leygardagur 20. apríl 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 75 - 20. apríl 2002
Nr. 75 - 20. apríl 2002
11
Johan Dahl
Valevni Sambandsfloksins í
Suðruoy
- og evt. samgongu við
Sambandsflokkin???
Skal ein ganga út frá
lesarabrævi Jóannesar í
Sosialinum ídag tann 17.
apríl, so sær ikki gott út við
við møguligum samstarvi
millum
Sambandið
og
Javnaðin í eini komandi
samgongu, vit mangla bara
teir svørtu veingirnar.
Tað er eyðsæð fyri ein-
hvønn, at Javnaðarflokk-
urin hevur broytt kós og er
komin meir á sambands-
leið, vit sum eru sambands-
menn kunnu bert gleðast
um hetta. MEN, MEN tann
brennandi spurningurin er:
• Er hetta einans "spæl fyri
gallarínum" inntil 30.
apríl er farin afturum
ella??
• Er hetta kanska ein máti
at royna at flyta nakrar
sambandsstemmur
til
javnaðin??
• Tá Jóannes Eidesgaard
eftir at samgongurskjalið
var skrivað, segði við
fjølmiðlarnar, at hann
kundi taka undir við
øllum sum stóð á síðu 1 í
samgonguskajlinum - ER
HANN SO IKKI EISINI
EIN AV LOYSINGAR-
MONNUNUM , SKAL
TAÐ KANSKA SKILJ-
AST
ANNARLEIÐIS,
ELLA????
• Er Sambands-/Javnaðar-
samgongan, sum burdi
verið í eygsjón, kanska
ikki realistisk???
Tíðin vil vísa, hvar vit hava
Javnaðarflokkin og for-
mann hansara í einari
komandi samgongu.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Tað kom ikki sum nøkur bumba – tíðindini um, at eing-
in oljuboring verður á landgrunninum í ár. Tað hevur
leingi ligið í kortunum – eftir tær tríggjar boringarnar í
fjør – at helst fór Agip at útseta sína boring í eitt ár –
fyri at gera sítt heimaarbeiði uppaftur betri, nú
vónirnar til at finna olju í somu løgum sum tey í
bretskum øki, vórðu av ongum.
Gitt hevur verið, at Agip fór at biðja um útseting, nú
jarðfrøðiligu modellini, sum liggja til grund fyri
boringunum, skulu gerast heilt av nýggjum, og nú
oljan, sum varð funnin, liggur nógv djúpri enn roknað
varð við. Eisini hini oljufeløgini, sum hava bundið seg
til at bora fleiri enn ein brunn, hava sagt frá, at teirra
komandi boringar verða útsettar helst til 2004.
Nú kann so verða spurt, um hetta er eitt afturstig fyri
leitingina við Føroyar! Oljumálaráðharrin heldur ikki.
Og tað hevur hann helst eisini rætt í. Betur er at gera
heimaarbeiðið betur, so møguleikin fyri at raka rætt
fyrstu ferð og kanska einastu ferð, er so stórur sum
tilber. Tað er skilligt, at tá øll oljufeløgini við teirra
mongu serfrøðingum verða heilt tikin á bóli, tí teir hava
ikki mett rætt, so má alt endurskoðast. Roknað hevur
alla tíðina verið við, at olja fór at verða funnin í somu
løgum sum teimum, har olja í dag verður framleidd í
bretskum øki skamt frá markinum. Í teimum báðum
feltunum Foinaven og Schiehallion. Men tað skuldi
vísa seg, at hvørki í boringunum hjá Statoil ella BP var
nøkur olja at finna, bert einstøk spor, og í brunninum
hjá Amerada Hess varð ikki komið fram á nevni-
verdugar nøgdir av olju, fyrr enn borað varð nógv
djúpri enn ætlað tvs. í løgum, har eingin ella fáur hevði
hugsað, at oljan var at finna.
Tað er greitt, at oljutilgongdin hevur fingið eitt skot
fyri bógvin. Tó so at bjartskygni helst hevur verið í so
stórt og órealistiskt. Tí hyggja vit at royndunum
aðrastaðni, so er tað heilt náttúrligt, at olja verður ikki
funnin eftir bert heilt fáar boringar. Vestan fyri Hetland
vórðu t.d. boraðir meira enn 70 brunnar, áðrenn
ítøkiligt úrslit kom burturúr. Í Noregi vórðu boraðir
fleiri enn 30 brunnar, áðrenn fund varð gjørt. Í Føroy-
um eru bert boraðir tríggir brunnar. Og í tí eina er
møguleiki fyri einum veruligum fundi. So eftir hesum
úrslitinum at døma eiga vit at vera nøgd. Men vit mugu
samtíðis hava tol.
