leygardagur 8. september 1956síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rr
= HUGSKOT å
Semyon
Eitt ungdómslív uttan spenning er
einki ungdómslív. Eitt ungdómslív
uttan spenning vil siga lammilsi og
leti, ein reki fyri vág og vind. Bern
liva í fantasiheiminum, Ungdómurin
roynir at gera henda heim til veru-
leika. Aftanfyri hina alra mætastu upp-
aling livir dreymurin um tað, sum skal
koma, um stórar hendingar og stórar
uppgávur, um vøkstur og framburð og
langar ferðir, um djarvar gerðir, um
lív í spenningi og litum og skapandi
virksemi, virksemi, sum vil skapa
nakað, ein kemur at minnast. Ongatíð
í soguni hevur nakar kallað til einkis,
ongantíð vil nakar kalla til einkis, ið
kallar á ungdómin til stór dagsverk,
til at gera dreymir hans til veruleika.
Hvor fundarhøll vil tyrpast av lutandi
ungdómi. Rúm fyri frælsum spæli í
fantasiheimi barndómsins, rúm (fyri
spenningartrongdini í einum sunnum
og fridaligum ungdómslívi — hetta er
einki mál. ið vit higartil hava loyst við
ikki bert at seta lítið og einki, men
einans hitt neyðarsligasta í staðin fyri,
p
Veitst tú?
at fyrsti motorbáturin sigldi um Suð-
uroyarfjørd í 1905 (6 mil)?
at í 1904 fiskaði besta skip i Før-
oyum fyri slakar 20.000 kr.?
at longsta vegstrekki í Fzroyum,
Oyri—Eidi, er 15,4 km.?
at tað í 1954 vóru 3467 neyt i Før-
oyum?
at av ollum kommunum í Føroyum
hevur Sands kommuna størst seyð-
atal?
Spurningar
1. Hvussu eitur hægsta fjall å Vågum?
2. Hvussu eitur høvudsstadurin å Ma-
dagaskar?
3. Hvønn dag og år var tad valid, tå
fólkaflokkurin fekk 12 tingmenn?
4. Hvør hevur skrivad søguna »Prædi-
kumadurin«?
5. Hvussu nógv gramm er eitt ort?
(Svarini eru at finna aðrastaðni í blað-
num)
Á KEM —
—Hevur tú gjørt sum eg, segði lækn-
in: —hildin uppat við konufólki, víni og
sangi? —Ja. Eg havi hildi uppat at syngja.
Lýsing.
Jørdin er flot. Tey sum eru av somu
meining sum eg, kunnu skriva til mín.
Nøvnini vera ikki kunngjørd.
Per.
Dómarin : Hvi slerdi tygum konu tyg-
ara í hel? — Eg hevði einki at skjóta við.
Kann hjartað banka so hart fyri eini
kvinnu, at ein rópar: »Kom inn«.
Vísdómsorð
Tann, sum dugir nakað, gernakað, tann,
einki dugir, lærir hini.
Tað finnst altíð ein hjálpandi hond í
endanum á arminum.
Svar 1. Årnaberg (722). 2. Antana-
narios. 3. 3. mai 1944. 4. Heðin Brú. 5.
1, gramm.
Høgir hælar eru uppfunnir av eini
kvinnu, id varð mussad á pannuna.
Tá ið eg gifti meg, hevði eg seks
ymiskar teoriir um barnauppaling. Nú
eigi eg seks børn og onga teori.
SOSIALURIN,
utgevari:
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Blaðstj.:
Villi Sorensen.
Box 76.
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
Arbeiðsins
grundlóg
At tryggja arbeiðsfrið í vinnu-
lívinum er í dag eitt hovuðstak í
ollum vestanlondum. Serstakliga í
Norðanlondum er hin sosiala og
mentunnarliga útbyggjanin komin
so langt ávegis, at hon ikki tolir
nakrar stórvegis bakbrestir, og tá
fyrst og fremst ikki stórverkfell,
ið lættliga fáa grundarlagið undir
einum langt fram komnum væl-
ferðarsamfelag at rilla.
Finnar eru komnir á slíka stødu.
Stórverkfallið i vár tók finska
samfelagnum ovurdygt. Fram-
leiðslan steðgaði, og útfluttning-
urin minkaði við 500 milj. kr. Nú
er ov lítið av fremmandum gjald-
oyra til innfluttnings av neyðsynj-
arvørum, livilikindini mugu fyri-
bils skerjast, eins og nýggjar byrð-
ur mugu leggjast á fólksins herð-
ar fyri at byrja fyri vinnuligari,
sosialari og mentunnarligari aftur
gongd, áðrenn ov seint er.
