leygardagur 28. juli 1956síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
*
í
Á
á
5
Í ár verða nógv
Sildaveiðan.
skip úr Klakksvík at luttaka í
sildaveiðini.
Ítróttin. Seinasta sunnudag var
KÍ á Tvøroyri við trimum liðum
og leikaði landskappingardystir.
Kl. 3 leikaðu 1.-lidini, og var
hetta ein sera góður dystur, ið
endaði við sigri til TB, 4—1.
Beint aftaná løgdu 2.-liðini
voddarnar fyri. Heldur striltið
gekk hjá báðum pertum at gera
mál, og tá ið avtornaði, stóð á
jøvnum, 1—I.
Og endiliga komu dreingjalid-
ini, Hetta var ein livligur dystur,
sum endaði 5—1 til KÍ.
Dreingjalið KÍs hevur í ár
spælt 7 dystir, harav vunnið 6 og
spælt ein javnan. Hetta má sigast
at vera eitt gott úrslit.
KLAKKSVÍK Í DAG
Tiggjumannafarid og Fípan
Fagra hava trenað ófert til olav-
sekuna.
— Týsdagin kom Sjúrðarberg
undan Íslandi, hann hevði ikki
verið tvær vikur burtur, hevði 140
tons.
Farmaskipið Hólmur var á
Klakksvík týsdagin og legði upp
tómar sildatunnur.
Stórur norskur sildabátur, Sele,
frá reiðarínum Chr. Bjelland, var
á Klakksvík seinasta sunnudag,
annars hava her verið nakrir
smáir svenskir og norskir bátar.
»Svinoy« hevur verið til umvæl-
ingar og er nú liðug; hon fer ætl-
andi í sildina.
Lítið hevur borið til við dyrg-
ingini hesa vikuna; men einkiltir
bátar hava kortini fingið nakað
væl av seiði.
Undir veingjum heimastýrisins
|
|
|
|
Soleiðis eitur oddagrein í 14. sept
har hesi orð eru at finna:
>... higar til landa koma dansk
ir agentar og aðrir spekulant-
ar.«
…» Teir taka síðan at kappast
við førovskar handilsmenn —
ofta við framferð, ið er okkum
Førovingum fremmand...<
…» Og so vinningurin, sum hes
ir menn fåa — hann rennur i
stríðum streymum til Danmark-
ar. Hvussu skulu vit Føroying-
ar nakrantid koma at eiga nak-
að sjålvir, tå so skal vera? —
Hetta lagið vindur alt meira og
meira upp á seg, og vandi er
fyri, at okkara egna foroyska
handilsstætt verður rend um
koll av hesum, áðrenn langt
umlíður!
x
Men hví í víðu verøld loyva
Tjóðveldismenn slíkum?
Tað er beinanvegin at siga, at
teir sjálvandi ikki meina eitt orð
av tí, blaðið her vartar upp við;
tað er beinleiðis fullkomuliga
ógjorligt; tí í handilsmålum eru
teir lagsbrødur landsstýrisflokk-
ana.
Í handils- og peningamálum
hava teir havt ymisk uppskot um
yvirtøku og skipan av ymiskum
neyndum, ráðum og stovnum. —
Við ødrum orðum nøkur hundrað
túsund til nýggjar skrivstovur og
eitt hópatal av stjórum, stjórnar-
limum, skrivstovufólki o. s. fr. —
Hundrað túsundir krónur, ið hin
skjótt peningaligi turrgeldi skatta
borgarin skal gjalda. Fleiri gøð-
ingarkálvar skulu setast við, og so
hava vit alt gangandi; luksus-
villair, dollargrin o. s. fr.
Alt saman til frama og gagns
fyri fólkið og fødilandid«, sum
tað so vakurt plagar at standa í
14. sept.
Fyri at venda aftur til »agent-
arnar«,
Tá id vit ikki taka sambands-
og fólkaflokksmenn við, er Tjóð-
veldisflokkurin = »høvudsinnflyt-
ari« av hesum fremmandu agent-
unum, ið eru í ferð við at renna
hina foroysku handilsstættina um
koll.
