leygardagur 20. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 75 - 20. apríl 2002
Nr. 75 - 20. apríl 2002
19
VALGREINAR
Fyrimunirnir við
Ríkisfelags-
skapinum
Edva Jacobsen
Valevni Sambands-
floksins í Eysturoy
Sambandsflokkurin er
einasti flokkur, sum vil
varðveita
ríkisfelags-
skapin við Danmark.
Upp undir val látast
summir flokkar at vera
ógvuliga sambandssinn-
aðir. Ein av flokkunum
hevur nærum skift støðu
tvær ferðir 180 gradir,
men aftaná kl. 20.00
tann 30. apríl, tá valið er
av, fara teir aftur í loys-
ingarhamin.
Fyri
okkum
sam-
bandsfólk er felags-
skapurin við Danmark
meir enn bara krónur og
oyrir. Londini bæði hava
verið í felagsskapi í
fleiri hundrað ár, og
hetta eru bond, sum ikki
kunnu kvettast. Bæði
kanningar í Føroyum og
í Danmark vísa, at
fólkini í báðum londum
vilja varðveita og styrka
felagsskapin
millum
londini bæði.
Í tí støðu, sum vit eru í
dag, hava føroyingar
danskan ríkisborgara-
skap, sum merkir, at vit
kunnu virka á jøvnum
føti við aðrar danskarar í
Danmark.
Hetta kom sera væl
við hjá okkum í kreppu-
árunum, tá umleið 15 %
av okkara landsmonnum
leitaðu sær til Dan-
markar at fáa arbeiði, tí
pláss var ikki fyri teim-
um her.
Vit kunnu fara niður
at fáa okkum eina út-
búgving í Danmark, og í
dag fara umleið 95% av
øllum føroyingum, sum
fara uttanlands at lesa,
til Danmarkar at fáa sær
útbúgving. Lesandi før-
oyingar í Danmark fáa
lestrarstuðul og fáa eis-
ini íbúðarstuðul, sum
ger, at leigan er bíligari.
Tær
ungu
føroysku
barnafamiljurnar
fáa
eisini ein eykastuðul fyri
hvørt barnið.
Á
sjúkrahúsøkinum
hava vit eitt fyrimyndar-
ligt samstarv við Ríkis-
sjúkrarhúsið, tá í sjúka
rakar onkran av okkara.
Danmark hevur eitt væl-
útbygt
sjúkrahúsverk,
sum vit hava stóra gleði
av.
Nógvir
av
okkara
yvirmonnum
eru
á
brúnni og í maskinrúm-
unum á tí danska hand-
ils- flotanum.
Tað er ógvuliga ilt at
meta um, hvussu nógvir
føroyingar búgva í Dan-
mark í dag, men taka við
aðru generatión við, so
er
talið
møguliga
25.000,00. Vit vilja ikki
slíta bondini til okkara
landsmenn í Danmark.
Onnur
viðurskifti
knýta okkum at danska
samfelagnum. Á mang-
an hátt hava vit felags
søgu og mentan. Navn-
framir danskarar sum
Grundtvig, Brockmann,
Brorson, Ingemann og
Bech hava havt stórt árin
á okkara samfelag, sum
hevur verið gagnligt fyri
Føroyar.
Uttanríkismál, politi-
mál og løgreglumál eru
mál, sum ríkismyndug-
leikarnir umsita fyri
okkum, og eru hesi mál
væl umsitin og eru ikki
knýtt at heildarveiting-
ini.
Heildarveitingin ella
blokkurin úr Danmark
er umeið 1 milliard, og
taka vit hini málini við,
er hetta umleið kr. 1,2
milliard. Enn einaferð
skal eg undirstrika, at
sitandi landsstýri, ikki
bara tjóðveldisflokkur-
in, men eisini fólka-
flokkurin og sjálv- stýr-
isflokkurin, hava skorið
blokkin við kr. 366
milliónum, og yvir fýra
ár er hetta tal umleið 1,5
milliard, so skjótt verður
talið 366 milliardir.
