leygardagur 4. august 1956síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á KEM -
Ein eldri kona hoyrdi ein smádrong
banna, og hon segði strangliga við
hann:
— Hvat heldur tå, mamma tin |
hevði sagt, um hon hoyrdi teg nú?
— Hon hevði verið glað, tí hon
hevur verið deyv tey síístu 10 árini.
— Tað er sjáldan ein vaknar og er
viðgitin.
— Ja, — sum oftast droymir ein
seg viðgitnan, men so vaknar ein.
SPURNINGAR
1. Nær er krossmessa ?
2. Hvussu nógvar kvinnur eru í donsku
stjórnini, og hvussu eita tær?
3. Nær vórðu bibilsku bøkurnar og
skrivini savnað saman í núverandi
bíbliu ?
4. Hvussu nógvur seyðurerí Føroyum?
5. Hvussu nógvar avtoftadar bygdir
eru í Norðuroyum?
(Svarini eru at finna aðrastaðni á síðuni).
Til gamans —
1. TRÆ—
2. HUNDA —
3. KNÍVS—
4. TRÍ—
5. SILDA —
6. LANG—
1 KAVA—
Í staðin fyri strikuna verður sett eitt
orð, sum saman við orðinum til vinstru,
verður til eitt nýtt orð. Týdningurin av
nýggja orðinum skal vera:
1. Brenni, 2. Ólevnaði, 3. Hvasst,
4. Á rokning, 5 Ílát, 6. Ættarmaður,
7. Óveður.
Menniskju og meiningar —
Hollywood — ein »svindulbutikk«.
Enski professarin í máli og bóka-
mentan Ísaacs sigur um eina vitjunar-
ferð, hann hevur gjørt til Hollywood,
at tað var hitt ræðuligasta, hann hevði
upplivað. Henda svindulbutikkin ynsk-
ir ikki at gera filmir, ið eg og tú halda
av. Filmmenninir har eru illir um, at
vit halda av filmum, ið eru gjørdir av
»forbannadum« útlendingum<, Einasti
máti at fara um útlendingar, er at
keypa teir. So fara europeisku film-
stjórnurnar til Hollywood, og stutt
aftaná eru tær horvnar. Professarin
hevði í Hollywood spurt, hví teir ikki
gjørdu filmir til tey 5 pstini av áskoð-
arunum, ið hava áhuga fyri góðum
filmum. Svarið var: Hví skulu vit
gremja okkum um 5 pst., tá ið vit
hava 95 pst. av øllum »toskunum« i
heiminum aftanfyri okkum!
Svar: |. 3. mai, 2. 2 — Lis Groes
Bodil Koch, 3. Umleid 400 år eftir Kristi
føding, 4. Umleið 70.000, 5. 4 — Blank:
skáli, Skarð, Skålatoftir og Fossá.
Minnisstubbar
Bretar senda framvegis hóp av her-
monnum, flogforum, stríðsvognum.
maskinbyrsum og øðrum skotvápnum
til Kypern fyri at trysta fólkið og kúga
fría vilja manna. Teir vilja ikki lata
hesa herstød frá sær; men verja hana,
kosta hvat tað vil.
Tað var hesar somu Bretar, tiod-
veldisflokkurin á sinni bað um a!
hjálpa sær við at fáa beint burtur
danskt herskip (NB! ikki politiid !) av
Klakksvik; teir øntu ikki aftur, men
tað høvdu tjóðveldismenn heldur ikki
væntad, Teir vitstu fullvæl, at åteftir
voru teir til tad turra grin; men tad
gjørdi einki. teir skuldu so ongar at-
kvødur hava í Onglandi. Íslandi ella
Norev,
Ønsker De virkelig
g den
orme 9 1
hú lige pasning
nemmest MV
skal De vælge
Hess-O-Matic.
Den fås nv
i flere stør
og den pynter |
relsefr
stuen.
DSSDDD
VALDEMAR LUTZEN
Telf. 1020 Thorshavn.
Men innlendis vónaðu teir, at teir
kundu freista nakrar veikar sålir og
slik, ið ikki duga at hugsa einsamøll
— lai var jú endamålid, sjålvt um
vinningurin i at spekulera í idiotisniu
ofta er ógvuliga ivingarsamur. X.
