leygardagur 20. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 20. apríl 2002
17
Høvuðsstaðarfelagið
fer væntandi upp um
300.000 heimaáskoð-
arar í komandi
heimadystinum, og til
dystin móti Brøndby
er alt útselt
SUPERLIGA
Jákup Mørk
Higartil hetta kappingar-
árið hava í alt 289.727
áskoðarar verið til teir 19
heimadystirnar, sum FCK
hevur leikt, og longu nú er
greitt, at talan heilt víst
verður um metstórt áskoð-
aratal hjá felagnum.
Áskoðari
nummar
300.000 verður væntandi
latin inn gjøgnum dyrnar í
Parkini
sunnudagin,
tá
Silkeborg kemur á vitjan, tí
sum gongdin hevur verið
seinastu dystirnar, og
møguleikarnir fyri enn
einum DM-gulli økjast, er
áhugin fyri FCK mest sum
eksploderaður.
Longu nú hevur FCK
eisini boðað frá, at fult hús
verður, tá Brøndby hin 12
mai kemur á vitjan í einum
dysti, sum aftur í ár tykist
verða finalan um, hvør
rennur avstað við gullinum.
Heilt útselt er tó kortini
ikki í Parkini. Enn er eitt
leyst atgongumerki, og
hetta fer hepni vinnarin av
kappingini hjá Sosialinum
og Atlantic Airways at fáa.
DBU gav Vejle við-
hald og trý stig í
málinum um dystin
móti OB
SUPERLIGA
Jákup Mørk
Vejle fekk hóskvøldið trý
sera týdningarmikil stig í
stríðnum fyri at yvirliva í
bestu donsku røðini. Fyrr í
vikuni skrivaðu vit, at Vejle
hevði kært dystin móti AB,
sum Vejle annars tapti greitt,
og nú hevur DBU givið
felagnum viðhald í kæruni.
Ov nógvir útlendingar
Orsøkin til, at Vejle sendi
kæru inn, var, at AB eitt
skifti hevði fýra ikki-ES
borgarar á vøllinum. Sam-
bært galdandi fótbóltsregl-
unum er hægst loyvda talið
av ikki-ES borgarum trígg-
ir.
Við hesum heldur DBU
fast um grundreglur sínar,
sum millum annað vórðu
staðfestar, tá spæliloyvið
hjá Jákupi Mikkelsen í
1996 varð liggjandi eftir í
Klaksvík, har hann hevði
givið eina hjálpandi hond,
meðan hann annars hevði
frí í Herfølge.
Tað ferðina hevði Her-
følge annars vunnið útidyst
móti AGF, men mistakið
førdi við sær, at Herfølge
misti trý stig, og í seinasta
enda viðførdi hetta eisini,
at AGF vann seg upp um
Herfølge, og fór avstað við
bæði silvurkrónum og at-
gongumerki til europeiskan
fótbólt.
Týdningurin av stigun-
um, sum Vejle, nú hevur
fingið, kann eisini vísa seg
at
gerast
sera
stórur.
Sigurin viðførdi, at Vejle nú
hevur 26 stig. Liðini undir
teimum á stigatalvuni eru
Silkeborg, AGF og Lyngby,
sum hava ávíkavist 25, 22
og 14 stig.
Dystir um vikuskiftið
Fótbóltur
Kappingin um Løgmanssteypið
Bólkur 1
19.04
NSÍ-Sumba Suni Johansen
21.04
VB-B36
Lassin Isaksen
21.04
Sumba-NSÍ Birgir Sondum
Bólkur 2
20.04
GÍ-EB/S
Suni Johansen
20.04
TB-FSV
Petur Skarðenni
Bólkur 3
20.04
B68-KÍ
Páll Augustinussen
20.04
HB-Skála
Jens Petur Brattalíð
Steypakappingin, kvinnur
21.04
KÍ-B68
Dan Højgaard
21.04
HB-NSÍ
Jóhan Krogh
21.04
B36-AB
Erling Eysturoy
21.04
VB-B71
Jens Petur Brattalíð
Áskoðaramet hjá FCK
Vejle vann kæruna
Eftir øllum at døma verður talan aftur um fult hús, tá FCK og
Brøndby hittast í Parkini, og longu nú er greitt, at árið í ár
verður metár hjá FCK, hvat áskoðarum viðvíkur
17
Um vikuskiftið skal
endaliga gerast av,
hvørji lið koma víðari
til fjórðingsfinal-
urnar í steypakapp-
ingini
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Bólkaspælið í steypakapp-
ingini er nú um at vera
liðugt, og tó at nakrir
spurningar
longu
eru
avgreiddir, so er framvegis
nógv eftir at spæla um hjá
flestu liðunum.
Tað eru nevnliga bert GÍ
og HB, sum eru vís í
oddasessunum
í
sínum
bólkum, meðan tað hin-
vegin bert er Sumba, sum
einki hevur at spæla fyri.
Fyri hini 9 liðini í bólka-
spælinum er talan sostatt
um dystir, sum kunnu
avgera víðari lagnuna í
bólkaspælinum.
NSÍ væl fyri
Í bólki 1 eru tey trý, B36,
VB og NSÍ vís í at koma
víðari, men enn stendur
opið, í hvørjari raðfylgju
hetta verður. Nakað sum
kann koma at hava avger-
andi týdning, tí vinnararnir
í bólkaspælinum saman við
besta 2’aranum fáa heima-
vøll í fjórðingsfinaluni – og
í øllum førum á pappírinum
verður mótstøðan tá veik-
ari.
Her hevði B36 møguleik-
an at tryggja sær odda-
sessin seinasta vikuskiftið,
men tapið fyri NSÍ koppaði
í nógvar mátar alt á høvdið
hjá havnarliðnum, tí er
kravið í øllum førum eitt
stig, tá teir fara til Vágs.
