Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. apríl 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 75 - 20. apríl 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Lagnuvalið nærkast. Sjálv havi eg ikki atkvøðurætt, tí eg havi búð ov leingi niðri. Men um eg hevði havt atkvøðurætt, ja, hvønn skuldi eg valt? Eg skilji so væl øll, sum eru í villareiði. Míni egnu sjónarmið um samfelags- ligar spurningar hóska t.d. sera illa inn í tær partapolitisku floks- skráirnar, sum eftir mínum tykki eru alt ov fýrkantaðar, tí tær eru ideologiskt og ikki minst søgu- liga grundaðar og tí ofta ikki serliga tíðarhóskandi. Verðin er alt ov samansett til, at hon kann trýstast inn í ideologiskar heildarloysnir. Politikkur og ideologiir eiga ikki at vera settar fremst eftir mínum tykki, men menniskja og trivnaður tess. Tí havi eg eisini sera ilt við at plasera meg sjálva á ein høgra-vinstra aksa. So ein- føld og fýrkantað er mín verð ikki, at eg kann býta alt upp í høgra ella vinstra - ella upp í svart og hvítt. Menniskju hava brúk fyri frælsi til at avgera egna lagnu, men tey trívast ikki í einum ultra-kapitalistiskum og egoistiskum samfelag, bert drivn- um av kommersiellum áhugamál- um, har stórkapitalurin endar við at stýra øllum, so munurin á menniskjum dýpist til eina av- grund og tann lítli maðurin ósvikaligt verður við sviðusoð. Menniskju hava brúk fyri einari ávísari sosialari trygd, men ikki at staturin leggur sína køvandi dýnu av bureaukratii niður yvir alt, har tað endar við, at staturin stýrir øllum og tekur frælsi frá einstaklinginum. Nei, sum skilst dámar mær einki tey víðgongdu sjónarmið- ini, sum svørja til tær stóru for- kromaðu loysnirnar upp á alt. Søgan hevur ov ofta prógvað, at tað gongur rívandi galið, tá tey víðgongdu sleppa at ráða líkamikið um tey hella til vinstru ella til høgru. Á sama hátt sum við vinstra- høgra aksanum havi eg ilt við at viðurkenna loysing-sambands aksan, sum føroyingar so leingi hava baksast við. Hesi hugtøkini forbrongla alt eftir mínari meting. Tað er púra burturvið at tosa um loysing mótvegis sambandi. Loysa frá hvørjum? Sleppa øllum á fjall ella hvat? Sum um vit vóru leys av øllum og mistu alt sam- bandið við umheimin, um vit valdu loysingina framum sam- bandið!? Vorðið sum ørvitistos. Eg fái meg heldur ikki her at síggja alt so tvíbýtt. Hví ikki kalla ein spaka fyri ein spaka, sum danir plaga at taka til? Valið snýr seg ikki um loysing ella samband, men um at velja sjálvræði ella ikki, at velja ímillum at arbeiða fyri fullum sjálvsavgerðarrætti, ella um danir enn skulu hava rætt at leggja seg út í føroysk viðurskifti. Tað er tað, sum er aðalspurningurin. Og so snýr tað seg eisini um virðing, virðingina frá útheiminum mót- vegis føroyingum og umvent. Ynskja føroyingar at verða viður- kendir sum egið fólk í umheim- inum? Ella ynskja teir framvegis at verða eitt slag av hálv-dønum í eygunum á øllum øðrum uttan sær sjálvum? Kunnu føroyingar framhaldandi liva í hesi skizo- freniini? Ynski um einar sjálvstøðugar Føroyar, (sum summi rópa loys- ing), er ikki eitt stokkut mótafyri- brigdi, sum onnur av og á skýra tað sum. Hetta er ein spurningur, sum søguliga sæð heilt náttúrligt er vorðin meira og meira átroðk- andi, jú fleiri mál føroyingar hava yvirtikið undir heimastýrislógini. Núverandi viðurskiftini millum Danmark og Føroyar kunnu tí kortini undir ongum umstøðum varðveitast í allar ævir, men um fullveldið er loysnin beint nú og her, veit eg ikki. Eg veit bara, at danir fara ikki at finna seg í at missa meira og meira vald, jú fleiri mál føroyingar yvirtaka, og samstundis enn gjalda hundrað- tals milliónir til føroyingar um