Vit høvdu Landshandilin, hann
hevdi einkarrætt til innflyting av
ymiskum neydsynjarvørum, t. v. 8.
at á hesum økjum høvdu vit sett
fullkomið stongsul fyri fremm-
andum eins og føroyskum agent-
um, agentar fyri agentar, heilølu-
menn, millumhandlarar o. s. fr.
Og Landshandilin kundi åtikid
sær einkarinnfluttningin av mong
um ødrum vørusløgum — og vit
høvdu útihýst enn fleiri agentum.
Og soleiðis kundu vit reinsa land-
ið fyri fremmandum og heimlig-
um agentum.
Óneyðugt vildi verið við skriv-
stovum og skrivstovufólki í
handils- og peningamálum. Lands
handilin var besta, tryggasta og
ódýrasta eftirlit við ollum veru-
innfluttningi. Vit nýttust tá ikki at
flutt inn eitt kg, ikki eina m, ikki
eitt stk. av nøkrum vøruslag. Og
Landhandilin vildi av sinum yvir-
skoti goldið kostnadin av øllum
eftirliti.
Okkara egna framleidsla vildi
havt margfaldar størri møguleika.
Álagt kundi tå verið Landshandl-
inum at steðga øllum innfluttn-
ingi, hagar til okkara egna fram-
leiðsla varð seld.
Men øllum hesum ríku møgu-
leikum forkomu tjóðveldis- sam-
bands- og fólkaflokksmenn føroy-
ska fólkinum og føroysku tjóðini.
Teir opnaðu øllum geilum fyri
fremmandum og heimligum agent
um, agentum fyri agentar, heil-
sølumonnum, heilsølumonnum
fyri heilsølumenn, millumhandl-
arum, spekulantum o. ø. við allir
sum ein — rørandi samdir sum
vanligt — at taka avgerð um av-
tóku av Landshandlinum — hesa
miklu svika- og brotsgerð móti tí
SOSIALURIN
utgevari:
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Blaðstj.:
Villi Sorensen.
Box 76.
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
arbeiðandi fólkinum, ið nú má
knógva undir okursprísum fyri at
goða ein riðil av hjarta- og mis-
kunnarleysum spekulantum.
Grein 14. septembers >Undir
veingjum heimastýrisinsk er ti
einki minni enn eitt falsum úr
enda í enda.
Á KEM Á
Tað hendi í Sveríki. Ein gomul
kona, ið illa orkaði at ganga, var á
veg í kirkju. Hon skuldi tvørtar um
eina gøtu, men ørkimladist av teim
mongu bilunum. Tá kom ein harri,
presturin sjálvur, og beyð sær vinar-
liga at leiða hana yvir um getuna.
Hon kendi ikki prestin.
— Eg skal í kirkju, helt hin gamla
við ókunnugmannin, ið helt undir
arm hennara, meðan hon støpladi av
stað.
— Tað skal eg eisini.
— Hetta var ein rættur túrur; men
kann harrin siga mær, hver ii prædik-
ar í dag?
Hetta segði hann henni vid at nevna
sítt egna navn.
Hin gamla steðgaði bráddliga.
— Nei, vita tygum hvat, so fari eg
at biðja harran fylgja mær yvir um
aftur getuna,
Ein maður stóð í djóragarðinum og
hugdi at djórapassaranum, ið fór inn
í eitt leyvutyppi við 5 leyvuungum.
Við sær hevði hann vatnílát, sápu og
handklæði. Hann tváaði ollum leyv-
unum og aftaná turkaði hann teimum
við handklæðinum. Maðurin uttanfyri
hugdi undrunarsamur, og tá djóra-
passarin kemur út aftur, fer hann yvir
at honum og spyr (restin av seguni
hóskar best á donskum):
— Men er De dog slet ikke bange?
— Jo, svarede dyrepasseren med
sindsro i stemmen; men det hjælper
dem ikke noget, vaskes skal de......
— O, sum eg varð svikin. Segði tú
ikki, at hann var fullur í pengum?
Nei, eg segíi bara, at hann hevdi
meira pengar enn hann hevdi vit.
