leygardagur 20. apríl 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 75 - 20. apríl 2002
MENTAN OG MENNING
Turið Kjølbro
- Eg kann ikki hugsa mær, at eitt
landsstýri og løgting koma til,
sum ikki fara at raðfesta listina
og mentanina høgt, og sum ikki
vilja hava ein skipaðan
mentunarpolitikk. Eitt komandi
ting fær í øllum førum ein
orðaðan mentunarpolitikk í upp-
skoti forerandi, sigur Martin
Næs, landsbókavørður, rithøv-
undur og týðari.
Á borðinum á skrivstovuni hjá
Martini Næs á Landsbókasavnin-
um liggja nógv álit. Álit, sum
upp ígjøgnum tíðirnar eru
skrivað um mentan og list, og
hvørjar karmar tær skulu hava at
virka undir. Vit kunnu ikki annað
enn ásanna, at tað hevur ikki
staðið á at skriva álit. Sjálvur var
hann við til at gera álitið
Avmarkaður marknaður, sum
kom í 1996.
- Álitini, tað nýggja og Av-
markaður marknaður, viðgera
meir og minni somu spurningar.
Tey vísa, at í øllum førum í
nøkur tíðarskeið hevur áhugi
verið fyri spurninginum. Nú er
avbjóðingin at gera álitið til
veruleika. Tað er kanska lagnan
hjá mentunarøkinum sum heild,
at viljin at seta pengar av ikki er
í samsvari við góðu ætlanirnar.
Bókasavnslógin og fólkaskúla-
lógin eru dømi um tað sama.
Tað, sum ikki hevur stert, verður
ikki raðfest so frammalaga. Hjá
nógvum, sum taka avgerðir, er
torført at fáa eyga á, at mentan
og list eru góð forrætning, og tí
verða tær við undirlutan ferð
eftir ferð. At eitt nú føroyskur
sjónleikur fær eina virðisløn
uttan fyri landoddarnar, er við til
at lata nógv eygu upp. Tað er
fyrst og fremst eitt herðaklapp til
Jóanes Nielsen, men eisini til
føroyskar bókmentir.
Listafólk í Føroyum eiga at
vera fegin um nýggja mentunar-
álitið, heldur Martin Næs.
- Var eg útinnandi listafólk og
politikkurin, sum álitið leggur
upp til verður framdur í verki,
hevði eg verðið glaður. Álitið er
meiri um listapolitikk enn um
mentan, og tí er heitið á álitinum
nakað misvísandi. Uttan mun til,
hvussu tað eitur, er nýggja álitið
meiri gjøgnumført enn tey
undanfarnu, og fer gjøllari til
verka at lýsa umstøður hjá listini
og listafólki, heldur Martin Næs.
- Nógv er við, men tað undrar
meg eitt sindur, at farið verður so
lætt um netlist og margmiðlar,
sum eru so dominerandi í okkara
tilveru í dag. Tað er gott, at tað
verður nevnt, men umrøðan er ov
lítil.
Nú er avbjóðingin
at gera álitið til veruleika
- At viljin at seta pengar av ikki er í samsvari við góðu ætlanirnar, er lagnan hjá
mentunarøkinum sum heild. Tað, sum ikki hevur stert, verður ikki raðfest so
frammalaga. Hjá nógvum, sum taka avgerðir, er torført at fáa eyga á, at mentan og
list eru góð forrætning, og tí verða tær við undirlutan ferð eftir ferð, sigur Martin
Næs, landsbókavørður, sum kortini hevur góðar vónir um, at vit fáa ein skipaðan
mentunarpolitikk í næstum
- Ein vegur at ganga fyri at fáa politikarar at skilja týdningin av at stuðla list, er at halda á at stríðast, skriva fleiri góðar sjónleikir og bøkur, skipa fyri betri málningaframsýningar og so framvegis,
sigur Martin Næs.
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 75 - 20. apríl 2002
5
Ongin uppfylging
Tá ið álitið Avmarkaður markn-
aður var liðugt í 1996, roknaðu
tey, sum gjørdu tað við, at
arbeiðsbólkar fóru at verða settir
at arbeiða víðari við ymiskum,
sum álitið legði upp til. Men tað
hendi ikki.
- Heldur ikki varð farið ígongd
við at gera onnur álit, um eitt nú
søvn, fólkamentan, ítrótt og
annað. Ting og landsstýri, sum
koma til eftir valið, eiga glað-
beint at taka við mentunar-
politikkinum, sum er í uppskoti í
nýggja álitinum, og síðani
skunda sær undir næstu álitini,
tað vil siga um tey økini, ið ikki
eru umboðað í Mentan og
menning. Tey eiga at seta sær
fyri, at áðrenn næsta valskeið er
runnið, hava vit fingið álit um
varðveiting av mentunararvinum
og fólkamentanini. Verður
mentunararvurin ikki røktur, er
eingin list. Bókasøvnini til dømis
eru ikki bert ein varðveitingar-
stovnur, tey hava eisini til upp-
gávu at spjaða bókmentirnar út.
