leygardagur 20. apríl 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 75 - 20. apríl 2002
Nr. 75 - 20. apríl 2002
7
Prísmunurin á
kongafiski til fesk
fløk og fryst fløk er
einar 3-4 krónur í
løtuni. Á Fiskavirking
á Tvøroyri ber ikki til
at arbeiða feskt, nú
útflutningsmøguleika
rnir eru so skerdir, og
tí er djúpvatnstrol-
arin, Suðringur, á veg
niður til Cuxhaven at
selja. – Støðan er
ógvuliga óheppin,
sigur Martin Hentze,
góðskuleiðari á
flakavirkinum á
Tvøroyri
VERKFALLIÐ
Vilmund Jacobsen
Eitt og hvørt verkfall rakar
meint, og tað rakar mong,
bæði á sjógvi og landi.
Nú at kalla eingin sigling
er hjá Strandferðsluni mill-
um firðir og sund, verður
bæði fiskivinnan á landi og
sjógvi meint rakt.
Tey virkir, sum serliga
eru rakt í hesum døgum,
eru tey, sum arbeiða fesk
fløk. Hesi skulu avskipast
sum skjótast, og tá ið
strandfaraskipini ikki sigla,
fæst fiskurin ikki til skip-
ini, sum flyta fesku vøruna
av landinum.
Hetta gongur aftur útyvir
fiskaprísin, tí munur er á
prísinum, virkini lata fyri
fiskin, sum fer feskur av
landinum og tað, tey lata
fyri fisk, sum fer til fryst-
ingar.
Úrslitið er, at skip sigla
av landinum við fiskinum,
sum tískil ikki kemur til
virkingar í Føroyum.
Hetta trýstir eisini konga-
fiskamarknaðin, sum eitt
nú Fiskavirking á Tvøroyri
hevur í Týsklandi.
Suðuroyggin
og Sandoyggin
Tvey økir, sum eru hart
rakt av verkfallinum, eru
Suðuroyggin
og
Sandoyggin, tí ein stórur
partur av framleiðsluni á
ávikavist Fiskavirking á
Tvøroyri
og
Sandoy
Seafood byggir á fesk fløk.
Martin Hentze, góðsku-
leiðari á Fiskavirking á
Tvøroyri, sigur, at verkfall-
ið rakar meint, men einki er
at gera við tað.
Beinanvegin aftaná at
verkfallið hjá
Skipara- og Naviga-
tørfelagnum gjørdist
veruleiki, fóru
telefonirnar hjá
bátaeigarum í
Klaksvík at ringja.
Nógvir bátar sigla um
Leirvíksfjørð, bæði
við farmi, posti og
fólki
VERKFALL
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Ein av hesum
bátum er Alfa Pilot, sum
eftir ynski hjá ferðafólki, ið
nýta leiðina hvønn dag, er
farin at sigla eftir galdandi
ferðaætlan frá 8. apríl.
Sosialurin frættir, at tað
eru sera nógv fólk, sum fáa
gleði av hesu leiðini nú,
meðan Scania liggur.
Tað eru tó ikki so nógv
fólk til allar túrarnar, men
heldur eru tað túrarnir
tíðliga um morgunin og
seinnapartin
og
út
á
kvøldið, at nógv fólk eru
við. Nógvir norðoyingar ar-
beiða ella ganga í skúla í
Eysturoynni og Streym-
oynni, so tað er orsøkin til,
at flest fólk eru hasar
túrarnar.
Alfa Pilot siglur sum sagt
eftir galdandi ferðaætlan
frá 8. apríl á Leirvík, ikki
Fuglafjørð
sum
Scania
gjørdi.
Alfa Pilot siglir eftir ferðaætlanini
– Fyribils merkja vit
ikki so nógv til
verkfallið, sigur
Adrian Dalsá, stjóri á
Kósini
VERKFALL
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Adrian Dalsá
sigur, at teir hava nóg mikið
av fiski til alla vikuna og
inn í komandi viku. Hann
sigur eisini, at teir nýta
Skipafelag Føroyar til at
flyta fiskin úr Klaksvík.
– So fyribils er sum so
ikki nakar stórvegis trup-
ulleiki. Vit eru til arbeiðis
akkurát sum vanligt, sigur
Adrian.
Hann vísir eisini á, at øll
skip og bátar kunnu koma
inn á Klaksvík at landa, so
tískil er ikki nakar vandi
fyri, at eingin fiskur verður.
Tað
er
sera
ójavnt,
hvussu nógvan fisk Kósin
flytur út úr Klaksvík um
vikuna, men Adrian sigur,
at tað plagar at liggja frá
umleið 50 tonsum og upp-
eftir, líka til 150 tons
onkuntíð.
Hósdagin kom Kvikk
inn á Klaksvík við
einum manni, sum
var dottin umborð og
hevði fingið skaða í
høvdið
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Maðurin datt
niðri í lastini, og fekk skaða
í høvdið. Sosialurin frættir
frá Kvikk, at tað var ikki
vandi á ferð. Skaðin var
beint omanfyri eygað, so
tað var á einum sjónligum
stað, so av tí at teir lógu
beint við Føroyar valdu teir
heldur at koma inn við
manninum, enn at fara at
seyma sjálvir.
Maðurin varð fluttur á
Klaksvíkar Sjúkrahús, har
hann fekk 15 pentir. Og
sum vanligt er, varð hann
eisini
kannaður
fyri
heilasjálvta.
Maðurin er útskivaður og
hevur tað gott.