Russar byggja 100
2000-tons trolarar
Russar fiska nú á flestu hovum
kring Europu, á ollum høvum um
asiatiska partin av samveldinum
eins og å 11 innhøvum og inn-
sjógvum. Hóast hetta øgiliga fiski
oki eru bert 190.000 fiskimenn í
ollum landinum. Samlaða veiðan
í fjør var 2,5 milj. tons. Um somu
tíð veiddu Norðmenn 1.7 milj.
tons.
Eftir nýggju 5 ára ætlanini skal
veiðan nørast heilt upp i 4,2 milj.
tons. Hetia verður alt á havleið-
um, tá ið veiðan á innhøvum og
innsjógvum ikki kann verða størri
enn nú.
Russar nýta ein hóp av veiði-
hættum; men ein veiðiháttur sum
lira verður næstan ikki nýtir. —
Serskildur veiðiháttur verður nýti
ur til brisling, Hann verður pump
aður upp gjøgnum eitt rør, ið sett
verður niður í sjógvin. Í endanum
á hesum reri er eitt sterkt ljós, eit!
slag av »agni«, ið fær brislingin
til at leita at rørinum.
Russar lata byggja 25 nýmót-
ans trolarar í Vesturtýskalandi.
Teir hava longu fingið 16 av teim.
Sjálvir lata teir byggja 75. Hetta
eru bátar upp á 2000 tons. Við
hverjum av hesum sokallaðu
»fabrikkstrolarunum« eru 100
manns. Teir nýta ikki síðutroling
men hekkutroling, ið hevur allar
fyrimunir fram um síðutroling.
Russar hava sjálvandi hóp av
mini forum.
Undir veiðu arbeiða vanliga 20
skip saman, harav minst eitt er út-
gjørt við ollum nýmótans hentleik-
um; hetta er samstundis rann-
sóknarskip, ið ger allar kanningar
í samband við fiskivinnu.
Russar eru í ferð við og komnir
væl áleiðis við at finna upp eitt
>undirvatnssjónvarp< (fjernsyn),
ið sær alt niður á 150 metra dýpi.
Størstu fiskavirkini á landi
kunnu taka ímóti 1200 tonsum av
fiski um samdøgrid. Á hverjum
virki er laboratorium, ið syrgir
fyri at verugóðskan altíð er hin
besta. Allur livandi fiskur, ið
kemur til hesi virki, verður »be-
døvadur«, áður enn hann verður
vidgjørdur.
Veitst tú?
at Stauning var cigarrullari.
at H. C. Hansen, statsministari, er
prentari.
at norski statsministarin Einar Ger-
hardsen er vegarbeiðari.
at svenski statsministarin Tage Erlan-
der er akademikari,
at hægsti leiðari íslendsku arbeiðar-
anna. handilsministari Hannibal
Valdimarsson er lærari.
at Kypern hevur 420.000 íbúgvar.
harav 80 pst. eru Grikkar.
at tad orsakad av hersetingini eru
80.000 leysingabørn i Vesturtyska-
landi,
at ta deru meira enn 7000 oyggjar í
Philippinunum.
at tað eru 724.947 limir i De sam-
virkende Fagforbund í Danmark.
at franski sosialistiski forsætisráð-
harrin Guy Mollet hevur sagt: »Um
politikkararnir hildu oll teirra
lyfti, hovdu teir eingi til næsta val.«
Tað er veruleiki:
; : í ,
at heilsøluprisurin á stoyttum sukri er
farin 18 oyru upp, síðan Lands-
handilin varð avtikin.
at somuleiðis eru allar neyðsynjar-
verur munandi uppfarnar,
at livilíkindini harvið eru vorðin
munandi versnað 2 seinastu árini.
at hin breiða fjøldin av fólkinum einki
oyra hevur fingii í viðbót mótvegis
príshækkanini; men
at tjóðveldis-, sambands- og fólka
flokksmenn afturímóti hava roynt at
gjørt livilíkindini enn verri við at
skerja t. d. minstulønina og pris-
viðbótina, við hægri skatti, hægri
tolli o. s. fr.