Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 75 - 20. apríl 2002 Nr. 75 - 20. apríl 2002 13 - Kvinnur eiga at verða virdar fyri tey valini, tær taka. Tær eiga ikki at kenna seg illa, annaðhvørt tær ikki ganga inn fyri teim sjónarmiðum kvinnurørslan stendur fyri, ella teim, sum siga, at kvinnan skal vera heima. Kvinnur skulu sjálvar gera av, hvat tær hava hug til. Tað ber ikki til at gera meiri enn tú hevur í tær sjálvari, sigur Olga Biskopstø, valevni fyri Tjóð- veldisflokkin í Norð- oyggjum, hvørs hjartamál røkka frá familjupolitikki til økismenning KVINNUVAL Turið Kjølbro At tað skal vera rætturin hjá øllum sjálv at gera av, hvussu lívið verður raðfest og skipað, hevur Olga Biskopstø sjálv roynt at liva eftir. Hennara lív, familju- lív og arbeiðslív, er dømi um eitt øðrvísi raðfest lív. Heima á Garðavegi í Klaks- vík, har hon býr saman við manni og átta børnum, er eisini arbeiðsplássið hjá henni og manninum, og har eru eisini børnini, sum ongantíð hava gingið á stovni. - Vit hava raðfest øðrvísi enn fólk flest. Longu tá ið vit fingu næsta barnið, gjørdu maðurin og eg av, at sonurin ikki skuldi á dagstovn, men vera heima. Ikki tí, at vit hava nakað ímóti dagstovnum, eg eri sjálv útbúgvin pedagogur, men tí at vit ynsktu at raðfesta okkara lív soleiðis. Vit mettu, at heimalív og arbeiði væl kunnu sam- einast. Mínar innastu kensl- ur eru soleiðis, at eg í mest møguligan mun vil vera saman við mínum børnum, tí barnatíðin er so stutt og einki er so spennandi sum at síggja, hvussu børnini mennast. Sjálvt um tey gjørdist so mong, varð avgerðin um, at tey skulu vera heimabørn ongantíð broytt. Arbeiðsplássið er nú heima, har er húsarhaldið og har eru børnini, greiðir Olga frá. Soleiðis hevur kortini ikki altíð verið. - Í eini átta ár arbeiddi maðurin á alibrúkum, hann átti í og var leiðari á, og eg í fólkaskúlanum og seinni á Almannastovuni. Tá løgdu vit arbeiðstíðirnar soleiðis tilrættis, at vit kundu ansa børnunum. Vit hava altíð lagt dent á at skapa og fáa okkum arbeiði har møgu- ligt var at tilrættaleggja arbeiðstíðina sjálvi. Onkur hevur kanska hug at spyrja, um tað er rætt og rímiligt at fara upp í politikk, tá man eigur ein so stóran barnaflokk. Olga hevur væntað henda spurn- ingin. - At børnini eru trygg í gerandisdegnum, er tað týdningarmesta. Tey hava altíð annan okkara heima og vita altíð, hvar vit eru og tey hava eisini hvønannan. Børnini eru vaksin upp við, at arbeiðslív og heimalív hoyra saman og tí eru tey lagað til tað. Tey vita, nær tey kunnu brúka okkum fult út og nær tey skulu geva okkum frið. Verði eg vald inn í ting, fari eg við góðari samvitsku, tí eg veit, at Kvinnur skulu ikki finna seg í at verða settar í bás KVINNUVAL - Nógv er gjørt fyri at tryggja vinnuni góðar karmar, soleiðis at hon er sjálvberandi. Vit eru væl fyri at taka tær avbjóðingar sum koma, bæði viðvíkjandi heilsukrøvum og innan tøkni, men vit eiga at leggja meira orku í at tryggja familjuviðurskiftini eisini. Vinnan og familjan eru tætt knýtt at hvør aðrar, og tí er neyðugt at bæði ganga hond í hond, sigur