Og øll søvnini hava týdning fyri
undirvísingarverkið, sigur Martin
Næs.
Í londunum rundan um okk-
um, er tað góðkent og viðtikið, at
tað almenna stuðlar listafólkum.
- Tað er uppá tíðina, at vit gera
tað eisini í Føroyum. Eg skilji
ikki, at føroyingar framvegis seta
spurnartekin við, um listin skal
stuðlast ella ikki. Jens Pauli
Heinesen hevur skrivað síðani
hann var 10 ára gamal, hann
skrivar enn, men hevur lítið og
einki fingið í stuðli, hóast hann
skrivar burturav, sigur Martin
Næs.
Tá ið tað vísir seg ikki standa
á, at játta pening til rættiliga
nógv annað, kunnu vit seta
spurningin, hví føroysk listafólk,
sum burturav arbeiða við list,
framvegis ikki verða viðurkend
og stuðlað.
- Tað má vera tí, at vit hava
valt teir skeivu politikararnar á
ting. Ov fá tingfólk geva sær far
um listina, tað er so nógv annað
sum tey eru upptikin av og tí
raðfesta tey ikki listina. Tað er
ein spurningur um áhuga og
raðfesting. Undir fýra eygum eru
teir av fittastu og skilabestu
fólkum, sum bara vilja tað besta,
men tá ið ætlanirnar síðani skulu
gerast veruleiki og pengar setast
av, eru teir sum trøllaðir. Tað
vísir eitt nú arbeiðið við bóka-
savnslógini, sigur Martin Næs,
og leggur afturat, at einasti vegur
at ganga fyri at fáa politikarar at
skilja týdningin av at stuðla list,
er at halda á at stríðast, skriva
fleiri góðar sjónleikir og bøkur,
skipa fyri betri málningafram-
sýningum og so framvegis.
Pláss skal verða fyri báðum,
bæði áhugalistini og yrkislistini.
- Tey, sum velja at arbeiða við
list við síðuna av einum øðrum
arbeiði, eru sjálvsagt øðrvísi fyri
enn listafólk, ið burturav arbeiða
við list, og krevja tí aðrar
karmar. Og tí er og skal ein
munur vera. At tey fara nakað
friðaliga um hurðarnar, er kanska
tí, at tey eru so fá í tali og nógv
teirra búgva uttanlands.
Menning av dygdini
Martin Næs sær ongan vanda í,
at listafólk skulu gera av, hvør
skal stuðlast í teimum ráðunum,
sum verða skotin upp í álitinum.
- Listafólk eru væl før fyri at
gera av, hvør skal stuðlast. Tey
kenna til málini og vita, hvussu
góð list verður skapt. Sjálvsagt
kann tað verða torført, tí tey
eisini kenna fólkini, men alla
aðra staðni eru tað listafólk, ið
manna listaráðini. Um tað ikki
eru listafólkini, kemur politikkur
í.
Spurningurin um dygd er
eisini settur í kjakinum, ið hevur
verið, síðani mentunarálitið varð
almannakunngjørt. Tað er ringt
at gera sær mynd av, hvussu
dygdin í føroyskari list verður
ment, verða umstøðurnar hjá
útinnandi listafólki broyttar.
Sambært álitinum skal orðlistin
mennast, umstøðurnar hjá
høvundum gerast væl betri, og
týðing av føroyskum bókmentum
skal eisini raðfestast.
- Vit fara ikki at síggja eina
dygdarmenning út frá teim til-
tøkum, sum verða sett í verk,
fyrr enn um nøkur ár. Eg rokni
ikki við, at tey, ið stýra
Mentunargrunninum, fara at játta
stuðul til fólk fleiri ferðir, sum
eingi góð avrik vísa fram. Av sær
sjálvum útloysa meiri pengar
ikki betri dygd, men fær
Mentunargrunnur Landsins
umstøður at virka, soleiðis sum
skotið verður upp, fara vit
avgjørt at síggja tað aftur í dygd-
ini. Fyrr hevur meginparturin av
stuðlinum verið til sjálva útgáv-
una, ikki til at skriva. Við nýggju
skipanini fáa høvundar stuðul til
at skriva, og eg rokni tí við eini
betri dygd. Enn eru starvslønir-
nar so nýggjar, so til ber ikki at
meta um úrslitið. Tað er ómeta-
liga spennandi at síggja, hvat
kann spyrjast burturúr, sigur
Martin Næs.