Vilt tú varðveita ríkis-
felagsskapin á núver-
andi støði við vælferðar-
samfelagnum Føroyar -
og tað vilt tú -, so er bert
ein flokkur, sum kann
hjálpa tær við hesum, og
tað eru vit á lista B -
Sambandsflokkinum.
Sverre Midjord
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðuroy
Tað er eingin loyna, at
skattatrýstið serliga her hjá
okkum er sera høgt og
tyngjandi. Tað var so, at
skatturin varð brúktur til at
skapa vinnuligar fyritøkur,
tí vinnulívið var ikki virkið,
soleiðis sum ein metir eitt
vinnulív skal vera. Tað var
snøgt sagt steðgað upp, ikki
tí, at ongar sømdir vóru,
tvørur ímóti, tí var tað
neyðugt at ganga aðrar
leiðir og avgjørt var í
kommununi, at avseta 2%
av skattinum til vinnulig
endamál. Í fleiri ár varð
hetta gjørt, og hetta tiltak
kom okkara bygdasamfelag
væl við. Vinnuvirkir og
skip vórðu fingin til vega,
og sum tað nú einaferð
gongur í vinnulívinum,
gekk bæði upp og niður,
sum heild var tað positivt,
tað bleiv skapt nakað, sum
var øllum at gagni.
Nú hevur Løgtingið við
teirra borgarliga meiriluta
forða fyri, at hetta kann
halda fram.
Skattatrýstið má linkast,
tíðin er inni til tað, serliga
hjá láginntøkunum. Tey,
sum arbeiða í okkara høv-
uðsvinnu og onnur, sum
hava lítla inntøku mugu
varkunnast á ein reiðiligan
máta, tað er so, at okkara
fiskimenn hava ein skatta-
lætta, og tað er beint, tí
meti eg og tað fari eg at
virka fyri, at okkara verka-
fólk á sama hátt fáa ein
skattalætta, soleiðis at ein
partur av teirra inntøku
verður skattafríur. Hetta
kann so regulerast, hækkast
og lækkast alt eftir inntøku-
ni.
Tað vil gera tað, at tann
vanligi borgarin vil hava
meira pening at ráða yvir,
og tað er eftir mínari metan
rætt og rímuligt.
Eg fari at virka fyri eini
slíkari skipan.
Reimund Langgaard
valevni fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy
Eftir verandi avtalu við
Danmark, fáa vit eina
árliga peningaveiting frá
teimum - blokstuðul. Hesin
stuðul verður goldin soleið-
is at øllum borgarum í Rík-
inum verður tryggja nøkur
grundleggjandi viðurskifti.
Her er m.a. talan um
sjúkrahúsverki og skúla-
verki. Sostatt kann ein siga,
at talan er um eina útjavnan
av virðunum í Ríkinum.
Tjóðveldismenn kalla hesa
árligu
peningaupphædd
fyri eina olmussu, og siga
seg ikki vilja koma sær
niður á eitt so lágt støði.
Føroyingar
hava
eisini
nógv onnur rættindi í sam-
starvi við Danmark. Her
eru nøkur:
• Útbúgving og íbúðarvið-
urskifti í Danmark.
• Ambassadir runt um í
heiminum.
• Rættarskipan og –trygd.
• Kongshús og gjaldoyra
Eftir møguliga loysing
Tjóveldisflokkurin
førir
fram, at vit kunna gera
avtalir um øll tey omanfyri
nevndu viðurskifti, tá vit
loysa. Vit kunna m.a. gera
avtalu við Norðurlond, um
at lesa ókeypis har. Vit
kunna gera avtalur við
onnur lond um ókeypis at
nýta teirra ambassadir,
rættarskipan og gjaldoyra.
Men tá er sanniliga talan
um olmussu!
At vit hava nøkur rættindi í
einum ríkisfelagsskapi, har
báðir partur fáa ágóða hvør
av øðrum, er í mínum eyg-
um ikki nøkur olmussa.