Stórverkfallið í Danmark um
somu tíð varð steðgað við lóg.
Fylgjurnar her vildu verið tær
somu sum í Finlandi, um ikki fyri
byrgt varð, áðrenn ov langt var
útliðið. Arbeidsgevararnir førdu
ein hardan nei-politikk og vildu
ætlandi staðið til. Eitt langt og
drúgvt verkfall vildi náðileyst
lagt arbeiðaraheim í tíggjutúsund-
tala vís í grús, eins og vinnuliga,
sosiala og mentunnarliga útbyggj-
anin ikki einans vildi steðgað,
men komið út fyri álvarsomum
afturstigum.
Men hóast alt eydnaðist tað
bæði finsku og donsku arbeiðar-
unum at bøta munandi um arbeids
og lønarlikindini.
Á sama hátt hevur tað gingið í
eðrum londum.
Aftrat hesum størverkføllum,
ið bæði hava verið lóglig og rætt-
víslig, hava vit hoyrt um eitt ótal
av smærri, ólógligum verkføllum.
Her er tað aloftast talan um
kommunistiskt undirgravingarar-
beiði av samfelagnum og spjaðing
av arbeidarafjøldini, ið einans
hevur havt ovurstór tap av at
ganga hesum fjarstýrdu Moskva-
tænarum til handa.
Eisini vit hava verið fyri álvar-
somum verkfallságangi.
Fiskivinnan hevur verið lamd
av verkføllum við tí årsliti, at ikki
einans samfelagið hevur mist
miljónvirðir, men eisini hvert
einstakt fiskimannaheim. Fiski-
menn hava mist inntøkuna av heil-
um vårtårum, såttmålarnir eru
ikki vorðnir bertri, heldur væl
ringari i mongum førum, vunnar
åbøtur á minstuløn og prísviðbót
eru skerdar niður aftur í lítið og
einki, ólóglig framferð hevur kost
að stórpening o. s. fr.
Allastaðni er hesin álvars-
spurningurin tikin til viðgerðar.
Einans ein fullkomin sosialist-
isk umskipan av samfelagnum
kundi loyst henda spurning til
lítar; men grundarlagið fyri hesi
broytan er líka lítið tilsteðar hjá
okkum eins og t. d. hjá Donum
og Finnum. Tí verður roynt at
finna hina frægastu loysn, ein
kann koma til undir kapitalistisku
samfelagsskipanini.
Ein arbeiðsins grundlóg má
vera hitt fyrsta tiltakið; ein grund
lóg, ið tryggjar rætt teirra arbeið-
andi til betri arbeiðs-, lonar- og
livilíkindi; ein grundlóg, ið tryggj
ar samfelagið á slíkan hátt, at tað
ikki verður nervað í at gera sína
fullu skyldu móti teim treingjandi,
teim gomlu, teim sjúku, teim av-
lamnu, ungdóminum o. ø. Ein
treyt í hesi grundlóg arbeiðsins
má vera, at verkfallsrætturin verð
ur óskerdur, og at tvungin gerða-
rættur, soleiðis sum einaferð við-
tikið á løgtingi, og sum t. d.
donsku afturhaldsflokkarnir hava
í uppskoti, ikki má verða skipað-
ur ella nýttur í samband við reglu
ligar og óregluligar arbeiðsósemj-
ur.
Ein slík arbeiðsins grundlóg, ið
veitir ollum pørtum tryggleika, er
bráneyðug. At fáa hetta sosialist-
iska stórmál loyst er ein av javn-
aðarflokksins høvudsuppgåvum;
tí uttan hesa grunlóg hvílir sam-
felagið ikki á tryggari grund, og
vit kunnu koma út fyri bakbrest-
um, ið lættliga kunnu skaka grund
arlagnum undir útbyggjanini av
fólka-
vælferðarsamfelagnum
heiminum.
- KLAKKSVÍK Í DAG |
Foðingardagar. 10. sept. Malena
Lassen 81 ár, Poul Rasmussen, Kirkju
78 år, 10. sapt. Absolina Rasmussen,
Kirkju, 79 ár.
Nátarnir. Nátatíðin fer nú at bera
móti endanum. Reidiliga væl hevur
borið til, hóast veðurlagið tarnadi bát-
um at fara norður um fyrstu dagarnar.
Einstakur bátur hevur veitt umleið
1400 nátar. Mánadagin veiddi Varpið
420 i 5 tímar norðanfyri Viðoynna.