Olga Biskopstø børnini hava tryggar karm- ar. - Stovnsbørn og heima- børn eru ymisk, men heimabørn eru avgjørt ikki verri fyri enn stovnsbørn. Um børnini skulu á stovn ella skulu vera heima, eigur at verða frítt at velja hjá hvørji einstakari familju. Tá tú tekur eitt slíkt val, lagar tú arbeiðslívið eftir tí. - Tey, sum velja at hava børnini heima, eiga at fáa somu upphædd, sum kommunurnar lata fyri hvørt barn á stovni. Hetta noyðir onga kvinnu heim, tí kvinnur í dag eru so mikið tilvitaðar um, hvat tær gera. Hinvegin eiga tær at verða virdar fyri tey valini, tær taka. At raðfesta heimið og børnini er eingin forðing, tí við tí raðfesting og arbeiðs- býti eg og maðurin hava gjørt, havi eg bæði tikið eina útbúgving, verið virk- in á arbeiðsmarknaðinum og tikið av nógvum spenn- andi avbjóðingum, og kunna verið um míni børn, sigur Olga, sum eisini setir tíð av til sjálvboðið arbeiði, í løtuni í útoyggjafelagnum og í eini verkætlan um ullarvirking í Norðoyggj- um. Sans fyri heildini Øll lóggeving skal vera soleiðis, at mismunur ikki verður gjørdur á kynunum. - Javnstøðulógin ger, at vit eru noydd at gera okkum far um viðurskifti, har munur hevur verið gjørdur á kvinnum og monnum. Tá ið eg varð sett sum forkvinna í útoyggja- nevndini, ringdi ein maður til mín og segði, at eg varð sett, tí er var kvinna, ikki tí eg var skikkað til starvið. Eg svaraði aftur, at eg ikki ivaðist í, at eg kundi gera arbeiðið líka væl sum onkur annar. Seinni bað maðurin um umbering, tí hann sá, at eg var líka væl skikkað sum nakar annar. Kvinnur vita, at hetta er hugburður, ið nógv hava til kvinnur, so vit kunnu ikki gera annað enn at halda okkum framat og vísa, at vit duga líka væl. Um hon ætlar at arbeiða kvinnupolitiskt og gera vart við seg kvinnupolitiskt, verður hon vald á ting, svarar Olga. - Eg havi líka stóran áhuga í øllum viðurskiftum og taki lut í orðaskifti á jøvnum føti við menn, uttan mun til, hvat tað snýr seg um. Sum kvinna, fellur tað mær natúrligt at hugsa kvinnupolitiskt, men tað avmarkar meg ikki á nakran hátt, eg havi áhuga og innlit á øllum økjum. Onkur politikari skal hava sagt, at konufólk eru bara til fortreð, tá ið tað snýr seg um tey tungu málini, tí tær megna ikki at taka avgerðir. Hetta er púra burturvið. At so fáar kvinnur velja at fara upp í politikk, er ein spurningur um raðfesting, heldur Olga. - Kvinnur hava mangan onnur áhugamál enn poli- tikk. Kvinnur, sum hava áhuga fyri samfelagsmál- um, verða við tíðini fleiri í tali. Ein stór ábyrgd liggur á skúlaverkinum, sum í nógv størri mun eigur at læra næmingar, ikki minst gentur, at brúka demokrati- ið og at tað ikki er nóg gott, um tað ikki verður brúkt. At noyða kvinnur upp í poli- tikk, um tær ikki hava áhugan, haldi eg er ov avgjørt. - Vórðu fleiri kvinnur á tingi, vórðu onnur øki hægri raðfest, betur skipað og gjøgnumførd enn vit síggja í dag, og búskapur, fiskivinna og annað hevði ikki verið við sviðusoð, tí kvinnur hava sans fyri heildini. Kvinnur tilvitaðar Um kvinnur vilja tað ella ikki, liggur tað onkusvegna í okkara fatan av