Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-09-08, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI Skulavigsla Hin nyggi Havnar kommunuskúli varð vígdur síðsta sunnudag. Prósturin helt vigslurøduna. Ann- ars talaðu J, P. Henriksen, býráðs- formaður, Hanus við Hogadalsá, for- maður í skúlaneyndini, Z. Sorensen, skålainspektørur, Hákun Djurhuus, landsstýrismaður, og Vagn Hansen, rikisumbodsmadur. Havnar Sang- felag sang kantatu, gjørd til vigsl- una av Heðin Brú, við lagi av J. Højgaard. Vígslan var ógvuliga hugtakandi og hugnalig. Kantatan var sera væl- eydnað, bæði sum yrking og tóna- lag, og væl varð hon framborin. Hon var so framúr tað besta við vígsluni. Og nú er hesin vakri og prýði- ligi skúli tikin í brúk, og tað er at ynskja eftir, at hann verður býnum og hansara íbúgvum til stórt gagn. Tað má gleða hvønn mann, at landsins storsti og kanska prýðilig- asti bygningur júst er ein kommunu- skúli, har øll børn hava høvi at koma. Nú er bert eftir at fáa knýtt millumskúla til hansara. ÓHAPP Hósnáttina hendi eitt bilóhapp í Havn. Ein lítil persónbilur koyrdi við reiðuliga nógvari ferð á ein sementgarð við Tórshell. Bilurin, ið var heldur gamal, fór so illa, at hann næstan sáút sum ein væl samanløgd harmonika. Av teimum, sum í honum vóru, fekk ein ung genta, ættað úr Kaldbak, so mikið mein í andlitið og annað knæið, at hon mátti á sjúkrahús. Itróttin Genturnar av Akureyrifóru á aftur til Ís- [> lands måna- dagin. — Tær leiktu móti gentu-liðnum í Sandavági fríggjadagin og taptu við 3. málum móti 4. Sunnudagin leiktu tær í Havn móti Stjørnuni úr Klakksvík. Íslandsgenturnar vunnu henda leik við 6—0. Tær spældu sama dag móti Neistanum og vunnu 3—0. Mannslið Neistans og Kyndils leikaðu henda sama dag. Kyndil vann við 11 —6. — Eg vildi ynskt, eg var føddur 5. minuttir fyrr. — Hví tá? — Eg kom ov seint til rutubátin. JAVNADUR Tað er veruleiki: at tað altíð er torført, hjá mongum Ogjørligt, at byggja og fullffggja eini hús orsakað av løgmannsins yvirtoku av «bolig«, at henda yvirtøka gjørdi, at vit ikki fingu somu lánlíkindi sum Danir og Grenlendingar hava vit tað, at teir fáa ódýr og lagalig lán, ið m. a. eru so langfreistað, at tey kunnu verða afturgoldin eftir um- leið 60 árum, at løgmaður harvið hevur gjørt, at búsetingarlíkindini hjá føroyskum ungfólki er nógv ringari enn í nøkrum ødrum Norðanlandi. Landaskadi Í hesum døgum ferðast menn um Føroyar at oyða fýr — ella hus- bukk, sum summir nevna tað. Tað er H. C. Hansen á Tveroyri, ið hev- ur fingið hetta í lag, og eitt danskt felag hevur sent menn higar at gera arbeiðið. Og tað er neyðugt, at fáa hetta arbeiði gjørt; ti víða hvar um land- ið eru hús illa farin av fýri, og tað byggitilfar, ið nú vanliga verður nýtt til húsabyggingar, er ógvuliga kvæmt fyri fýri. Hartil kemur so, at fýrur- in smittar reiðuliga illa av sær. — Menn, sum eru kønir í timburhús- smíði óttast fyri, at fýrurin verður ein sonn landaplága, um ikki dyggi- liga verður tikið til fyri at oyða hann, og at hetta arbeiðið verður sett í system. Tað er allan heiður vert, at menn royna at verja hús síni móti hesum lítla skaðadjóri; men tað er kortini ikki nóg mikið, fyrr enn grannar hansara gera tað sama, tí Lus hansara kunnu skjótt verða smittað av nýggjum. Ein landstrygging eigur at verða stovnað, har fólk íkki einans skal hava rætt til, men eisini skyldu til at tryggja hús síni móti fyri og ødr- um, ið kann oyða viðin í húsuunm. Tí, verður einki gjørt fyri at oyða hesi skaðadjór, kunnu tey brátt verða til ein landaskaða, sum seint bøtist aftur. Og ikki vildi t-yggingar- peningurin havt stóran týdning í mun til ta nyttu, fólk fekk av honum. Nú er tað so, at landið eigur alla trygging, og tað er tí landsins skylda at taka sær av hesum máli, serstakliga tí, at hetta er ein landa- sak. Ein slík trygging má vera tvung- in; men so má fólk eisini kenna, at hon er teimum til gagns, so hon veruliga verjir hús teirra móti hesi oyðing. So fáast