leygardagur 20. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 75 - 20. apríl 2002
Nr. 75 - 20. apríl 2002
23
Dáttlig vóru boðini hósmorgunin 19.
apríl. Petur Eli er deyður í nátt á
Landssjúkrahúsinum, kvøldið fyri var
hann við sjúkrabili fluttur á sjúkra-
húsið, dótturin Elin var við honum, og
tað skuldi so verða síðsta ferð hansara.
Petur Eli var føddur í Syðrugøtu 10.
september 1934 sonur Perlinu, f.
Højgaard úr Rituvik og Poul Amaliel úr
Syðrugøtu.
Ninnema og Petur Eli eiga børnini
Elin og Jóannes, tey búgva í Syðrugøtu
og Barbaru og Petur Páll, sum búgva í
Havn.
Á ungum árum fór Petur Eli
Mikkelsen til skips; fer á læraraskúla
og tekur læraraprógv í 1960. Framm-
anundan hevði hann verið á Føroya
Fólkaháskúla ein vetur og síðan á
Grundtsvigs Højskole, Hillerød. Lær-
ari var hann á Toftum 1960-67, síðani
fyrstilærari við Gøtu skúla og starv-
aðist har, til hann gavst í lærarastarv-
inum í 1997.
Á so mangan hátt var Petur Eli sera
virkin, eldhugaður fór hann undir upp-
gávur sínar, dugdi væl at læra frá sær,
frásøgumaður millum teir fremstu,
søgu- og kvæðafróður sum hann var. Í
orðaleiki vann hann sær ofta áhugaðan
áhoyraraskarða, livandi og lætt bar
hann fram sínar hugleiðingar, framsøg-
maður og upplesari var hann góður.
Seinast, eg hevði ta eydnu at lýða á
hann, var á summarstevnuni hjá Javn-
aðarflokkinum á Svangaskarði á sumri
2001; har hugleiddi hann um barna-
árini hjá bygdadreingi, tíðina mangur
av hansara ættarliði minnist afturá við
sorgblídni, so meistarliga hann dugdi at
orðfesta seg.
Petur Eli sat sum varamaður á tingi
eitt skifti fyri Øregaard í 1966.
Álitismaður var hann á fleiri økjum.
Deknur í gomlu Gøtu kirkju í 5 ár frá
1967, í kirkjuráðnum 1968-72, lands-
skúlaráðnum 1980-84, mong ár nevnd-
arlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag,
sum formaður og sum kassameistari.
Úrmælingur var hann sum telvari;
miðskeiðis í sjeytiárunum umboðaði
hann Føroyar á fleiri talvstevnum í
útheiminum, nevndarlimur í Talv-
sambandi Føroya.
Evnini hevði Petur Eli at kveikja og
at birta gróðurbaran hugburð. Tøgnin
valdaði ikki, har hann var partur av
samveruni. Íðin var hann, eisini at
nýskapa og økja um virksemi í heim-
bygdini, m.a. tey árini brøðurnir fjøl-
táttu vinnulívið við mekaniska virk-
inum "Havídnaður".
Samstundis við ófrættuboðunum, at
Petur Eli bráðliga er farin av foldum,
liggur elsti bróður hansara, Petur Pauli
Mikkelsen, skipari, Klaksvík, undir
børu. Petur Pauli var skipari á línu-
skipinum "Kvikk" drúgvt áramál og
gavst sum langfarafiskimaður mið-
skeiðis í 80’unum, síðan hevur hann
róð út saman við soninum Andreas, og
hava teir vunnið mangan dýra fongin til
lands.
Hetta síðsta árið fór at bila við
heilsuni – Petur Pauli andaðist 16. apríl
78 ára gamal.
Vit drýpa høvur og lýsa frið yvir
minnið um frægu brøðurnar Petur
Paula og Petur Eli Mikkelsen.
jl.
Nú kveikjandi ljósið og gróðurin fríðk-
ar fold, fór John Dam, skipari í ævin-
leikan eftir burturav stranga og krevj-
andi sjúkralegu, og ævigi friðurin
fevndi hann.
