leygardagur 21. juli 1956síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
21.
PÅ
JULI 1956
SOSIALURIN
Utgevari:
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Bladstj.:
Villi Sørensen.
Box 76.
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
Tíðindi
Porkeri, í juli 1956.
Av ti at tað er ógvuliga stutt
síðan, at eitt tíðindabræv higani
úr bygdini stóð í hesum blaði, er
tað ikki nógv nýtt at siga á hesum
sinni. So statt kundi eg steðgað á
eitt skifti; men eg noyðist at
skoyta nekur orð uppí tað, sum
okkara tíðindamaður úr Hvalbø
førir fram í »Sosialinum« nr. 28,
hari hann m. a. sigur, at hann er
gladur yvir, at undirritadi aftur
eri farin at skriva tidindabrøv, og
at hann vónar, at eg aftur fari at
skriva greinir um almenn vidur-
skifti. Hesum vidvikjandi skal eg
bert loyva mær at siga, at eg havi
nú í gott og væl eitt ár verið hjá
mongum góðum læknum bæði í
Føroyum og í Keypmannahavn,
og allir eru teir á einum máli um,
at nervar mínar eru troyttar og
treingja til hvíld. Harfyri kann
eg ikki leggja út í tann politiska
offensivin. Nakað annað er at
skriva nøkur tíðindi av og á. Men
higani úr bygdini er ikki nógv at
fortelja. Lesararnir verða troyttir
av at lesa bara um veður og vind;
men lat meg í stuttum siga, at nú
er líggjari, og alt tykist at fara at
gronka eitt sindur; men sjóveður
hevur verið minni nú í seinastuni.
Fiskur er av tí alramesta at fáa,
bara veðrið er; men her í bygdini
er tað soleiðis, at útróðramenn —
uttan teir við »Osa« eingi fer
hava uttan opnar bátar, og okkara
útróðrarleið er at fara um streing-
ir, boðar og íður, so her er alt
annað enn tespuligt at fara við
opnum bátum. Tessvegna er tað
ikki logið, um Porkerningar í
langar tíðir hava biðið um almenn
an stuðul til at beta um viður-
skiftini við strondina her, so at
bátar við dekki skulu kunna
liggja her í vanligum útróðrar-
veðri. — Í ódnarveðri ber til at
kroka inni á Vági.
Fyri 10 árum síðan, meðan
P. M. Dam var formaður í fíggj-
arnevndini, varð gjørdur ein plån-
ur vidvikjandi havnabygging i
Føroyum. Eftir hesum 10 åra
plåni skuldi motorbåtahavnin i
Porkeri verið liðug nú. Sagt varð
ollum kommunum, sum fingu
studning eftir hesum pláni, at tær
skuldu rokna við 1/10 av studn-
inginum um árið í 10 ár. T. v. s.,
at kommunur, sum ikki høvdu
tekan pening, máttu so gera lán
at rinda sín part, og um bygging-
in fór skjótari fram, máttu kom-
|
|
Í
SOSIALURIN
munurnar taka størri lån. Porker-
is sóknarstýri viðtók so at steðga
eini 3 ella 4 ár og spara pening
saman til havnabygging og so-
leiðis sleppa frá tí stóru rentu-
byrðu av láni, storri enn kommu-
nan kundi rinda.
Porkeris sóknarstýri við harra
Zacharias Miller á odda spardi
saman fleri 100 túsund krónur og
førdi soleiðis ein klókan kommu-
nalpolitikk; tí sjálvandi kundi
eingin rokna við, at eitt løgting og
landsstýri skuldi fara at loypa frá
sínum orði og bróta givin lyftir.
Men hetta varð gjørt, tá ið fólka-
flokkurin og sambandið kastaðu
seg saman í felag, — Sjálvandi
mótmæltu javnaðarmenn harðliga
hesi gerð eins og so mongum
ógerðum afturhaldsins; men fleir-
talið má ráða, harvið er einki at
gera. Nú hava vit frætt, at nakrar
krónur eru játtaðar aftur til havn-
argerðina í Porkeri. Hesin jått-
aði peningur er so pinkalítil, at
við sama studningi árliga verða
tað 43 ár, áðrenn havnin í Por-
keri verður liðug. Hetta er alt
annað enn hugnaligt at síggja
fram ímóti.
