leygardagur 20. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 20. apríl 2002
15
–Vit hava verið ov
linir hesi seinastu
árini, men nú skulu
lønirnar upp á eitt
sømiligt støðið,sigur
Ellintur Abrahamsen,
formaður í Skipara-
og Navigatørfelag-
num
VERKFALL
Áki Bertholdsen
–Nú skulu lønirnar hjá
yvirmonnunum við skip-
unum hjá landinum fáast í
rættlag. Tí nú skulu vit hava
frið.
Ellintur
Abrahamsen,
formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum ætlar
sær ikki at lata sær hvat
sum helst lynda, nú yvir-
menninir á skipunum hjá
landinum eru farnir í verk-
fall.
Á miðdegi hósdagin slit-
naði semingsroyndirnar og
sostatt eru yvirmenninir á
strandfaraskipunum, á vakt-
arskipunum og á Magnusi
Heinasyni, farnir í verkfall.
Hann sigur, at nú er tað
komið hartil, at hýrurin
umborð á skipunum er so
vánaligur, at tað er ikki liv-
andi umborð longur.
– Tað kemst av, at lønir-
nar hjá yvirmonnunum eru
so lágar, at munurin niður
til manningina annars, er
alt ov lágur, samstundis ið
lønin sum heild, er ov lág.
Annars heldur hann, at
tað er nokk so langt ímill-
um partarnar.
– Vit hava kravt, at skip-
arin
á
vaktarskipunum
skulu hava 30.000 krónur í
løn frá 1. mars í ár og
31.712 krónur frá 1. mars
komandi ár.
– Eftir semingsuppskoti-
num, sum vit vrakaður,
skuldi hann fáa 28.528
krónur. Òsemjan er sostatt
um munin har ímillum.
Viðvíkjandi Strandferð-
sluni, er støðan eitt sindur
øðrvísi.
– Í seinastuni er ein stýri-
maður afturat komin um-
borð á summi av skip-
unum. Vit hava kravt, at
stýrimaðurin, sum er um-
borð, skal vera løntur á
sama støði, sum nú, men
tað nýggi stýrimaðurin skal
vera hægri løntur, sam-
stundis sum skiparin eisini
skal hava hægri løn.
– Tað vil Fíggjarmála-
stýrið ikki góðtaka, men
har eru vit yvirhøvur ikki
til til at vika, sigur Ellintur
Abrahamsen.
Samstundis ætla vit at út-
vega skiparunum á teimum
smærru
strandfaraskip-
unum upp.
– Men tað vil Fíggjar-
málastýrið ikki góðtaka,
uttan so, at tað verður tikið
burturav samlaðu lønarút-
reiðslunum, tvs, at yvir-
menninir á hinum bátunum
skulu betala tað, men tað
góðtaka vit als ikki, sigur
Ellintur Abrahamsen.
Annars viðgongur hann,
at støðan er eitt sindur
fløkjaslig, tí í hesum sam-
ráðingunum hevur bæði
verið tosað um sáttmálaløn,
fastaløn og tænastumanna-
skipan, men so endaði tað
við ongum.
Hann vísir annars aftur,
at tey skulu hava kravt yvir
70% í løn.
– Tað vit gjørdu í fyrst-
uni, var at samráðast um
ein sáttmála, har vit brúktu
uppskotið hjá nevndini, ið
Løgtingið setti at áseta løn-
ina hjá monnunumm á
Brimli, sum grundarlag.
– Men tað sleptu vit sum
samráðingarnar gingu og
hava ongantíð tikið tað
framaftur.
Nú løgtingsval er í hond-
um, eru tit undir illgruna
fyri at hava lagt serliga hart
trýst á, fyri at fáa ein góðan
sáttmálað vónini um, at
Landsstýrismaðurin
ikki
skuldi tora at verkfall verð-
ur nú?
– Tað er ikki rætt. Okkara
krøv eru heilt realistisk og
hava onki við valið at gera.
Vit kunnu ikki gera við, at
valið er nú.
Tit hava eisini ført fram,
at tit eru afturútsigldir í
fleiri ár. Er tað realistiskt at
krevja alt tað mista innaftur
í einum?
– Eg kann gott taka á
meg, at vit hava verið ov
linir hini árini. Men tað
hevur verið tí, at vit hava
mett, at vit hava havt so
vánalig kort á hondini og
vit eru ongan veg komin.
