leygardagur 20. apríl 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 75 - 20. apríl 2002
Nr. 75 - 20. apríl 2002
9
Deksbáturin Ólavur
úr Vestmanna er 72
ára gamal og aftur
farin at flyta ferðafólk
um Vestmannasund.
Hann varð smíðaður
til rutusigling, og er
nú, verkfall er, aftur
farin at flyta fólk um
Sundið
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
á Vestmannasundi: Tað er
sum í grind, nú allir bátarn-
ir kappast um at sleppa at
flyta ferðafólk um Vest-
mannasund, tí strandfara-
skipini ikki sigla.
Við ferjuleguna í Vest-
manna, uttan á Sam sum er
lagdur har, liggur gamli
Ólavur, sum í 1930 varð
smíðaður til at flyta fólk
millum oyggjarnar. Hann er
nýliga umvældur og er í
rættiliga góðum standi.
Veteranurin á økinum,
Alfred Olsen í Vestmanna,
stendur í stýrihúshurðini.
Hann greiðir frá, at hann
sigldi við Ólavi um Vest-
mannasund í 20 ár. Frá
1945 til 1965, tá Bragd
byrjaði at sigla.
Alfred er klárur at bakka
frá. Tað eru nøkur fólk við.
Ikki so øgiliga nógv, tí
bussurin, sum kom við
ferðafólkinum, sum skal
við flogfarinum, vendi og
fór yvir til bátahylin, har
teir nýmótans glastrevja-
bátarnir, sum ganga skjótt,
liggja.
Ein fremmandur maður,
hann tosar enskt, men er
ivaleyst eystaneftir, skilst,
kemur inn á dekkið á Sam.
Hóast onkur, hann hevur
samband við í Føroyum,
hevur koyrt hann úr Havn
til Vestmanna, veit hann
ikki
rættiliga,
hvussu
mannagongdin er, og held-
ur ivaleyst, at hetta er tann
lítla ferjan, sum sigla skal.
Hevur hug at fara inn í
gongina, men verður vístur
umborð á hendan lítla, sum
liggur við síðuna av. Mað-
urin ivast eit sindur, er líkt
til, men fer so, og er als ikki
misnøgdur kortini. Hetta
tykist vera eitt upplivilsi
fyri hann.
Tó skilir hann ikki, at
kioskin við ferjuleguna er
stongd, hóast tann stóra
ferjan ikki siglir. Hann ætl-
aði at keypa sær sigarettir,
greiðir hann frá, men slapp
ikki inn.
Tað kemur ein bilur aft-
urat oman til ferjuleguna.
Foreldur, sum koyra eina
unga kvinnu til ferjuna.
Rópt verður umborð at vita,
um tað slepst við. Jú, tað er
gaman í. Bara at koma inn á
bógvin. Onkur av hinum
ferðafólkunum tekur kuff-
ertini hjá ungu kvinnuni.
Klemm og muss á bryggj-
uni, og so er hon sum eitt
fok á bakkanum.
Alfred sær, at bussurin
við
flogferðafólkunum,
hann væntaði at fáa, er far-
in yvir til teir nýggju bát-
arnar, so hann bakkar frá og
setir kós móti Oyrargjógv
við teimum, sum komin
eru. Ikki heilt einki kortini.
Ólavur er útgjørdur við
hálvtannaðhundrað hesta-
kreftum í maskinrúminum,
so hann gongur bara heilt
skjótt. Øll eru á dekkinum
fyrstu løtuna, men sum vit
nærkast sjálvum sundinum,
er onkur, sum fer niður í
lugarið, har kabússan er
tendrað, so heitt og fjálgt
er.
Hyggi niður. Beinkir eru
í bæði borð, men bert skott.
Eingin
koyggja.
Gass-
kabússin logar afturi móti
lastaskottinum, og undir
leytaranum og niður við
kabússini er bjargingar-
útgerð til nógv fólk. Telji
ikki, men síggi, at til tey,
sum her eru umborð, er iva-
leyst.
