundið høvdu tær ikki valrætt. Endamálið var, at har, sum sketvt skuldi rættast til beint, var tað eitt arbeiði fyri kvinnurnar.< Tær vildu arbeiða fyri valrætti, fyri teimum svongu børnunum, hin pínda lønar- trælin, teimum arbeiðsleysu, teimum avlamnu og teimum gomlu. Javnaðarflokkurin, ið var stovnaður 1906. hevði hetta sama endamálið. Men nógvar av konunum vóru ikki við. Tær gingu í teirri fåvitskutu trúgv at tær skuldu vera heima og lata menn- inar um politikk, Felagsins arbeidi hevur verid: upp- lysningur, undirvising, fundir, tjak- fundir. lesiringar, kunnleiki um kom- munal viðurskifti o. s. fr. Stórur dent- ur varð lagdur á heim og børn men eisini líkindini til, at kvinnurnar kundu koma at luttaka í arbeiði uttan- fyri heimið. — Vit kunnu einki gera við at sita heima og lesa í bókum og so fara eina miskunnarvitjan til teirra, ið treingja, segði hin fyrsti formaðurin, Margaret Mac Donald. Men við politiskum ar- heiði. halda vit, at vit kunnu vinna økonomiskt og politiskt frælsi fyri okkum og fyri hitt uppvaksandi ættar- liðið. Kvinnurnar hava verið við til at ført ígjøgnum málið um ókeypis matt á øllum skúlum læknaumsjón á skúl- unum, ókeypis, tvungin skúlagongd til 16 ára aldurin, hjálp til treingjandi húsmøður. nationalisering av sjúkra- húsunum og mangt, mangt annað. 120.000 ella 43 pst. av øllum lim- unum í bretska javnaðarflokkinum eru kvinnur. vm dan H UGSKOT É meira sjåldsom, enn ein heldur.; henda tala, ið loysir allar spurningar, og sum lýsir av vitsku, Her verður ikki mest hugsað um tær stóru royndir, ið fólk gera fyri at virka andaliga stór, stuttlig, lærd og vitug — øll henda innarliga forlorna talan — tað er ikki hon — nei, tað mest syrgiliga er, at hin menniskjansliga talan, okkara hesta framberingararboð, hvørja løtu verður valdtikid av kenslum í løtuni, av vreiði, misunnilsi o. s. fr., og endar í einum havj av misskiljingum. Tað er ivaleyst soleiðis, at alt millum himmals og jørð kann fáast í rættlag við eitt sindur av javnari bóndavitan, við eitt sindur av stemningum og øvund, javnari, væl umhugsadari, vitugari talu...... Arbeiðarastevnan | í 3. orðum Sosialistisku málini kunnu stytst og greiðast verða søgd við teimum 3. orðum: — Frælsi, javnaður, breðralag. FRÆLSI er ikki einans frælsi til nakað frælsi frá nøkrum. Herundir frælsi frá fá- tækradømi, arbeiðsloysi og høpis- men eisini i } SW I ON (UN Hin javna, vanliga talan, hon er leysum harðræði. Í stóran mun ganga frælsi og javnaðaur við øðrum orðum hond í hond. Natio- nalisering aleina gevur ikki meira frælsi. Bureaukrati mótarbeiðir altíð frælsinum, annaðhvørt hetta er í form av privatum partafeløg- um ella almennum umsitingar- miðstøðum. Materiel framgongd nýtist ikki altíð bena við sær meiri frælsi, sjálvt um hetta altíð vil vera ein neyðug treyt —. JAVNAÐUR umfatar ikki ein- ans inntøkujavnaðin men eisini javnbjóðis atgongd til lærdóms og mentunnargóðar, so niðurbrótanin av stættarmuni samfelagsins støð- ugt heldur áfram. Javningin av inntøkunum kann einans avmark- ast av tí ansni, ið neyðugt er fyri ikki at forða fyritaksseminum. At forða