VISDOMSORD
Ein mentad kvinna er ein kvinna,
ið einans tveitir reinar tallerkar i
høvdid å manninum,
Fransiskanar-
systrarnar og
studningur
Eftir ti blødini hava sagt frå,
hevur ein havt frænir av, at tað
frå katolikkunum hevur verid um
sókn inni hjá Havnar byråd um at
fåa studning (studul) til barna-
garð. Og i býráðnum hava verið
ymiskar hugsanir, um tað er rætt
at veita umsøkta stuðul ella ikki.
Fyrstur tók Jógvan á Dul til orða
í almennum blað, hvar hann so
harðliga mótmælti at geva almenn
an stuðul til nevndu umsøkjarar
(katolikkarnar).
J. á Duls mótmælisgrein hevur
ikki verið væl umtókt av ollum, og
er tað serliga ein, ið nevnir seg
S. M. Justinussen, ið nevnda mót-
mæli er fallið sum ein hella fyri
bróstið. Eg ætli mær ikki at taka
dagar ímillum harrarnar Dul og
Justinussen; men eg tori siga so
mikið, at ikki átti nakar rætthugs-
andi protestantur at tikið hansara
mótmæli upp við tí orðalagi tað
er. Fyri at venda aftur til sjálvt
málið, hvor vítt tað er rætt at veita
stuðul til katólskan barnagarð.
kann tað verða sagt, at um tað
skuldi verið játtað katolikkum,
hevur ein og hver annar trúðar-
flokkur sama rætt — og sum skal
verða — hvar flóta vit tá?
Tygum harra 8. M. J., tygum
royna at bera so í band, at fólk
skal fáa varhugan av, at tygum
eru ein heilur vísindarmaður og
ein sålarligur profetur,
Men eingin er tó so fullkomin,
at honum ikki tørvar leiðbeining,
og skal eg tí leggja tygum tey ráð,
at um tygum eru fallin tann
katólska vegin og hava fingið
katólskan ham uttan á tygum, so
í Harrans friði, men lat vera vit at
eggja vinum og kenningum at
ganga somu leið. Vit protestantar,
vi thava barnagarð, vit eiga skúlar
vit eiga kirkjur, og tað gevur
okkum rætt til at nøra um.
— At okkara barnagarður og
okkara skúlar ikki eru so mikið
útbúgvnir, at teir kunnu fevna so
víða, sum tørvur er á, er kanska
rætt nokk; men so er tað skylda
teirra, ið hesi áhugamál eiga at
rekja, at fáa skipað so fyri, at
okkara barnagardar og skúlar
kunna fevna so víða, sum krøv tid
arinnar krevja tað, og at eingin
samfelagsborgari verður misrøkt-
ur, Men fyri alt i verdini eiga vit
protestantar ikki at nøra um nak-
ad, sum hevur lyndi til at plika
hornasteinin undan okkum, pro-
testantum (ella okkum, id byggja
å ta luthersku læruna). Eg kann
minnast, tå ið Viderø prestur fyri
slokum trimum árum síðani um-
røddi hin foroyska skúlan, og um
hin katólska skúlan sum ein av-
leiðing.
Tá reisti hesin sami S. M. J. seg
sum úlvur í roði fyri at bera í
botuflaka fyri tann katólska skúl-
an uttan at skilja eitt mukk av ti,
ið Viderøs skriving veruliga bendi
á. Av hesum sæst, at hr. Justinus-
sen er litaður av katólskum trúðar
anda, og má sigast at vera anda-
liga vilstur. Um tygum, hr. Justi-
nussen, trúgva tí, at katolikkarnir
eru komnir higar til landa fyri at
fjálga um landsins børn og skúlar,
tí tey livdu í óvitsku og skilaloysi,
so trúgva tygum skeivt og eru
vorðin blindur á hesum eki. Tí
"um slíkt lá teimum fremst á hjarta
so høvdu teir verið verandi í teim
katólsku londunum, har tað er
nógv meira torvur á at bøta um
skúlaskapin enn her hjá okkum.