Kósin merkir ikki
verkfallið
Maður dottin umborð
á Kvikk
Verkfallið rakar
fiskivinnuna meint
– Kongafiskamarknaðurin í Týsklandi er ikki so stórur, at hann ikki letur seg ávirka, um fleiri
føroysk skip fara av landinum við heilum kongafiski. Hetta er sami marknaður, sum
Fiskaviking á Tvøroyri hevur, sigur Martin Hentze, góðskuleiðari
framhald á síðu 7
SJÓLÁTIN
Vilmund Jacobsen
Mánadagin fekk ein føro-
yskur trolari eitt lík í trolið,
meðan roynt var á leiðini
við Svalbard.
Tíverri hevur ikki eydn-
ast okkum at finna fram til,
hvør trolarin er, hóast vit
hava spurt okkum fyri,
bæði hjá MRCC-Tórshavn
og í Bodø í Noregi.
Tað var, meðan trolarin
royndi við »Hopenjupet«
út fyri Svalbard, at líkið lá í
trolposanum, tá ið teir
hálaðu.
– Norskt vaktarskip var
av tilvild á leiðini, tá ið
norska
vaktartænastan
fekk boðini, sigur Andreas
Rødø, sum starvast hjá
sýslumanninum á Svalbard.
Vaktarskipið átók sær at
flyta líkið inn til Longyear-
byen á Svalbard við tyrlu.
– Líkið er nú flutt av
Svalbard til Tromsø og á
Universitetssjúkrahúsið, og
har skulu tey royna at finna
út av, hvør tann sjólátni er,
sigur Røde.
Hann vísir á, at tað er føst
mannagongd, tá ið lík
soleiðis verða funnin á hav-
inum, at tey verða kannaði
til lítar.
Eingin saknaður
– Vit vita ikki um nakran,
sum er saknaður í økinum
seinasta árið, sigur Rødø.
Sýslumansskrivstovan á
Svalbard hevur kortini ein
lista yvir trý saknaði, sum
talan kann vera um.
– Men hetta er yvir eitt
stórt øki og yvir langa tíð,
sigur Andreas Røde á
sýslumansskrivstovuni
á
Svalbard.
Tveir trolarar hava roynt í
Hopendýpinum
seinastu
dagarnar,
tað
eru
rækjutrolararnir Kappin og
South Island, sigur Vaktar
og Bjargingartænastan. Tað
eydnaðist okkum ikki at
fáa
uppspurt
hvør
at
trolarunum fekk líkið í
trolið, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Føroyskur trolari fekk lík í trolið
Hann vísir á, at nógvur
fiskur er á marknaðinum,
og tí kemur verkfallið
neyvan at ganga nakað ser-
ligt útyvir arbeiðstímarnar
hjá fólkinum, men meira
útyvir møguleikarnar hjá
virkinum at stýra fram-
leiðsluni, soleiðis at mest
fæst burtur úr, bæði til
virkið og skipini, sum
landa til virkið.
– Nú djúpvatnstrolarin,
Suðringur, skuldi koma inn
at landa, var prísurin, vit
kundu geva fyri kongafisk-
in, einar 3-4 krónur lægri,
enn hann annars hevði ver-
ið, um verkfall ikki var.
Kongafiskurin, vit keypa,
verður vanliga flakaskorin
og sendur ísaður av landin-
um, men hetta letur seg
ikki gera, nú útflutnings-
møguleikarnir
eru
so
skerdir.
Martin vísir á, at eingin
fiskur fæst norður um Suð-
uroyarfjørð til Norrønu, nú
strandfaraskipini liggja.
– Komandi hóskvøld
kemur Skipafelagið suður
higar, og tá kunnu vit aftur
senda fekst av landinum,
um tað passar soleiðis við
landing, sigur hann.
Suðringur til
Týsklands
Suðringur er nú á veg til
Cuxhaven í Týsklandi við
3100-3200
kassum
av
kongafiski og upsa, og
óvist er, hvar Phoenix fer
við sínum fiski, nú teir eru
um at verða lidnir við túrin.
Martin sigur, at Vesturtúgv-
an landaði 120.000 pund,
meginparturin
upsi,
á
Tvøroyri fríggjamorgunin.
Teir skuldu ætlandi landa í
Miðvági og so skuldi ein
partur av veiðini flytast
suður til Tvøroyrar.
– Men tað letur seg ikki
gera, nú verkfall er, sigur
hann.
Hann vísir á, at nú
Vesturtúgvan landar á
Tvøroyri so tætt uppundir
vikuskiftið, er ivasamt, um
Fiskavirking á Tvøroyri
yvirhøvur kann bjóða uppá
lastina hjá Phoenix.
Tað er eisini ein spurn-
ingurin, sigur Martin, um
djúpvatnstrolararnir, sum
fiska kongafisk, yvirhøvur
vilja selja fyri 3-4 krónur
minni fyri kg., enn teir
plaga at fáa, tá ið alt er sum
vanligt.
Gongur útyvir
marknaðin
Góðskuleiðarin sigur, at nú
fleiri
djúpvatnstrolarar
kunnu væntast at fara til
Týsklands við kongafiski,
er als ikki óhugsandi, at
hetta eisini fer at ganga
útyvir marknaðin á feskum
fløkum, tí hetta er sami
marknaður og somu við-
skiftafólk, sum eitt nú
Fiskavirking á Tvøroyri
hevur í Týsklandi.
- Kongafiskamarknaður-
in í Týsklandi er nú heldur
ikki so stórur, at hann ikki
letur seg ávirka, um fleiri
føroysk skip fara av land-
inum við heilum konga-
fiski.
Martin Hentze sigur, at
verkfallið sostatt bæði rak-
ar vinnuna á landi, sum er
skerd fyri flutning av fiski
millum oyggjarnar og út-
flutningsmøguleikar.
– Men verkfallið rakar
eisini skipini, ið vanliga
landa fisk, sum fer av land-
inum sum fesk fløk, sigur
góðskuleiðarin at enda.
framhald av síðu 6
C
M
Y
K
7
6