Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 75 - 20. apríl 2002 Nr. 75 - 20. apríl 2002 3 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara kæri John Dam skipari, ættaður úr Vestmanna andaðist í heiminum í Hoyvík 17. apríl 2002, 70 ára gamal. Jarðarferðin verður úr heiminum sunnudagin 21. apríl kl. 13.00 í Vesturkirkjuna. Fyri tey avvarðandi Oddvør, Hans Andreas, Marita, Zacharias og abbabørn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara kæri pápi, verpápi og abbi Petur Eli Mikkelsen fyrrv. 1. lærari í Gøtu andaðist hósmorgunin 18. apríl. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju mánadagin 22. apríl kl. 14.00. Familjunnar vegna Elin, Petur Páll, Jóannes og Barbara Nýggjur søluleiðari hjá Eimskip í Føroyum 1. apríl byrjaði Joel undir Leitinum sum søluleiðari hjá P/F Eim- skip í Føroyum. Joel undir Leitinum er 30 ára gamal, og hann hevur lokið prógv sum cand. merc. í fígging og rokn- skapi við Handilsháskúl- an í Keypmannahavn í 1998. Síðani hann var lið- ugur við lesturin, hevur hann starvast hjá olju- felagnum Lasmo í Lon- don í eitt hálvt ár og sum sølu- og framleið- slumaður á Føroya Fiska- sølu í trý ár. Hesa og komandi viku verð- ur Torgið í SMS aftur karm- ur um føroyskir dagar. Tá fara føroyskar fyritøkur, sum framleiða og selja vørur, tænastur og annað, at sýna fram tað, tær hava at bjóða. Tiltakið kann sigast at vera afturvendandi, tí longu í 1978 var fyrsta føroyska vik- an – sum tað nevndist tá – á Torginum. Men vánaligu tíð- irnir í áttatiárunum høvdu við sær, at tiltakið datt niður- fyri. Virksemið hjá føroysku fyritøkunum minkaði, sam- stundis sum virksemið á Torginum í SMS eisini minkaði. Fyritøkur lótu aftur, meðan aðrar – summar betur enn aðrar – megnaðu at halda høvdið yvir vatn- skorpuni; til tíðirnar aftur broyttust til tað betra fyri – nú longu – fleiri árum síðani. Aftaná ein steðg í nøkur ár tók SMS í fjør stig til aftur at leggja seg eftir at fáa føroy- skar vørur og framleiðslu undan kavi og fram í ljósið. Í fjør vóru fyritøkurnar, sum sýndu fram, serliga tær, ið framleiða vanligar gerandis- vørur, sum vóru til keyps í húsinum. Í ár er eitt sindur øðrvísi. Aftur at teimum fyritøk- um, ið framleiða vanligar gerandisvørur, hevur SMS fingið fleiri føroyskar fyri- tøkur, sum framleiða aðrar vørur og bjóða fram tænastur av ymiskum slagi, við í framsýningina. Rógvi Róin, marknaðar- leiðari í SMS, sigur, at hetta er gleðiligt, og tað er eingin loyna, at hetta var okkara mál, tá vit seinasta ár tóku stig til aftur at skipa fyri teimum áður sera vælum- tóktu føroysku temavikunum í SMS. Vit vóna, at undirtøkan í ár fer at hava við sær, at vit framhaldandi kunnu skipa fyri hesum tiltaki og kanska enntá fáa enn fleiri luttakarar við komandi ár. Livst so spyrst! Fyritøkurnar, sum sýna fram hesa vikuna eru: Føroy- a Bjór, Føroya Banki, MBM, Kemilux, Føroya Gluggi og Fóm. Í meðan føroysku dagarnir eru á Torginum í SMS verð- ur eisini undirhald. Fríggja- og leygardagin vitja Fjotto og Bobo á básinum hjá Før- oya Bjór, meðna Janus Kampmann og Vagnur Streymoy spæla føroyskan tónleika fríggjadagin kl. 17.00 á Torginum. Annars fæst meir at vita um tiltakið á heimasíðuni hjá SMS – www.sms.fo. Og har ber eisini til at luttaka í stóru spurnarkappingini, har høvuðsvinningarnir eru ein ferð til Reykjavíkar fyri tvey frá Atlantsflog, ein Nokia 3330 fartelefon við teletíðar- haldi frá Føroya Tele og eitt gávukort á 1.000,00 frá SMS. Føroyskir dagar á Torginum í SMS C M Y K 3 2