Nei, tað er einki av hesum, sum
er fremsta mið og mál teirra. Tað
eru prógv enn nú á dogum um ta
mótstøðu, protestantar meta í
teimum katólsku løndunum. —
Protestantisma merkir ta protest,
ið var løgd móti rómarkirkjuni í
16 eld. Og hetta mótmæli kann
við fullum rætti standa við makt
tann dag í dag.
Tað kann tí ikki vera nekur
orsøk til, at protestantar — og tá
allraminst hjá teimum, ið byggja
á ta lutherisku læruna— at nøra
um katolikkarnar. Nei, latum okk-
um einans lívga um tað, ið hoyrir
til læru våra. Tóku protestant-
arnir læru av kristinlivi hins
mikla slóðarans, hver maður
Martin Luther var, so hovdu teir
| nóg mikið av sálarligari foði til
| at kunna ognast tær ævigu bú-
staðir. Protestantar hava sanniliga
nógv at takka Lutheri fyri, ti hann
mátti líða nógv fyri ta kristinlæru,
vit í dag eiga. Søga hans er ein
bardagi uppá lív og deyða. Martin
Luther andaðist í 1546, og tey
seinastu orð, ið hann skrivaði,
vóru hesi: >Vit eru biddarar, tað
er satt.«
D. J. Sorensen.
T TC
Sjálvstýri - men...
(Framh. av 3. síðu)
stýrissetan). Hetta váttar, at stødid
er ábyggiligt, og at nógv kann
vinnast, um fram verður farið hó-
ilzga.
Javnadarmenn hava tó alla tid-
ina hildið fram, at vit ikki undir
nøkrum umstoðum skulu fara
undir at fremja yvirtøkur, ið á
nakran hátt áleggja okkum slíkar
figgjarligar byrður, ið koma at
nerva hitt arbeiðandi fólkið, hini
peningaliga minni mentu. Tað er
einki gagn í nakrari yvirtoku, um
livilíkindini, orsakað av harav
standandi nýggjum peningaligum
útreiðslum, verða skerd; tí
fremsta endamálið má altíð vera,
at øll skulu liva væl og virðiliga í
landinum; men tad gera ikki øll
í lotuni; tað eru framvegis alt ov
mong heim, ið eru alt annað enn
peningaliga væl tryggjað, og sum
longu nú hava ilt við at bera tær
figgjarligu byrður, ið teimum eru
álagdar fyri at halda samfelags-
hjólinum malandi.
Útreiðslurnar ekjast í stórum
1948, tá
rildi, var
við yvirlokunum. Í
heimastýrislógin kom í
=
fíggjarætlan logtingsins umleið 5
milj. kr. Nú nærkast vit 14 milj.
! Aftrat hesum letur danski staturin
umleið 11 milj. kr. árliga.
Vert er at minnast til, at sjálvt
um vit hava t. d. yvirtikið bæði
havna- og vegbygging og einsara-
allir hava alt ræðið á hesum økj-
um, so hava vit við vælvild Dana
fingið eina skipan í lag, hareftir
staturin ber fjórðapartin av út-
reiðslunum, ið standast av hesum
málum. Somuleiðis hevur verið
og er við ødrum málum, ið yvir-
| tíkin eru.
| Ymsar yvirtøkur hava verið
okkum til óbótaliga niðurlogu.
Eitt nú >bolig< ella húsabygging.
Við ikki at hava havt yvirtikid
hetta mál kundu vit eins og Danir
og Grønlendingar havt atgongd til
: lagalig og ódýr lån til húsa-
bygging. Afturgjaldingin av slík-
um lánum fellur yvir umleið 60
ár. Men yvirtøkan er framd; vit
eru útistongdir og hava einki at
seta í staðin.
Tað er ti eyðsæð, at sætt sjálv-
stýri, ið av sonnum verður fólk-
inum til gagns o gframa, vinna vit
einans við at fara lagaliga fram,
so fólkið stigvíst búnast til at taka
við ræðinum av og ábyrgdini yvir
ollum málum, ið Vit eiga heimild
til í heimastýrislógini.