Men vit hava miðað ímóti,
at vit skuldu fáa eina hækk-
ing, tá ið nýggj skip komu,
og síðani hava vit latið okk-
um lynda at bíða til tað
jendi.
– Tá ið so Teistin og
Brimil komu, kom røringur
í, men tá bar heldur onki til.
Men tað skal enda nú, tí nú
skal lønin í rættlag, sigur
Ellintur Abrahamsen.
– Tað verður nógv tosað
um, hvussu stór krøvini
eru. Men tað verður onki
tosa um, hvussu høg lønin
er og tað er hetta, tað snýr
seg um, leggur hann aftur-
at.
Nú vilja vit hava frið
Hesi eru krøvini
Krøv frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyri
vaktar- og bjargingarskipini, áðrenn semingsuppskot-
ið frá semingsmonnunum við støði í tænastumanna-
lógini kom:
Krøv skipari:
01.03.2002:
Skipari skal verða løntur í lønarflokki
34.1. Haraftrat skal hann hava eina við-
bót, ið er munurin millum 30.000 kr.
og lønarflokk 34.1: 28.528,08 kr., tvs,
1.471,92 kr.
01.03.2003:
Skiparin skal vera løntur í lønarflokki
35.1 ( 31.712,68 kr. ).
Krøv yvirstýrimaður
03.02.2002:
Yvirstýrimaðurin skal vera løntur í løn-
arflokki 31.1. ( 24.661,96 kr.) Har-
aftrat skal hann hava eina viðbót, ið er
munurin millum ( 24.661,96 kr.) og
lønarflokk 32.2 ( 26.903,39 kr. ).
01.03.2003:
yvirstýrimaðurin skal vera løntur í
l. fl. 33.1. ( 28.184,76 kr. ).
Krøv 1.stýrimaður.:
01.03.2002:
1.stýrimaður vera løntur í lønarflokki
29.1 ( 24.361,39 kr. ). Haraftrat skal
hann hava eina viðbót, ið er munurin
millum (24.361,39 kr.) og lønarflokk
32.1 (25.981,52 kr. ) t.v.s. 1.620,13 kr.
01.03.2003:
skal hann vera løntur í lønarflokki 32.2
( 27.575,98 kr.).
Semingsuppskotið, ið er gjørt við støði í tænastu-
mannalógini er hetta:
Skiparar og stýrimenn verða eftir starvsaldri flokkaðir
sambært lønartalvuni fyri tænastumenn soleiðis:
Skipari – 34. lønarflokkur umframt starvsaldur.
34.1 (28.528,08 kr.)
Yvirstýrimaður – 30. lønarflokkur umframt starvsaldur:
30.1 (24.241,18 kr)
30. 2 (25.107,52 kr.).
1.(25.981,52 kr.).
1. stýrimaður – 27. lønarflokkur umframt starvsaldur:
27.1 (21.853,56 kr.).
27.2 (22.635,13 kr.).
27.3 (23.379,99 kr.).
27.4 (24.241,18 kr.).
Skipara og Navigatørfelagið sigur, at so kann ein og
hvør síggja, hvussu langt er ímillumn partarnar.
– Eg fari ikki at sleppa
endanum fyri tað um
løgtingsval er um
eina góða viku, sigur
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Tað eri framvegis eg, sum
hava ábyrgdina av landsins
fíggjarmálum. Og eg fari
ikki at sleppa endanum,
fyri tað, um løgtingsval er
fyri durum.
Karsten Hansen heldur,
at krøvini, sum Skipara- og
Navigatørfelagið hevur sett
fram um lønina hjá yvir-
monnunum á landsins skip-
um, vóru so órealistisk, at
tey lukta.
–Tað stutta av tí langa er,
at Skipara- og Navigatør-
felagið hevur enn somu
krøv, sum teir settu fram, tá
ið samráðingarnar byrjaðu í
mars mánaða. Við øðrum
orðum vilja teir ikki sam-
ráðast.
Hann sigur, at eitt nú
hevur felagið kravt, at løn-
irnar hjá skiparanum á
Tjaldrinum og Magnus
Heinasyni, skuldi hækka
72% og lønin hjá skipara-
num á Brimli skuldi hækka
góð 60%.