kvinnum, at kvinnur ikki skulu vera so framsøkjandi sum menn, heldur Olga. - Henda siðvenjan broyt- ist við tíðini, men nógvar kvinnur ynskja at halda seg aftanfyri menninar, tí tær meta, at tað er rætt. Fleiri trúarsamfeløg meta ikki, at kvinnan skal mynda sam- komuna og samfelagið. Hesin hugsunarhátturin er ógvuliga gjøgnumførdur í okkara samfelag. At nógvar kvinnur taka undir við hesum sjónarmiði er sjálv- sagt eitt tilvitað val og tað eiga vit at virða. Eg meini, at kvinnan eins væl og maðurin hevur rætt og skyldu at gera vart við seg í samfelagnum. - Kvinnurørslan hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at taka mál og spurningar, sum viðvíkja kvinnum upp. Spurningurin, hví kvinnur ikki taka størri lut í sam- felagsviðurskiftum, verður javnan tikin fram av kvinnurørsluni. Í sjálvum sær førir tað til eina hug- burðsbroyting til tað positiva. Vit síggja jú í dag, at flestar kvinnur fáa sær eina útbúgving, at fleiri kvinnur eru í leiðandi størvum og ikki minst, at tær ikki skulu hava undir- lutakenslur. Kvinnur í dag vita, at tær duga og megna eina rúgvu og tær allar flestu seta sær greið mál bæði við útbúgving og arbeiði. Tað er avgjørt framvegis brúk fyri kvinnu- rørsluni, hon er við til at skumpa undir hugburðs- broytingina, men hinvegin haldi eg ikki, at tað er rætt, at kvinnurørslan skapar ta fatanina, at kvinnan er noydd at fara út á arbeiðs- marknaðin. Hon eigur at verða líka nógv vird sum kvinna, uttan mun til um hon er heimagangandi ella útiarbeiðandi, og at siga at kvinnan er kúgað, um hon velur at vera heima, er skeivt. Nógv hjartamál Politiski áhugin varð vaktur tíðliga, men tað er ikki fyrr enn fyri tveimum árum síðani, at Olga er vorðin virkin í Tjóðveldisflokk- inum. Hon stillaði fyri fyrstu ferð upp til fólka- tingsvalið í fjør. - Eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsmálum. Tá ið eg sum blaðung fór til Danmarkar at ganga í skúla, sá eg føroyska sam- felagið við øðrum eygum. At uppliva og síggja, at føroyska og danska ment- anin eru so ymiskar, gjørdu ivaleyst sítt til, at tjóð- skaparkenslurnar av álvara vaknaðu. Eg gjørdist tá sannførd um, at føroyingar hava so nógvar dygdir, at vit eiga at klára okkum sjálvi. Stóri áhugin fyri al- mannaverkinum, stavar frá tíðini, Olga starvaðist á Almannastovuni. - Har fekk eg innlit í sosial viðurskifti, hvussu illa sosiala- og almanna- økið í grundini virkar og hvussu nógv fólk detta niðurímillum í skipanini. At nógv kann gerast betri á tí økinum, hevur eisini vakt mín politiska áhuga. - Heilsu-, almanna- og skúlaverkið eru frá grund- ini ov illa skipað. Verkini eru ov illa lagað til føroysk viðurskifti. Vit hava í alt ov nógv ár týtt danskar lógir, hampað um tær, soleiðis, at tær nøkulunda hóska til føroyska samfelagið. Hóast trupulleikar hava verið og ymsu skipanirnar hava víst seg ikki at rigga, hevur einki verður broytt. Bara at gera broytingar í embætis- verkinum, er ikki nóg gott. Tað er brúkarin og avvarð- andi hjá sjúkum og menn- ingartarnaðum, sum skulu spyrjast, og eisini tey, sum hava roynt skipanina, fyri