leygardagur 20. apríl 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 75 - 20. apríl 2002
MASKINUR TIL SØLU !!
Dekkmaskina, Aquila AS 930, árg 1999
prísur: 20.000,-
Avbalanseringsmaskina, Corghi EM-71
prísur: 10.000,-
Kompressari, Ingersöll Rand
prísur: 5.000,-
Píkamaskina, Winterbach, Oku-Automatik
prísur: 7.000,-
2-soyla billyfta, I stobal (defekt)
prísur: 1.000,-
Einans kontant søla!!
Íroknað MVG !!
Ring á Tlf. 226750 og hoyr nærri
Hús í Fuglafirði
44 m2 í trimum hæddum.
Á loftinum eru 4 kømur og w.c.
Í miðhæddini er køkur, stova, bað og durur.
Í kjallaranum er kjallararúm og sólcentur.
Til sølu um nóg høgt boð fæst.
Tlf. 444844 aftaná kl. 18.00.
Skrivstovufólk
Av tí at umsitingarliga arbeiði á Royndarstøðini og
Skógrøkt landsins nú verður lagt saman, verður við
hesum søkt eftir einum starvsfólki at arbeiða uml.
hálva tíð í nýggju eindini.
Arbeiðið kemur í høvuðsheitum at fevna um:
• arbeiði við roknskaparskjølum
• skriving av frágreiðingum
• journalisering og arkivering
• arbeiði verður sjálvstøðugt, við møguleika fyri
fleksiblari arbeiðstíð
Førleikakrøv:
• góðan kunnleika til roknskapar- og bókhalds-
arbeiði
• góðan kunnleika til føroyskt mál og rættskriving,
umframt kunnleika í donskum og enskum
• góðan kunnleika til teldutøkt skrivstovuarbeiði
• góð samstarvsevni og helst royndir frá líknandi
starvi
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag
Arbeiðsstaður: meginpartin av tíðini hjá Skógrøkt
landsins í Hoydølum og lutvís á Búnaðardeplinum í
Kollafirði
Setanarstaður: viðkomandi verður settur í starv
hjá Almennum royndum og ráðgeving (Royndar-
støðini)
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Peder Haahr tlf. 479000
Umsókn: skrivlig umsókn skal vera Royndarstøðini
í hendi í seinasta lagi 29. apríl 2002
Royndarstøðin
410 Kollafjørður
Arbeiðseftirlitið
Occupational Safty and Health Administration
Vegna farloyvi er eitt sera áhugavert og
spennandi starv sum
eftirlitsfólk
innan arbeiðsumhvørvi og alt, ið hartil hoyrir,
leyst at søkja, til setan 1. juni, ella sum skjótast.
Starvið er tíðaravmarkað til 15. januar 2003.
Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar og
kemur viðkomandi, umframt vanligt eftirlitsvirk-
semi, eisini at taka sær av evni og tilfari og øllum
inniklima mátingum og sundurgreiningum av hes-
um.
Rætti umsøkjarin við tøkniligum førleika, roynd-
um innan evnafrøðiligar mátingar, við góðum evn-
um at málbera seg skrivliga á føroyskum og við
teldukunnleika hevur fyrimun.
Setanartreytir. Løn og setanartreytir sambært
sáttmála millum landsstýrið og viðkomandi yrkis-
felag.
Upplýsing og umsókn. Nærri upplýsingar fáast
við at venda sær til Arbeiðseftirlitið, tlf. 317811 og
tosa við Karl Joensen, stjóra. Skrivlig umsókn, við
avriti av prógvi og møguligum ummælum skal,áðr-
enn 4. mai 2002, sendast til:
Arbeiðseftirlitið
Boks 1134
110 Tórshavn
Kunngerð
til løgtingsveljarar í Skála Kommunu
til løgtingsvalið 30. apríl 2002
Brævatkvøður
Veljarar í Skála Kommunu, ið sambært vallógina
lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu,kunnu at-
kvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til
og við 29. apríl 2002.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á val-
staðin og sum ynskja at greiða brævatkvøðu heima,
kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 441179
í seinasta lagi 29. apríl 2002, kl. 15.00.
Valkort
Við hesum verður gjørt kunnugt,at til løgtingsvalið
verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur,ið heldur seg hava atkvøðurætt,ikki hev-
ur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt
fyri,skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá í sein-
asta lagi 29. apríl 2002 á tlf. 441179.
Valstøð
Løgtingsvalið fyri valstøðini í Skála Kommunu fer
fram á hesum støðum:
á Skála: í Pensiónistahúsinum
í Skálafirði: í skúlanum
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og held-
ur fram til kl.20.00,ella so leingi veljarar møta uttan
steðg.
Skála Kommuna
Súkkluvenjingar
hjá Tórshavnar Súkklu Felag
Motións-
Royndir
Børn og ung
súkkling
súkklarar
Mánadag
19.00-20.00
19.00-20.00
Mikudag
19.00- 21.30
Hósdag
19.00-20.00
Leygardag
15.00-17.30
Børn og ung byrja hósdagin 2. mai, og halda fram
til mánadagin 1. september.