Men at vit skulu bidda
okkum nakrar ágóðar, sum
vit ikki megna at taka
okkum av sjálvi, av tí at vit
eru ov fáir íbúgvar í Før-
oyum, tað er olmussa.
Um tú tí ikki ynskir at
føroyingar skulu móttaka
nakra olmussu frá útheim-
inum, so vel Sambands-
flokkin 30. apríl!
Thomas Arabo
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Eitt oyggjasamfelag sum
Føroyar kann ongantíð
sammetast við smálond í
Europa,
sum
liggja
í
koyrifrástøðu til Venedig
ella tilfeldigvís telja Pávan
millum sínar íbúgvar. Mín-
ar royndir, eftir at hava
fingist við ferðavinnu í
næstan 30 ár eru, at møgu-
leikarnir hanga tætt saman
við infrastrukturinum. Ís-
land er betur fyri enn vit í
so máta, so hetta er nakað,
man útyvir støðuga markn-
aðarføring má arbeiða víð-
ari við í Føroyum. Ìsland
hevur harafturat haft ein
skipaðan ferðavinnupolitik
15 ár longur enn Føroyar,
so eg haldi at okkara
ferðavinnufólk hava klára
seg fínt.
Vit læra av íslendarum
og øvugt
Føroyingar tóku stig til
Vestnorden Travel Mart
fyri á leið 20 árum síðani.
Hetta er eitt afturvendandi
tiltak og hevur tað ment
ferðavinnu í útnorði, og
síggja vit eisini úrslit í dag.
Ferðavinnan í Føroyum er í
stórari
menning
-
vit
hoyrdu so seint sum í gjár,
at hotellini eru so at siga
fultbookaði í summar. Í
samband við Ísland kann
eisini nevnast, at føroyingar
við Norrønu hava ein týð-
andi part av íslendsku
ferðavinnuni og vísir hetta
samband, at føroyingar og
íslendarar kunnu læra av
hvørjum øðrum - tað gong-
ur ikki bara ein veg.
Hvussu ber tað til, at fólk
kenna ferðamál, hóast
hesi ikki eru fullveldi?
Tað viktiga er ikki, hvat
fólk gera á Kanarisku
oyggjunum ella Bermuda.
Tað viktiga er, at fólk
kenna til hesi ferðamál og
vita, hvat tey hava at bjóða,
hóast talan ikki er um full-
veldi. Eitthvørt ferðamál
hevur sítt at bjóða fram.
Onkustaðni er tað gott
veður, aðrastaðni eru tað
mentan,
einastandandi
náttúruupplivingar, laksa-
fiskarí o.s.fr.
Eg eri glaður fyri at frí-
merki
verða
nevnd
í
diskussiónini um ferða-
vinnu. Frímerki eru eitt gott
dømi um, at Føroyar kunnu
gerast kendar og attraktivar
hóast vit ikki eru fullveldi.
Hví geva upp?
Hettar prátið um at einki
ber til uttan fulveldi er
tvætl. Hinvegin so skal ar-
beiðast konstruktivt fyri at
fá nakað burtur úr. Ferða-
vinnan er í menning, og er
tað himmalvíður munur á
nú og fyrr, men enn liggur
nógv arbeiði fyri framman
- við ella uttan fullveldi.
Tað verður svangligt, um
man fellir í fátt og gongur
út frá, at einki ber til uttan
fullveldi, tí so kunnu vit
bara snara lykilin um á
Ferðaráðnum.
Javnaðar-
flokkurin trýr uppá før-
oysku ferðavinnuna og tí
eigur Ferðaráð og ferða-
vinna framhaldandi at rað-
festast høgt.