John Dam var føddur í Vestmanna 5.
oktober 1931, Mathilda og Viggo í
Skúlanum vóru foreldur hansara, 8
vóru tey í systkinaflokkinum.
Fáur hevur sum hann lagt fyri seg í
strembanini at fáa sum mest og best
burturúr sjónum. Hjá honum vóru eingi
mørk sum forðaðu, helt hann tað vera
royndina vert.
Skúlaskyldan var ikki reiðiliga av, tá
hann fór við "Grønanesi" í 1945 við
pápanum, Viggo, sum skipara.
Síðan fór hann við "Stella Argus",
Kvívíks Tummas var skipari, so
"Vesturskin", Dia á Vertshúsinum var
skipari, "Kalsevni", Andreas í Hvanna-
sundi skipari.
Og í 1951 fór John sjálvur sum
skipari við "Fame", førdi hana til 1955,
tá fer hann á stýrimansskúla og selur
"Fame" til Debes Christiansen o.fl..
Hann fer nú út at sigla við J. Lauritsen
reiðarínum, til hann í 1961 fer við
"Baki". Hann førir "Bak" til hann í
1968 fer at byggja "Vesturvarða", í
apríl 1969 ger hann royndirnar í
Vesturgrønlandi, sum eru upphavið til
rekjufiskiskap føroyinga.
Fyrstur var hann á hemaraveiðu, við
"Baki" í 1961.
Fyrstur á rekjuveiðu í Vesturgrøn-
landi við "Vesturvarða".
Fyrstur á laksaveiðu í Vesturgrøn-
landi, eisini við Vesturvarða.
Til jóla 1974 kemur "Suðurvarði" og
í 1977 rekjubáturin "Fame", sum hann
rekur til 1986.
Í 1988 hevur hann bygt triðja
"Fame" til skeljaveiðu, tá hevði hann
frammanundan gjørt seg kunnugan við
hesa veiðu umborð á norskum skelja-
báti.
Mikið er sagt og skrivað um burturav
avrekini, sum John Dam í fjølvirkna
lívi sínum sum fiskimaður og leiðvís-
ari; neyvan ber til at gera nakran
samanburð.
John Dam var maðurin á brúnni í
orðsins beinleiðis sum myndaliga
týdningi. Tað kravdi almikið av mann-
inum, sum fekk eitt hendingarík og
virkið lív; hann megnaði tað, sum
mangur hoknaði undir. Við ótrúligu
evnum sínum í veiðuleitan, hevur hann
ríkað og gjørt Føroyar kendar og
virdar.
John fekk harða lagnum, nærum í 7
ár bundin at seingjarlegu, tolin hevur
hann verið í truplu og likamliga sera
krevjandi sjúkuviðgerðum, hann mátti
tola mongu árini.
Fyrru konuna, Unn, misti hann undir
svárum vanlukkuumstøðum í 1966, og
sat hann tá eftir við børnum Hans
Andriasi, Maritu og Zachariasi.
Í 1968 komu Oddvør og John saman.
Oddvør vígdi manni sínum fullan
kærleika. Hon hevur verið stuðul
hansara og troystin, bæði í virkna lívi
hansara sum vinnulívsmaður og sjó-
maður og ikki minni hesi seinnu sváru
ár á sjúkalegu, hevur hon verið um
hann nátt sum dag.
Vit lýsa frið yvir minnið um stór-
mennið John Dam, skipara – og siga
okkara djúpu samkenslu við konuni og
tykkum børnunum.
jl.
Petur Eli Mikkelsen farin
John Dam in memoriam
Vit drýpa høvur í sorg.
Okkara kæri liðfelagi og
vinur, Inga Falkvard Dan-
berg, er ikki okkara millum
longur. Hon, sum altíð
legði so nógv fyri og strídd-
ist so manniliga, mátti
boyggja seg fyri herviligari
sjúku. Tað er ófatiligt,
veruleikin er trupul at góð-
taka, men sum Inga uttan
iva sjálv hevði sagt: "lívið
má halda fram" og so hevði
hon brett upp um armar og
var farin til verka. Í djúpu
sorg okkara eru góðu og
bjørtu minnini ein uggi og
geva styrki at halda fram,
har Inga slepti.
