leygardagur 20. apríl 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 75 - 20. apríl 2002
Nr. 75 - 20. apríl 2002
21
VALGREINAR
Eldrapolitikkur
aftur á skránna
Mikkjal Sørensen
valevni Javnaðar-
floksins í Suðuroy
10.000 krónur til støk og
16.000 krónur til hjún
mánaðarliga í pensjón.
Hetta er mál Javnaðar-
floksins.
Sitandi
samgonga
hevur nýtt nógva orku
og nógvan pening til eitt
nú fullveldismálið. Og
tað er ikki ókent, at setir
ein alla orku, allan
peningin, á eitt stað, so
er vandin at missa sera
stórur.
Og málini eru mong,
ið eru dottin á gólvið í
navni fullveldisins.
Eitt nú hevur sitandi
samgonga
ikki
havt
stundir at tikið sær av
okkara eldru, tí orka
hevur
verið
løgd
í
orrustur við danir, uttan
stórvegis úrslit.
Men okkara gomlu,
tey ið undan fóru og
løgdu
lunnar
undir
okkara framkomna sam-
felag, hava verið við
skerdan lut síðstu fýra
árini.
Bráðfeingistørvurin er
sostatt stórur. Javnaðar-
flokkurin hevur tí sett
sær fyri at, at neyðugar
íløgur til 160 nýggj
røktarheimsplás kom-
andi fýra árini verða
settar av á fíggjarlógini.
Landskassans
partur
verður umleið 80 milli-
ónir krónur í fýra ár.
Fleiri og fleiri eldri
liggja
einsamøll
og
óhjálpin
heima,
tá
heimahjálpin fer eftir
seinastu dagligu vitjan-
ina.
Tí vil Javnaðarflokk-
urin beinanvegin út-
byggja heimarøktina við
einari
døgnrøkt
við
tilkalliskipan. Hetta økir
um
tryggleikan
og
møguleikan at verða
verandi í egnum heimi.
Somuleiðis má sam-
ansetingin av starvs-
fólkum- á eldrasambýl-
unum, sum í veruleik-
anum eru smá røktar-
heim, fáast í trygga legu.
Fólkapensjónin skal
styrkjast og samhalds-
fasta eftirlønarskipanin
gerast munagóð fyri
allan arbeiðsmarknaðin.
Við fólkapensjónini
og samhaldsfasta skulu
stakir pensjonistar koma
uppá 10.000 krónur og
pensjonistahjún upp á
16.000
krónur
um
mánaðin.
Vit kunnu ikki longur
hyggja at, meðan støðan
hjá okkara gomlu og
sjúku stendur við og
versnar, meðan hugt
verður aðrar vegir, men
einki
verður
gjørt.
Eldrapolitikkur má aftur
á dagsskránna, tí vit
skylda teimum, ið gingu
undan, virðilig kor.o
Ólavur Rasmussen
Valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðuroy
Eitt
av
vandamiklastu
vápnunum í politikki, eins
og millum menniskju, eru
fordómar. Lat meg tí av-
høvda ein av hesum for-
dómum straks: fordómin
um, at sjálvstýrisfólk ikki
kunnu halda nógv av
danska fólkinum og Dan-
mark. Hópurin av føroy-
ingum lesur ella hevur lisið
í Danmark (sjálvur havi eg
lisið ein part á donskum
universitetum), fær sjúkra-
viðgerð í Danmark (hetta
rinda vit sjálvi), hevur
familju í Danmark (sjálvur
havi eg ein systir, sum er
gift einum dana), hevur
vinir í Danmark (sjálvur
havi eg ikki tal á mínum
donsku
vinum),
lesur
danskar
bókmentir
og
danska søgu. Og allir
føroyingar kenna vit danir,
sum eru búsitandi í Føroy-
um, fólk, sum vit halda
nógv av - fólk, sum seta
eyka lit á okkara samfelag.
Men hetta merkir ikki, at
útheimurin stegðar upp á
Langeland. Eingin tjóð,
hvørki Danmark, tíans-
heldur einar frælsar Føroy-
ar, klára seg uttan samband
og samstarv við umheimin.
