Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-06-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI JAVNADUR STREIKAN STENDUR VID Ikki eydnaðist at fáa sáttmála í lag millum Havnar Arbeiðsmanna- felag og Havnar handverksmeistara- felag, og arbeiðið var steðgað mik- udagin. Har aftur ímóti eydnaðist tað týskvoldið handverkarafelagnum og meistarafelagnum at koma á samt um såttmålan. Arbeiðssteðg- urin umfatar tí einans teir ófak- lærdu arbeiðararnar, ið arbeitt hava hjá meistarafelagslimum. Tað eru ætlandi út móti 40 menn. Samráðingar hava farið fram hesar dagarnar millum H. A. og meistarafelagið ; men tær hava verið úrslitaleysar higartil. Komið var so langt, at arbeiðarafelagið helt seg til at binda seg til sama sáttmálan, sum handverkararnir høvdu gjørt semju um; men teir vildu ikki ganga vid til, at ein slikur såttmåli skuldi galda fyri 2 ár. Sostatt stóð aftur í botni. Uppskot varð sett fram um at arveiða eftir tí galdandi sáttmálanum í 8 dagar, meðan samráðingar fóru fram. Hetta vildi Havnar arbeiðs- mannafelag geva seg undir, men ikki meistararnir. So heldur ikki hesin útvegur fordi á mál. Hesin arbeiðssteðgur er enn lítið umfatandi, tf so fáir menn verða raktir av honum. Men tað er mikið umráðandi at menn sýna góðan samráðingarhug, so fáast kann eitt úrslit; tí tað hevur so mangan víst seg, at á hesum eki kann ein lítil neisti kveikja stóran eld. Fótboltur Seinnapartin í dag, kl. 430, verður landskappingardystur í Havn. Tað eru B 36 og KÍ 1. lið, ið leika. Beint aftaná spæla dreingjaliðini. Í morgin fer HB til Klakksvíkar við 3. liðum. Eisini hesir leikir eru í landskappingini. Til spøkilsid í 14. Harra Birtulíð! Sum tað vísir seg, so vilja tygum ikki kenna sannleikan um tey viðurskifti, tygum fáast við at skriva um; men tygum tykjast einans at vilja erpa tygum við lótum og stórum, men minni vøkr- um orðum, og tygum mala sum hundur um heitan greyt uttanum veruleikan. Ná, manns vilji, manns himmiríki! Við slíkar menn er so lítið annað at gera enn at yppa akslar og siga sum maðurin á sinni: »Mod dumheden kæmper selv gu- derne forgæves:« huldumaður. Donsku sjón- leikararnir Mánadagin koma til Feroya við »Tjaldrinum« sjónleikararnir frá kongliga leikhúsinum í Keypmanna- havn. Og týsdagin verður sjónleik- urin »Jeppe á Fjallinum« sýndur í Havn fyrstu ferð. Í Havn verður leikurin sýndur fimm ferðir, og troðkanin hevur verið stór uttan fyri billettsøluna, so teir munnu fara at spæla fyri fullsettum húsum allar 5 ferðirnar. Leikurin verður eisini sýndur í Klakksvík, Getu, Vestmanna, á Sandi, Tvøroyri og í Vági. Syndarlig hending Fyrrapartin hósdagin varð Amy, kona Peter Hansen, á Nesi, funnin uttanfyri hús síni. Eftir ollum at døma, var hon dottin niður av trappuni. Hon lá nakrar tímar heima við hús og varð síðani flutt á landssjúkrahúsið, har hon doyði næstan beinanvegin. Hon hevur ikki livað væl í vár, hjartað hevur verið heldur veikt. Hon var farin um tey 30 árini og åtli 4 born. Maðurin er í Grøn- landi vid »Morning Star«. Hvalaveiðan. Sumba fekk ein finnhval í fyrra- dagin. Ígjár fingu Heykur ein finn- hval, Royður ein, og Terji fekk ein sperm. Annars frættist ígjár, at bátarnir jagaðu; men tað var mest spermur teir sóu. Sakarmál um tulipanærnar Politiið hevur í vár tikið nakað av tulipanóm í Havnar getum. Ikki hava tær allar verið heimaseyður. Og nú hevur politimeistarin stevnt Hoyvíkarbóndanum og Húsagarðs- bóndanum fyri