Eg fari uppaftur. Fram á
bakkan og síggi, at afturút
koma minst tríggir bátar
skúmandi aftan á okkum.
Einnir tveir ganga øgiliga
skjótt, síggi eg.
Tað er beinanveg, so er
annar á kroppinum. Ein
sonevndur speedbátur, sum
bara hevur skrúvuna í vatni.
Eini tríggir ferðamenn sita
samankropnir aftan fyri
rútin, sum er einasta lívd á
hesum opna farinum, sum
eftir, sum tosað verður um-
borð á Ólavi, ikki skuldi
sloppið at siglt soleiðis.
Ivasamt um tað er forsvar-
ligt. Og í hvussu er er tað
tápuligt, tosa tey umborð
hjá okkum.
Í hinum borðinum er ein
størri glastrevjabátur við at
yvirhála okkum. Tórshavn
stendur á reyvini. Hann
hevur væl av fólki umborð
og strýkur fram við landin-
um.
– Jú, havnarmenn tykjast
eisini hava sæð møguleikan
í at vinna sær nakrar krónur
til ein dýran bát, sum
kanska ikki tjenar so nógv
innaftur, sum væntað varð,
tá hann varð keyptur,
heldur ein av ferðamonnun-
um, sum stendur undir lið-
ini á mær.
Á Oyrargjógv er ferðsla
alla tíðina. Ein bussur
stendur á ferjubakkanum
og bíðar eftir fólki. Hann er
komin nakað væl fyri tíð-
ina, sum stendur í ferða-
ætlanini, soleiðis at fólk
sleppa at sita, beinanveg tey
koma við teimum ymsu
bátunum.
Teir skjótu glastrevjabát-
arnir eru longu farnir
avstað aftur, og ein føroysk-
ur træbátur kemur aftan á
okkum. Hann hevur iva-
leyst eisini nógv fólk við.
Ólavur leggur at bryggj-
uni norðanfyri. Ein ferða-
maður blakar springið í
land, og onkur er á landi,
sum setir fast.
Fólk fara í land við við-
føri sínum, og alt fer í buss-
in, sum skal flyta tey flestu
út á flogvøllin.
Opni báturin leggur at
sunnantil við brúnna og
skip-ar upp. Fólk og viðføri
í eina rúgvu.
Norðanfyri hevur Alfred
aftur loyst springið og er á
veg yvir aftur á Vestmanna.
Einsamallur at vita, um
onkur er, sum skal um aftur
sundið.
Seinni út á fyrrapartin
koma ferðafólkini, sum
komin eru við Maersk flog-
farinum. Tá ræður so um at
vera aftur á Oyrargjógv fyri
at sleppa at føra tey yvir á
Vestmanna.
Men fólk eru samd um, at
tað er ongantíð betri sam-
band um Sundið, enn júst tá
verkfall er.
Hann kennir hálvgloymdar ræsur
Ein teirra, sum flytir
fólk um Vestmanna-
sund, nú verkfall er,
heldur, at tað er ikki
heilt í lagi at gera so,
men vil kortini ikki
bara standa og hyggja
at, meðan fólk ferðast
FLUTNINGUR
Edvard Joensen
Vestmanna: – Tá eg skal
vera heilt erligur, so dámar
mær tað einki, sigur Alfred
Olsen, sum er farin at flyta
fólk um Vestmannasund, nú
strandfaraskipið Ternan er
rakt av verkfalli.
Spurningurin er einfald-
ur. Hvussu tað kennist at
vera verkfalsbrótari soleið-
is, tá ein tekur upp arbeiði,
sum aðrir hava lagt niður í
lønarstríði.
– Eg má siga heilt erliga,
at eg haldi tað vera skeivt.
Men hinvegin vil eg heldur
ikki bara standa og hyggja
at, meðan aðrir sigla, sigur
Alfred Olsen í Vestmanna,
sum er farin at flyta fólk og
post um Vestmannasund
við gamla deksbátinum
Ólavi.