Tað er sum landsstýrismaðurin sigur: vit mugu hava tol
og vit mugu brúka ta tíð hetta tekur. Heldur bíða og
raka rætt enn at skunda sær og raka við síðuna av. Tað
er sjálvandi stórt spell fyri veitararnar, sum hava gjørt
seg út. Hinvegin er hetta ein partur av veruleikanum. At
vinnan her heima kortini ikki enn hevur gjørt seg út
bara til at virka burturav í hesi vinnu er so eisini gott,
og er nettup eitt dømi um tað skilagóða í at hava eina
liðiliga vinnu. Tað er ikki fyrr enn lønandi oljufelt eru
funnin og avgerð er tikin um at byggja út, at vinnulívið
á landi burturav eigur at fara inn í hesa vinnu. Nú
mugu vit so seta okkara álit til, at feløgini miðvíst
halda fram við sínum arbeiði. At tey ikki spæla
myrkaspæl og ætla sær so spakuliga at sleppa burtur úr
økinum og forpliktilsunum. Í so máta kunnu brunnar
hinumegin markið fáa stóran týdning fyri okkum
eisini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eingin oljuboring í ár
VIÐMERKINGAR
Eg skilji púrt einki
Ólavur í Beiti, rithøvundur
Eg skilji líka lítið politikkin sum
meg sjálvan!
Tá ið eg taki synd í mær sjálvum, eri eg javnaðarmaður!
Tá ið eg eri linur, eri eg sambandsmaður!
Tá ið eg droymi, eri eg sjálvstýrismaður!
Tá ið eg eri illur, eri eg tjóðveldismaður!
Tá ið eg eri tystur, eri eg miðflokkamaður!
Tá ið eg eri svangur, eri eg fólkafloksmaður!
Leila Hjørleivsdóttir
á Lofti
valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymoy
Dagpeningalógin broyttist
8 mei 2001. Hetta hevði við
sær,
at
121
persónar
knappliga
vóru
uttan
nakran sjúkratryggingar-
møguleika.
Ònøgdin hesum viðvíkj-
andi endaði aftur í ting-
inum. Eftirfylgjandi hendi
tað, at nøkur komu aftur í
dagpeningaskipanina,
meðan restin enn bíðar eftir
endaligum kunngerðum og
reglum um ,hvussu lógin
sum heild kann umsitast.
Ein sera ótrygg støða hjá
smáum virkjum og sjálv-
støðugum vinnurekandi.
Tí mugu møguleikarnir
fyri alternativum sjúkra-
tryggingum kannast.
Tryggingarfeløgini bæði,
ella eitt nýtt triðja, er ein
upplagdur møguleiki.
Tað eigur og skal bera til,
uttan mun til um inntøkan
er av slagnum A ella B.
Hesum vil fólkaflokkurin
stríðast fyri.
Sí meira á
Folkaflokkurin.fo
Vinnurekandi uttan sjúkratrygging
Kaj Leo Johannesen
Valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymi
Í Dimmalætting og í So-
sialinum tann 17. apríl
skrivar formaður Javnaðar-
floksins positivt um Jákup
Mortensen, sáli og Flemm-
ing Mikkelsen, løgtingslim.
Men annars fer hann illa
við restini av Sambands-
flokkinum.
Trupult er at síggja nakað
positivt endamál við hasum
álopinum. Men er enda-
málið at leggja sjógv mill-
um samríkisflokkarnar í
Suðuroynni, so hevur mað-
urin gjørt eina dáragerð fyri
allar suðuroyingar, og tá
hevur hann eisini hjálpt
Tjóðveldisflokkinum.
Hann hevur tá enn einaferð
valt loysingarleiðina fram-
um samríkisleiðina.
Nú valdi Jóannes Eidesgaard aftur Loysing
fram um Samríki
Hvussu sinnaður er Javnaðarflokkurin
veruliga fyri Ríkisfelagskapinum
Katrin Gulklett
Fyrst vil eg takk Virgar T.
Dalsgaard fyri, at hann
hevur kunnað nútíðina um,
hvat hendi á politiska víg-
vøllinum, meðan Heðin
Brú sáli livdi.
