leygardagur 20. apríl 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 75 - 20. apríl 2002
ÁTRÚNAÐUR
Orð & Myndir:
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Fyri eini tíð síðani
høvdu teir báðir prestarnir, Niels
Pauli Danielsen og Peter O.K.
Olofson, ein fyrilestur í
Christianskirkjuni. Hesin fyri-
lestur snúði seg um donsku
sjónvarpsrøðina ”Vald Andanna”,
sum SVF sendir.
Niels Pauli Danielsen starvast
sum prestur í Klaksvík, meðan
Peter O.K. Olofson, sum eisini er
prestur, hevur givið ikki minni
enn tríggjar bøkur út um nýggj-
átrúnaðir.
Og tað er júst um nýggj-
átrúnaðir, at sendirøðin ”Vald
Andanna” snýr seg um.
Setir spurningar
Kaffi stendur klárt á borðinum,
og heimabakaðar smákøkur
liggja í eini vakrari glasskál. Úti
regnar, men inni í stovuni hjá
Niels Paula og konuni er heitt og
fjálgt. Við borðið sita longu
Niels Pauli og Olofson, teir báðir
prestarnir, sum vit hava sett
stevnu í dag. Ætlanin er at práta
eitt sindur um, hvørjar avleiðing-
ar ein sendirøð sum “Vald And-
anna” kann hava fyri vanlig fólk.
Sendirøðin ”Vald Andanna”
hevur verið víst í Sjónvarpi
Føroya í eina tíð, og hevur stórur
áhugi verið fyri hesum sending-
um.
- Ein sendirøð sum ”Vald And-
anna”, har tær flestu sendingar-
nar snúgva seg um andatrúgv,
ella spiritismu, sum tað eisini
verður kallað, fær fólk at hugsa
um lívsins viðurskiftir, um andar
veruliga eru til og ikki minst um
lívið eftir deyðan.
Fleiri fólk hava ringt til okk-
ara, og spurt um ymisk evnir,
sum hava verið tikin upp í send-
ingini, og av tí sama valdu vit at
taka hetta til viðgerðar í meinig-
heitini. Úrslitið varð, at eg,
saman við Olofsen, valdi at
halda ein fyrilestur um hetta
evnið, so fólk vónandi kundu fáa
svar uppá ymsar av hesum
spurningum, greiðir Niels Pauli
frá.
Kristindómur og
andatrúgv
Í fyrilestrinum varð sagt, at tað
uttan iva finst ein andaheimur.
- Hetta lærir Bíblian jú eisini.
Vit kenna teir góðu einglarnar
frá Gudi, men vit kenna eisini
teir óndu, teir falnu einglarnar.
Tað eru teir falnu einglarnir, ið
eru uppá spæl, tá tosað verður
um andatrúgv.
- Paulus sigur jú eisini í
Efesus-brævinum, at bardagin á
fold er ikki ímóti kjøti og blóði,
men ímóti maktum og myndug-
leikum, sigur Peter O.K Olofson.
- Eisini teir gomlu føroyingar-
nir kendu til andaheimin, her er
tó neyðugt at gera mun á trúgv
og pátrúgv. Í sagnunum hoyra vit
um huldumenn og annað myrkt,
og hóast ímyndin av andunum er
øðrvísi, so er tað í veruleikanum
tann sami andaheimurin, vit
kenna til í dag.
Niels Pauli greiðir frá, at
sagnirnar siga frá lívi fólksins.
Vandunum, tey vóru í, og hvar
tey funnu loysnirnar. Í søgnini
um seyðamannin á Sondum
verður millum annað sagt frá, at
bjarging hansara var “Gud og
kirkjan”. Sum hann segði: “Her
er Gud og kirkjan”.
Og í søguni um Rasmus í
Haraldssundi verður sagt frá, at
tá dagsglæman og Viðareiðis
kirkjan komu undan Múlanum,
misti huldumaðurin megina, og
mátti sleppa.
- Kristindómurin viðurkennur
eisini, at andaheimurin er til.
Spurningurin er bara, hvussu ein
velur at skilja hana, leggur
Olofson afturat.
Andatrúgv og spiritisma
Høvuðsreglan í andatrúnni
byggir í stuttum á sálarferðing,
eisini kallað reinkarnatión. Hetta
at verða endurføddur aftur og
aftur.
Ímillum hvørja endurføðing er
sálin stødd í einum andaheimi,
til hon aftur kann verða fødd av
nýggjum. Og sambært anda-
trúnni kann sálin, meðan hon
bíðar eftir at verða endurfødd,
koma niður á jørðina at plága
menniskjuni.