má í lag til- sýn av konum monnum — at byrja við árliga. Tað eru mong ár síðani menn vóru varir við tað oyðingarverk, fýr- urin ger her á landi, og teir hava av og á skrivað um hetta evnid, m. a. Johan Ziska, ið vist var hin fyrsti, ið skjeyt uppá landstrygging móti hesum smáu, stórliga oyðandi skaðadjórum; men enn hevur eing- in av teim avvarandi latist um vón. Henda grein er ein beinleiðis á- heitan á landastýri okkara. Húseigari. Suez-rennan Tá ið ein kennir telini í samband við Suez-rennuna, ið Nasser, forseti hevur gjørt til ogn Egyptalands, er tað ikki so logið, at teir, ið áður hava átt hesa miklu siglingarrennu, gjørd- ust fúkandi tá ið teir frættu um avgerð Nassers. Hesi tel eru at finna í roknskapinum fyri 1954: Samlaðar inntøkur 92.730.000 dollars. Samlaðar útreiðslur til lønir og viðlíkahald 43.208.000 dollars. Av avlopinum fara 29.778.000 doll- ars til vinningsbýti til partaeigarnar. Í alt eru umleið 800.000 partabrøv. 5 milj. fara í leigu til Egyptalands, 7,1 milj. avsett til útbyggingar og 7,4 milj. yvirførdar til tiltaksgrunn. Í 1955 var inntøkan 98.682.000 dollars. Til lenir og viðlíkahald fóru 52.297.000 dollars, og sum so óðir, vanligt fekk Egyptaland 5 milj. dollars. Hvalaveiðan. Hesa vikuna hava bátarnir við Áir fingið 5 hvalir — 1 finnhval og 4 augustar. Tilsamans hava teir nú 137. Í gjár raktu teir ikki við hval, Grind Mánadagin doyði grind á Mið- vági — einir 150 hvalir. Mikudagin doyði grind suðuri í Vági — um 300 hvalir løgdu beinini. Hetta er triðja grindin, ið deyð er á Miðvági í ár, og fjórða á Vági. Um síðstu grindina í Vágum verð- ur sagt, at ikki ein hannhvalur var uppi í henni. SILDIN Sildasølan sigur ígjár frá teimum síðstu veiðiúrslitunum: Av 20 skip- um høvdu seks skip !/> tn. uppá garnið, trý 3/, tn., sjey 1/,, tvey 1 tn., og tvey drógu svart. Á veg inn eru: Fame við 590 tn., Verðan 645, St. Jaques 1000, Pållsdrangur 300, Báran 400, Royndin 320, Falkur 460 og Saksa- berg 415 tn. A ED NR. 36. LEYGARDAGIN 8. SEPTEMBER 1956 29. ÁRG. | Eina hjartans tøkk veiti eg ellum teimum, sum gleddu meg á 50 ára fødingardegnum 29, august við telegrammum, kortum og persónligum heilsanum. Olivia Johannesen, Húsar. r Isvirki í Lorvik Lorvikingar hava lagt nytt is- virki har í bygdini. Verkið er nú liðugt at taka í brúk. 3 eru goym- slurúmini, ið kunnu taka umleið 140 tons. Aftrat hesum er rúm at goyma stampar og annað í; eisini hetta rúmið kann avkølast, Húsið er soleiðis bygt, at tað altíð kann víðkast. Maskinurnar kunnu eisini nýtast til storri virki. Kostnaðurin hevur verið umleið 230.000 kr. Partapeningurin, ið allur er gold- in, er 90.000 kr. — alt taknað í Lorvík. Hetta eru 1000 kr. uppá húsið. Byggilánið er 90.000 kr. Víðari hava teir søkt um at fingið 50.000 kr. av ídnaðarláni Mar- shallspeningsins. Stjri KI. Eliasen, Hetta er heppið bragd av Lorvíkingum, ið hava tikið stór í vinnulívstok hesi seinni árini. er Sjómark Grenlendinga Á fundi í grønlendska lands- ráðnum hevur sjómarkið verið til viðgerðar. Kravt varð, at hitt frið- aða sjoøkid varð vidkad, og fleiri verjuskip fingin til vegar; tí trol- ararnir vóru nú so næskir, at teir oyddu virðismiklar fiskigrunnar nærhendis landi. M. a. skavaðu teir botnin reinan fyri skeljadjór við tí úrsliti, at roysningarnir tóku til rýmingar. Landsráðið sam- tykti at flyta sjómarkið úteftir. — Tað skal nú 3 sjómíl í beinari linju úr ytstu oyggjunum norðan úr Diskovíkini og suður at Hvarvinum. ganga Arbeiðsloysið í Sveríki Síðsta uppgerð yvir arbeiðs- loysid í Svøriki visti, at har vóru bert 9.524 arbeidsleys i juli mån- aði. Hetta var 2.708 færri enn í juni, Eitt talandi dømi um, hvat kann útinnast, bert ein sosialistisk stjórn rúma tíð at koma arbeiðs- loysisins forbannilsi til livs. Arbeidararnir stydja Stevenson Formansskapurin í stórstu fak- ligu samskipanini í USA, AFL— CIO, hevur gjørt av at heita á limir sínar um at styðja demkrat- iska forsetaevni A. Stevensen og varaforsetaevnið Kefauver.