leygardagur 20. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 75 - 20. apríl 2002
Nr. 75 - 20. apríl 2002
5
Fiskimálastýrið hevur
fingið bræv frá hand-
lum og fyritøkum í
Bay Roberts har heitt
verður á at fáa viður-
skiftini við kanadisku
myndugleikarnar í
rætt lag. Eisini borg-
arstjórin, Wilbur
Sparks hevði undir-
skrivað brævið.
Føroysk og estlendsk
fiskiskip umfata 50%
av vinnulívinum í
lítla havnabýnum Bay
Roberts, og er bannið
tí ein dyggur fíggjar-
ligur smeitur
BLOKADA
Ingrid Bjarnastein
– Hetta hevur alstóran
fíggjarligan týdning fyri
Bay Roberts, sigur Wilbur
Sparks, sum er borgarstjóri
í havnabýnum Bay Roberts,
sum er á stødd við Klaks-
víkina.
– Tá tær føroysku mann-
ingarnar koma í land, so er
tað mitt í býnum, nær við
allar hentleikar, og hetta
gera teir sær sjálvandi dælt
av.
Í lokala blaðnum í Bay
Roberts, The Compass,
stendur at lesa, at bannið
fyri føroyskum og estlend-
skum fiskiskipum fer at
kosta býnum fleiri milliónir
dollarar.
– Vit harmast sjálvandi
um hetta, sigur borgarstjór-
in, Wilbur Sparks, sum
vísir á, at ein stórur partur
av vinnulívinum missir inn-
tøkur vegna bannið. Nú
hava ymsar fyritøkur og
handlar sent bræv til Fiski-
málastýrið í Føroyum og
kanadisku myndugleikar-
nar, har tey heita á teir, um
at fáa trætuna loysta so
skjótt sum gjørligt. Eisini
borgarstjórin hevur skrivað
undir hetta brævið.
– Eg tosaði við ein lokal-
an súkkluhandlara í gjár, og
hann fortaldi mær, at hann
hevði selt yvir 100 súkklur
til fiskimenn seinasta ár.
Eisini tær lokalu barrirnar
og handlarnir merkja væl,
at bannið er tikið við.
Gott orð á sær
Føroyingar hava ógvuliga
gott orð á sær yviri í New
Foundlandi. Wilbur Sparks
kennir ikki sjálvur nakran
føroying, men sigur, at inn-
búgvarnir eru glaðir fyri
føroyingar, og at forholdið
til teir er ógvuliga gott.
– Teir hava jú pening at
brúka, og vit hava okkurt at
bjóða teimum, greiðir Wil-
bur Sparks frá. – Bara nøk-
ur heilt einkul ting, sum til
dømis at klippa sær hárið,
verður nógv gjørt av. Hýru-
vognarnir merkja eisini, at
føroysk
fiskiskip
ikki
sleppa í havn, tí nú er held-
ur minni at gera.
Kommunan í Bay Ro-
berts hevur stovnað eina
nevnd, sum skal royna at
fáa báðar partarnar at semj-
ast um eina loysn. Mett
verður, at bannið fer at
kosta umleið 30 milliónir
dollarar.
Formaðurin í nevndini,
Ron Delaney sigur, at fólk í
býnum og í nærøkinum eru
ógvuliga skuffað av tí, sum
kanadisku myndugleikarnir
hava gjørt. Føroysku fiski-
skipini er størsti parturin av
skipunum, sum koma í
havn í Bay Roberts, og
hetta merkist stórliga eisini
hjá oljufeløgunum. Western
Petroleum, sum liggur við
Bay Roberts, væntar eina
minking uppá eini 40%, og
hetta er jú ein dyggur
smeitur fíggjarliga.
Men Føroyar verða ikki
klárar til samráðingar fyrr
enn aftaná løgtingsvalið
tann 30. apríl, skrivar blað-
ið The Compass. Til ta tíð
má the Town of Bay Ro-
berts noyðast við onnur
fiskiskip enn tey føroysku.
Bannið av føroyskum fiskiskipum í Kanada:
Kostar 30 milliónir dollarar
Wilbur Sparks,
borgarstjóri í Bay
Roberts harmast um
bannið, ið er sett ímóti
føroyskum fiskiskipum
yviri í Kanada. Hetta
kemur at kosta býnum
eini 30 milliónir
dollarar
Mynd: Ron Delaney
Bay Roberts er ein havnabýur á stødd við Klaksvíkina
C
M
Y
K
5
4