Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-06-30, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI JAVNADUR UPPREISN Í PÓLANDI KØVD Í Í hesi vikuni hevur verið uppreisn ymsa staðni í Pól- landi, men harðast hevur gingið til í Potznam, Arbeiðarar herj- aðu á og tóku høvudsstødu kommunistanna har. Eisini onn- ur hús vórðu tíkin, og brýr sprongdar í luftina. Tað var kortini skjótt, at politi og her-' fólk við vápnum í hond køvdu uppreisnina. BLÓÐI Stríðið var blóðugt; men einki er enn sagt frá um talið á teim deyðu. Menn meta hesa uppreins saman við uppreisnina í Eyst- urtýsklandi og Tjekkoslovakiu í 1953. Uppreisnarmenninir vóru ar- beiðararnir á Stalinverksmið- unum og krev teirra: „meira løn og meira mat!“ J. Fr. Øregaard, løgtingsmadur, 50 ár Í gjár, 29. juni, varð J. Fr. Øregaard, javnaðartingmaður, 50 ár. Henda hålva øldin er eingin aldur; men tey, ið kenna Øre- gaard, eru ivaleyst ell á einum máli um, at hann valla mátti havt runnið hetta skeiðið. Men so er — og væl er runnið. Ber hann seg væl, er hann ikki minni hugsjón- arríkur. Torført verður at finna mann, ið vígt hevur politikki ein fittan part av ævi síni, við slíkari livandi politiskari vitan og skyn- semi. Tað eru 20 ár farin, síðan Øregaard á fyrsta sinni rættuliga kom upp í politikk. Tað var í 1936, tá ið hann fyrstu ferð varð valdur á ting sum umboðsmaður javnaðarflokksins fyri Eysturoy- ar valdømi. Og fáir eru teir, ið á so ungum árum koma á henda mæta sess í samfelagnum, bæði úti og heima. Tá ið hetta fall Øregaard í lut, er tað eingin ivi um, at tað fyrst og fremst var orsakað av teimum hábornu sosi- alistisku hugsjónunum, ið altíð hava hugtikið hann og altíð hava verið tað mål, sum hann í politisku virkistrongd síni hevur sett fremst. Frígering teirra, ið bera dagsins slit og byrður, allra manna javnbjóðis atgongd til landsins ríkidomi, sosialum rætt- vísi, framburði og menning sam- felagsins, hevur Øregaard altíð verið bergtikin av. Hansara gløgga og rættferðsliga atferð sameind við viti og skili, orator- iskum evnum og stálsettum vilja hevur sermerkt alt hansara polit- iska virksemi. Hetta hava verið 20 arbeiðssom ár. Stigvíst er vunnið framå, men sæð úr sosia- listiskum sjónarmiði er megin- parturin eftir. Ódnirnar og ágang irnir hava verið óvanliga harðir. Oydingar- og niðurbrótingar- krefturnar hava leikað verri enn nakrantíð áður, vitloysi og skila- loysi hava verið sett í hásæti; men Øregaard hevur staðið í andglett- inum. Aldri hevur hann vikast. Tað eru slíkar stinnar stuðlar, okkara samfelag treingir til, tí hverja ferð ódnarleikurin heldur uppat, mugu løgini útnyttast, og tá hava vit brúk fyri sidadum, sáttligum og ábyrgdarkennandi monnum, tá verður tvífalt brúk fyri teimum sonnu, uppbyggjandi kreftunum, ið okkara fámenta samfelag ræður yvir. Tí tað er ein tryggleiki at vita, at vit eiga menn sum Øregaard, ið er fram- Í burdsrikur, altid til dystin fúsur til uppbyggjan av okkara sosiala rættarferðarsamfelag, har fá hava ov mikið og færri ov lítið — til útbyggjan av fólkaheiminum Foroyar. Til lukku við teimum hálvt- hundrað. Prístalið fer 1 stig upp frá 1. juli: Tað er nú 324. Nú hevur lað gingið so javnan upp — og bara upp, síðan afturhaldsflokkarnir við sínum stoð- ugu álopum fingu avtikid prísráð og príseftiransan; men nú letur ikki í nøkrum, nú man standa væl til hjá teim, ið samband, fólka- so flokkur og tjóðveldi umboða. Kommunistiska paradísið Tað hendir seg ikki, at frígering arbeiðaranna fer fram gjøgnum kommunismu. Kommunisma er og verður ikki annað enn diktatur — einmanna- ræði — ið må styðja seg á harð- ræði og valdsgerðir. Har er einki sum eitur: frítt at hugsa, trúgva og tala, ið er grundarlagið undir demokratinum. Russar hava ikki unt nekrum