Hetta er ógvuliga væl
skrivað og vísir á, at
skrivifrælsið og orðið, tá
sum nú, ikki er frítt í
Føroyum – meðan Føroyar
skal verða »frítt« – siga
kotamenn og endurtaka seg
sjálvan eina ferð enn.
Í ár 2002 eiga vit at hava
talu- og skrivifrælsi, uttan
at fólk halda og trúgva um
nakað so álvarsligt sum
fullveldi kontra samband
við Danmark.
Tað vísir seg, at søgan
endurtekur seg, bert við 50
ára millumbili. Ein »frels-
ari« tá, – sum nú.
Sama
framferð,
sum
Virgar so væl greiðir frá,
verður framd í Føroyum í
dag. Tað eru fá, sum ditta
sær at siga sína meining
hart, enn minni tora tey at
skriva og seta sítt navn
undir, men goyma seg undir
dulnevni.
Vit, sum búgva í Dan-
mark, kunnu bara fella okk-
ara orð á pappírið. Búðu vit
í Føroyum, kundu vit
blanda okkum beinleiðis í
politisku støðuna, tí vit
hava stóran áhuga fyri
okkara kæru har heima og
framtíð føroyinga yvirhøv-
ur.
Roknistykkið hjá Hoydal
Tað búgva uml. 48.000 fólk
í føroyum, harav eru nógv
børn og fleiri gomul. Rest-
in, tað arbeiðsføra fólkið,
skal yvir eitt stutt áramál
gjalda 1,3 milliardir meira í
skatti á ein ella annan hátt.
Hvussu í allari víðu verð
skal hetta roknistykkið
kunna hanga saman?
Skulu tey gomlu flyta inn
til børnini ella eta tara?
Skulu tey aftur at skera
torv, tí olja er ov dýr?
Blokkurin
Um vit nú ongantíð høvdu
fingið blokkin, hvussu var
so vorðið hjá t.d. pensión-
istunum í dag?
Jú, so hevði pensiónin
verið prístalsregulerað sum
alt annað t.d. sjúkrahús,
skúlar v.m. Øll høvdu
fingið tað, sum tey høvdu
krav uppá at fáa.
Sum nú er, er ein stórur
partur av pensiónini stolin
frá teimum eldru.
Hetta helst til at fíggja ta
stóru lønarhækkanina, sum
politikararnir góvu sær
sjálvum síðsta ár. Fyri ikki
at gloyma tryggjanina av
teirra egnu pensión, tá teir
rúka út til komandi val.
Hvør króna varð oyra-
merkt, áðrenn blokkurin
stakk sítt høvd fram undan
kavi.
Blokkurin kundi staðið
við sítt trúvirði, um teir
stýrandi høvdu dugað at
stýra við skili og ikki við
hatri.
Eg vil samstundis nýta
høvi at takka Aksel Krogh
pensiónisti fyri, at hann
áhaldandi
skrivar
um
støðuna hjá pensiónistum í
Føroyum.
Tað er gott, at tann hvíti
bonkurin kann tola at hoyra
um, at tit blíva so álvarsliga
snýttir fyri ta pensión, sum
tit hava stríðst eitt heilt lív
fyri at nýta ágóðan av.
En pensión skal prístals-
regulerast so sum alt annað
hvørt ár. Og eg kann bara
geva Aksel rætt í, at tit eru
drigin við nøsini í fleiri ár
nú.
Fjølmiðlarnir SvF og ÚF
Tað, sum vekur stóran anga
hjá mær er, at menn sum
Leivur
Hansen,
sum
arbeiðir í SvF og Jógvan
Arge, sum arbeiðir í ÚF,
eru trúfastir tjóðveldis-
menn.
Teir skriva í bløðini, stýra
øllum fjølmiðlum í Føroy-
um og kunna enntá syrgja
fyri, at Hoydal himself er
við í øllum, sum verður
sent.
Teir kunnu enntá, – við
ella uttan løn – syrgja fyri,
at hinir ikki fáa ov langa tíð
at tosa í; verða forðaðir í at
tosa liðugt av Hoydal,
meðan skæðugákurin Hoy-
dal hevur óavmarkaða tíð
og ofta heldur einaveldis-
røður bæði í útvarpi og
sjónvarpi.
Hesir menn eru »in-
habilir« til at røkja síni
størv, tí teir bera sólbrillir
alla tíðina – eru Hoydals-
frelstir.
