Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-06-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 1956síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 22 Meira um Nordoyastevnuna z Fótboltur. Lidini, id spæla á Nordoyastevnuni, verða: HB I og II lið spæla móti KÍ I og II lið. Skúladreingir úr Fuglafirði spæla móti skúladreingjum í Klakksvík. — Í hondbolti koma Klakksvík og Sandavágur at royna seg. Eisini Neistin I.-mannslið og Sandavágs [.-mannslid leika. Midnáttarsamkoman = leygar- kvøldið hevur altíð ein vakran há- tíðardám. Hornblástur. Gentukór úr Fuglafirði við Herluf Bertel- sen, lærara, syngur. Ella Leivs- garð, lærarinna, kemur á pallin við eini 12—14 fimleikagentum. Á hesi samkomu verður Torgið í Vági vakurt prýtt. Klakksvíkar sangfelag verður undir fólkafundinum við Sámal Petersen á odda at seta dám á fólkafundin. Eini 35 fólk verða tá at syngja. Hornblástur. Havnar- og Klakks víkar hornorkestur verða at lata tónleik gella um bygdina, tá ið skrúðgongan byrjar úti í Klakks- vík og endar á Torginum. Hesi somu orkestur hava konsert kl. 5 á Torginum. Um kvøldið spælir G.H.M. úr Havn til gamlamanna dans í Samkomuhúsinum. Lutaseðlasøla fer fram til frama fyri barnagarð K.F.U.M. og K.s. Lutaseðlar eru seldir kring um landið, men loyvt er nú at selja báðar dagarnar á Norðoyastevn- uni. Húsið er liðugt innrættað, men framvegis er nakað eftir at gera, og vónandi verður undirtøk- an góð til hetta fræga endamál. Eydnuhjól verður í Samkomu- húsinum. Opnar kl. 4. Peningurin fer til frama fyri nýggja húsið, ið Kirkjutíðin broytt Frá sunnudegi 3. juni til september út verður kirkjutíðin í Klakksvíkar kirkju broytt til kl. 11. Kirkjuráðið. SOSIALURIN KLAKKSVÍK Í DAG bygt verður til ítróttafólkið nær- hendis ítróttavøllinum. Fólk eiga at styðja hetta fræga endamál. El-verkið. Leiðingarnar av Brúna- skarði og norður á Strond skulu vera lidnir til 6lavsøku. Tá sam- bandið við SEV verður í lagi, verður farið undir at gera motorin á Strond storri. Hann er 800 hk, men gjørdur soleiðis, at hann lættliga og uttan størri kostnað kann útbyggjast til 1200 hk. Hann verður so førur fyri at veita hin neyðuga streym, um okkurt óhapp skuldi verið SEV fyri. Fyrsta januar í ár vóru 25 ár umliðin, síðan ravnmagnsverkið á Strond varð tikið í brúk. Fødingardagar. 3. juni Anna Clement- sen, Syðradali, 82; 9. juni Jovina Johan- sen, Åninum, 74; Jacob Peter Mikkelsen, Årnafjørd, 60 år. Útróðurin hevur verið småligur í seinastuni. Nógvir av bátunum eru farnir til Íslands. Aðrir hava gjort ella gera til útróður á bankarnar. Keldan, ið P.f J. J. Jacobsen hevur keypt, hevur verið á beding og skal nú til Íslands við sneri. Smábátar eru komnir upp í 1000 pund. og fólkaskúlan fara fram 16. og 18. — 19. og 20. juni, báðar dagar kl. 8,30, verður upptøkuroynd til millumskúlan. Born skulu verða innmeldað seinast 6. juni, >= Á, neyðars, lítli Harry! Nú komu tygum ikki væl burtur úr tí; men lítli Harry, hvussu skulu tygum vænta at vera førur fyri at verja nakað, ið oddamenn Tjóðveldisflokksins ongatíð hava torað at vart? Teir ásanna, at mis- gerðir teirra eru størri, enn teir eru mentir at bera. Lítli Harry, um so er, at vit og skil er skapt í | tygum, halt so uppat at tvætla, | men kom heldur so gleivbeintur sum Skúlin. Skrivligu royndirnar við millum- Pf. J. J. JACOBSEN, Klakksvík Í krambúðunum hjá okkum fáa tygum allar verur: slacks vindjakkar kjólatoy meturvørur damufrakkar harrafrakkar klædningar klædningatoy VIT. KEYPA allar føroyskar vørur, ull og kloddar, neytakjøt og kålvakjøt telefonir : skrivstovan 7 og 207 toystovan 807 matvørudeildin 107 spisistell kaffistell nógv av emaljuvørum annars alt ísinkramm oll sløg av viðskera altíð nógva og góða føroyska kjøtpylsu grísakjot kålvakjøt oksakjøt annars allar matvørur LEE DD SO SODE MT TOR TO SOE DETS AO menn plaga at vera, tå id teir kenna seg fullvísan i at hava rætt- in og sannleikan vid sina lið, og avnokta og ger okkum til lygnarar tá ið vit siga: at Tjóðveldismenn á tingi hvørki hava lagt frá sær orð ella stav til frama fyri at loysa læknamálið, men tvørturímóti hava nýtt hvørja kritiska løtu til øsing og rumbul. at Tjóðveldismenn saman við landsstyrisflokkunum komu við uppskotinum um at eyðræna 150 kr. av minstulon fiskimanna, at henda skerjan Tjóðveldis- manna av