fyri, at ikki arbeiðarar og smáfyritøkur missa inntøku vegna arbeiðsloysi og minkandi fram- leiðslu, er eitt úrslitaríkt stig móti inntøkuójavnanum. — BROÐRALAG eigur at verða framt á arbeiðsplássinum, so tað munar. Arbeiðarin og fakmaðurin eiga at verða settir til arbeiði, har teir trívast best. Í samband við regluliga samvinnu — samvinnu- nevndir arbeidara og arbeids- gevara imillum mugu allir mein- boðar verða beindir av vegnum. Arbeiðarin má verða vidfarin sum eitt menniskja og ikki sum einhvør annar lutur, hoyrandi til eina maskinu ella eina skrivstovu. Ætl- andi kann henda hugsanin verða framd á tann hátt, at arbeiðararnir fáa høvi til at siga sína hugsan í samband við dagligu driftina og soleiðis verða við til at loysa upp- gávur, ið partaeigarar áður vóru einsamallir um; tí keldan til auto- ritet og avgerðarrætt eigur heldur at koma frá teimum arbeiðandi menniskjunum enn teimum meir ella minni passivu ognarmonn- unum — partaeigarunum. Umskipan av samfelagnum er neyðug. Men í tí fjølbroytta sam- felagnum, ið best uppfyllir tey sosialistisku málini, ber væl til at hava týðandi vinnulívstáttum við privatum ognarrætti. Sosialistiska samfelagið hevur rúm fyri og brúk fyri øllum skapandi og uppbyggj- andi kreftum tjóðarinnar. Stýrimannsprógv Á Feroya Skiparaskúla hava 14 næmingar tikið stýrimannsprógv: Árni Petersen, Tórshavn 122 Erling Petersen, Servágur 131 Tórleif Simonsen, Sandavágur 178 Egil Djurhuus, Kollafjørður 182 | Karlot Poulsen, Strendur 166 Johan Hofgaard, Tveroyri 131 Kristian Joensen, Nólsoy 143 Tryggvi Petersen, Kvívík 110 Johan Rasmussen, Strendur 138 Eigil Hansen, Tórshavn 164 Birgir Simonsen, Tórshavn 198 Andrass Ólavson, Sydrugøtu 168 Johannes Joensen, Sumbøur 164 Andrias Poulsen 128 Hægsta stig er 203 og lægsta 87. LICITATION Fimleikarhøll realskålans verður her útboðin til sølu og niðurrívingar. Nærri frágreiðingar arbeiðinum vidvikjan di fáast við at venda sær til býarverkfrøðingin, Skrivlig bod í afturlatnum brævbjálva, merktur: Boð uppá fimleikarhøll« verða send býarverksfrøðinginum í seinasta lagi leygardagin tann 9, juni, kl. 12 (á middegi). Tá verða tey innkomnu boðini opnað, meðan teir, ið bjóðað hava, eru hjástaddir. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum tey innkomnu boðini ella einki at taka. Tórshavnar býráð, tann 16. mai 1956. FODERSTOFFER Foderb:anding, maiei Byg, maiet Majs, knust Majs. Hønsefoder »Rekord«, Kyllingefoder, hel Byg, hel Hvede, Hvedeklid, hel Havre, hel Dari. STØRSTE LAGER | BILLIGSTE PRISER P-F VALDEMAR LUTZEN TELEFON 1020 — 4 LINIER | PRENTSMIDJAN Á HEYGSBREYT TORSHAVN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI TELF. 1820 FÆRØSK MARGARINE Vita No Í VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT GROT OG SKERVUR Oll, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA Skipafelagið Foroyar TELEFON 1225 Tórshavn Føroya Bjór ØL- og MINIRALVATNSVIRKI | Foroya Citrón sodavatn . Appelsin limonada Pilsnar, Hindber limonada Jørdber limonada Ekta Maltøl. | EINAR WAAG, Klakksvík — MÁLTRÁÐUR 4 | ———————""—"—— Vanillie limonada Áppolinaris