– Í semingsuppskotinum,
sum vit góðtóku, skuldi
viðbótin hjá skiparin á
Smyrli hækka úr 2.400
krónum um mánaðin, upp í
7.400 krónur, umframt van-
ligu lønarhækkingina, men
tað felagið vera alt ov lítið.
Karsten Hansen heldur, at
tað sigur seg sjálvt, at tað
ber ikki til at ganga við til
slíkt.
– Vit hava gjørt sáttmála
við ein hóp av feløgum og
har er lønarhækkkingin um
9,5%.
– Tí er tað heilt ómøgu-
ligt at góðtaka krøvini frá
Skipara- og Navigatør-
felagnum, tí hevði verið
heilt óforsvarligt mótvegis
hinum feløgunum.
Nú er løgtingsval í hond-
um. Hevur tað merkt sam-
ráðingarnar?
– Tað er heilt týðiligt, at
Skipara- og Navigatør-
felagið hevur havt eina
sannføring um, at eg fór
ikki at tora at standa ímóti
av tí at val er nú. Tað er
heilt týðiligt, at tað var við
í metingunum.
– Men eg eri settur at
hava ábyrgd av fíggjar-
politikkinum og eg kann
ikki sleppa endanum, bara
tí, at tað er val. Tað er ikki
ein gávuhandil, eg umsiti.
Hann sigur, at lønirnar
hjá
alment
settum
er
ongantíð hækka so nógv,
sum hesi seinastu árini og
tað er ein ásannan av, at hon
var ov lág. Tað er komið
rættiliga langt áleið á has-
um økinum, men máti skal
vera við, tí tað ber ikki til at
avlaga almenna lønarlagið
so nógv, sum Skipara- og
Navigatørfelagið legði upp
til.
Karsten Hansen sigur, at
eftir semingsuppskotinum
skuldi lønarhækkingin vera
áleið tann sama sum hjá
hinum feløgunum, um-
framt at viðbøturnar, eitt nú
til skiparan á Smyrli, skuldi
hækka.
– Tað var eitt uppskot, vit
góðtóku og teir vrakaðu,
teir hava kravt alt ella onki,
sigur Karsten Hansen.
Hann leggur afturat, at
hann kann ikki hugsa sær,
at nøkur politisk stig verða
tikin fyri valið.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður, harmast al-
mikið um, at ein tílík støða
skal taka seg upp – ikki
minst í einum tíðarskeiði
beint upp undir val, har
landsstýrið virkar sum eitt
avgreiðslulandsstýri inntil
nýtt landsstýri er skipað.
– Eg havi roynt at gjørt
alt, sum er møguligt, sak-
liga og reelt. Eg havi støð-
ugt roynt at betra og loysa
teir mongu trupulleikar,
sum hava ligið á láni í
mong harrans ár hjá ymsu
fakbólkunum. Og sjálvandi
eisini í hesum føri. Tað
lættasta hjá mær hevði
sjálvsagt verið at kasta
ábyrgdina frá mær, nú
stundar til val. Men mín
ábyrgd er, at øll feløg og
allir fakbólkar fáa somu
sømdir við atliti til teirra
serligu umstøður. Um viljin
er frá báðum pørtum, so
dugi eg ikki at síggja forð-
ingarnar fyri eina semju,
sigur Karsten Hansen.
Eg latið meg ikki kroysta
Krøvini frá Skipara- og Navigatørfelagnum
lukta av, at tað er val í hondum. men
støðan er greið og tí endaði tað í verkfalli,
sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.
– Vit lata
okkum ikki
meiri lynda, tí
nú skal lønin
hjá yvirmonn-
um við land-
sins skipum
fáast i rættlag,
sigur Ellintur
Abrahamsen.
Men tað gekk
ikki og hós-
dagin varð
verkfall.
15
14
Nr. 75 - 20. apríl 2002
VERKFALL
Ragnhild Ellingsgaard
Suðuroyggin merkir serliga
sviðan av verkfallinum hes-
ar dagarnar. Sjálvt um syrgt
er fyri mjólkaflutningi til
oynna, so skipar eingin fyri
nakrari sjóvegis farleið til
suðuroyingar sjálvar. Av tí
sama hava teir einans ein
møguleika, um teir hava
ørindir aðrastaðni, ella teir
skulu heim aftur á oynna
eftir loknan arbeiðs- ella
skúladag. Hesin møguleiki
umfatar eina ferð í tí høga
saman við tyrluni hjá
Atlantic Airways, og sum
vit hava skilt, er stórur
eftirspurningur
eftir
at
sleppa við.