Alfred er kendur á leið-
ini. Hann sigldi við Ólavi
um Vestmannasund í 20 ár
frá 1945 til 1965, tá hann
fekk bilferjuna Bragd.
Síðan átti hann Sam –
tveir vóru teir – áðrenn
Strandferðslan
yvirtók
hann, og Alfred fór aðra-
staðni at sigla.
Ólavur hevur eisini verið
aðrastaðni enn um Vest-
mannasund, við ferðafólki,
veit Alfred at siga frá. Hann
plagdi fyrr at loysa onnur
Strandfaraskip av, og hevur
verið runt landið.
– At kalla allar oyggjarn-
ar hevur hann vitja, greiðir
Alfred Olsen frá.
Nú rógva teir dagliga út
báðir, Alfred og Ólavur.
Báturin varð umvældur fyri
stuttum og hevur tískil nak-
að at skula forsvara.
– So tað er eyðsæð, at ein
roynir at vera við har, nak-
að er, sigur Alfred Olsen,
fólkaflutningsveteranur úr
Vestmanna.
Mær dámar tað einki
Alfred Olsen, hm., stendur í stýrihúshurðini og kennir seg
aftur á gomlum leiðum, tá hann var einsamallur um at flyta
fólk í fastari rutu um Vestmannasund
Mynd: Edvard Joensen
Á Oyrargjógv er sum umborð á Vaagen, tá.....»har lá hvørt um annað vavt, bæði posar, kistur
og menn«
Mynd: Edvard Joensen
Teir skjóttgangandi
glastrevjabátarnir flyta nógv
fólk um sundið. Líkt er til at
eisini havnarmenn síggja
møguleikan í at vinna
nakrar krónur á hendan hátt
Mynd: Edvard Joensen
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Ov lítil
kapping
Danski búskapar- og
vinnumálaráðharrin,
Bendt Bendtsen, held-
ur, at alt ov lítil kapping
eru millum teir donsku
peningastovnarnar.
Hann heldur eisini, at
peningastovnarnir eru
alt ov vánaligir til at
veita viðskiftafólkun
um upplýsingar.
Bendt Bendtsen held-
ur eisini, at tað er alt ov
dýrt hjá fólki at skifta
peningastovn, og at
gjaldið, sum peninga-
stovnarnir
taka
frá
fólki, sum skifta stovn,
er alt ov ymiskt.
Óhapp
ávirkaði
Óhappið í Milano hós-
dagin, tá eitt lítið flog-
far rendi á eini háhús,
fekk alt fyri eitt ávirkan
á
virðisbrævamarkn-
aðunum í Evropa og í
USA. Á Dow Jones í
New York fall støðið
1,6 prosent, so skjótt
tíðindini
bórust
úr
Milano, men tá tað
seinni varð kunngjørt,
at talan var um eitt
óhapp og ikki eina
yvirgangsatsókn, gjørd-
ist marknaðurin støð-
ugur aftur.
Í Evropa fekk ó-
happið eisini ávirkan.
Á virðisbrævamarkn-
aðinum í Frankfurt var
fallið 2,2 prosent, og
hóast italsku myndug-
leikarnir vissaðu fólk
um, at talan var um eitt
óhapp, varð úrslitið
kortini eitt fall upp á
1,2 prosent. Serfrøð-
ingar væntaðu, at mark-
naðurin fór at koma í
rættlag í gjár.
Leggja
saman
Ein fyribilsuppgerð av
atkvøðunum hjá parta-
eigarunum í teimum
báðum stóru ameri-
kansku teldufyritøkun-
um Hewlett Packard og
Compaq vísir, at meiri-
luti er fyri at leggja
fyritøkurnar saman.
Meirilutin er tó ikki
stórur, og roknað verð-
ur við, at tey, sum eru
ímóti samanleggingini,
fara at gera eina sein-
astu roynd at fyribyrgja
samanleggingini. Kort-
ini væntar stjórin í HP,
Carly Fiolina, at sam-
anleggingin
verður
endaliga staðfest tíðliga
í næsta mánað.