Í mínum seinasta tíðindabrævi
neyndi eg akvegin millum Hov og
Øravik, og eg segði, at vit høvdu
frætt, at arbeiðið nú skal byrja
aftur fyri álvara, og at vit tess-
vegna vóna, at vegurin verður
liðugur. Men nú skrivar Føroya-
tíðinidi um hetta mál og sigur so-
leiðis: >Tað frættist herfyri, at
arbeiðið uppá vegin Hov—Øravik
skuldi byrja aftur nú, tá ið hesin
vegur var stungin út, men nú
verður aftur sagt, at líkindi eru
neyvan fyri, at byrjað verður í
år.« Hesi tíðindi í blaðnum eru
eisini óhugnalig. Kann Føroya-
tíðindi ella okkart annað av lands-
styrisblødunum ikki greiða okk-
um frá, hvat tað er, ið forðar fyri,
at ein so týdningarmikil vegur
verður gjørdur liðugur?
Beint nú eru nýmótans amboð
sum t. d. buldosari, gravkúgv og
tílíkt her í oytni, meðan verk í
Botni fer fram. Nú má skipast so-
leiðis fyri, a thesi amboð ikki fara
úr aftur oynni, fyrr enn akvegur
er komin um alla Suðuroy — líka
úr Sumbe og Víkarbyrgi til Sand-
víkar. Tað er bæði skomm og
skaði, at tílíkt akvegsamband ikki
er komið í lag fyri langari tíð síð-
an. Nú er seint; men tað er sum
orðatakið sigur: Betri er seint enn
ongantíð.
Tríggjar grindir eru deyðar í ár
í Vági. Fyrsta í mars og onnur í
mai, og nú doyði hin trida í hesi
vikuni. Tær vóru um 400 hvalir
tilsamans. Tann besta grindatíðin
plagar at vera í juli, august og
september mánaðum, so vit vóna
at hoyra grindaboð aftur, áðrenn
langt umlíður.
Úr Íslandi nakrir fiski-
menn heimkomnir. Teirra inntøka
má kallast at vera góð í sammet-
ing við inntøkur teirra, sum eru
við teim gomlu sluppunum. Nær
eru
fáa vit nóg mikið av góðum hósk-
andi førum til allar okkara fiski-
menn?
Hitt gamla javnaðarmamna ting
málið, ið nevndist: >Arbeið til øll
á landi og sjogvi«, má verða tikið
aftur til viðgerðar á Føroya løg-
tingi, vónandi eru tingmenn nú so
mikið framskygdir, at tílíkt mál
kann verða viðtikið; tí at líta á, at
aðrar tjóðir skulu halda skip til
okkara sjómenn — tað hoyrir
ongastaðni heima, og er eisini til
stórt tap fyri okkara samfelag.
Vónandi vilja allir Foroyingar —
ella ið hvussu er eitt stórt fleirtal
av Føroyingum fylkjast um javn-
aðarmanna herrópið: >Upp broð-
ur til dagsverk og dyst!<
J. H. Danbjorg.
Úr Hvalba
Tað er ikki vanligt at vaska
seyðinum út ímóti ólavsoku; men
í seinastu viku vóru Hvalbingar
úti í Lítlu Dímun og vaskaðu
seyðinum.
Hetta var gjørt av teirri orsøk,
at ongantíð varð farið út at vaska
í vár.
Ikki skal hetta tó skiljast so, at
Hvalbingar misrekta seyð sín, tí
teir røkta hann so væl sum nakar.
Í seinasta tíðindabrævi nevndi eg
NR. 29
nakað um, at fýra menn vóru úti
og fleygadu, og at teir frá tysdegi
til friggjadag høvdu fleygad 1500
lundar. Hesir menn vóru úti í 8
dagar og fleygaðu umleið 2800
ialt.