árið, uttan eisini at krevja rætt til at taka avgerðir føroyinganna vegna afturfyri. Men vilja føroy- ingar finna seg í at vera tiknir av ræði? Ov nógv spreingievni liggur í hesi skipan, til at hon kann halda á, sum er. Vit kunnu ikki blása og hava mjøl í munn- inum í senn. So vit eru noydd at finna eina meira eintýdda loysn, enn ta vit hava í løtuni. At klára seg sjálvan er ikki tað sama sum at klára seg uttan onnur. Einki land, heldur ikki Føroyar (ella Danmark fyri tí!), kann klára seg uttan tætt sam- starv við onnur lond. Men skulu føroyingar hava rætt til at sam- ráðast við aðrar tjóðir og rætt til at luttaka í altjóða samstarvi t.d. í norðurlendskum høpi ella í EU, mugu Føroyar viðurkennast sum tjóð og javnsetast við aðrar tjóðir á altjóða stigi. Tað gerst ikki uttan at føroyingar taka valdið í Føroyum. Er tað skilabesta tí ikki undir øllum umstøðum at føroy- ingar taka fulla ábyrgd av sær sjálvum jú fyrr jú betri - og gjalda fyri seg sjálvar, fyri egin mál og egna nýtslu - og harvið vinna rættin til sjálvræði og rættin til at vera egin tjóð. Hvat skal forða føroyingum í tí, annað enn egið máttloysi? Tilfeingi hava føroyingar jú ríkiligt av til at klára seg, og so væl eisini! Alternativið er jú - um vit skulu hava eintýddar loysnir - at Føroyar vendir aftur til at gerast eitt danskt amt, og yvirletur allar avgerðir aftur til eina danska stjórn og eitt danskt fólkating, harav teir fægstu limirnir hava traðkað sín fót á føroyska jørð! Er tað hetta, føroyingar heldur vilja? Nei, tí fái eg meg neyvan at trúgva. Líkamikið um vit lata eyguni upp ella aftur, so er gongdin, at Føroyar og Danmark undir øllum umstøðum mugu sleppa ríkisfelagskapinum í tí líki, sum hann hevur í dag. Tað er bert ein spurningur um tíð - og um á hvønn hátt. So hví ikki velja tey fólk og teir flokkar, sum hava munadyggar og framskygn- ar visiónir um, hvussu Føroyar skulu skipast sum ein sjálvstøðug tjóð... Føroyar eitt danskt amt? Elin Heinesen skrivar Dagny Joensen, rithøvundi Nú val stendur fyri durum, kyknar afturvendandi kjak- ið upp um kynsbýtið í tinginum, og um munin á kvinnuligum og mannlig- um valevnum, sum bjóða seg fram á valinum kom- andi. Aftur hesaferð eru ikki nógvar kvinnur uppstill- aðar í ymsu flokkunum, og tosið um, at kvinnur ikki duga at koma sær fram, eru smædnar og hava bert skil fyri teimum bleytu virðunum o.s.fr., verður jaglað upp í saman, so vit at enda skulu halda, at so er. Í veruleikanum minnist eg ikki ella kann seta navn á einstaka tingmannin, sum hevur verið frammi á tingsins røðarapalli sein- astu fýra árini, men tá um tingkvinnurnar ræður, er eingin trupulleiki. Tær hava als ikki smæðst burtur í tí politiska ar- beiðnum í farna valskeiði. Tað kom mær til hugs ein dagin, eg hoyrdi ein "fimmara" um evnið í Útvarpinum. Tingkvinn- urnar hava í hvør sínum flokki roynst ógvuliga væl. Bæði í orðaskiftinum í tinginum og í almenna kjakinum, hava tær flestu verið virknar. Tú kanst verða samd ella ósamd í tí, tær framføra, alt eftir politiskum liti og hugsjón- um, men tað skerst ikki burtur, at tíðin er farin frá hugtakinum, at menn duga betur enn kvinnur at stýra landinum. Hóast tingkvinnurnar bert hava verið fimm í tali í hesum tingskeiðnum, og hava umboðað hvør sín flokk, haldi eg, at tær hava fylt karmarnar út, eftir tí, sum vit veljarar kunnu krevja av politikarunum. Við øðrum orðum, tað er ikki bara umráðandi, hvussu kynsbýtið er á monnum og kvinnum í tinginum, men um hvussu limirnir umsita síni máls- øki, og geva seg til kennis í almenna kjakinum. Tey flestu, sum eru áhugað í samfelagsmálum og politikki, vita helst hvørjar tingkvinnurnar eru, men eg loyvi mær at ivast