leygardagur 15. september 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
NR. 37.
LEYGARDAGIN
15. SEPTEMBER 1956
29. ÅRG.
Stórt byggingararbeid: við Klakksvikar skúla
700 Klakksvíkarbern verða at fáa
29 arbeidshøli í nýggja skúlanum
Ov trongligt í skúlanum
Í tí sokallaða nýggja skúlanum eru
í dag 12 skúlastovur. Nærindis skúlan
er fimleikarhellin. Aftrat hesum verð-
ur nýttur Tekniski skúlin við 4 stov-
um, gamli skúlin við 2 stovum og 2
stovur i KFUM, Men hóast øll hesi
holi, er nú nógv ov trongligt, Í dag
eru tætt vid 700 børn, men sidan 1939,
tá barnatalið tók seg upp, eru bert 2
skúlastovur bygdar av nýggjum upp í
veruliga kommunuskúlan.
Nýggjur skúli fyri 1,4 milj. kr.
Eftir ætlanini skuldi útbyggjanin av
skúlanum longu verið farin fram, men
tey peningaligu viðurskiftini hava og
eru framvegis ikki heilt í lagi. Kostn-
aðurin er mettur til 1,4 milj. kr., men
so nógv verður kortini ikki gjørt á
einum sinni. Í fyrsta lagi verður farið
undir hovuðsbyggingina, Kostnaðurin
av hesum arbeiðinum fer ætlandi at
toga upp móti miljónini. Restin verð-
ur gjørd skjótast gjørligt og sambært
tær peningaligu umstødurnar. Kom:
munan eigur umleið 200.000 kr. til
hetta endamál landsstýrið hevur játtað
280.000 kr. Søkt er um lån frå donsk-
um peningastovnum, men lånini eru
ikki greid enn. Staturin letur 20 pst.
ella 280.000 kr.
Sjålv skålabyggingin
Nybyggingin fer fram millum nú-
verandi skúla og fimleikarhøll, men
hesi bæði holi koma eisini at verða
broytt eitt sindur. Endaliga ætlanin
verður henda:
Í kjallarahæddini (núverandi skúla)
Her verður rúm til tannlækna, sjúkra-
systur, lækna, 2 rúm til skúlatænaran,
2 ketilrúm, eins og nøkur onnur rúm,
undir nýbyggingini verður toilet til
gentur og dreingir við m. a. 24 we.
Føroysk lesibók, 2. partur, 2.
útgáva, er útkomin. Hon kostar 7,50
kr. R. Long hevur lagt tilfarið til
rættis, og nakrar broytingar eru
gjørdar. Tíverri er stavsetingin »sam-
svarandi teimum av skúlastjórnini
fyrisettu reglum«,
Føroyskur orðalisti til hina i
føroyskum millumskúlum vanliga
nýttu Engelsk Begynderbog I. Skúla-
bókagrunnurin gav út. Prísur 2 kr
Jóannes av Skarði hevur greitt hana
úr hondum. Hetta man vera ein
hent bók.
Kvinnutidindi nr. 4 er útkomið.
Hetta er eitt reiðiliga hugnaligt rit
og væl lagt til rættis. Vakurt prent.
— —————
Í Í. hædd: Her eru 5 stovur. Eftir
nýggju ætlanini verður 1 av hesum
tikin til békasavn og lesistovu. Í ný-
byggingini verða 4 stovur, hvor til 30
børn, lærararúm og rúm til skúlastjór-
an. Undir nýbygging og núverandi
fimleikarhøll verður stova til træsmíð,
skúlakokur, rúm til lærarinnu, goymsl-
urúm o. a.
2. hædd: Her verða sum framman-
undan 5 stovur í gamla byggninginum,
í nýggja bygninginum 4 stovur til 30
og 1 til 24 born, og rúm til varaskúla-
stjóran. Fimleikarhøllin verður sum
frammanundan.
3. hædd: Í fyrsta lagi verður bygt
omaná norðara enda av núverandi
byggningi. Hetta verður náttúrfreðis-
stova við goymslurúmi. Í nýbyggning-
inum verða 4 stovur til 30 og 1 til 24
børn. Omanå norðara enda av fim-
leikarhøllini verður stór seymistova,
Eftir hesum skuldi, tá ið liðugt er,
verið 23 vanligar skúlastovur, náttúr-
frødistova, skulakøkur, træsmidstova,
seymistova, bókasavn, fimleikarholl,
tannlæknastova, sjúkrasystursstova og
læknastova.
Tekningina hava N. P. Hansen, ar-
kitektur, Glyvrar, Kristjan Jensen og
p i 7
Jógvan Johansen, verkfrødingar, Tórs-
havn, gjørt.
Odn tarnar sildaveidini
Sildasølan sigur frå, at teir frættu | gjáranáttina, so neyvan munnu mong
frá 24 skipum,
høvdu drigið svart, eitt hevði fingið
hálva tunnu, fýra 1/, tn. og eitt 1/5
tn.