Skattalætti til tey lægstløntu
Olmussa – nú ella aftaná
Í koyrifrástøðu til Venedig
( Viðmerking til Ivan Eginsson Moskalenko )
VALGREINAR
Sjálvandi er oljan
okkara
Jóannes Eidesgaard
Formaður
Javnaðarfloksins
Tað er óseriøst og bein-
leiðis villeiðandi, at
Høgni Hoydal og tjóð-
veldisfólk skulu halda
áfram við at sáa mis-
treystið og iva í okkara
fólk, tá tað snýr seg um
oljuna í okkara undir-
grund.. "Nei, vit eiga
einki". "Tað, vit hava,
hava vit av náði frá døn-
um". "Teir kunnu taka
alt aftur, tá vit minst
varnast". Soleiðis ljóðar
sjangurin frá hasum
kórinum.
Í seinastuni hava vit
hoyrt lýsingina um, at
hinir flokkarnir, t.v.s.
m.a. Javnaðarflokkurin
ætlar sær at geva dønum
undirgrundina aftur.
Í Danmark hevur ver-
ið ein líknandi herferð,
og tá var hon stýrd av
Ekstrablaðnum
og
Dansk Folkeparti.
Men hesin spurningur
er viðgjørdur av bæði
sitandi og undanfarnu
donsku stjórnini og av
Fólkatinginum, og boð-
skapurin er tann sami: "
Føroyingar eiga ráevnini
í undirgrundini". Vit
hava lóggávuheimild, og
vit eiga tær inntøkur,
sum
vónandi
koma
burtur úr undirgrundini
ein dag.
Í
Danmark
roynir
Dansk
Folkeparti
at
halda lív í ivanum, og í
Føroyum
roynir
so
Tjóðveldisflokkurin at
gera tað sama. Og verða
teir trongdir, so koma
reir rennandi við onkr-
um sitati frá onkrum -
legg til merkis - donsk-
um politikkara, har orð-
ini verða vend og snar-
að, so tær tæna teirra
søk.
Annars hevði danski
forsætismálaráðharrin
eina sera sigandi mynd
av øllum hesum hurli-
vasanum hjá Tjóðveldis-
flokkinum, har hann
kallaði tað "skugga-
boksning", t.v.s. tú berj-
ist imóti einum fígginda,
sum als ikki er til. Tú
slært út í tóma luft.
Eins væl, sum vit
føroyingar eiga rættin til
tann seyð, sum gongur á
hesum oyggjum - eins
væl, sum vit føroyingar
eiga rættin til tann fisk,
sum svimur í okkara
sjógvi - eins væl eiga vit
føroyingar rættin til ta
olju, sum liggur í okkara
undirgrund.
Lat
tað
standa rimmarfast.
Hetta vita tjóðveldis-
menn fullvæl, men sum
danir siga: "Hensigten
helliger midlet." Tí júka
teir upp í saman, at vit
kunnu ikki kenna okk-
um fult tryggar við
ríkidømið í undirgrund-
ini, fyrr enn fullveldið er
staðfest. Men hetta er
bara ikki rætt. Hetta er
beinleiðis skeivt.
Løgið at ein sam-
gonguflokkur,
hvørs
landsstýri hevur útskriv-
að leitiloyvi, sáar hend-
an ivan. Hetta styrkir so
ikki um okkara trúvirði
úti í heimi.
Tað var nú harmiligt,
nú vit endiliga høvdu
eitt mál, har allir flokkar
hava staðið saman um
loysnirnar, at ein flokkur
skuldi royna at brúka
málið til egnan politisk-
an vinning. Til tess hava
vit aðrir mett málið alt
ov týdningarmikið. Og
tað er eins óseriøst av
Tjóðveldisflokkinum
longu nú at rokna við
teimum inntøkum, sum
vónandi liggja og bíða
okkum í undirgrundini.