Vit fóru ein túr niðan á
tyrlupallin, har vit fingu
eitt prát við nøkur av ferða-
fólkunum.
600 krónur
Inni í lítla húsinum á tyrlu-
pallinum sita 3 mans og
bíða. Teir eru allir frá
Suðuroynni,
og
høvdu
ætlað sær heim hósdagin,
sama dag sum verkfallið
byrjaði. Men illa gekst.
Smyril gavst við siglingini,
longu áðrenn lýst varð við
nøkrum verkfallið, og tí
høvdu teir ongan møgu-
leika fyri at sleppa heim til
familjuna,
sum
bíðaði
heima.
Tí ringdu teir til Tyrlu-
tænastuna at vita, um tyrlan
gjørdi nakrar eykatúrar til
Suðuroynna, meðan verk-
fallið var.
– Svarið, vit fingu, var, at
tyrlan kann gera nakrar
leigutúrar, meðan verkfall-
ið stendur á. Tey høvdu ein
lista, sum man kundi skriva
seg á, og so skipaðu teir
fyri túrum, so leingi tørvur
var á tí. Eg skrivaði meg á
listan, og fekk at vita, at eg
stóð sum nummar 46. Tí
slapp eg ikki við fyrr enn
nú,
greiður
tann
eini
maðurin frá.
Men prísurin fyri at
sleppa heim er ikki tann
sami, nú verkfallið er. Tey,
ið ynskja at nýta tyrluna,
mugu gjalda heilar 600
krónur hvør ,fyri at sleppa
við.
– Nei, tað er ikki ein
stuttligur prísur, sigur ein
annar maður.
– Men hetta er einasti
møguleikin, vit hava fyri at
sleppa heim. So vit noyðast
at gjalda, sjálvt um hetta
kanska virkar órímiligt.
Á tyrlupallinum fáa vit
eisini at vita, at høgi prísur-
in kemst av, at talan ikki er
um vanliga rutuflúgving,
men um leigutúrar.
– Tað kostar 18.000 krón-
ur at hava tyrluna á flogi í
ein tíma, og hetta má fáast
inn aftur onkran vegin,
verður svarað, tá vit spyrja
um orsøkina til tann høga
prísin.
Langur bíðilisti
Lítla húsið á tyrlupallinum
gerst alsamt meiri trongt,
meðan vit sita har. Fólk
koma dettandi inn á gólvið
alla tíðina. Onkur hevur
teknað seg til leigutúrin,
sum skal avstað lítla løtu
eftir, og onkur annar kemur
fyri at vita, um nakar
møguleiki er fyri at sleppa
við, sjálvt um hann ikki
hevur sett sítt navn á langa
bíðilistan.
Tyrlan skal vera fullsett,
um nakar túrur skal gerast.
Men enn mangla tvey av
teimum 10, sum skuldu
verið við á hesum túrinum.
Ein ungur drongur fær at
vita, um hesi tvey ikki møta
upp, so kann hann sleppa
við ístaðin. Og hann gerst
sjálvandi fegin um tíðind-
ini, nú sleppur hann frá at
liggja fastur í Havnini, men
kann fara heim til familj-
una.
Um hann heldur hevði
valt at ringt til Tyrlutæn-
astuna, so hevði hann end-
að aftast á tí langa bíðilista-
num, og so hevði hann
uttan iva skula bíða fleiri
tímar, áðrenn Tyrlutænastan
ringdi aftur at geva boð um,
nær hann kundi sleppa
suður.
– Vikuskiftið kemur nú,
og sjálvandi vilja allir
suðuroyingar sleppa heim
at halda frí, letur í tí eina
manninum, meðan prátið
gongur um hendan væl-
signaða bíðilista, sum nú er
vorðin teirra billett fyri at
sleppa heim.
Líkist ongum
Meðan vit sita har, kemur
Henrik Old eisini inn á
gólvið. Hann mátti av oynni
í arbeiðsørindum, men nú
vil hann sleppa heimaftur.
– Tá Smyril ikki siglur,
so má onkur onnur loysn
finnast, sigur hann, tá vit
spyrja, um 600 krónur ikki
eru ein øgiliga høgur prísur
fyri at sleppa heim.
– Antin betalur tú prísin,
ella verður tú sitandi eftir.