landi, sum teir hava fingið hendur á, at gjørst nationalt frítt — jarn- nevin liggur fast krøktur at kvørkr- um teirra. Men hetta er nú eitt. Eitt annað er, at tað frælsi, teir skróla av at geva arbeidarafjøldini, yvirhevur ikki er til. Eingin dugur at síggja tað í teim londum, ið kommunistar ríkja og ráða yvir. Nei, hin yfrælsik arbeiðarin í hesum londum sleppur at arbeiða, har teir høgu harrar ynskja tað. Hann verður fluttur, tá tað passar teimum -— hann er sum kúgv í tjóri, burtursæð frá at kúgvin kann belja, tá hon vil; men arbeiðarin fær ikki loyvi at lata upp munnin. Og hetta er í bestu forum. — Miljónir av menniskjum slíta seg út í trælatyppum kommunistanna. Mong teirra uttan at vita, hví tey eru komin hagar, onnur tí tey hava vágað sær at tala at teim vánaligu viðurskiftunum; men 6ell uttan nakra vón og vitan um, nær tey sleppa út aftur. Og livikorini hjá teimum »frælsu« — hvussu eru tey. Ja, tað fær ein eina hylling av, tá onkuntíð okkurt lekur út undan jarntjaldinum. Allir minnast uppreisnina í Eyst- urtýsklandi og Tjekkoslovakinum í 1953. Og nú frættist frá blóðug- ari uppreisn í Pólandi. Her eru tað arbeiðararnir á teim soneyndu Stalinverksmiðjunum, ið seta seg upp móti harðræðisharrunum. Vit kunnu ætla, at flestir av hesum monnum eru kommunistar, tí bylt- ingin tykist, ið hvussu er lutvís at vera avleidd av kúvendingini í russ- iskum politikki; men høvudskrøv- ini eru tó: hægri løn úg meira mat. Hitt kommunistiska vælsignilsid sýtur arbeiðarunum at tala, hugsa og trúgva, tað setir teir til arbaiðis, har tað best hóskar valdsharrunum, og gevur teimum ta vánaligu løn, sum tað heldur, teir megu fyri at kunna arbeiða, og tað berjir hava niður í blóðigum bardaga teir, ið krevja tað neyðturvuliga dagliga breyðið. Og teir, ið maskinbyrs- urnar íkki fingu avlívað, verða | I NR. 26. LEYGARDAGIN 30. JUNI 1956 29. ÅRG. síðan dømdir, settir upp móti ein- um húsaveggi og — skotnir. Hetta er myndin av hinum kommunistiska paradísinum — eis- ini í dag! Hvalaveiðan, Ígjár fingu Terji og Sumba hver sín finnhval. Tilsamans eru nú skotnir 80 hvalír. Skaðatilburðir Spælibyrsan Hóskveldið hendi eitt lítið óhapp í Havn. Ein 13-ára gamalur drong- ur, Pauli Mouritsen, fekk eitt hagl úr luftbyrsu í andlitið. Hann fór á sjúkrahúsið, har hann fekk haglið tíkið úr aftur. Tað var komið góð- an hálvan tumma inn í kjálkan. Hann fær helst einki mein av hes- um og man fara at verða útskriv- aður í dag. Læknin, vit talaðu við, segði, at eitt slíkt skot kundi, tá illa vil til, drepa, og ið hvussu er, kunnu fólk verða blindað av tí. Síðan tók hann aftur í aftur, at alt ov nógv óhapp standast av óansn- ari viðferð av skotvápnum. Tað kann aldri sigast nóg ofta, at fólk eiga at fara varliga um byrsuna — antin hon er lødd ella ikki, og aldri medda móti fólki við henni! Skaðatilburður á Bacalao Ígjár fekk ein maður skaða und- ir arbeiði á Bacalao. Tað var Tummas Rubeksen, Havn. Hann kom fastur í ein spælkopp á eini maskinu, hann arbeiddi við. Tað eydnaðist nokk so skjótt einum ødrum manni, ið kom til, at steðga maskinuni, men Tummas hevði tá brotið annan armin í 2 støðum — bæði omanfyri og niðanfyri álbogan, og tað var opið beinbrot. Hann varð í stundini fluttur á sjúkrahús- ið, har hann beinanvegin kom undir læknahond. Jóansokustevnan. í Vági eydnaðist væl, og ein kann siga, at fyri Vágbingar eydnaðist hon sera væl, tí teirra bátar vunnu í ellum 6 róðrunum, sum teir lut- tóku í. Kvinnur úr Vági róðu ikki — har vann Havnarbáturin. Í fótbólti vann Suðroyarliðið yvir býarliðinum úr Havn. Minnisvarðin fyri teimum sjólætnu, ið standa skal á plantasjuni í Havn og sum í umbúna, er nú um at verða Ætl- anin er, at hann skal verða vígdur so leingi hevur verið liðugur. fyri ólavsoku.