Sálarferðing kenna vit eisini
Andar av tí ónda
- Jesus Kristus er eingin grýla. Hann vil ikki ræða okkum við illum
andum og órógvandi evnum, men hann ynskir at ávara okkum og verja
okkum móti illum andum og myrkursins kreftum. Hann er ljósið, og
hann rekur myrkrið burtur.
Hetta sigur Niels Pauli Danielsen, sum vit, saman við Peter O.K. Olofson,
hava hitt til eitt prát um andatrúgv og illar andar
Niels Pauli Danielsen og Peter O. K. Olofson hava hildið fyrilestrar um evnið andar
Sosialurin Nr. 75 - 20. apríl 2002
7
frá hinduismuni, har hon upp-
runaliga stavar frá.
Í dag verður alt millum himm-
al og jørð, sum ikki hevur eina
nátúrliga frágreiðing, ofta skilt
við hjálp frá andatrúnni.
Hetta sæst eisini aftur í sendi-
røðini “Vald Andanna”. Sum
oftast eru tað deyð fólk, sum
sigast at vitja aftur í húsum, og
tey órógva so tey, sum búgva í
húsinum.
Her kemur “mediet” so inn í
myndina. Eitt medie er eitt fólk,
sum skal eitast at hava serlig
evni. Hetta medie kann sambært
andatrúnni seta seg í samband
við tann deyða, og síðani hjálpa
teimum víðari, so tey ikki órógva
meira.
- Og tað er her, at vit seta
spurningin: Er fatanin av lívi og
deyða tann sama hjá kristindóm-
inum og andatrúnni? spyr Olof-
son.
- Svarið er, at bæði trúgva á
eitt lív eftir deyðan, og á eina
vissu um hetta lív. Spurningurin
er bara, hvussu vit fáa hesa
vissuna. Andatrúgvin lærir, at tú
sum menniskja kanst seta teg í
samband við tann deyða og
harvið fáa vissu um, at eitt lív er
eftir deyðan.
Harafturímóti sigur Bíblian, at
vit einans kunnu fáa vissu gjøg-
num Jesus Kristus, tí hann er
tann einasti, sum nakrantíð hevur
sigrað yvir deyðanum, sigur
Olofson.
Samband við deyð
ómøguligt
Bíblian ávarar beinleiðis ímóti
andatrúgv, og eftir fyrilesturin
varð eisini spurt, um hetta komst
av, at tað í veruleikanum er
møguligt at koma í samband við
deyð fólk. Men hesum avvísa
teir báðir, Niels Pauli og
Olofson.
- Bíblian ávarar eisini sterkt
ímóti astrologi. Ger hon tað, tí
vit eru stýrd av stjørnum og
planetum, og at vit í veruleik-
anum kunnu lesa okkara lagnu í
stjørnunum? Nei, men tað er brot
á fyrsta boð, sum sigur: “Tú
mást ikki hava aðrar gudar!” Tá
gert tú stjørnur og planetur til
gudar tínar, og harvið legst tú
undir tær óndu maktirnar, sigur
Olofson.
- Tí ávarar Bíblian so sterkt
móti slíkum, leggur Niels Pauli
afturat.
- Á sama hátt ávarar Bíblian
ímóti at seta okkum í samband
við deyð fólk. Deyðin er eitt
lukkað land, og tí kunnu vit ikki
fara tann vegin, so leingi vit eru
á lívi. Men roynir tú at sleppa
innum, so ert tú á veg inn í ein
andaligan heim, har óndir andar
eru uppá spæl, greiðir Olofson
frá.
Hann greiðir eisini frá, at Gud
er suverenur, og tí kann hann
eisini geva okkum tekin hinu-
megin frá. Uttan at hetta prógvar,
at læran hjá andatrúnni er sonn.
- Gud kann vera allastaðni. Tað
kunnu vit ikki, sigur Olofson.
- Um vit sum kristin góðtaka
tær frágreiðingarnar, sum verða
givnar í “Vald Andanna”, so
broytist fatanin, ið vit hava av
ymsum andaligum evnum.
Okkum nýtist ikki at gerast
spiritistar av hesi orsøk, men tað
letur upp fyri einum andaligum
heimi, sum ikki er frá Gudi. Um
vit góðtaka frágreiðingina, so
góðtaka vit eisini lívsáskoðanina
hjá andatrúnni, greiðir hann frá.
Og longu her ferð, sambært
Olofson, ein andalig binding
fram.