Úr Norðurlondum:
Heyerdahl
deyður
Heimskendi
norski
rannsóknarmaðurin og
ævintýrarin Thor Hey-
erdahl doyði hósdagin,
87 ára gamal. Heyer-
dahl hevur leingi verið
sjúkur av krabbameini.
Hann fekk skurðvið-
gerð í fjør, men sjúkan
versnaði kortini. Hann
doyði í heimi sínum í
Italia.
Thor Heyerdahl er
mest kendur fyri ferð-
ina, sum hann gjørdi
við flakanum Kon Tiki
um Kyrrahavið. Hann
setti sær fyri at prógva,
at samband hevði verið
millum Suðuramerika
og Polynesia í gamlari
tíð, og í 1947 eydnaðist
honum at sigla við Kon
Tiki úr Peru til Tua-
motuoyggjarnar
í
franska
Polynesia.
Flakin, sum hann nýtti,
var úr balsatræi og
gjørdur eftir gomlum
indianskum sniði.
Í 1969 royndi hann
við bátinum Ra I at
sigla úr Afrika um
Atlantshavið til Amer-
ika. Endamál hansara
var at prógva, at sam-
band kann hava verið
um Atlantshavið mong
ár undan ferð Colum-
busar, og tí var báturin
gjørdur eftir teimum
gomlu egyptisku pa-
pyrusbátunum.. Ferðin
miseydnaðist,
men
seinni fullførdi hann
ferðina við Ra II.
Thor
Heyerdahl
hevði eisini ta uppfat-
an, at hámentaninar í
gamla
Egyptalandi,
Mesopotamia og Indus-
dalinum høvdu sín upp-
runa í Bahrein við
Persaflógvan.
Seinni
gjørdi
hann
fleiri
rannsóknarferðir - eitt
nú við Tigris-ánna og á
Maldivunum. Hann var
eisini ofta í Peru og á
Tenerife,
har
hann
javnan búði.
Umframt ferðirnar á
sjónum gjørdi Thor
Heyerdahl ein hóp av
jarðfrøðiligum og forn-
frøðiligum kanningum.
Hann hevur skrivað
fleiri bøkur um arbeiði
sítt. Serliga kend er
bókin um ferðina við
Kon Tiki, og hon er
týdd til 62 mál.
Thor Heyerdahl var
føddur í Larvik í 1914.
Hann las upprunaliga
zoologi og fór í tí sam-
bandi til oynna Fatu-
hiva í Kyrrahavinum at
kanna djóralívið har.
Tað var á hesari ferðini,
at hann fekk áhuga fyri
Kyrrahavsøkinum.
Ísraelska stjórnin
avsannar, at hermenn
hennara framdu
hópmorð í flótta-
fólkaleguni Jenin,
men fleiri vilja
kortini hava staðfest,
hvat veruliga hendi,
tá ísraelski herurin
fór inn í leguna tann
3. apríl
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Eingin veit, hvussu nógvir
palestinar doyðu í flótta-
fólkaleguni Jenin. Pale-
stinskir talsmenn hava sagt,
at umleið 500 fólk doyðu,
tá ísraelskir stríðsvognar og
gravkýr fóru inn í leguna.
Sambært teimum pale-
stinsku
talsmonnunum
skutu stríðsvognarnir eftir
húsum, sjálvt um fólk vóru
inni, og gravkýrnar javnaðu
eisini fleiri hús við jørðina,
meðan fólk vóru inni í
húsunum. Tí vilja pale-
stinararnir vera við, at nógv
fólk liggja deyð undir
húsaleivdunum. Ísraelskir
talsmenn hava víst hesum
aftur. Teir halda, at minni
enn hundrað fólk doyðu í
Jenin.
ST-embætismenn, sum
vóru í Jenin hósdagin, siga,
at har sær ræðuligt út.