Nógvir føroyingar hava,
sum sagt, havt stórt gagn av
at lesa niðri. Men góðu
føroyingar, uttan fyri Dan-
mark er ein stórur, spenn-
andi heimur, við veldugum
avbjóðingum. Tað finnast
eisini universitet í øðrum
londum
enn
Danmark,
nógv av teimum á so høg-
um støði, at danskir ung-
dómar leita sær burtur til
tess at menna seg. Tað sama
gera alt fleiri føroyskir
unglingar. Hesar ungdómar
lata seg ikki niðurbinda av
gravsálmunum
um,
at
víðka vit um sjónarringin,
so gloyma vit, at Danmark
er heimsins nalvi!
Skal eg siga sum er havi
eg fingið nóg mikið av
hesum heimføðisliga jabb-
inum, sum er ein háðan
bæði móti ungdóminum og
okkara sjófólki, sum vóru
teir fyrstu, ið brutu sjógv til
tess at víka um sjónarringin
hjá føroyingum. Sjófólk
okkara sigldi um høv og
um fremmandar leiðir og
ruddaði slóð fyri alheims-
sambandi, meðan mappu-
frensarnir á landi grótu eftir
donskuboppu - ein grátur
og ein jammur, sum enn er
at hoyra og síggja í
bløðunum, hvønn einasta
dag.
Jú, Danmark er eitt gott
land og danska fólkið eitt
hampafólk. Og tað eru
ongar ætlanir um at kvetta
sambandið
við
danska
fólkið eftir at Føroyar eru
vorðnar sjálvstøðugar. Men
eitt er at hava samband
millum oyrini, og æðrarnar
fyltar við donskum bud-
ingi, so kíkurin stendur at
bresta av neyðarrópum,
nakað heilt annað at hava
samband við aðrar tjóðar
sum stavnhald fyri einum
frælsum Føroyum. Vit eiga
at møta øðrum londum,
eisini Danmark, við virðing
- tað gera vit einans sum
sjálvstøðugt land. Tá kunnu
vit av røttum kalla aðrar
tjóðir, eisini Danmark,
brøðrartjóðir.
Samband er fyritreytin
fyri frælsi
Eitt
av
vandamiklastu
vápnunum í politikki, eins
og millum menniskju, eru
fordómar. Lat meg tí av-
høvda ein av hesum for-
dómum straks: fordómin
um, at sjálvstýrisfólk ikki
kunnu halda nógv av
danska fólkinum og Dan-
mark. Hópurin av føroy-
ingum lesur ella hevur lisið
í Danmark (sjálvur havi eg
lisið ein part á donskum
universitetum), fær sjúkra-
viðgerð í Danmark (hetta
rinda vit sjálvi), hevur
familju í Danmark (sjálvur
havi eg ein systir, sum er
gift einum dana), hevur
vinir í Danmark (sjálvur
havi eg ikki tal á mínum
donsku vinum). Og allir
føroyingar kenna vit danir,
sum eru búsitandi í Før-
oyum, fólk, sum vit halda
nógv av - fólk, sum seta
eyka lit á okkara samfelag.
Eingin
tjóð,
hvørki
Danmark, tíansheldur einar
frælsar Føroyar, klára seg
uttan samband og samstarv
við umheimin. Nógvir før-
oyingar hava, sum sagt,
hava stórt gagn av at lesa
niðri. Men góðu føroyingar,
uttan fyri Danmark er ein
stórur, spennandi heimur,
við veldugum avbjóðing-
um. Tað finnast eisini
universitet í øðrum londum
enn Danmark, nógv av
teimum á so høgum støði,
at danskir ungdómar leita
sær burtur til tess at menna
seg. Tað sama gera alt fleiri
føroyskir unglingar. Hesar
ungdómar lata seg ikki
niðurbinda av gravsálm-
unum um, at víðka vit um
sjónarringin, so gloyma vit,
at Danmark er heimsins
nalvi!
Skal eg siga sum er havi
eg fingið nóg mikið av
hesum heimføðisliga jabb-
inum, sum er ein háðan
bæði móti ungdóminum og
okkara sjófólki, sum vóru
teir fyrstu, ið brutu sjógv til
tess at víðka um sjónar-
ringin hjá føroyingum.