Broyta lívsáskoðan
- Tá vit seta orð á lutir og hend-
ingar, so viðurkenna vit eisini
eina trúgv. Um eg leggi hond
mína á høvur títt sum ein grøð-
ari, so kann eg pástanda, at eg eri
eitt heilt serligt menniskja, sum
kann niðurkalla guddomliga
megi, sum so kann lekja teg. At
tað eri eg, sum havi hesi evnini,
hendan møguleika og hesa megi.
Men sum kristin kann eg eisini
leggja hondina á høvur títt, og
biðja Gud um at hjálpa tær. So er
tað ikki eg, sum havi serlig evni,
men harafturímóti Gud sjálvur.
Handlingin í báðum førum er
tann sama, men frágreiðingarnar
ymiskar.
Tað, sum hendir, er, at anda-
trúgvin flytir allar teir eginleik-
arnar, ið einans Gud hevur, yvir
til vanlig menniskju, greiðir
Olofson frá.
Men um andatrúgvin veruliga
er av tí ónda, hvussu ber tað so
til, at tað sokallaða medie í “Vald
Andanna” uttan nakað hóvasták
fær alt at gerast stilt?
- Bíblian sigur okkum, at til
tíðir arbeiðir Satan sum ein brøl-
andi leyva, og fangar fólk í ótta.
Aðrar tíðir arbeiðir hann sum ein
ljósins eingil. Og tað er hetta,
sum hendir í “Vald Andanna”,
sigur Olofson.
- Frá at vera ófriðarligt, so
gerst alt stilt, tá mediet kemur
innar. Men tað, sum í veruleik-
anum hendir, er tann andaliga
bindingin til tann spiritistiska
heimin. Vit hava eisini hoyrt fólk
í sendingini greitt frá, at tey í
byrjanini vóru avvísandi fyri
øllum spiritistiskum. Men eftir
sendingina vóru tey meir opin
fyri teim møguleikunum, ið
mediet hevði nevnt. Og her er
tann andaliga bindingin so longu
farin fram. Fólk fáa flutt nakrar
brikkar í høvdinum, og hetta
broytir teirra lívsáskoðan. Og
hetta førir tey so víðari inn í tann
andaliga heimin, sum er av tí
ónda, greiðir Olofson frá.
Andatrúgv byggir á lygn
Olofson sigur víðari, at sum
kristin er tað heilt klárt, at
andatrúgvin byggir á eina lygn.
- Men hetta skal skiljast rætt.
Eg ivist onga løtu í, at fólk
uppliva tað, sum tey siga seg
uppliva. Eg havi onga orsøk til at
ivast í, at ein lampa kann tendra,
uttan at nakar nertir hana. Men
hetta nýtist ikki at skyldast deyð-
um fólki, sum ganga runt og gera
ónáðir. Í einum slíkum føri koma
vit ikki uttan um trúgv og lívs-
áskoðan, sigur hann.
- Vísundaliga kann ein ikki
prógva, at andatrúgv er skeiv, og
kristindómurin tað einasta rætta.
Vit tosa jú um trúgv, og trúgv er
ikki vísundalig. Men sambært
Bíbliuni, so kunnu vit ikki koma
í samband við tey deyðu, og tey
heldur ikki við okkum, greiðir
Olofson frá.
Kaffi er um at kølna í kaffi-
koppunum, og smákøkurnar eru
farnar niðurum. Uttanfyri regnar
enn, og mjørkin kemur spakuliga
inn eftir vágni. Vit nærkast end-
anum á samrøðuni, men áðrenn
eg fari avstað, leggur Niels Pauli
afturat:
- Tann kristna fatanin hevur jú
altíð okkurt við Kristus at gera.
Hann er ljósið, og rekur myrkrið
burtur. Soleiðis var hann fyri teir
gomlu føroyingarnar, og soleiðis
er hann fyri okkum í dag. Tekur
tú Jesus burtur, so er bara
myrkrið eftir. Jesus tekur sær av
teim líðingum, ið fólk hava, og
gevur okkum trúgv, vón og
kærleika. Hann tekur um lívsins
stóru spurningar, og hjálpir hann
okkum at liva saman. Men hann
er eingin grýla, hann roynir ikki
at ræða okkum við illum andum
og órógvandi lutum, sum vit
síggja í “Vald Andanna”.
- Um vit sum kristin góðtaka tær frágreiðingarnar, sum verða givnar í “Vald Andanna”, so broytist fatanin, ið vit
hava av ymsum andaligum evnum
Niels Pauli Danielsen
Peter O. K. Olofson
C
M
Y
K
31
30