í, um nøvnini á øllum tingmonnunum sita eins væl eftir í huganum, tá valskeiðið er farið. Ja, nakrir teirra eru so ókend- ir, at tú neyvan veitst, at teir eru har. Hinvegin er kanska ikki neyðugt at stúra fyri fram- tíðini, bara tí færri kvinnur eru á vallistunum, tí tær, sum hava bjóðað seg fram, hava eins góðan kjans at verða valdar og mannligu umboðini. Nógvar hava eisini í dag, í størri mun enn áður, fingið góðar útbúgvingar, sum kann vera ein persónligur fyri- munur, tá tær bjóða seg fram - og eisini, at ungu veljararnir hava onnur ynski enn bara at velja sama flokk og umboð, sum foreldrini. Tað er ikki talið, men avrikið sum telur, men tað tykist sum rákið at fáa fleiri kvinnur inn á ting, nú fær meira vind í seglini enn áður. Tað sæst best av tí, at hetta málið verður tikið upp alment. Vit, sum minnast 20 — 30 ár aftur í tíðina kunnu bert staðfesta, at hóast tað hevur verið drúgt at venda gongdini, so er kortini stór broyting hend, frá teirri tíðini, tá kvinnur bert vóru "toldar" sum valevni á flestu flokslistum, men samstundis fingu boð um ikki at "agitera" — og til í dag, nú verulig uppstilling og kapping um sessirnar fer fram. Eru tað kortini flokkar, sum gera sær "dælt" av at hava vakrar kvinnumyndir at prýða vallyftini við, so lat teir bara tað. Tey, sum verða vald at stýra tey næstu árini, fáa møguleika at prógva teirra styrki, og tað er tað sum telur, tá samanum kemur. Eitt er, at kvinnur sigast at verða betri fyrireikaðar í arbeiðinum. Annað er, at einki umboð fyri tingið skal taka tað fyri givið, at sleppur hann/hon inn um tinggátt, so er slagið vunnið — tað er júst tá arbeiðið byrjar. Bert avrikið tá tingskeiðið er av, kann prógva, hvat hvør hevur fingið á skaftið. Greinin er tikin av heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini www.javnratt.fo Tingkvinnurnar hava sanniliga verið sjónligar ÚTGÁVA Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina “Maturin” eftir Sigrid Dalsgaard. Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mat- tøkniligar eginleikar, hag- reiðing, goymslu og hald- góðsku. Tað hendir so nógv á matvøruøkinum, at neyðugt er at fylgja við. Í bókini verður greitt frá um føðsluevnini, tann týdning, tey hava fyri okkum, og í hvørjum vørum tey eru. Gjølla verður sagt frá vanligastu matvørunum á okkara leiðum, um fram- leiðslu, bygnað, útsjónd, keyp, hagreiðing og goymslu. Evnini í Bjarga- fugl og Grind - tvøst og spik hevur Valborg Ras- mussen, lærari, skrivað. Nógvar frágreiðandi, svart/hvítar myndir eru, ið gera tað hugaligari at lesa. Anni Arge Lamhauge hevur teknað. “Maturin” er fyrst og fremst ætlað at vera læru- bók í heimkunnleika í teimum eldru flokkunum í fólkaskúlanum, men kann harumframt verða brúkt í undirvísing á øðrum skúlastigum, t.d. í húsar- haldsskúla og í kvøldskúla. Gamalt hevur verið hjá okkum: “Fyrst er gesti mat at geva, síðani tíðindi at spyrja”. Her kunnu onnur við, sum hava hug at vita meira um matvørur, vit brúka í dagliga húsarhald- inum fáa gagn av bókini. Bókin er 63 blaðsíður við hópin av myndum og fæst í bókabúðunum fyri 98,- kr. Maturin Dagny Joensen Sosialurin Nr. 75 - 20. apríl 2002 3 MARTIN JOENSEN 100 ÁR Dagfinn Olsen Mynd: Áki Bertholdsen Sandvík. Lítil bygd, ið fostraði ein av størstu høvundum okkara. Leingi lá hon, sum burtur í øðrum heimi, umgyrd av fjøll- um, til hol kom í fjallið fyri eini 30 árum síðani. Ein teirra, ið vitjar bygdina í samband við 100 ára dag Martin Joensens, er dóttur hansara Ása. Við sær á ferðini hevur hon ein ommuson. Ása er gift og býr í Danmark. Ása er fødd í 1934. Tvey systkin vóru tey, eldri bróðurin, ið búði á Tvøroyri, doyði í fjør. Sum at eiga