Vidvikjandi Litlu Dimun er tad
soleidis, at øll oyggin er 114
mørk, sum er avmarkað i triggjar
hålvmerkur i fleyging, og fleyga
4 menn hvert summar uppá
hverja hålvmørkina; men verður
fuglurin býttur til allar eigar-
arnar í tí hálvmerkini, ið fleygað
verður uppá. Íalt eru 48 eigarar.
Av hesum sæst, at tað eru smá-
eigarar, og eru teir flestu uppá 14
var tað
gyllin. Fyrsta apríl í ár
105 ár síðan Lítla Dímun varð
ogn hjá Hvalbingum. Í Lítlu
Dímun eru umleið 500 ágangandi
seyðir.
Sjey menn fóru hiðani til Ís-
lands í vár, og eru fýra av teim-
um nú afturkomnir, og hinir koma
um ólavsekuna.
Skarvasteinur, ið nú hevur
ligið leingi lamin, verður nú at
koma aftur í sigling — helst um
mánaðarskiftið.
Í seinastu viku var »Dråttur«
inni og bunkraði, og hevði hann
tá 130 tons og væntast at verða
heima um 6lavsøkuna, og síðan
fer hann á sildaveiði.
- KLAKKSVÍK Í DAG
Útoyggjamenn hava róð dúg-
liga út; men ikki hevur vignast
so væl. Lítið og einki hevur fingist
av hýsu.
Viðingar hava nú fleygað um
leið 7000 lundar í Settorvu. Lítið
hevur borið til við fleygingini í
ár. Fugloyingar hava einki fingið.
Fossá, eina hina størstu ánna í
Norðoyum, hevur verið talan um
at binda til ravmagnsorku. Kostn-
aðurin — uttan arbeidsløn — er
nú mettur til 350.000 kr.
Í Svínoy sigst grasið vera væl
vaksið, meðan tað flest alla aðra
staðni er heldur lítið á.
Í Norðoyum hava nú Klakks-
vík, Ánirnar, Strond, Haraldsund,
Kunoy, Múli, Norðdepil, Hvanna
sund og lutvís Viðareiði fingið |
ravmagn,
Foðingardagar. 22. juli Trond
Simonsen, Kirkju, 75, Malla Joensesn,
Húsum, 65 og Marius Hansen, Árna-
fjorð, 60, 23. juli Jákup Andreas
Petersen í Víkunum, Klakksvík, 65,
24. juli Lina Øster, Mikladali, 65,
26. juli Símun Frederiksen, bóndi,
Múla, 55 ár.
50 ár. 25. juli verður Petra E.
Rasmussen, prestafria, Præstegade 14
Hadarslev, 50 år.
Streymoy kom undan fslandi
sunnudagin vid 42.000 pd., harav
12.500 kalvi.
|
Menniskju
J
og meiningar
g g
Úr 14. sept.:
— Skúlin er so håttadur, at
kemur unglingi heilskapaður
igjøgnum hann, so mega vit kalla
tað eitt undur. So er tað tí, at til-
farið í piltinum hevur roynst so
mikið gott. Tað er ikki skúlanum
at takka. —
Kendi moralisturin Poul Henning-
sen:
— I dag konfiskerer politiet
fotografier af nøgne mennesker,
som ikke foretar sig andet end at
være nøgne samt eventuelt slå et
kraftspring elller en svalarede...
Sult viser sig på det område som
på andre simpelthen ved sult.
Som man kan stjæle en flæskesteg
når man ikke har fået noget at
spise i lange tider, hænder det, at
seksualiteten fører til forbrydelse.
Man forhindrer den slags ved at
gi folk noget at spise, ikke ved at
straffe dem. -—
2000 tons meira
Barcelona er tann spanski by-
ur, ið einans keypir fyrsta flokks
klippfisk. Norðmenn hava áður
selt 5000 tons árliga hagar; men
í ár verða teir at selja 2000 tons
aftrat, so teir koma heilt upp í
7000 tons.