Eyðólv Dimon
Valevnið Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Javnaðarfloksins mál er, at
føroyski fólkaskúlin skal
vera hin besti, vit kunnu
bjóða børnum og foreldr-
um. Hetta krevur, at vit
hava dugnaligar og "enga-
geraðar" lærarar, sum skulu
hava teir røttu møguleik-
arnar fyri menning og eftir-
útbúgving. Men hetta er
ógvuliga fjart frá støðuni,
sum hevur valda seinastu
árini. Í fjør var øll eftirút-
búgving spard burtur, og í
ár er eftirútbúgving uttan-
landa tikin burtur. Føroya
Lærarafelag hevur júst
gjørt eina trivnaðarkanning
millum limir sínar. Kann-
ingin vísir, at sum heild
halda lærarar, at tað er gott
at vera lærari um kjarnin í
lærarastarvinum er undir-
vísingin ella viðurskiftini
við næmingar, starvsfelag-
ar, foreldrini ella leiðsluna.
Hinvegin so er breið
semja um, at ónøgdin mill-
um lærarar er blivin størri.
Og ónøgdin er so stór, at
meiri enn helvtin av lærar-
unum svarar, at teir av
álvara hava umhugsað at
søkja annað starv.
Arbeiðstíðin strekkir ikki
til
Grundgevingarnar fyri, hví
lærarin ikki trívist, eru m.a.
at arbeiðstíðin ikki strekkir
til, at tað er torført at fremja
næmingalagaða undirvís-
ing, og at skúlaverkið ikki
megnar at taka sær av
næmingum við serligum
tørvi. Heili 47 % av lærar-
unum halda seg í minni
mun ella als ikki vera føran
fyri at fremja næminga-
lagaða
undirvísing,
og
størsta forðingin her er, at
næmingatalið er ov høgt í
flokkunum.
Í
seinasta
útspælinum frá Menta-
málastýrinum egnir stýrið
við fleiri tímum til skúlar,
sum lata næmingatalið í
flokkunum fara upp um 24
næmingarnar í hvørjum
flokki.
Hvussu
kunnu
skúlafólk, sum áttu at kent
til viðurskiftini í skúlanum,
finna uppá slíkt. Hetta er
ábyrdarloysi av grovasta
slag.
Sleppur
negativa
gongdin at halda fram, tá
fara
frustratiónirnar
at
vaksa millum lærararnar,
og nøgdsemi at minka enn
meiri, og hetta fer so aftur
at hava við sær, at lærarar
støðast enn verri í skúlan-
um, og tá fara enn fleiri at
søkja sær onnur størv.
Gula lampan blinkar
Tann gula lampan er farin
at blinka, og hetta eigur at
verða tikið í álvara. Sum
støðan er í dag, er stórur
tørvur á lærarum. Seinasta
starvslýsingin lýsti eftir 44
lærarum.
Hetta
eigur
Mentamálastýrið at hava í
huga, og samstundis mugu
teir gera sær greitt, hvat
endamálið er við skúlanum.
Skal hann verða eitt stað,
har næmingarnir skulu læra
nakað, ella skulu vit halda
fram at fylla enn fleiri
næmingar
inn
í
tey
frammanundan
yvirfyltu
flokshølini. Skulu vit fylgja
fólkaskúlalógini, sum 81%
av føroysku lærarunum eru
nøgdir við, so er neyðugt at
lærarar fáa góð arbeiðskor
og góð eftirútbúgvingar
viðurskifti. Ì trivnaðar-
kanningini hjá FL siga 80%
av lærarunum, at møgu-
leikarnir fyri eftirútbúgving
eru ikki nøktandi. Er álvari
aftanfyri tosið um sjálv-
berandi búskap, so má
størri dentur leggjast á
Fólkaskúlan, sum øll víðari
menning byggir á.
Næmingatalið skal
lækkast
Javnaðarflokkurin legði í
seinastu
tingsetu
fram
uppskot um, at næminga-
talið í byrjunarflokkunum.,
t.v.s. 1.-2. Flokki ikki
skuldi upp um 18 næm-
ingar, og hetta hevði verið
eitt stig tann rætta vegin.
Tíverri vann hetta ikki
frama tá, men um vit fáa
nóg stóra undirtøku á løg-
tingsvalinum 30. apríl, tá
verður
hetta
uppskotið
tikið fram aftur.