minstulønini úr 800 niður í 650 kr. er orsøkin til, at føroysk skip eru ómannað, at Tjóðveldismenn saman við landsstýrisflokkunum hava lagt prísviðbótina soleiðis, at so fáir sum gjørligt skulu njóta gott av henni, at henda prísviðbótarmisgerð Tjóðveldismanna hevur gjørt, at menn noyddust av stað í vár, full- vitandi at teir skuldu í øllum før- um vinna 2000 kr. minni enn í fjør, at Tjóðveldismenn vóru nógv ágrýtnari at berjast móti prísvið- bótini til útróðramenn enn bæði sambandsmenn oog fólkaflokks- menn, SNES —— Sø——————————————=— ————— 2. JUNI i956 at Tjóðveldismenn av øllum alvi bardust fyri avtøku av lands- handlinum við tí úrsliti, at prís- irnir á neyðsynjarvørum ruku upp — og a thetta gjørdu teir, hóast teir vitstu, at landshandilin t, d. kundi útvega sildagørn 40 kr. biligari enn nakar annar. at Tjóðveldismenn harvið hava verið við til at gjørt livilíkind ni hjá teirri breiðu fjøldini, arbeiðs- monnum og fiskimonnum nógv verri, samstundis sum teir góvu stórmonnum frítt spæl at skalta og valta við vøruprísum og stinga ovurvinningin í egna lumma, held- ur enn at hann kom landinum til góðar. O. s. fr. Hetta eru naknir, kaldir og hjartaleysir = veruleikar. Einki annað. Vit skulu minna tygum á, at ikki ber til at geva Fólkaflokk- inum skuldina fyri hesi óhugna- ligu spøkilsi. Tey eru ikki hend ta tíðina, tá Fólkaflokkurin var í hásætinum. Tað var frá 1943 til 1943. Alt hetta, sum her er nevnt, er hent í 1954 og árini aftaná — við øðrum orðum síðani Tjóðveld- isflokkurin fekk 6 — SEKS — manns å ting. Å neydars, pinkalitli Harry. SO ERKVISNIR At sannleikin ikki verdur told- ur, ber Dagbl. eitt fullgott prógv um miðvikudagin 23. mai. — At Sosialurin er Dagblaðnum meinur í tí politiska lívinum, er ógviliga væl fatandi við tað, at hann er erligur og støðufastur í síni poli- tisku framferð. Sosialurin, ið umboðar ein flokk, ið er minnimannsins holl- asti tænari, hevur síðan hann varð íbirtur, tæmt sínum veljarum á ein- um aktivum grundarlagi, og altíð vilja sannført fólkið um, hvør leið- in, id best gongd er fyri ta fátæku fjøldina — tann sosialistiska. Og hetta er tað, sum Dagblaðið og hini bløðini vilja forgera sær av. Men Sosialurin ætlar sær neyvan at skifta lit av hesi orsøk, hvussu tað so kókar undir lokinum av ill- skapi. Tá ið mold stjelur mold, tá lær hin versti. At Dagblaðið skal koma sær at brigsla nøkrum stemmufiskarí, skilir einki rætt- hugsandi menniskja, tí hvør hevur verið raskari enn Dagbl. og flokk- ur tess at fiska sær stemmur á ymiskan hátt. Nei, tað er bara eitt, sum enn heldur lív í Dagbl., og tað er frekleikin, hann gongur yvir alla skrið — tað er einki, ið kann botna frekleika Dagblaðsins. Tá so Dagblaðið nýtir hesa yvir- skrift: »Vegadur og ov lættur«, so má tað helst sipa til tann flokk, tað sjálvt umbodad, tí í 1954 varð hann jú av veljarunum vegaður og funnin alt ov lættur. Dagblaðið hevur ikki altid sung ið við vøkrum lagi um teir donsku javnaðarmenninar, men tað er nú bara gott, at Dagbl. er komið so mikið ávegis, at tað sær, at ein javnaðarstjórn er fús at átáka sær samfelagsábyrgd, og at tað ikki er sum Dagbl. og hini bløðini vilja vera við, at javnaðarmenn einans eru stemmufiskarar. Dagblaðið hevur sostatt givið sær sjálvum ein dyggan frammaná. Eitt dømi her um frekleika Dagblaðsins: at tað vágar sær at nerta við tilskot til útróðramenn, tá tað fullvæl veit, hvussu forkryplaðaða støðu lands- stýrisflokkarnir høvdu til prísvið- bótina. Tað at loypa á aðrar nú, hjálpur púrt einki uppá ta olmuss- ustøðu, høvdu yvirfyri prísviðbót til heimaútiróður. Tað er ikki bert í hesum føri, at fiskimaðurin er lumpaður av landsstýrisflokkun- um — men tað er í hvørji einastu syftu, og tí teir ikki fáa javnaðar- menn til at hanga afturút á teirra deyðaskútu, royna teir at kroysta bæði líkt og ólíkt burturúr sær í allari sínari neyð. Tað skal Dagblaðið vita, at javnaðarflokkurin hevur eina holla og gongda leið, meðan hinir flokkarnir einans vilja leggja fólk inum stein omaná byrði, síðan kunnu teir spjálkast, sum teir vilja, tí hetta er ein royndur veru- leiki. J. S. Norðmenn dansa Í hesi vikuni hava 15 pør av norskum dansarum havt framsýn- ingar av norskum fólkadansi ymsa staðni í Føroyum. Yvirhøvur hildu fólk henda dans vera forvitnislig- an. Áskoðararnir vóru nógvir, og fagnaðurin stórur.