Sjófólk okkara sigldi um
høv og um fremmandar
leiðir og ruddaði slóð fyri
alheimssambandi, meðan
mappufrensarnir á landi
grótu eftir donskuboppu -
ein grátur og ein jammur,
sum enn er at hoyra og
síggja í bløðunum, hvønn
einasta dag.
Jú, Danmark er eitt gott
land og danska fólkið eitt
hampafólk. Og tað eru
ongar ætlanir um at kvetta
sambandið
við
danska
fólkið eftir at Føroyar eru
vorðnar
sjálvstøðugar.
Tvørturímóti. Men eitt er at
hava
samband
millum
oyrini, og æðrarnar fyltar
við donskum budingi, so
kíkurin stendur at bresta av
neyðarrópum, nakað heilt
annað at hava samband við
aðrar tjóðar sum stavnhald
fyri einum frælsum Før-
oyum. Vit eiga at møta
øðrum londum, eisini Dan-
mark, við virðing - tað gera
vit einans sum sjálvstøðugt
land. Tá kunnu vit av
røttum kalla aðrar tjóðir,
eisini Danmark, brøðra-
tjóðir.
Samband er fyritreytin fyri frælsi
Katrin Dahl Jakobsen
løgtingslimur og valevni fyri
Javnaðarflokkin
Tað skal vera eitt av okkara
fremstu ynskjum. At um-
sitingin av fólkaskúlanum
kemur í aftur røttu leguna,
sum fer at bera dám av
góðvilja, og ikki sum hesi
seinastu fýra árini, av
klandri og stríð. Fólka-
skúlin er týdningarmesti
lærustovnurin og støðið
undir øllum okkara før-
leika. Eyðkenni eigur at
vera menning og ikki kaos.
Men
umstøðurnar
at
skapa góð viðurskifti hava
ikki verið tær bestu. Tey
flestu munnu halda, tað
hevði verið óhugsandi, at
ein skúli hevði fýra leiðslur
eftir fýra árum. Men hetta
hevur allur føroyski fólka-
skúlin verið noyddur at liva
við. At ovasta leiðsla fyri
skúlaverkinum, landsstýris-
maðurin, hevur verið so
mikið ódrúgv, at fýra lands-
stýrismenn hava røkt hetta
starvið hesi fýra árini, setir
sjálvandi síni spor. Tað má
ikki henda aftur! Slíkt
arbeiðslag slóðar ikki fyri
framhaldandi
menning.
Tvørturímóti hevur Menta-
málastýrið sett klandursmet
við fólkaskúlan hetta skeið-
ið. Fíggjarmálastýrið eigur
tó sín lut í hesum ivasama
heiðuri, tá teir ikki hava
hildið gjørdar avtalur.
Tað kom illa við, at før-
oyski fólkaskúlin varð rakt-
ur av verkfalli útvið tveir
mánaðir. Tað kom eisini illa
við, at eftirútbúgvingin av
lærarum varð strikað, uttan
at annað tá varð sett ístaðin.
Hetta hoyrir ikki nútíðini
til.
Tað kom illa við, at
Strandferðslan tók aftur tað
sindrið av ferðastuðuli,
sum var til skúlaflokkar.
Sjálvandi eiga skúlaflokkar
at ferðast heilt ókeypis, tá
ferðin er liður í undirvís-
ingini. At nýggja tímabýtið
ikki gagnaði stóru skúlun-
um í Havn, at handaligu
lærugreinirnar ikki verða
røktar, at næm. við serlig-
um tørvi ikki fingu betri
umstøður, og vit kundu
nevnt mangt annað. Nógv
arbeið liggur at taka upp
hjá eini komandi sam-
gongu, ikki minst í fólka-
skúlanum. Fyrst at tryggja ,
at fólkaskúlin fær framt
tað, honum er álagt. Har-
afturat arbeiða fyri miðvís-
ari menning og betri ar-
beiðsumstøðum fyri lærar-
ar. Javnaðarflokkurin vil
verja og ikki berjast við
fólkaskúlan.
Fólkaskúlin má fáa frið!
Valtilfar í Sosialinum
Treytir fyri upptøku av valgreinum er, at tilfarið
verður latið okkum sum teldupostur ella á diskli.
Prísurin er hálvur lýsingarprísur.