Vidingar, ið einans taka í bjørgunum,
hava veitt væl yvir 3000. Reingeringin
er heldur torfør. Einstakir skolda;
men teir flestu royta og svíða dúnið
við motorlampu; tað er skjótari. Sølu-
prisurin er 2,50 og 3 kr. fyri hvønn.
Nátaveiðan hevur verið fittlig inntøka
hjá mongum,
Hoyggingin. Teir frálíku terridag-
arnir síðst í farnu viku og fyrst í hesi
vikuni vóru kærkomnir. Framman-
undan var einki hoyggjað í flestu
bygdum; men nú er hjá teim flestu
meira enn hálvliðugt, og tey, sum
lítið hava, eru liðug.
Barnagarðurin verður um stutta tíð
tikin í brúk; men framvegis er rúm
fyri nøkrum børnum. Í alt rúmar
hann 60 bernum, men higartil eru
bert umleið 40 taknað,
>Skálaberg<, nýggi trolarin hjá p.f
Kjølbro fer av barkastokki 2. okt.
Polarfarið komið eystaneftir við 110
tonsum. Ætlanin er at fara ein túr
eystureftir aftrat,
Haraldur kom inn mikudagin við
600 tn., roynt í 3 vikur.
Týsdagin kom Háenni inn við 239
tunnum.
Nokur orð til 14. sept: Í 14. sept.
nr. 89 stendur grein, sum neynist:
»Meira um itrått«, skrivað av einum
; ið kallar seg S. M.
Eg haldi, at tygum, S. M., kunnu
ikki vera klókur, tá tygum ráða for-
eldrum at halda hornum sínum frá
Ýtrótti. Antin eru tygum krypul ella
oldingur, tá tygum halda, at tað ar
ósunt at íðka ítrótt. Tá tygum siga, at
gentur og dreingir, sum íðka, ikki eru
í góðum hondum, so er hetta skeivt.
(Eg tori at siga, at fólk, sum halda so
hánt um ítrótt, hoyra ikki nútíðini til,
ella kanska tygum, harra S. M., siga
mær, hvat ungdómurin skal gera aftan
á arbeiðstíð. Er tað ikki gott hjá ein-
um dreingi ella gentu at vita sær, at
um kvoldið kunnu tey hitta javnaldrar
uppi á vellinum ? K.K.
Nógvir norskir bátar hava verið á
Klakksvík í hesi vikuni á veg heim úr
Grønlandi.
Skálanes hevur verið á beding í hesi
vikuni; hon fer nú á sild.
Ein sannur sólskinsdagur var sein-
asti sunnudagur. Í Klakksvík máldu
teir 16 hitastig í skugganum. Nógv
fólk leitaði sær út á Grøv henda dag
til at hyggja eftir børnunum, sum
svumu, tað vóru fleiri 100 børn og
svumu hendan dagin. Tey hava Poul
Juul Rasmussen til svimjilærara.
Mánadagin var aftur gott veður. Tá
vóru lærararnir við ollum bornunum'
í Klakksvíkar skúla útferð; tey vóru
vesturi á hinum gamla Háskúlanum.
Konfirmasjón í Norðoya vestara
prestadomi verður hildin tann 7.
Fyri-
reikingarnar byrja 24. sept. í skúl-
anum. Takið við nýggja testamenti,
sálmabók og lærubók. Tey, sum fødd
eru uttanfyri prestadomið, mugu.hava
dópsseðilin við. Innmeldan til kalls-
kapellanin áðrenn 20. sept.
Veiðin.
Solo dei Gloria hevur verið inni
við 330 tn. av sild, Ester 94, Imma-
nuel, (ið Andrias á Marknagili ný-
liga keypti fyri 42.000 kr.), varð
fyri tí óhappi fyrsta túrin at fáa
umstýringina í ólag og bróta dekks-
motorin, hevur verið á beding —
veiðan var 120 tn.
Carlton hevði 277 tn. mánadagin
og Fugloy 209 tn. sunnudagin.
|
Nevið Reyða hevur verið inni vid
17 tonsum av agnsild og 47 tunnum
av saltsild, Eysturhøvdi við 8!/»
tonsum av agnsild, Eystnes 11 tons
og Dragasund 11'/,.
oktober í Klakksvíkar kirkju.
Sjúrðarberg kom eystaneftir týs-
kveldið við 340 tonsum. Nú skifta
teir skipara — Mortan Sivertsen
tekur við.
28. august vóru 90 ár liðin
síðani fyrsti maður búsettist í Norð-
| depli, Poul Sivard Justinussen, ætt-
| aður úr Hvannasundi.
|