(Evald Rasmussen,tlf.316552.)
Motiónssúkklarar byrja mánadagin 22. apríl.
Hetta eru tey, ið eiga eina súkklu, og sum fegin vilja
røra seg á súkklu. Ikki er neyðugt at hava eina ný-
mótans kappkoyringarsúkklu, ein fjalla- og býar-
súkkla, og ein joggingdrakt eru minst líka góð til
hetta slag av súkkling.
(Sverri Mohr Edvinson,tlf.319659.)
Royndir súkklarar byrja mánadagin 22. apríl.
Hetta eru súkklarar, ið hava súkklað í fleiri ár.
(Gunnar Dahl Olsen,tlf.319030.)
Byrjað verður hvørt kvøld frá Føroya Tele á Hálsi.
Eru spurningar, ringi so endiliga.
TSF
Gravsteinar,
kantsteinar og blómubeð
Nú eisini úr Føroyskum gróti
Nr. 75 • leygardagur • 20. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Andar av tí ónda
siga prestarnir Niels Pauli Danielsen og
Peter O.K. Olufson
Lesið s. 6 og 7
SANGUR
Ingrid Bjarnastein
Havnin, áh Havnin, tann deiliga
Havn,
Gott er at kenna tín fjálgandi
favn,
... Havnin er heilag og sæl...
Veðrið var gott henda týsmorgun
Sosialurin var og vitjaði í Til-
haldinum í Tórsgøtu. Sangurin
hoyrdist langt út í gongina, og
inni í sjálvum hølunum stóðu
eini 25-30 fólk savnað um eitt
klaver, og sungið varð av lívsins
kreftum.
– Vit syngja hvønn týsdag,
sigur Katrin Samuelsen, sum er
ein av songfuglunum, sum plagar
at koma at syngja.
– Okkum dámar tað væl. Tað
er stuttligt, og hugnaligt. Onkun-
tíð hava vit roynt at sungið
fleirræddað, men tað riggar ikki
altíð so væl.
So við og við meðan sangurin
ljómar, koma fleiri og fleiri fólk.
Onkur omma hevur eisini tikið
ommubarnið við.
– Tað eru nakrir ymiskir sum
spæla hvørja ferð. Jákup
Lindenskov plagar at siga, hvat
fyri sangir vit skulu syngja. Vit
byrja vanliga um 10 tíðina, og so
syngja vit í umleið hálvan annan
tíma.
Hugnaligt
Tað er ikki sørt hugnaligt at sita í
Tilhaldinum henda morgunin.
Eins og áarstreymur rennur, Alt
hann átti á fold og aðrir sangir,
og øll syngja av hjartans kraft.
Tey síggja ikki sørt nøgd út, sum
um allir verðinstrupulleikar
verða skúgvaðir til viks hesa
løtuna sangurin heldur á. Í
onkrum horni situr onkur og
nýtur tónleikin, meðan bløðini
verða lisin.
»Og so syngja vit nummar 309
í Føroya Fólks«, sigur Johan
Restorff Jacobsen, sum saman
við Benny Samuelsen syrgdi
fyri, at húsakórið fekk klaver-
fylgispæl henda dagin.
Hølini fyllast meira og meira,
og tá sangurin er liðugur sita tey
og práta eina løtu.
– Vit byrjaðu uppá at hava
sang fyri einum ári síðani, sigur
Vanja Petersen, leiðari í Tilhald-
inum.
– Vit syrgja fyri, at onkur altíð
er, sum spælir klaver, meðan tey,
sum koma, so sjálvi gera av, hvat
verður sungið. Í fyrstuni høvdu
vit bara sang einaferð um
mánaðan, síðsta fríggjadag í
mánaðanum, men tað hildu tey
vera ov lítið, so nú hava vit valt
at økja um sangin. Og tað dámar
teimum væl. Fleiri eru, sum
passa ommu- og abbabørn, og
tey taka bara børnini við. Tað er
ongin forðing.
Sangirnir, sum sungnir verða,
eru føroyskir. Nógvir av teimum
verða ikki sungnir so nógv.
Eisini hevur Nancy Vesturbú,
sum er 85 ár yrkt ein nýggjan
sang, "Havnin, á Havnin". Vanja
sigur, at tey, ið eru í Tilhaldinum
eru ógvuliga kreativ, ikki bara
hvat sangi viðvíkur.
Sangurin heldur áfram, meðan
sólin skínur uttanfyri. Og meðan
"Breið verndarveingir tínar"
ljómar í bakgrundini, sníki eg
meg útaftur í frísku várluftina –
eina sanguppliving ríkari.
Syng, syng, syng morgunsangin tín
Hvønn týsmorgun savnast tey í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn til hugnasang.
Byrjað verður klokkan 10, og sungið verður í umleið hálvan annan tíma
Tey í Tilhaldinum syngja hvønn týsmorgun. Sangirnir eru føroyskir, og dámar teimum hetta ógvuliga væl
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
25
24