Fyri valgreinar á valsíðuni í Internet-Sosialinum er
prísurin 50 kr fyri hvørja grein, um ikki onnur avtala
er gjørd við flokkarnar.
Sosialurin
Gamla sluppin frá
1884 skal hava eina
høvuðsumvæling.
Skrokkurin skal
styrkjast og nýtt dekk
gerast. Í næstu viku
verður sluppin
sleipað til Skotland á
eina skipasmiðju í
Fraserburgh, sum
umvælir træskip
SKIP
Stefan í Skorini
Westward Ho hevur ligið
við bryggju í Havn í nøkur
ár. Hon er í ringum standi,
og tørvur er á eini høvuðs-
umvæling.
Grunnurin
Sluppin, sum eigur West-
ward Ho, hevur nú tikið
stig til at umvæla sluppina.
Jónsvein
Lamhauge,
havnameistari, er formaður
í grunninum, og hann sigur,
at sluppin verður sleipað
niður til Skotland einaferð í
næstu viku. Ætlanin er at
fáa Vaktar- og Bjargingar-
tænastuna at gera hetta,
men av tí at bæði Brimil og
Tjaldrið liggja við bryggju
vegna verkfall, er tað
møguligt, at hetta verður
útsett nakrar dagar.
Umvælingin er rættiliga
umfatandi og fer at kosta
grunninum
einar
tvær
milliónir krónur. Fleiri av
bondunum í skrokkinum
skulu skiftast út, og spildur-
nýtt dekk skal eisini gerast.
Harumframt skulu fleiri
bjálkar undir dekkinum og í
skipinum, sum eru illa
farnir, skiftast út.
Síðani skal alt skipið inn-
rættast av nýggjum, tí alt
skal tømast innanúr eisini.
Hetta arbeiðið verður gjørt
í Føroyum, og Jónsvein
vónar, at fáa sjálvbodna ar-
beiðsmegi at innrætta skip-
ið. Innrættingin fer óivað at
kosta nakrar hundrað tús-
und krónur.
Westward Ho hevur ligið
á beding á Tórshavnar
Skipasmiðju, har fólk hava
tett øll hol, og gjørt klárt at
seta fast, so hon er klár til
túrin niður til Skotland.
Partur av søguni
Spurningurin er so, um tað
loysir seg at seta eitt so
gamal skip í stand.
– Tað er avgjørt neyðugt
at varðveita hetta skipið, tí
hon umboðar eitt sera týdn-
ingarmikið tíðarskeið í
søgu Føroya, tí tað var við
sluppum, at føroyingar fóru
undir at veruligt havfiskarí,
sigur Jónsvein Lamhauge.
Hann sigur, at henda um-
vælingin verður mett sum
ein íløga. Skipið verður
sum nýtt eftir umvælingina,
og tá er grundarlag fyri at
vinna nakað av peningi inn-
aftur í grunnin, sum er
heldur tómur eftir hetta risa
takið.
Sluppin verður væntandi
aftur at síggja í Føroyum
einaferð í heyst, tá arbeiðið
eftir ætlan skal vera liðugt.
Tó er møguleiki fyri, at hon
ikki kemur aftur til Føroyar
fyrr enn næsta vár. Jón-
svein sigur, at tey ikki fara
at sleipa hana til Føroyar á
vetri.
Westward Ho er bygd í
1884 í Grimsby í Englandi.
Thomsen á Tvøroyri keypti
sluppina til Føroyar í 1895,
tá hon skifti navn til Viking.
Í 1908 skifti hon aftur til
upprunaliga navnið.
Í 1967 keypti grunnurin
sluppina frá felagnum hjá
Thomsen. Tá hevði sluppin
verið í vinnuligari sigling
heilt fram til 1966. Longu í
1968 var hon aftur í sigling.
Tvær aðrar sluppir eru í
Føroyum í dag. Johanna,
sum er javngomul við
Westward Ho, og Norð-
lýsið, sum er bygd í 1945.
Westward Ho verður sum nýggj
Hon sær ikki út av nógvum,
Westward Ho, sluppin frá
1884. Nú skal hon sleipast til
Skotland, har hon fær eina
høvuðsumvæling
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
21
20