Inga var heil, har hon var,
kundi á vøllinum tykjast
avgjørd og sjálvráðin, men
aftanfyri fjaldi seg ein
ivandi og hjartagóð persón-
menska. Hon vildi ongantíð
gera nøkrum órætt, og hon
royndi altíð at skilja tingini
frá fleiri síðum. Hon var
Neistakvinna av heilum
hjarta, og hennara partur lá
ikki eftir, heldur ikki um
brúk var fyri henni uttan
fyri vøllin. Í venjingini gav
hon seg altíð fult og heilt og
var fyrimyndin fyri mangan
av viðspælarum sínum.
Venjarar og tey, sum vóru
uttan um liðið, vistu, at tey
í Ingu høvdu ein vinnara.
Bæði til venjing og til dyst
ofraði hon tað, sum skuldi
til og meira afturat fyri at
vinna. Inga hevði vilja og
yvirskot sum fáur; var
formurin eftir hennara egna
tykki ikki nóg góður, so
rann hon nakrar ferðir
oftari enn hinar, tí hon
mátti orka og hon orkaði.
Hon kravdi nógv, bæði av
sær sjálvari og viðspælar-
um sínum, men hon gav
eisini
nógv.
Hon
var
skemtilig og hittinorðað og
var ikki bangin fyri at fara
um mark. Kundi møta upp
til avgerandi dyst við
appilsingulum hári ella
onkrum uppaftur øðrvísi.
Hon tordi, og hon oysti av
sínum yvirskoti, tí var altíð
avbjóðandi, skemtiligt og
hugnaligt at vera saman við
henni. Hon var ein góður
vinur, tú kundi leggja títt
hjarta víðopið fyri hana, og
hon gav sær stundir at lurta
eftir tær; var samstundis
følin, kendi á sær, um okk-
urt ikki var sum tað skuldi
hjá liðfeløgum sínum, og
sum liðskipari ofraði hon
nógva tíð og nógv av sær
sjálvari fyri at fáa liðfelags-
skapin at virka.
Í sínum arbeiði var hon
eisini altíð hjálpsom og
fyrikomandi. Komst tú á
gátt í ítróttarhandlinum, har
hon starvaðist, so var hon
altíð til reiðar at finna tað
fram, sum júst tær vantaði.
Hon hevði altíð tíð og yvir-
skot til eitt hugnaligt prát,
og sjálvt eftir at sjúkan
hevði gjørt vart við seg, var
tað tann sama glaða og
fryntliga Inga, sum tú møtti
í handlinum, sum sjálvt tá
hevði yvirskot til at tosa við
fólk um teirra trupulleikar,
og eisini hevði yvirskot at
ugga fólk, sum høvdu hug
at eymka hana. "Nei, hon
skuldi bara fáa svar upp á
kanningarnar og armin at
virka aftur, sum hann hevði
gjørt áður, so var hon klár
at spæla fult og heilt á 1.
deild aftur". Liðið hevði
brúk fyri at vinna, og tí
vildi hon hjálpa til við. "Eg
havi ov nógva orku í mær at
sita á beinkinum í fyrstu
deild, so heldur spæla heil-
an dyst við 2. deild", sum
hon sjálv hevði á orði,
einans tveir mánaðir áðrenn
hon andaðist. At tað kanska
meiri var vilji enn orka, her
var talan um, er ein onnur
søga, men tað er ein góð
mynd fyri, hvussu nógv
Inga altíð legði fyri, og at
hennara partur ongantíð lá
eftir, tá tøk skuldu takast og
dystir skuldu vinnast.
Vit vildu øll, at hon eisini
hevði vunnið sín seinasta
dyst, tó at so skuldi ikki
verða, men í Neistanum
hevur hon gróðursett viljan
og áræðið, sum fer at bera
ávøkst millum teir leikarar,
sum spældu saman við Ingu
og millum teir yngru
leikararnar, sum sóu hana
sum sína fyrimynd.