at finna út av, hvat skal gerast. Alt eigur at verða endur- skoðað og grundleggjandi broytt soleiðis at viður- skiftini eru góð fyri brúkar- an, tí tað er hann, tað snýr seg um. - Tað sama er galdandi fyri skúlaverkið. Skúla- verkið er stirvið og ov nógvir næmingar detta niðurímillum. Í nógv størri mun enn nú eiga vit at tora at broyta viðurskifti grund- leggjandi, sum ikki eru nóg góð. Familjuviðurskifti standa eisini frammalaga á listan- um hjá Olgu yvir mál, hon kundi hugsað sær at arbeitt við. - Vit eru ov lítið tilvitað um familjumál. Viður- skiftini hjá barnafamiljum áttu at verðið skipað soleiðis, at tað er hugaligt og spennandi at hava børn. Sum er hava familjur nógv- ar trupulleikar at dragast við, bústaðartrupulleikar, ansingartrupulleikar og í frítíðini hava nógvar familj- ur, serliga í útjaðaranum, ov fá mentunartilboð. Skulu vit gera okkum vónir um at fáa útbúgvið fólk heim aftur til Føroya at búgva, mugu vit hava nakað at bjóða teimum. Tey eiga at sleppa at velja bústað, ansingartrygd eigur at vera og fjølbroytt val av frítíðar- og mentunartil- boðum. Hetta skal verða galdandi fyri allar Føroyar, ikki bara meginøkið. - Nógv er gjørt fyri at tryggja vinnuni góðar karmar, soleiðis at hon er sjálvberandi. Vit eru væl fyri at taka tær avbjóðingar sum koma, bæði viðvíkj- andi heilsukrøvum og innan tøkni, men vit eiga at leggja meira orku í at tryggja familjuviðurskiftini eisini. Vinnan og familjan eru tætt knýtt at hvør aðrar, og tí er neyðugt at bæði ganga hond í hond. Sum forkvinna í nevnd- ini, ið tilevnaði útoyggja- álitið, hevur Olga Biskop- stø beinleiðis fingið innlit í viðurskifti á útoyggj, sum eiga at gerast betri, og sum vera man bankar hjartað fyri útoyggja- og økis- menning. - Vit eiga ikki at ivast í at gera munandi ábøtur úti í økjunum. Allar oyggjarnar eiga og skulu verða bú- settar, og hóast bara fá fólk búgva á nøkrum oyggjum, skulu vit ikki setast afturá og einki gera, tí nógv kann og eigur at verða gjørt. Eitt tað fyrsta skal vera at tryggja útoyggjunum fast samband tvær ferðir um dagin, soleiðis at fólk sleppa frá oynni og heim- aftur sama dag, tí er sam- ferðslan ikki í lagi, er trupult at skapa nakað munagott, og fólk støðast ikki. Eisini samskiftis- kervið eigur at verða betri. Samfelagið eigur at bera hesar útreiðslurnar. Heilsu- verkið eigur eisini at røkka út í útjaðaran, tað er bert ein skipanarspurningur. Alt fyri eitt eigur ein grunnur at verða settur á stovn, sum skal hjálpa vínnulívinum í økinum. Verður miðvíst farið ígongd nú, eri eg sannførd um, at fólk vera verandi á útoyggj, men tað eru fólkini á staðnum, sum skulu gera av, hvat skal gerast og ikki, sigur Olga Biskopstø at enda í viðtali. Olga Biskopstø, 44 ár, uppvaksin og búsitandi í Klaksvík. Gift og eigur 8 børn í aldrinum 23 til 5 ár. Útbúgvin pedagogur og cand. com., samfelags- og samskiftisfrøðingur. Saman við manni sínum eigur og rekur hon fyritøkuna Miðil, ið ger bøkur, faldarar, heima- síður, kunningarvirksemi umframt verkætlanir so sum granskingar- og menningaruppgávur. C M Y K 13 12