barn Vit hitta Ásu hjá skyldfólki í Sandvík. Og skilligt er, at tað er við blandaðum kenslum, hon luttekur í øllum hávanum, ið gjørdur verður burturúr 100 ára haldinum til minnis um pápan. Og tað er, sum veit hon ikki hvar hon skal byrja, har hon situr í sofuni við stórari savnimappu við brøvum og skjølum av alskyns slag eftir pápan. Men hvussu minnist hon pápan, høvundan, Martin Joensen? Ja, tað kann eg siga so stutt. Hann skrivaði og skrivaði. Tað var, sum at eiga barn. Okkurt var, ið skuldi út, hann hevði so nógv innanborða, sigur Ása, meðan hon blaðar og lesur í skjølunum, ið vekja til lívs aftur mannin, minnini. Og meðan hon blaðar, koma frágreiðingarnar, ein fyri og onnur eftir, eins og tær, kámu gulu, men virðismiklu síðurnar í savnimappuni. Ása býr nakað uttanfyri Keyp- mannahavn. - Tað var sum at fáa nalva- streingin kliptan tvær ferðir, sigur hon um tað, at hon fór til Danmarkar og giftist har, so Martin fekk danskan verson. Um pápan sigur hon. - Hann var fyri loysing, men hann var ikki fundamentalistur. Martin hevði nógvar góðar starvsfelagar, ofta lærarar á Tvøroyri, sum hann samskifti nógv við. Ein teirra var Johannus Enni, men nógvir teirra vóru danir. - Asger Møller royndi at yvir- tala pápa til at umseta bøkurnar til danskt. Men hann sá seg ikki føran fyri tí, men hesin vildi júst, at hann sjálvur skuldi gera tað, tí tað skuldi vera hansara egna mal, sigur Ása, og hugleiðir um mál- búnan í Barbaru og um mál- búnan hjá Williami Heinesen, ið danir halda vera so serstakan og hugtakandi. Sosialt menniskja - Fór hann út, so kom hann altíð í prát við fólk, sigur Ása um pápan, sum hon heldur var eitt sosialt menniskja. Og blaðar hon í mappuni, finnur hon millum mangt for- vitnisligt bræv til Karsten Hoydal, har Martin nevnir, hvussu gott tað er at koma á tal við Janus Djurhuus, tá hesin kom við ferðamannskipinum. Annað handrit, kanska ein tala til Petur Mohr Dam á 60 ára degnum, umtalar teirra stóra vinskap. Og har kemur fram, at alt teir høvdu saman á lívsleið- ini, byrjaði, tá teir einaferð hittust í KFUM. Petur M. Dam og Martin vóru vinmenn. Og nógv komu húsini saman, tá Martin kom at búgva á Tvøroyri. Og nógv varð tosað um politikk, minnist Ása. - Hann var ikki brennandi sosialistur. Hann var ikki sam- bandsmaður! Árini 1945 til ’47 var hann bráðfeingisblaðstjóri á Sosialinum, men hann skrivaði eisini í Tingakross. Og hann helt øll bløðini. Og hann las eisini nógv donsk bløð, Informatión og onnur, greiður Ása frá. Tosaði ongantíð ilt Tað er ikki smávegis av áhuga- verdum - gloymdum - gerandis- løtum, ið aftur fáa lív, tá blaðað verður aftur og fram í mappuni á sofaborðinum í Sandvík henda dag. - Men tað hevur týdning eisini at minnast tey, ið stuðlaðu. Pápi kundi ikki gjørt alt, hann gjørdi, uttan stuðul frá mammu, sigur Ása. Og so minnist hon smílandi aftur á hending, henni er søgd, tá Martin skal hava verið so glaður og fegin er komin inn og greitt frá, at nú er hesin ella hasin deyður. Men tá var tað ein av persónunum, hann skrivaði um, hann sipaði til. - Pápi hevur verið ein, ið á fremmandamáli verður nevndur mynsturbrótari. Smátt hevur óivað verið við stuðlinum, tá hann fór í skúla og at lesa. Hann mátti fáa mammuna, ommu mína, at seta jørð í veð, fyri eitt lán, tí lestrarstuðul var jú eingin, greiðir Ása frá, og nevnir tann týdning, ið stuðulin og eggjanin frá háskúlamonnunum hevði fyri Martin og seinni eisini Rikard Long, tá Martin fór á Lærara- skúla. Men eisini metir hon, at góður lærari óivað hevur verið í Sand- vík, tí væl dugdi Martin, tað sóu seinni hesir menn, ið hann kom í skúla hjá. Og so kemur hon at hugsa um óføra viðmæli, sum W. Johansen, prestur