Serligi ST-sendimaðurin,
norðmaðurin Terje Rød
Larsen, segði við tíðinda-
fólk, at Jenin líkist mest
einum
jarðskjálvtaøki.
Hann helt tað vera burtur
av allari leið, at ísraelski
herurin hevur havt út-
gongubann í gildi í Jenin í
ellivu dagar, og at herurin
sýtti hjálparfelagsskapum
atgongd til tey neyðstøddu í
leguni.
- Eg síggi tveir brøður,
sum royna at toga pápan
undan húsaleivdunum. Vit
síggja eisini, at ein 12 ára
gamal drongur verður griv-
in undan. Hann er illa
brendur, segði Terje Rød
Larsen við tíðindastovuna
AP. Samstundis vístu sjón-
varpsmyndir, at líkini av 70
palestinum vórðu jarðað í
einari hópgrøv.
Krevja kanning
Alt fleiri og fleiri krevja, at
altjóða samfelagið skal
kanna, hvat veruliga hendi í
Jenin. Bretski uttanríkis-
ráðharrin, Jack Straw, segði
aftan á ein fund við ein
bretskan diplomat, sum
hevði verið í Jenin, at málið
eigur at verða kannað.
- Øll prógv, sum eru at-
komilig, benda á, at ís-
raelski herurin hevur nýtt
óneyðuga harðrenda fram-
ferð. Tað havi eg fingið at
vita frá okkara egnu, sum
hava verið í Jenin, og hetta
er so álvarssamt, at Ísrael
eigur at standa til svars fyri
tað, sum er hent, segði Jack
Straw.
Eisini danski uttanríkis-
ráðharrin, Per Stig Møller,
sigur, at tilburðurin í Jenin
eigur at verða kannaður.
Ísrael hevur víst aftur
kanningum,
og
ameri-
kanska stjórnin hevur gjørt
greitt, at USA fer at nýta
sýtingarrættin,
verður
kanningarmálið lagt fyri
ST.
Vanlukkan, tá eitt
lítið flogfar rendi á
eini háhús í Milano
hósdagin, stóðst
kanska av einari
misskiljing
FLOGVANLUKKA
Árni Joensen
Trý fólk doyðu, og umleið
60 fingu skaða, tá eitt lítið
flogfar rendi á Pirelli-
háhúsini í Milano um
fimm-tíðina
hósdagin.
Eeldur kom í húsini, men
tað
eydnaðist
rættiliga
skjótt at basa eldinum.
Í gjár skrivaði Milano-
blaðið Corriere della Sera,
at nógv bendir á, at van-
lukkan stóðst av einari
misskiljing.
Blaðið skrivaði, at tá tann
67 ára gamli flogskiparin,
Gino Fasulo, skuldi gera
klárt at lenda í Linate-flog-
havnini, boðaði hann frá, at
hann hevði trupulleikar við
lendingartólunum. Á band-
upptøkuni av samskiftinum
millum flogskiparan og
floghavnina
hoyrist,
at
flogleiðslan bað flogskip-
aran halda seg tætt við flog-
havnina.
Júst um sama mundið
bað ein tyrla um lendingar-
loyvi, men maðurin í
flogtorninum í Linate bað
tryluskiparan halda seg
burtur frá floghavnini.
Í somu løtu svaraði Gino
Fasulo, at hann hevði skilt
boðini, og tað lítla flogfarið
setti kós inn yvir Milano. Í
torninum royndu teir at
rópa á hann, men fingu
einki svar.
Ein misskiljing í Linate
floghavnini kostaði í fjør
meiri enn hundrað manna-
lív, tá eitt flogfar hjá SAS
og eitt lítið týskt flogfar
stoyttu saman á breytini.
Aftur eitt mistak í Linate-
floghavnini?
Ísraelska framferðin í Jenin
eigur at verða kannað
Pirelli-bygningurin í Milano
fekk stóran skaða, tá tað lítla
flogfarið rendi á hann
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
9
8