at fáa dóm í spurninginum viðvíkjandi seyði í Havnar gotum. Hetta er ein so- kallaður principspurningur, við tað at politimeistarin heldur uppá, at eitthvort leysgangandi kríatúr eftir politividtøkuni eigur at verða upp- tikið í Havnar getum. Kúrberg siglur heim úr Íslandi við brotnum skrúvublaði. Hann var inni í Vest- manney, men har fekk hann onga ábót gjørda. Hann er fullfermdur. VESTFART hitt nýkeypta skipið, ið var á veg til Grønlands, er afturvent og kom Í dag verður Sigurd Stoðstein á | á Havnina héskvøldid. Motorurin Argjum 60 ár. var í ólagi. Listaframsýning Listafelag Føroya fyrireikar aftur í ár á Ólavsøku framsýning av málningum, tekningum, skurðmyndum og høggmyndum í kommunuskúlabarakkini við gamla kommu- nuskúlan í Havn. Tey, sum vilja vera við, mugu áðrenn 1. juli siga undirritaða frá, hvørjar lutir, tey ætla at senda (við til- skilan av navni og eigara á hvørjum einstakum luti). Lutirnir sjálvir mugu vera sendir undirritaða í seinasta lagi 15. juli. Nevnd felagsins tekur sær rætt til at meta um, hvørjir av teimum innsendu lutunum sleppa við, og felagið tekur 5 % av tí, sum selt verður, til gjald av útreiðslum. F. v. H. D. Joenen, landslækni, formaður. LV BEDA Joansøkustevnan Jóansokusteynan í ár verður hildin í Vági við kappróðri, fótbolti, hondbolti, fólkafundi, svimjing og renning. Luttakarar í kappróðri biðjast siga frá, áðrenn 20. juni til telf. 76 ella 80 í Vági. Fullfíggjað stevnuskrå verður lýst seinni. Stevnunevndin NR. 23. | LEYGARDAGIN 9, JUNI 1956 29. ÅRG. Fólkaræði Vit hoyra nóg so oftani bløð sum t. d. Dimmalætting, 14. Sept. og. Dagblaðið skriva um demo- krati — fólkaræði. Men veru- leikin er tann, at tað sum hesi bløð og tess flokkar uppfata sum demo- krati, einki hevur við satt demo- krati at gera. Eingi mannabørn uttan tey, ið hava reiðiliga væl løddan peningapung, eru fræls. Peningavaldid er og verður ein kúgari, eingin verður frælsur, so leingi peningaræðið situr við ræð- inum, Á seinasta alheimsfundi sosia- lista verður m. a. sagt í fundar- samtyktini: > uttan frælsi, einki demokrati«, og »demokrati kann einans fullførast gjøgnum sosialismu.« Hugtakid demokrati midarim6ti eini stjørnarskipan, ið tryggjar hinum einstaka borgaranum tey sookalladu mannarættindini vid tilhoyrandi rættarvarnd, Demo- krati er hitt frælsa, fólkastýrda rættarsamfelagið, tann ramman, ið rúmar tí trúarliga, moralska, økonomiska og sosiala lívinum, ið aftur krevur politiska javnstøðu, persónligt frælsi (privatlív, trúar- talu-, skrivi-, felags- og samkomu- frælsi við rætti til sakliga atfinn- ing at teimum ráðandi í samfelag- num) eins og púra sjálvstøðugt dómsvald. Men hitt sanna frælsið verður ikki fullfíggjað við hesum. Tað hendir ikki fyrr enn peninga- megin er komin undir vald sam- felagsins, og tað kann hon einans koma í tí sosialistiska samfelag- num, tí allir aðrir flokkar byggja á tað støðið, at peningamegin skal vera í hondum og valdi einstakl- inganna og monopolkapitalistanna Hetta er royndur veruleiki, og tí er lætt at skilja, at einki satt demokrati kann setast á stovn uttanum sosiaismu, ið er fyrsta og grundleggjandi treytin fyri at >fólksins vilji kann gerast landsins lóg.“ Be, ur la = blóð Gluggin fyri juni er útkomin við vanligum innihaldi. Sakarmál Foroyatíðindi veit at siga frá, at sýslumaðurin á Tveyroyri stevndi kommunuskrivara Poul Øster fyri skriving tað man helst vera fyri blaðskriving. — Tað mátti so verið —