Fær B36 stig her, verða teir
besti 2’arin í bólkinum,
meðan VB hinvegin tekur
hendan sessin, um teir
vinna dystin.
Fyri bæði VB og B36 er
eisini galdandi, at tey við
einum sigri kunnu fara
framum NSÍ, men tað
krevur so, at runavíking-
arnir ikki fáa fulla úrtøku
úr sínum báðum dystum
móti Sumba. Hin fyrri av
hesum varð útsettur, men
varð leiktur fríggjadagin
eftir evstamark okkara,
meðan seinni dysturin, eins
og tann millum VB og B36,
verður leiktur sunnudagin.
Og í veruleikanum eru
runavíkingarnir
somikið
væl fyri, at teir eisini hava
ráð at tapa annan dystin
móti Sumba. Við einum
sigri – og harvið 10 stigum
íalt – kunnu teir nevnliga
tryggja sær, at teir verða
besti tvey’arin í bólkaspæl-
inum.
Alt er opið
Sum sagt, so er GÍ annað av
teimum
liðunum,
sum
longu hevur ognað sær
fremsta sessin í sínum
bólki, og hetta kann hugsast
at geva mótstøðumonnun-
um úr EB/Streymi ein lítlan
fyrimun, tá teir koma til
Gøtu leygardagin. Tað er í
øllum førum ikki óhugs-
andi, at gøtumenn nú royna
at spara eitt sindur upp á
spælarar, sum møguliga
hava smærri skaðar at
dragast við. Ikki minst, tá
talan fyri GÍ er um ein
týdningarleysan dyst, með-
an mótstøðumenninir hin-
vegin helst vilja leggja alla
orku í at vinna sær tey trý
neyðugu stigini.
Hesi eru nevnliga neyðug
hjá EB/Streymi, sum er
ájavnt í stigum við TB og
FS Vágar á øðrum pláss-
inum. Hesi bæði seinnu
nevndu skulu dystast á
Sevmýri, og fyri báðar part-
ar er tá galdandi, at meðan
ein sigur helst ber víðari
luttøku við sær, so merkir
eitt tap eftir øllum at døma
eitt farvæl, so í øllum før-
um verður talan um kon-
tanta avrokning.
KÍ undir trýsti
Klaksvíkingar fara helst
við bivandi hjarta inn á
Toftir, tá KÍ skal spæla ein
rættiliga “alt ella einki”
dyst móti B68.
Einasti sigurin hjá KÍ í
bólkaspælinum kom til
høldar í heimadystinum
móti B68, men hetta hevur
langt ífrá verið nóg mikið
hjá høgt-stílandi klaksvík-
ingunum. Tap á heimavølli
fyri HB og bæði úti og
heima ímóti Skála hava
viðført, at KÍ nú er á aftasta
plássinum í bólkinum, , og
alt annað enn ein sigur er at
rokna fyri einki hjá KÍ, sum
tá endar aftast. Hinvegin
kunnu teir við einum sigri
vinna oddasessin í bólkin-
um, treytað av, at Skála
einki fær burtur úr sínari
vitjan í Havn.
Tað átti Skála kanska
heldur ikki at havt so góðan
møguleika fyri á pappír-
inum, men støðan hjá HB
er hin sama, sum hon er hjá
gøtumonnum í bólki 2. HB
hevur longu ognað sær
fremsta sessin í bólki
sínum, og tí hava teir ikki
fyri neyðini at leggja so
øgiliga orku í dystin, og
eins og hjá GÍ, so fer
venjarin neyvan at tveita
nakran av føstu leikarunum
á vøllin, um so er, at teir
hava minsta varhugan av, at
hetta kann kosta leikar-
anum nakrar vikur uttan
fyri síðulinjuna, so alt í alt
er uppgávan hjá Skála
kanska ikki heilt vónleys.
Hvussu verður og ikki, so
kann í øllum førum stað-
festast, at bólkaspælið í ár
hevur verið eitt hitt mest
spennandi, hesi árini, sum
steypakappingin
hevur
koyrt eftir nýggja leistin-
um. Ikki ein av dystunum í
seinasta
umfarinum
er
uttan týdning, bara tað í
sjálvum sær borgar helst
fyri, at leikararnir leggja
nógv í uppgávuna, sum nú
liggur fyri framman.
Nr. 75 • leygardagur • 20. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Seinasta umfarið skal
avgreiðast
Bólkaspælið í kappingini
um løgmanssteypið
Bólkur 1
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 B36
5
3 - 1 - 1
17
4
13
10
2 VB
5
3 - 0 - 2
12
10
2
9
3 NSÍ
4
2 - 1 - 1
8
5
3
7
4 Sumba 4
0 - 0 - 4
3
21
-18
0
Bólkur 2
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 GÍ
5
3 - 2 - 0
11
5
6
11
2 EB/Str. 5
1 - 2 - 2
7
8
-1
5
3 FSV
5
1 - 2 - 2
5
7
-2
5
4 TB
5
1 - 2 - 2
8
11
-3
5
Bólkur 3
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 HB
5
4 - 1 - 0
14
6
8
13
2 B68
5
2 - 0 - 3
10
11
-1
6
3 Skála
5
2 - 0 - 3
7
12
-5
6
4 KÍ
5
1 - 1 - 3
10
12
-2
4
Hóast runavíkingar enn ikki hava ognað sær
fyrsta plássið í bólkaspælinum, so kunnu teir við
trimum av seks møguligum stigum móti Sumba
tryggjað sær, at teir í øllum førum hava heimavøll
í fjórðingsfinaluni
C
M
Y
K
16