leygardagur 20. apríl 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 20. apríl 2002
37
12
Sosialurin Nr. 75 - 20. apríl 2002
Í vikuni frættist, at sonevndi
ÚSUN stuðulin, ið verður
latin til skúlagjald hjá
føroyskum lesandi uttan fyri
Norðurlond, varð hækkaður til
120.000 krónur um árið.
Sum lesandi føroyingur í
Danmark kann eg ikki annað
enn fegnast um at fáa so góðar
sømdir, og um at allir aðrir
føroyingar hava sama
møguleika. Hetta eru sømdir,
sum mínir donsku
lestrarfelagar ikki so mikið
sum droyma um og neyvan
høvdu trúð, um eg segði
teimum tað.
Tað fari eg tó ikki at gera, so
leingi teir vita, hvørjum eg fái
mín útbúgvingarstuðul frá.
Tí 120.000 krónur árliga eru
nógvir pengar. Sum er, koma
bert einar hálvtrýss umsóknir
um ÚSUN stuðul árliga, og tá
er upphæddin yvirkomilig.
Um talið á føroyskum lesandi
uttan fyri Norðurlond hinvegin
fýrfaldast nú tað í roynd og
veru er ókeypis at ganga á
einum og hvørjum hægri skúla
í øllum heiminum, so kostar
skipanin knappar 25 milliónir
krónur í útlendskum
skúlagjaldi um árið.
Men so leingi danskir
skattgjaldarar gjalda fyri bæði
skúlar og stuðul til teir umleið
1100 føroyingarnar, sum taka
hægri útbúgving í Danmark,
eru útreiðslurnar, sum Føroya
land ber av sínum lesandi,
kortini lutfalsliga lágar.
Tann stóri spurningurin er
bara um íløgan ikki kundi
verið løgd í onnur og meira
fruktbar støð í føroysku
útbúgvingarskipanini.
Tí tað, sum verður útgoldið í
ÚSUN stuðli er jú skúlagjald,
og skúlagjald er sum kunnugt
gjald til skúlar. Føroya land er
við øðrum orðum við til at
gjalda eina upphædd til hægri
lærustovnar uttanlands, sum
skjótt kann vaksa til fleirfalt
tær smáu 14 milliónirnar, sum
landið árliga letur til sítt egna
universitet, Fróðskaparsetrið.
Er tað smart, ella er tað eitt
slag av pissaíbuksloysn.
Her í Danmark hava tey
lesandi á hægri
lærustovnunum, eisini vit
1100 føroysku donsku lesandi,
ríkar møguleikar til at fara á
góðar lærustovnar um allan
heim, uttan at noyðast at
gjalda skúlagjald. Hetta er
gjørligt, tí at hægru
lærustovnarnir hava avtalur
um at senda eitt ávíst tal av
lesandi ímillum sín.
Men áðrenn ein hægri
lærustovnur kann gera slíkar
avtalur við aðrar, má hann
hava nakað at bjóða hinum
lærustovnunum í heiminum.
Kanska hevði tað verið betri at
ment Fróðskaparsetrið í nóg
stóran mun til, at tað bar til at
lata føroysk lesandi fáa
ókeypis pláss á lærustovnum
aðrastaðni í heiminum
afturfyri at lesandi aðrastaðni
frá fingu pláss á eitt nú
Fróðskaparsetrinum.
Kanska skuldi peningur heldur
verið lagdur í hægri
lærustovnar í Føroyum enn í
lærustovnar í øðrum londum.
Kanska hevði tað verið betri
og bíligari í longdini.
Útflutningur av skúlagjaldi
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Rúnar Reistrup, Århus, runar@reistrup.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
hótta, berst hon menniskjum fyri
í dreymum, sum merki fyri tí
heild ella sálarligu heilskapan,
ein innast inni tráar eftir.