Teir síggja ikki, at tað er
ein nýggjur dagur í morgin
og eitt nýtt ár næsta ár.
Vit, sum búgva í fríum
landi og hava loyvi at hava
eina aðra meining enn
aðalin í Føroyum, so sum:
»Patursson,
Hoydal
og
Vang«, hugsa okkara.
Tað er óhugnaligt, at tann
aðalin, sum kann velta,
fiska og drepa seyð, skal
avgera lagnu fiskimanna og
teirra ættarliði við.
Eg vil enda hetta brævið
frá mínum friðarbýli í
Danmark við at siga at:
»Samband er gott, men at
ein skilnaður millum hjún
er ringt, bæði fyri tey
vaksnu – men ringast fyri
børnini."
Ein góð framtíð fyri
okkara børn borgar fyri eini
liviberandi framtíð fyri
okkum, sum nú eru for-
eldur, tá vit verða gomul.
Mín áheitan skal tí vera
til alt Føroya fólk antin at
velja Javnaðarflokkin ella
Sambandsflokkin inn á ting
– helst báðar flokkar.
Alt annað vil vera at
grava sína egnu grøv og
bumba Føroyar yvir í triðja
heim, har órættvísi, fá-
tækradømi og hungur fer at
verða veruleiki.
VALGREINAR
Nýggjur barna-
politikkur
Elin Lindenskov
valevni Javnaðar-
floksins
Javnaðarflokkurin
vil
virka fyri, at barns-
burðarfarloyvið verður
longt upp í eitt ár. Pápin
skal hava ávísan part av
tíðini.
Vit vilja arbeiða fyri,
at øll børn fáa mennandi
stovnspláss
í
øllum
kommunum.
Vit vilja virka fyri, at
fleiri pedagogar verða
útbúnir. Tað skal verða
ein sjálvfylgja, at út-
búnir pedagogar eru um
børnini og geva teimum
mennandi avbjóðingar í
barnagørðum og vøggu-
stovum. Systkinaavslátt-
ur skal veitast familjum
við fleiri børnum.
Vit vilja betra um
umstøðurnar hjá barna-
familjum at vera virknar
á arbeiðsmarknaðinum.
Farloyvisskipan skal
setast í verk, so foreldur
í avmarkaðum tíðar-
skeiði kunnu fara úr
arbeiði ella niður í
arbeiðstíð við lutvísum
endurgjaldi.
Vilt
tú
hava
ein
nýggjan barnapolitikk,
so vel Javnaðarflokkin
og set X við lista C.
www.lindenskov.com
Henry Jarnskor
Dreymar og ynskir hava vit
øll – og tað eiga vit at hava.
Hetta er tekin uppá eina
sunna sál, og gevur okkum
orku og megi at virka í ofta
buldruta gerandisdegnum.
Men takk og lov – duga
vit at skilja ímillum dreym
og veruleika. Barnalær-
dómur okkara er ein tíðandi
partur av kjølfestinum (bar-
lastini) á lívsleið okkara.
Eitt tað fyrsta vit lærdu var,
– at hugsa okkum um, at
nýta vit og skil, soleiðis at
vit ikki av egnum gáloysni
endaðu í óføri.
Eg loyvi mær at tvíhalda
um, at uppvaksandi ættar-
liðið er minst líka skilagott
sum vit eldru, ja – í ávísum
førum nógv skilabetri.
Men eins og fyrr eru
nakrir droymarar okkara
millum. Teir eru sanniliga
vælkomnir, og vit eiga at
stuðla teimum at virka í
dreymaverð teirra, soleiðis
at teir kunna geva okkum
stórar skaldsøgur, yrkingar,
málningar ella hvat nú
dreymar kunna framleiða,
men at lova droymarum
framat at mynda sam-
felagið er skilaleyst.
Eg havi somikið álit á
føroyingum, at eg við vissu
kann siga, at einki dreyma-
fullveldi verður, so leingi
sum vit og skil ræður her á
landi.
Latið droymaran droyma,
og latum okkum arbeiða
konstruktivt við at betra um
livilíkindini og framtíðina
hjá lønmótakaranum og
teimum minni mentu.
Tað sum er gott, fara vit
ikki at kasta fyri bakka.
