Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-06-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 22. LEYGARDAGIN 2. JUNI 1956 FRÆLSI JAVNAÐUR BRØDRALAG 29. ÅRG. Beint nå fer skiftanin fram i náttúrulagnum; tað bleika dæmið hvørvur, hitt blómandi fríska, grøna og vakra tekur við. Tað er vakurt, tá land okkara tekur summarkápuna uppá. Vit eyg- leiða tað við gleði, so hvert sum tað frýðkast og skapar sær sín undirbjarta summarkrans til. — Og væl sær hon út, okkara hug- prúða móður Føroya land, tá hon er skrýdd í summarbúna. Tá syngja vit við stoltleika: »Land mítt, har grasið í líðum grør,< o. a. Vit gleðast yvir, at nú er hin ljósa tíðin komin; stormanna villu leikir verða skúgvaðir til viks av tí milda og blíða, sum summarið hevur við sær, alt livandi gleðir seg, fuglurin syngur í erva, grøðin í neðra; blómurnar spretta, prýð- ast og búnast; teirra andadráttur er í frískleikanum og vakurleik- anum, og hetta merkir og mergjar okkum menniskju. Summarlagið kemur yvir okkum. Hvat kann betri vera? Gleðin er felags fyri okkum øll, men best lýsir hon út av barnasálum og harnæst ung- dóminum. Rætt so eigur tað at vera, og hetta ger, at tey, ið eru meira framkomin og heilt eldri kunnu fáa tvífalda gleði — um stirvin tey enn kanska eru — júst á henda hátt: yvir lívsglað børn og lívsglaðan ungdóm, tvinnaðan saman við náttúrunnar vakurleika og styrki. Soleiðis eigur hvør at gleðast við øðrum. Tá veit væl við. Summarsins ríkidømi hevur almikla mátt og megi. Tað ræður um hjá okkum menniskjum at fáa sum best burtur úr. — Summar og stevnur hoyra saman. Nú byrja stevnurnar — og summarið mennist. Fremst í røðini er Norðoyarstevnan. Henni á baki er Jóansøkustevnan. So koma Varmakelda- og Vestanstevna. — Seinast okkara mest umfevnandi stevnuhåtid: Ólavsøkan, ið er landsstevna við øldargomlum dámi yvir sær. Stevnur eru sannar gleðihátíðir; tær eru eitt gott og neyðugt samrend av ymiskum sam komum við ítrótti, fólkafundi, kristni og ikki at gloyma ættar- og vinarlag, ið hittast á slíkum løtum. Tað er okkum í kjøtið borið at hava virðing fyri ætt og vinfólki og sýna trúskap og gestablídni. Yrkjarin trivur so í einastadni: »Tå stongd var ei bóndans stova, um ókunnugt fólk kom á leid.« Hetta eyðkennir og livur tíbetur enn, og er tað okkara fámenta oyggjarfólki eitt hent og gott fyri- brigdi. — — Nordoyarstevnan er júst av slík- um uppruna, ið grundar á for- fedranna kappingarstevnur, har teir komu saman til ítrótt og leik, SUMMAR OG STEYNUR Ítróttafólk ganga skrúgongu á leikvøllinum á Nordoystevnu hvar ætt hitti ætt og vinir funnust. — Harafturat er stevnan grundað á at vera ein samkoma, har sjó- bardir menn, troyttir av sleipi, komnir aftur av Suðurlandinum, kunna fáa høvi at njóta eina løtu av summarsins stuttleika og vakur- leikum; hesir menn, sum ár eftir ár mega rýma frá tí føroyska summarinum til veiðu, at teir fáa eina góða løtu áðrenn skilnaðin, tá teir aftur skulu stevna móti Ís- lands og Grønlands strondum. — Stevnan hevur nú 20 ár á baki, byrjaði 1936; men hertil er at siga, at ikki varð hildin stevna, meðan bardagin leikaði á 1940— 1945. Við friðinum varð stevnan tikin uppaftur, og hevur hon verið hildin á hvørjum ári. Hon er so statt vorðin eitt veruligt lið í teim mongu í tilveranini. Og mangt gott tiltakið er framt á stevnuni. Hetta er púra náttúrligt, tí júst á slíkari løtu, eru líkindini tey bestu, tá vit heilt kasta tað gerandisliga frá okkum og av fullum huga leita inn í hin fría stuttleika- og vakurleika- heimin. Tá er løtan hin besta og sælasta í lívslættanum á eini stevnu at tæna einum hvørjum góðum fólkaligum endamáli. Tíð- in er nógv broytt síðan byrjanina; og nú skriva vit tað Harrans ár 1956. Vinnulívið hevur heilt aðra gongd nú enn tá; men hóast alt :hetta, so er einki riðið undan grundarlagnum. Norðoyastevnan er og verður ein løta, har hin hvønndagsligi hamurin verður gloymdur. Við góðum samkomum av ymiskum slag, stuttleikum, við ítrótti og øðrum hvíla vit okkum, fróð og glað, hurðar verða lætnar upp, borðreitt verður og so gongur prátið, og tá er vinarlag í høllum. Og so eigur tað at vera, úti sum inni á stevnuhaldi, eiga vit at halda okkum at gaman í orðsins sanna týdningi; um so er, tæna vit eisini ålvaranum, Ein stevna er, tá saman um kemur, eins og eitt rætt samkomuhús: gaman og álv- ara, og júst tað grípur okkum øll, og harvið er kallið: hvør sær, ger títt til, at gera eina stevnu góða og hugnaliga, tá man fara at bata, tí harvið fáa vit eina góða fólka- stevnu, uttan mun til navn og stað: tá tæna við endamálinum til lítar, tað er tað, sum umræður. — Hjúnarband tyggara kann lætt- liga bjargast, bara tygum kunnu taka lut í tí sum interesserar mannin, — Byrja beinan vegin. Hvat interessarar maður tygara seg fyri? Eini av teim ungu kvinnunum á skrivstovuni, *x Eydna er tað sama sum góð heilsa og ringt minni.