So einfalt er tað,leggur ein
annar afturat.
Henrik greiður annars
frá, at teir í Landsstýrinum
leingi hava verið greiðir
yvir, at hetta verkfallið fór
at koma.
– Sum nú er, fáa skiparar-
nir umborð á strandfara-
skipunum ikki nóg góða
løn fyri tað arbeiði, sum
teir gera. Ein skipari skuldi
jú helst verið tann hægst
lønti umborð, men soleiðis
er ikki. Í veruleikanum eru
lønarviðurskiftini
heilt
burturvið, og yvirmenninir
umborð verða undirvurder-
aðir. So tað er púra beint av
teimum at gera vart við
hetta, heldur Henrik.
Henrik
leggur
eisini
afturat, at tað líkist ongum,
at strandfaraskipini gevast
við at sigla, longu áðrenn
verkfallið er lýst at verða.
Bæði Smyril, Scania og
onnur skip avlýstu túrar,
áðrenn ferðafólkini høvdu
nakran varhuga av, at verk-
fallið fór at henda so skjótt.
– Og tað líkist ongum
sum helst. Strandfaraskip-
ini góvu við hesum boð
um, at tey longu áðrenn
verkfallið
høvdu
tikið
støðu, og tað eigur ikki at
henda, greiður Henrik frá.
– Tí eigur landsstýris-
maðurin í hesum málum at
finna fram til, hvør skipaði
fyri, at skipini góvust at
sigla. Hesin persónur eigur
eftir mínari meting ikki at
halda fram í starvi sínum, tí
sjálvandi skulu skipini sigla
eftir vanligu ferðaætlanini,
so leingi einki verkfall er
lýst, sigur Henrik, áðrenn
hann fer niðan móti tyrluni,
sum skal flúgva hann heim
til Suðuroynna.
Fyrsta KT-messan av
sínum slag gekk uppá
stás, tá 600 KT-fólk
savnaðust í Norður-
landahúsinum
MESSA
Heri á Rógvi
Tað var at kalla fullsett, tá
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum
setti
KT-messuna,
KT
2002 fríggjamorgunin.
Fyrireikingarnar
hava
tikið langa tíð, og tað hev-
ur verið nógv at gjørt og
fyrireika til hesa fyrstu
messuna av sínum slag í
Føroyum. Tað var eisini
stórur áhugi. 600 fólk hava
teknað seg til tann fyrsta
dagin,
sum
er
ein
sokallaður Business to
Business dagur, har tað
fyri tað nógva eru fólk úr
vinnuni í luttaka.
Henda fyrsta dagin vóru
framløgur og fyrilestrar á
skránni. Í dag, leygardag-
in, vera aðrir fyrilestrar og
framløgu at síggja og
hoyra í Norðurlandahúsi-
num og Útvarpshøllini.
KT-messan glíðandi byrjan
Skráin fyri leygardagin 20. apríl er hendan:
Kl. 10.00 – 18.00: Framsýningin er opin
Kl. 10.30 – 18.00: Framløgur hvønn hálva tíma í
show-rúmi
Kl. 10.30 – 11.15: Fyrilestur í Útvarpshølllini um
Windows XP v/Microsoft
Danmark
Kl. 11.30 – 12.15: Fyrilestur í Útvarpshølllini við
Petur Zachariassen frá
Fróðskaparsetrinum
Kl. 13.30 – 14.45: Fyrilestur í Útvarpshølllini við
umboðum frá Mentamála-
stýrinum
Kl. 15.00 – 15.45: Fyrilestur í Útvarpshølllini um
Windows XP v/Microsoft
Danmark
Kl. 16.30 – 17.15: Fyrilestur í Útvarpshølllini við
umboðum frá Vinnumála-
stýrinum
Kl. 17.30 – 17.45: Esbern Hansen formaður í KT-
felagnum tekur samanum
Kl.
18.00: Stevnan endar
Kl.
19.30: Gallaveitsla á Hotel Føroyum
Nógv fólk savnaðus í Norðurlandahúsinum til tað fyrstu KT-messuna av sínum slag í
Føroyum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Henrik Old var ein av teimum, sum fríggjadagin máttu nýta tyrluna sum flutningsleið
Suðuroyingar, sum vilja sleppa heim:
Mugu gjalda 600 krónur fyri túrin
C
M
Y
K
14