Onkusvegna hava vit lyndi til
at hugsa í nøgd heldur enn í
dygd. At 117 bøkur komu út í
fjør í mun til 170 árið fyri skulu
vit ikki hefta okkum so nógv
við, tí útgávutølini hava altíð
svingað, vísir Martin Næs á.
- Tað er ómetaliga vágið at
siga yvir ein kamb, hvat er gott
og hvat er minni gott. Ein bók
kann vera góð í mínum eygum
og vánalig í tínum eygum. Ein
og hvør, sum skrivar eina bók
ella málar ein málning ger sítt
besta. Kritikkurin kann vera við
til at gera bókmentirnar betri, vit
gloyma mangan, at kritikkur
eisini kann vera góður. Fólk
halda seg aftur við at ummæla
bókmentir, sum hava uppborið
rós. Eg havi sjálvur ummælt og
eri sjálvur ummæltur. Og tað
haldi eg er bara gott, tað eigur
ein høvundur at tola. Men
ummælarar eiga at miðsavna seg
meiri um bókmentirnar og ikki
um høvundin, sigur Martin Næs.
Norðurlendska luttøkan
Hugburðsbroytingin, sum hóast
alt er farin fram seinastu árini,
um enn nakað varliga, kann eitt
nú sporast aftur til undanfarna
mentunarálitið Avmarkaðan
marknað. Men eisini norður-
lendsku luttøkuna, føroyingar alt
meiri gera seg galdandi í, heldur
Martin Næs.
- Okkara samfelag er komið
meir og meir upp í norðurlendskt
arbeiði og samstarv. Har verða
krøv sett til føroyingar, ikki bara
viðvíkjandi dygd, men eisini til
at rinda okkara part. Skulu før-
oyingar rinda fyri seg, skal
lóggávuvaldið sannførast og tað
tvingar umsitingina til at skapa
karmarnar. Hugburðsbroytingin
er komin í orsakað av eini
samantvinning av nógvum
viðurskiftum. Fólk gerast meiri
og meiri tilvitað, og tað, at
Mentunargrunnurin játtar pengar
í tíðarskeið, ger, at fólk hugsa
øðrvísi. Álitið Avmarkaður
marknaður hevur eisini gjørt sítt
til fyri ein part, og ymiskt, sum
var skotið upp í álitinum, er
framt í verki. Eitt nú er reglu-
gerðin viðvíkjandi Mentunar-
grunninum endurskoðað, sum
skotið varð upp í álitinum.
Hóast ringu royndirnar frá
arbeiðinum við nýggju bóka-
savnslógini, sum vístu, at viljin
at játta pengar, ikki stóð mát við
góðu ætlanirnar, er landsbóka-
vørðurin bjartskygdur. Hann
væntar, ikki minst vónar, at tað,
ið nýggja mentunarálitið leggur
upp til, verður ført fram í verki í
komandi tíð.
- Tá ið tað ber til uppá sjey
minuttir at játta fleiri tíggjutals
miljónir krónur til ein undir-
sjóvartunnil, eigur tað at bera til
at játta pengar til listina. Tað er
bert ein spurningur um vilja.
Mín vón er, at komandi løgting
verður samansett soleiðis, at tey
viðgera álitið og tær ætlanir, sum
tað leggur upp til, við einum
góðum og positivum vilja. Tað
hvílur ein stór ábyrgd á teimum,
sum álitið er um, at fylgja við,
hvat politikararnir gera og minna
á álitið, soleiðis, at tað ikki
verður gloymt. Annars er eingin
meining í, at Mentamálastýrið
hevur brúkt fýra ár at skriva
álitið. Tað er rættiliga spell, um
tað endar í skuffuni saman við
øllum hinum álitunum. At hetta
álitið kom stutt áðrenn løgtingið
fór heim, hevur neyvan verið
tilætlað. Er álitið gott, er tað
líkamikið, nær tað kemur, og so
fara komandi politikarar at taka
tað upp aftur. Tí álitið fer
onganveg, sigur Martin Næs at
enda í viðtali.
- Okkara samfelag er komið meir og
meir upp í norðurlendskt arbeiði og
samstarv. Har verða krøv sett til
føroyingar, ikki bara viðvíkjandi
dygd, men eisini til at rinda okkara
part. Skulu føroyingar rinda fyri
seg, skal lóggávuvaldið sannførast og
tað tvingar umsitingina til at skapa
karmarnar, sigur Martin Næs
Mynd: Jens Kristian Vang
Hendan mánaðin er greinarøð í Sosialinum við sam-
røðum við skapandi og útinnandi listafólk. Listafólk,
umboðandi allar listagreinir, greiða frá sínum listaliga
lívi og gera sær tankar um mentunarálitið, Mentan og
Menning, og hvussu tey kunnu hugsað sær ein føroy-
skan mentunarpolitikk.
C
M
Y
K
29
28