Um vit nú snúgva okkum aftur
til Ballard, so kundi tað lønt seg
— áðrenn vit venda aftur til
mandalamerkið — at sagt eitt
sindur um fyribrigdið entropi,
sum varð nevnt í øðrum parti av
hesi viðgerð. Tann danska-
føroyska orðabókin lýsir tað sum
tað "at evni í læstari skipan
verður javnheitt allastaðni, tá ið
eitt sindur er fráliðið". Tað kann
eisini lýsast sum ein gongd, í
afturlatnari skipan, frá minni til
vaksandi óskil, óbøtilig, tí
sambært aðru termodýnamisku
lóg veksur, sum tíðin gongur,
entropiin. Um stuttsøgan
“Tíðarinnar urtagarður” er eitt
líknilsi um entropi, so umboðar
harkaliðið av mentunarloysing-
um tíðarinnar eirindaleysu,
entropisku gongd, sum at enda
fer at hava við sær, at tað hástig
av mentan og skili, sum Axel
greivi og kona hansara umboða,
moyrknar og forgongur. Hesa
somu útjavnan og barbarisering
síggja vit í “Tíðarinnar røddum”
og “Endastrondini”. Mandala-
myndin kann takast sum ein
roynd at lofta sær í hesi trong-
støðu, at — sum J.G. Ballard
einastaðni tekur til — “fáa frið í
lag við alheimsins ósæddu
maktir”, ella, orðað øðrvísi, sum
mysticistisk bjargingarbeltir,
virkað til av andum og heilum,
sum — í samanrenningini við
kosmos — hóma okkurt slag av
tilveruligum framhaldi, handan
øll entropisk ragnarok.
Mandalamyndin er, í ritverk-
inum hjá Ballard, bara eitt av
mongum dømum um tann fjórða
ímyndabólkin í hansara ferfalda
súmbolheimi, ímyndir, sum vísa
til ævinleikan. Onnur dømir eru
eitt nú gimsteinar og, fyrst og
fremst, krústallir. Vit hava longu
víst á, hvussu krústallblómurnar
í “The Garden of Time” megna
at beina burtur tíðarinnar
asymmetri og reka ta entropisku
flóðina aftur. Eitt stórfingið
dømi um ein ímyndaheim av
sama slag er søgan “The
Illuminated Man” frá 1964. Tað
vísindaliga støðið undir
søgugongdini er, sum ofta í
framtíðartekstum, dømi um
eftirgjørdan vitskap, har tann
vísindaliga frágreiðingin tykist
eftirfarandi og sannførandi, men
í grundini bara er eitt eiti,
skaldskapur latin í vísindaliga
skykkju. Í søguni verður greitt
frá, hvussu “dupultar galaksur” í
Andromeda stjørnutyssinum
hava við sær, á jørðini, eitt
fyribrigdi, ið rópast Hubble-
árinið ella Rostov-Lysenko-
syndromið. Avleiðingin av
hesum er at “tilfar, sum verður
ovurmettað í einum kvantfloymi
av tømdari tíð, kemur til sjóndar
í parallellum rúmligum
formum”, so at fólk, fenaður og
gróður verða takt av einum
vaksandi jaðuri av krústalliser-
aðari atom- og molekýleftirgerð.
Høvuðspersónurin í søguni, sum
er vísindaligur blaðmaður, vitjar
eitt av teimum vanlukkuraktu
økjunum og fær høvi til at
eygleiða tilgongdina, har trø og
dýr, alt meðan tíðin “lekur
burtur”, verða takt av krústallum,
til náttúran minnir um eina
glitrandi dómkirkju. Inn í
søgugongdina hevur Ballard
flættað eitt tríkantsdrama, har
løgreglumaðurin Shelley og tann
garvilli arkitekturin Marquand
stríðast um ta sjúku Emereldu.
Tað tykist týðiligt, tá ein lesur
hesa søgu, at her er tað skaldið
heldur enn sf-høvundurin,
koloristurin og imagisturin
heldur enn tann sosiali eyg-
leiðarin, sum talar.
"The Illuminated Man" er eitt
sjáldsamt ikon í enskari bók-
mentasøgu. Í hesi søgu eydnast
tað høvundinum, við einum
sjáldsomum ríkidømi av
lýsingarorðum og navnorðum, ið
lýsa formar, litir og skyggingar á
krústallum, at trároyna eina
ímyndaverð, fylgja henni og fáa
hana at glógva kaleidoskopiskt í
alsamt nýggjum brigdum. Søgan
er, kundi ein eisini sagt, ein
imagistisk meditatión yvir - sum
tikið verður til í henni - “hjúna-
lagið millum rúmd og tíð”, ta
nýggju kosmologisku hug-
myndina, sum Minkowski skapti
í 1908. Og tað er eftir mínum
tykki ikki ov nógv sagt, at hesar
reglur, úr yrkingini Adonais eftir
Percy Bysshe Shelley, sum koma
fyri í søguni, sum heild lýsa tað
besta í ritverkinum hjá J.G.