í Vági, gav Martini, tá Martin fór av Økrum til Sand- víkar at starvast, og mín sann, um Ása ikki finnur gulnaða pappírið í mappuni. Ført hevur ofta verið fram um Martin Joensen, at hann er humanisturin, hann, ið heldur við hinum minni menta og finnur fram tær sterku síðurnar. - Hann tosaði ongantíð ilt um nakran. Heldur royndi hann at finna fram til orsøkina til, at fólk vóru, sum tey vóru, sigur Ása. Einsamallur og lítillátin Ofta verður sagt, at rithøvundar, ella fólk við hugi til lestur og bøkur, ikki altíð vóru høgt í metum tá í tíðini, tí tá kravdist, at øll tóku lut í arbeiði, so stundir vóru ikki til annað fjas, um ein skuldi lívbjarga sær. Og Ása er eitt sindur í iva, nú hon skal svara hesum, tí lærarin var ein virdur maður í bygdini, Martin sat í sóknarstýrinum, hevði kvøldskúla og tók sær av eingilsmonnum.Alt tók tíð. - Men fyrstu ferð, eg hoyrdi nakran tosa um pápa, var tá eg kom heim við Norrønu í 1999. Tá kom ein eldri vágbingur til mín, og fór at práta um um Martin Joensen, Fiskimenn og so framvegis, sigur Ása. Og í brævinum til Karsten Hoydal sæst, at Martin Joensen kennir seg kanska eitt sindur einsamallan. Manglaði íblástur, onkran at práta við. Martini dámdi væl at koma til Havnar, at hitta menn har, og hann kom eisini nógv saman við teimum. Frá 1929 er Martin lærari í Sandvík, til hann í 1944 tekur við starvi á Tvøroyri. - Hann søkti eisini einaferð til Havnar. Hann fekk ikki starv. Hann var lítillátin maður. Alt, sum hevði við nepotismu ( at taka vinir ella familju framum onnur, blðm.) at gera, vildi hann ikki vita av. Hann hevði tí ongan stuðul, um so skuildi verið, men hann vildi fegin til Havnar, sigur Ása. Í iva á Vaglinum Og Ása ásannar, at tað er við blandaðum kenslum, hon nú sær og tekur lut í hátíðarhaldinum á 100 ára degnum. - Eg var í iva, tá eg stóð í Havn við tunga pakkanum við handritum og øðrum. Hevði bestan hug at seta pakkan á Vaglið, so kundu tey gera við hann, tað tey vildu, tí onkutíð veit ein ikki reiðiliga, um fólk meina tað í álvara, sigur Ása. - Soleiðis upplivdu vit tað ikki tá. Eg hugsi um, hvussu ringt tað var hjá honum at fáa nakað givið út, sigur Ása, og minnist aftur á jólaløtur, tá eingin ivi var um, hvat Martin skuldi hava, nevni- liga blokkar og pappír. Og Ása minnist, at pápin skrivaði á baksíðuna á rationeringsmerkjum. Og eisini, tá hon hevur verið og tikið upp eftir pápan, hugsar hon, at hann hevur verið heilt maniskur við at skriva, tí í bókum má alt hyggj- ast væl ígjøgnum, tí har er nógv viðmerkt, og mong eru pappírini og avísútklippini, ið mugu hyggj- ast eftir og kannast, áðrenn farið verður ov skjótt fram, so okkurt - kanska av týdningi - hvørvur í gloymskunar hav. Ása ásannar, at tað er sum at fáa pápan aftur, at hyggja í brøv og skjøl, og ikki er altíð lætt at býta hetta við onnur, og bara lata hetta frá sær. - Hann var sjúkur, tá eg var tilkomin. Hann segði ikki alt tað sama tá við okkum, sum hann hevði sagt við onnur. Men eg síggi tað nú, sigur Ása, og leggur afturat, at tað hevði óivað glett Martin, at onkur fegnast um hansara skrivligu avrik, skjøl og viðmerkingar, tí Føroyar, landið, var hansara eitt og alt. - Hann var altíð á veg til eitt nýtt stað, sigur Ása hugsunar- som, meðan hon minnist aftur á pápan, sum andaðist jóladag í 1966, bert 64 ára gamal. Hann skrivaði og skrivaði Soleiðis tekur dóttur Martin Joensen til, tá hon verður spurd, hvussu hon minnist pápa sín. Høvundin, sum í gjár hevði verið 100 ár. Hátíðarhald var í heimbygdini Sandvík í gjárkvøldið og dóttur Martins, Ása Abildgaard, er ein teirra, ið vitjar bygdina í hesum døgum Ása Abildgaard, dóttur Martin Joensen C M Y K 27 26