Vælferðin og trivnaðurin
her í Føroyum er ikki kom-
in av sær sjálvum. Stríðið
hevur verið tógvið og
drúgvt. Rættindi eru vunn-
in, javnaður er ikki; – og so
leingi sum órættur og
mismunur valdar, er ar-
beiðssetningur javnaðar-
floksins óbroyttur. Vit hava
uppskriftina, tilfarið og
viljan til at fara til verka, og
virka fyri størri avgerarætti
í øllum málum, ið hava við
føroyingin í Føroyum at
gera.
Føroyingurin í Føroyum
finna vit í Føroyum. Javn-
aðarfólk eiga vit at finna í
Javnaðarflokkinum, men
tað eru løtur, har eg eri í
iva, tí eg síggi, at hjá fleiri
sokallaðum javnaðarmonn-
um
er
hugsjónarlogin
sløknaður, og í staðin er
komin tráðanin eftir per-
sónligum
løtuvinningi.
Politikkur er annað enn
taktiskt spæl og vakrar
myndir. Politikkur er fyrst
og fremst trúfesti. Trúfesti
mótvegis hugsjónini og
trúfesti ímóti veljaranum.
Hugsjónina hava vit, – men
við trúfestinum hevur tað
verið so sum so. Høvdu vit
havt prógvað viljan til trú-
festið,
hevði
flokkurin
verið nógv tann størsti á
tingi í dag, so einkult er tað.
Eg fari at pástanda, at
nógvir av veljarum flokk-
sins velja Javnaðarflokkin,
tí teir ikki hava annan
møguleika, ella sum dansk-
arin sigur »i mangel af
bedre«.
Ynskja tit framhaldandi
at halda fast við hesa støðu,
er einasta vón veljarans
hon, at hann fær eitt al-
ternativ – og tá vendist ikki
aftur. Minnist til røturnar –
uttan rót – eingin gróður.
Søgan hevur víst okkum
ferð eftir ferð, at hetta at
venda reyv og fara í sjálv-
drátt byggir einki upp og
skapar ongan framburð –
heldur tvørturímóti. At
klára seg sjálvan og at hava
sítt egna, hevur einki við
manglandi samstarvsvilja
ella – evnir at gera. Gera-
býti hevur frá fyrndartíð
verið millum manna, og
hvat er meira nattúrligt enn
at slíkt býtið eisini fer fram
millum bygdir, landslutir
og lond. Vit síggja tað jú
dagliga í verki, og eigur
hetta at stuðlast og út-
byggjast heldur enn at
avtakast, tí at droymarar
okkara millum einki hava
at gera í einum gerabýti.
Nei – sum skilafólk fara
vit nú, ikki bara at stinga
fingurin í jørðina og lukta
hvar vit eru, men vit fara at
takað hakan, spakan og
kvíslina fram. Um neyðugt
senda vit boð eftir grav-
kúnni, so heimldiga trøðin
kann verða drena, velt og
gróðursett, við skynsemi og
kærleika,
so
komandi
ættarlið kann fáa gleði og
gagn av ávøkstrinum.
Eg góðtaki ikki eitt
samfelag
har stættamunur er ein
sjálvfylgja,
har lógir og reglugerðir
eru ómoralskar,
har ognir føroya fólks
verða givnar burtur,
har tað er ein økonomisk-
ur fyrimunur ikki at vera
giftur,
har inntøkan ikki avgerð
hvussu nógvur skatturin
er,
har reallønin hjá vanligu
lønmóttakaranum lækk-
ar,
har tey óhjálpnu eru
gloymd og burturgoymd,
har sjálvvirðið verður
tikið frá teimum gomlu,
har stórur partur av teim-
um ungu verður stavns-
bundin,
har hin sterkasti ræður.
EG góðtakið tað ikki – gera
TIT tað???
Lati okkum fáa ein
sterkan Javnaðarflokk inn á
ting.
At nýta vit og skil
Valið tann 30/4 – Samband ella
hjúnaðarskilnaður
Joan Ziskason
valevnið hjá Javnaðar-
flokkinum í Suður-
streymoy
Javnaðarflokkurin
vil
inn á ting fyri m.a. at
bøta um viðurskiftini hjá
hesum:
• Tey eldru
• Tey ungu
• Fólk við breki
• Familjan
• Verkafókið
Vit eru einasti flokkur,
sum hevur ítøkiligar ætl-
anir á hesum økjum, og
sum hevur gjørt fíggjar-
ligar útrokningar.
Set tín X við lista C, ella
eitt av valevnunum á
lista C 30. apríl
C
M
Y
K
11
10