Ballard, eins og tí hjá eitt nú Ray
Bradbury:
Life, like a dome of many-
coloured glass,
Stains the white radiance of
eternity.
Eg dugi ikki at enda hesa við-
gerð uttan at nevna eina aftrat av
høvuðssøgunum hjá Ballard.
“The Sound-Sweep” (Ljóðsóp-
arin), 1960, er dømi um ein
vísindasøguligan tekst, har meira
siðbundin viðurskiftir, eitt nú tey
klassisku krøvini til søgugongd-
ina, og tann rúmliga ella trí-
dimensjónala persónslýsingin,
ganga fram um teir sf-søguligu
tættirnar. Evnið í hesi søgu er
tann svikaligi vinskapurin
millum eina gloymda, beiska
operasangarindu og ein dumban
dvørg. Madame Gioconda, ein
Maria Callas, fallin til drykkju-
skap og rúsevnir, droymir um
eina ferð enn, við síni rødd og
sínum persónleika, at leggja ta
stóru operahøllina fyri føtur
sínar. Dvørgurin Mangon — tann
einasti, ið elskar hana — ger av
at fáa í lag, at hennara ætlan
verður til veruleika. Tá ið hann
at enda verður svikin, og særdur,
tekur hann eina ræðuliga hevnd.
Søgan um ta fúnaðu, hysterisku
divuna og tann einsamalla
dvørgin er førd í mál við fynd,
sannførandi menniskjalýsing og
formligari elegansu.
Til endans fari eg stutt at tríva
í aftur tann ævisøguliga tráðin,
sum varð sleptur í fyrsta parti av
hesi viðgerð. Eftir at hann í 1964
var blivin einkjumaður, varð J.G.
Ballard búgvandi í Shepperton.
Tey trý børnini, hann átti við
Mary, aldi hann upp, hjálptur av
“hjartagóðum kvinnum”. Tann
seinasta mansaldurin hevur hann
verið ógvuliga virkin sum rit-
høvundur, og frá at vera útjað-
araskald er hann í dag viður-
kendur sum ein týðandi — um-
enn eitt sindur óvanlig - rødd á tí
enska bókmentaliga pallinum.
Umframt at skriva stuttsøgur og
skaldsøgur hevur hann virkað
sum ummælari fyri bløð sum
The Guardian, The Observer og
The New Statesman. Flogið er
vítt, og Ballard ummælir eitt nú
bæði bókmentir, myndlist og
vísindalig verk. Í 1997 kom A
User´s Guide to the Millennium,
eitt savn av ummælum og grein-
um.
Men tað er sjálvsagt í sínum
fagurbókmentaliga verki,
rithøvundurin og stílmeistarin
J.G. Ballard blómar. Tá ið
undirritaði í hesum essay havi
valt at viðgera hansara
stuttsøgur, er tað tí hetta eru teir
tekstir, ið siga mær mest. Í fjør
kom bókin The Complete Short
Stories, eitt savn, sum fatar um
96 stuttsøgur á 1189 síðum. Í
innganginum sigur Ballard,
sipandi til Borges, Bradbury og
Poe, at stuttsøgan, tá hon er best,
er “myntað úr dýrmætum metali,
ein glampi av gulli, sum lýsir um
ævir í hugflogsins djúpa pungi”,
og hann ber hana saman við ta
drúgvu skaldsøguna, ið ikki so
sjáldan er “eitt yvirmett gjald-
oyra, sum mangan vísir seg at
vera falskur myntur”. Metingin
hóskar eftir mínum tykki væl til
tær bestu søgurnar í hesum
savni. Tað eru kortini ikki bara
tað ríka tematiska universið, tann
merkiligi transcendentali
longsulin út úr rúmd, tíð og
entropiskum tronga og tann
glógvandi ímyndaheimurin, sum
gera hetta savn til eitt tað besta
søgusavnið í enskum bókment-
um. Uppaftur størri týdning
hevur tað ballardska skrivingar-
lagið, eitt ljóðfall sum er eyð-
kent, ein málburður og ein
myndaheimur, sum — eins og
heilsaðust her Graham Greene
og Salvador Dali - tykjast at fata
um bæði tað neyva og dapra og
tað glógvandi og heraldiska,
stranga dystopi og surrealistiskt
glámlýsi.