Ódnarveður tarnaði veiðuni í
sum í fyrranáttina ;
skip hava fingið roynt. Sildaselan
hevði ikki fingið nøkur tíðindi frá
veiði.
Keflavík sigldi inn við spælskaða.
Hon hevur 221 tn.
TRÆTNIN UM SUEZ
Trætnin um Suez tykist alt at
harðna í hverjum, og fara menn
ikki ógvuliga varliga fram, kann
brátt allur heimurin koma at standa
í einum eldi.
Bretski statsministarin, A. Eden
hevur hildið eina heldur hvassa rødu
í parlamentinum. Orðferarar arbeið-
araflokksins høvdu at honum, hildu
at samráðingarleiðin mátti roynast
út í æsur.
Bretska og franska stjórnin vilja
ikki leggja málið fyri trygdarráðið,
tí so verður tað einans at koma
naggatódn í, og eingin avgerð fæst
snarliga. Saman við Amerikumonn-
um hava Fraklendingar og Bretar
stovnað eitt sokallað >brúkarafelag<
har lond, ið hava skip siglandi
gjøgnum Sueztennuna skulu gerast
limir, og teir skjóta uppá, at hetta
felag skal hava umsjón við Suez-
rennuni. Hetta uppskot ætla teir at
leggja fyri fund. ið teir boða til í
London. Nasser skal hava sagt, at
hann vill samráðast; men tað ska!
veru undir óbundnum viðurskiftum,
Tørshavnar tekniski skúli
Vanligi tekniski kvøldskulin og seymiskúlin byrja månakvøldid 1. okto-
ber kl. 18,30.
Dagsskúlin
byrjar 1. november, Umsókn um stuðul må vera skúlanum í hendi í sein-
asta lagi 1. otober.
í Foryum.
KUNNGERÐ
Av tí, at loftspennið yvir Lorviksfjørd skal hongjast
upp, verður fjørdurin stongdur fyri allari sigling á
strekkinum millum Gøtunes og Bordoyarlid í dogunum
frå og við 13.—15. september 1956 kl. 8—14.
Hetta forbod verður gjørt sambært $ 6 í lóg nr. 55
frå 13. april 1894 innihaldandi reglugerð um politiid
Johan Ziska, telt. 1957.
Klakksvik, hin 10. september 1956.
Sýslumaðurin.
ur
T gerst hervid kunnugt fyri
slekt og vinum, at kæra
mamma okkara
Fanny Jacobsen
f, Restorff
andaðist í gjárkvoldið.
Jarðarferðin verður frá kirkj-
uni sunnudagin kl. 2 í gamla
kirkjugarð.
Tórshavn, hin 13. september.
Maren Mouritsen Andreas Jacobsen
og hann vil einki vita av einum
»brukarafelag«,
fgår løgdu teir flestu lodsarnir f
Suezrennuni niður arbeiðið — einir
100 í tali, og ferðslan er longu
stórliga tarnað av hesi orsøk.
Verður Nasser ov boysin, vilja
Vestanveldini ikki nýta Suezrennuna
siga teir, men lata skip síni sigla
suður um Afriku við oljuni frá
Við hesum í hyggju hava
Onglendingar gjørt semju við hin
grikska stórreiðaran Onassis, ið eigur
hópin av stórum tankbátum, ið eru
longu ferð.
Persiu.
sera væl egnaðir hesa
Og um Arabaralondini fara at sýta
Vestanveldunum olju, so kunnu tey
fáa nóg mikið úr U.S.A. og Vene-
zuela.
Um hetta hendur, man Nasser
fáa lítla gleði av tokuni, tí tá verð-
lítil.
Og fær ikki Nasser stóra peninga-
inntøkan av Suezrennuni
nøgd i statskassan i brædi, so man
hann sita leysur f sætinum.
Prutl?
I 14. sept. var lesandi fyrradagin
um sjónleikarar, sum ikki hava hug
at fara til Danmarkar í boði Dansk-
Færøsk Kulturfonds, og at teimum
ikki dámar tað felagið,
Tað sær ikki mætari út enn at
vátt er komið í reiður Havnar Sjón-
leikarfelags — og tað man ikki vera
fyrstu ferð. Har hevur prutlað undir
Er tað
tyrvir
so er tað spell. Men
lokinum fyrr. so, at sjón-
leikarfelagið
undir í tøgn —
innbjóðingina
tað eru jú aðrir sjónleikarar í land-
()
Roknar 5000 roknistykki Í sekundid
Í atomøldini røkkur mannaheilin
ikki til, tå tað kemur til rokning.
Maskinheilar
mugu nú taka sær av rokningini. Í
inum enn í Havn.
elektronheilar —
Ameriku finnast 2 slíkir heilar, ein
í New York og ein í Los Angeles.
Nú er hin fyrsti komin til Europu,
til Týsklandi. Hann
kann rokna (draga frá
saman) 5.000 roknustykki í sekundi
Frankfurt í
og leggja
og tá er hvert talið talt í fleiri
milliardum.