Orð eru fátæk slíkar løtur
í lívinum, men sjálvt í
sorgini geva minnini styrki,
og Inga var ein sum við síni
gleði og sínum lívsvilja
skapti vón og trúgv uppá, at
alt helst fór at laga seg tá til
stykkis kom. Vit hava øll
mist, men svárast eru sorg-
in og saknurin hjá tykkum
sum stóðu henni næst.
Gævi tit finna styrki í
minnunum um tykkara
kæru konu, mammu, dótt-
ur, systur, ommudóttur,
verdóttur, svigarinnu og
fastur.
Ærað veri minnið um
Ingu.
Vár
Ein megnarkvinna er farin
– Ingu Falkvard Danberg til minnis
Heilsøla, smásøla & umbo - Tel. 315600 - Fax 318008
Hoyggjturkari
· Turkar 20' kontainara við vátum grasi uppá uml. 6-8 tímar
· Bíligur í rakstri uml. kr. 20,- um tíman írokna streym og dieselolju
· Tú kanst turka gras í oysandi regni fyri umleið kr. 20,- um tíman
· Kvalitetur og long livitíð
· Royndir í Føroyum við sera góðum úrsliti
Seinasta freist at bíleggja fyri at náa levering til
slátturin í ár er innan 01.05.02
Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460
Studio Kirsebær Colour
ALS
Arbeiðsloysisskipanin
P.O.Box 3022 • FO-110 Tórshavn
Tel 349550 • Fax 349551
teldupostur: als@als.fo
RSROKNSKAPUR
hj Arbeisloysisskipanini fyri 2001
(1.000 kr.)
RAKSTRARROKNSKAPUR
Inngjøld ............................................................................
Útgjøld v.m. ......................................................................
Tekniskt úrslit ................................................................
Útrei›slur til starvsfólk og fyrisiting..............................
Úrslit á›renn avskrivingar ............................................
Avskrivingar ....................................................................
Úrslit á›renn fíggjarpostar ............................................
Fíggjarpostar, netto ........................................................
Úrslit av vanligum rakstri ............................................
Serligar inntøkur ............................................................
Rakstrarúrslit ..................................................................
FÍGGJARSTØ‹A pr. 31. desember
Aktiv
Stø›isfæ íalt ....................................................................
Tí›aravmarkingar og forútgoldi›....................................
Skuldarar..........................................................................
Lánsbrøv ..........................................................................
Tøkur peningur................................................................
Umfer›arfæ íalt................................................................
Aktiv íalt ..........................................................................
Passiv
Stovnsfæ ..........................................................................
At flyta til næsta ár ........................................................
Eginogn íalt......................................................................
Avsetingar íalt ................................................................
Skyldugur arbei›sloysisstu›ul........................................
Ognarar ............................................................................
Onnur skuld......................................................................
Tí›aravmarkingar ............................................................
Skuld íalt..........................................................................
Passiv íalt ........................................................................
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stu›ul til arbei›sleys,
at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbei›sleysum at fáa arbei›i
og at umsita arbei›sávísing fyri føroyska arbei›smarkna›in. Á ALS
starvast í løtuni 19 fólk. Virksemi› hjá ALS er í høvu›sheitum
lógarásett. Ovastu lei›sluna hevur st‡ri› fyri ALS, sum - eftir
tilmæli frá arbei›sgevara- og løntakarafeløgunum á
arbei›smarkna›inum - ver›ur valt av Føroya Landsst‡ri.
2001
137.126
-60.160
76.966
-10.497
66.469
-898
65.571
16.662
82.233
8
82.241
1.393
441
2.181
283.511
95.455
381.588
382.981
93.840
280.983
374.823
0
3.876
1.182
3.100
0
8.158
382.981
2000
150.160
-80.066
70.094
-11.924
58.170
-699
57.471
12.858
70.329
224
70.553
1.713
388
1.537
141.377
152.728
296.030
297.743
93.840
168.742
262.582
30.000
4.340
756
0
65
5.161
297.743
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
C
M
Y
K
23
22