Jógvan Páll Poulsen
valevni Javnaðarfloksins
Landsstýrismaðurin í bún-
aðarmálum hevur hetta
valskeið arbeitt við at pri-
vatisera landsjørðina, men
tíbetur gekk tíðin undan hjá
honum, annars hevði hann
nokk rokkið á mál við
hesum. Tjóðveldisflokkur-
in heldur, at er í fínasta
lagi, bert teir sleppa at
spæla við fullveldið. Sjál-
vstýrisflokkurin situr bara
lammaður og hyggur at.
Javnaðarflokkurin
er
ímóti at privatisera lands-
jørðina og møguliga forera
heilar oyggjar til einstak-
lingar. Vit vilja geva neyta-
bøndum loyvi at keypa fjós
og brúksrætt til tað jørð,
sum fjósið hevur tørv á.
Jarðarráðið eigur at vera
avtikið í núverðandi líki og
onnur meira nútíðarhósk-
andi og smidligari skipan
sett í staðin.
Mamy Dahl Sørensen
Valevni Javnaðarfloksins í
Norðoyggjum
Javnaðarflokkuri fer at
broyta núverandi bústaðar-
politikkin. Vit hava sett
okkum sum mál at at tað
skal kunna verða ein val-
møguleiki hvussu vit vilja
búseta okkum.
Tey ungu
Tað skulu gerast 50 lestrar-
íbúðir, hesar íbúðir skulu
byggjast har skúlarnir eru.
Tá nýggir skúlar verða
bygdir skulu samstundis
gerast lestraíbúðir. Tað
skulu eisini gerast ung-
dómsíbúðir, soleiðis at ung
kunnu flyta heimanífrá, og
fáa somuleiðis møguleikan
at fara í aðrastaðni í
landinum at fáa sær arbeiði.
Tey við skerdum førleika
Fólk við skerdum møgu-
leika hava ikki verið raðfest
hesi síðstu árini, hetta skal
broytast. Tað skulu gerast í
minsta lagið 30 nútíðar-
hóskandi búpláss til sálar-
liga sjúk, menninga- og
rørslutarna
Tey einligu, støku og
familjan
Støk og einligir forsyrgjara
skulu hava møguleika at
búseta seg fyri ein sámu-
ligan prís, tað er næstan
vónleyst sum nú er, tað
skulu gerast eigaraíbúðir,
lutafelagsíbúðir og leigu-
íbúðir.
Tað skal kunna verða ein
valmøguleiki um tú vilt
eiga ella leiga tær ein
bústað.
Tey eldru
Á eldraøkinum skulu gerast
160 ellis- og røktaheims-
pláss umframt sambýlir og
eldra íbúðir.
Í samband við at døgn-
røktar skipanin, ið Javn-
aðarflokkurin eisini fer at
seta í verk, verður tað ein
valmøguleiki hjá teimum
eldri, um tey vilja búgva
longst møguligt í egnum
bústaði ella um tey velja
eina aðra loysn, eina minni
íbúð ella búpláss.
Broyta lógina um
rentustuðul og MVG
Tað skal gerast áhugavert
hjá kommunum, húsaláns-
grunninum, tryggingum,
fakfeløgum o.ø., ið hava
hug at gera íløgur í íbúðir.
Fyri at gera hetta áhugavert
skal lógin um rentustuðul
og MVG broytast, soleiðis
at íbúðarfeløguni fáa MVG
endurrinda og fáa sama
rentustuðul sum privatu
sethúsaeigarnir.
Hetta
skal
Javnaðar-
flokkurin gera, og tí fari eg
at heita á teg um tú vilt at
hetta skal gerast veruleiki,
at velja Javnaðarflokkin 30.
apríl.
Langt frá Mentamálastýrinum til Fólkaskúlan
Landsjørðin skal ikki privatiserast
Øll hava rætt til ein bústað
C
M
Y
K
19
18