J.G. Ballard: The Complete
Short Stories. 490 SEK.
Flamingo. London 2001. Teir
báðir fyrru partarnir av hesum
essay stóðu í Sosialinum tann 6.
Og 13. apríl.
Framhald av síðu 11
Vit kunnu ikki lova tær pláss á lands-
liðnum…
… men eftir summarfrítíðina hava vit tvey
lærupláss tøk. Og hjá R&W hava vit eisini eitt
dugnaligt og væl samanspælt lið.
At grannskoða varð fyrr mangan hildið at vera eitt
keðiligt arbeiði, har ein bara sat og stardi at tølum.
Í dag virkar grannskoðarin ofta sum ráðgevi, og
við sínum heildarinnliti í viðurskifti kundans kann
hann veita virðisskapandi ráðgeving.
Umframt at grannskoða skal grannskoðarin í dag
eisini kunna geva ráð um fígging, management,
skatt, roknskap o.a. Hetta krevur bæði praktiska
og teoretiska útbúgving. Tað er eisini neyðugt at
hava góðan kunnleika bæði til vinnulívið sum heild
og alment virksemi og stovnar.
Jú, grannskoðan er í roynd og veru spennandi, og
ein útbúgving hjá okkum gevur sera góðar
framtíðarmøguleikar.
Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú fyrst kanst lesa
HD. Tað merkir, at tú vinnur pening, samstundis
sum tú fært eina hægri útbúgving.
Ætlar tú tær víðari eftir HD, eru møguleikarnir
fleiri. Tú kanst t.d. lesa cand. merc. aud. sum
sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir hjá
okkum. Tú kanst eisini lesa cand. merc. aud. sum
fulltíðarlesandi í Danmark - tú kanst fáa farloyvi,
og kanska kunnu vit útvega tær arbeiði í
lestrartíðini hjá PricewaterhouseCoopers í
Danmark.
Aftan á cand. merc. aud. er møguleiki at gerast
statsautoriseraður grannskoðari. Hevur tú vilja og
evni, stuðla vit tær sjálvsagt í at fullføra tað, tú
setir tær fyri.
Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur students-,
HF- ella HH-prógv í summar, og at tú ert
áhugað(ur) í eini búskaparligari útbúgving. Tú
hevur hug at sameina eina teoretiska útbúgving
við eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað
vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum.
Størvini skulu setast eftir summarfrítíðina, men
longu nú kunnu vit gera eina setanaravtalu. Ynskir
tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og
seta teg í samband við Ole Guldborg Nielsen ella
Klaus Rasmussen.
Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upp-
lýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
27. apríl .
Á Glaðsheyggi · Box 30 · FO-110 Tórshavn
Tel. (+298) 31 10 17 · Fax (+298) 31 10 18
E-mail: rasmussen@rasmussen.fo · http://www.rasmussen.fo
Føroyingar!
Vilja tit hava, at onki skal henda komandi fýra árini?
Veljið so blokkpolitikkin! *)
Vilja tit í staðin hava:
So eiga tit heldur at velja Sjálvstýrisflokkin!
- ger góðar tíðir betri
◊ Ansingartrygd
◊ at tað skal vera lættari at seta Búgv
◊ Eftirløn til øll
◊ ein munadyggan Eldra- og
Familjupolitikk
◊ ein betri Fólkaskúla
◊ Førleikamenning á øllum økjum í
vinnulívinum
◊ eina einfaldari Landsumsiting
◊ trivnað í Lokaløkjunum
◊ ein fjølbroyttan Mentanarpolitikk
◊ Sjálvbjargni, framburð og Sjálvstýri
◊ framhaldandi útbyggingar á
Sjúkrahúsøkinum
◊ minni Skattatrýst á miðalinntøkurnar
◊ eitt reinari og vakrari Umhvørvi
◊ eina góða framtíð fyri tey Ungu
◊ betri Útbúgvingarmøguleikar
Sjálvstýrisflokkurin
*) Polarisering
www.tingakrossur.fo
C
M
Y
K
37
36