leygardagur 15. september 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 37
leflandsterðin hjá T.B. Í august-septombar 1956
Leygardagin hin 24. august varð
farið av Havnini við »Tjaldur«.
Veðrið var av tí allrabesta og sama
var humerið.
Vit vóru 16 fótbóltsspælarar í tali, 2
stjórnarlimir og leiðarin, harra Ge-
org Thomsen, og frú. Kl. 12 dagin
eftir varð farið í land í Lerwick.
Á kaiuni vóru spælarar við for-
manninum, mr. Wright á odda fyri
at taka ímóti okkum. Haðani varð
farið við
gamalt fort, »Fort Charlotte«. Har
var militerstød vid barakkum. Vit
vórðu innkvarteraðir i »Army Cadet
Headquarter<. 17 manns búðu har,
bussi niðan býin til eitt
ein var innkvarteraður privat, og
leiðarin við frú komu at búgva hjá
formanni í felagnum »Spurs«, Mr.
Wright. Aftan á at hava funnið okk-
um tilrættis, var farið oman í eina
restaurant við navni »Victoria« at
eta. Haðani fóru vit ein túr fyri at
hyggja at býnum. Kl. 3 varð farið
út á leikvellin, har vit skuldu spæla
kamp um kveldið, at trena. Vit vóru
ein tíma har úti. Plássið, sum leik-
vøllurin lá, hevði navnið »Seafield«.
Um kveldið fór fyrsti dystur fram.
Tá 10 minuttir vóru farnir, førdi
»Spurs« við 2 málum, og endaði
hálvleikurin við 2—1 til »Spurs«.
Av tí at vit ikki høvdu leikað á
grasvølli fyrr, var tað ógvuliga trup-
ult hjá leikarunum at finna seg til-
rættis, ti var úrslitið soleiðis. Het-
lendingar leikaðu væl, men endaði
leikurin við, at vit vunnu 6—3.
Hetta var ein kvikur og ógvuliga
vælleikaður dystur, sum dómarin eis-
ini hevði við orðið.
Aftaná var stutt samkoma á «Vic-
toria« restaurant, og so var farið
heim.
Sunnudagin varð útferð við bussi
til Sunburgh Head, har vit hugdu eftir
ruinum av gomlum slotti, Jarlshoff,
har víkingar í forum búðu. Á heim-
vegnum var steðgað í Hillswick, har
vit ótu og stuttleikaðu okkum eina
letu við ymiskum. So varð farið
heim. Ferðin varaði 7 tímar.
Mánadagin vóru vit og gjørdu
okkum kendar við Lerwick, sam-
stundis sum vit trenaðu í Gilbert-
son Park. Eisini vóru vit ein túr á
oynni, sum liggur yvir av Lerwick.
Um kveldið var gjørdur dansur fyri
okkum í einum stórum sali, ið liggur
í fortinum. Har var sýndur okkum
skotskur dansur, eins og vit sýndu
teimum føroyskan dans.
Tysdagin var fridagur, og gekk
hann við ymiskum útferðum runt
um í Lerwisk.
Onsdagin officiel móttaka
í Scalloway, hagar vit fóru og leik-
aðu dyst móti teimum. Hann gekk
væl fyri okkum. Vit vunnu við 5—1.
Aftaná var farið í skúlan, har borð-
reitt var við ellum góðum. Aftaná
borðbenina talir hildnar, og
hvor sítt víkingaskip til
Thomsen fekk eitt
var
vóru
fingu vit
áminningar. Frú
bílæt til áminningar um túrin. Um
kveldið var dansur til kl. 2, men
vit fóru úr dansinum kl, 12 !/,, ti
15. SEPTEMBER i956
Heimastýrislógin
SOSIALURIN
4
vit skuldu leika ímóti býliðnum í ! Fyri hann, sum ikki er loysingar-
Lerwick dagin eftir. Í maður, men heldur samvinnu og
Tórsdagin um kveldið spældu vit
so ímóti liði frá Lerwick; eisini
eisini vóru spælarar við frá Scallo-
) rikisfelagsskap við Danmark — undir
way og aðrastaðni frá. Henda dyst .
vóru Hetlendingar ógvuliga spentir
uppá. Nógv fólk var komið saman.
Hann var harður. Í fyrsta hálvleiki
snaraði Mervyn sær á og fór økulin
úr lið, og mátti hann út. So fingu
vit tiltaksmannin inn. Í seinra hálv-
leiki fór beinið á Hjarmundi á sama
hátt, so vit leikaðu bara 10 manns
í ca. 20 min. Endaði dysturin tó
við sigur til okkum 2—1.
Fríggjadagin vórðu vit bodnir nið-
an á ráðhúsið, har leidarin hjá okkum
aftaná stutta rødu handadi hvala-
reiðskap í frá Froðbiar
sóknar kommunu. Hetta vóru teir
ógvuliga glaðir fyri. Annars vóru
vit runt og hugdu at øllum, id har
inni var. Um kveldið vóru vit til
dans í Gilbertwick, eitt sindur uttan-
fyri Lerwick.
Leygardagin var seinasti kamp-
dagur. Í frálíkum veðri byrjaði leik-
urin og endaði við 0—0, Um kveldið
var samkoma, har skemtiligar og
álvarsamar talu: vórðu bornar fram.
Seinri fóru vit til dans, og vóru
har til kl, 111. So fóru vit og
spælarar frå »Spurs« oman í ba-
rakkina, har vit búðu, og stuttleik-
aðu vit okkum til langt út á nátt-
ina.
Sunnudagin kl. 11!/, kom Tjaldur,
og fóru vit kl. 15 frá Lerwick. Ein
tung lota var tað at fara avstað
frá so blíðum fólki; serliga kann
nevnast målmadur »Spurs« »Weeb-
by« og formadur mr. Wright.
Hetta var túrur, ið eingin av
okkum, ið við vóru, nakrantíð koma
at gloyma.
miniature
Snús
Sviar brúka meira snús enn nakað
annað fólk í heiminum. Árliga svenska
tubbaksframleiðslan er 300 tons.
Av hesum fara ”/10 til snús. 159
hektarar av skánskari jørd verða
nýttir til tubbaksframleiðslu. 475
bøndur fåast við at velta tubbak.
Lungakreft
Amerikanskur lækni at
ein høvudsorsøk til deyða Georg 6
Bretakong, var sigarettroyking.
Lungakreftin tekur til í stórum,
enskur kreftlækni. Hann
sigur, at komandi 10 ár koma
100.000 fólk at doyggja í Ong-
landi av hesi óhugnaligu sjúku, og
at deyðstalið verður roknað upp í
Í miljón, áðrenn henda eldin er at
enda komin. Hann leggur aftrat,
at tað er einki óvanligt, at 60 ára
gamal maður hevur roykt 500 tús.
hvat ið er nógv ov nógv.
sigur,
sigur
sigarettir,
Fo skuldi keypa nøkur pútuvor.
lvussu stór skulu tey vera?
Ja. tað veit eg ikki rættiliga;
men eg brúk ihatt nr. 56.
fríastu og frælsastu korum — er
heimastýristýrislógin fyrimyndalig og
frælsasta tiltakið, ið gjørt er millum
tvær broðratjóðir.
Hetta er ásannað av øllum erlig-
um og frælsiskærum monnum.
Tað fellur tí so ósatt og illavorð-
ið, tá ið loysingarmenn í blaði
sínum, á fundum og í talu manna
millum royna at billa fólki inn, at
heimastýrislógin er einki minni enn
ein trælalóg fyri okkum Føroyingar.
Hvussu kunnu menn vera so
Oerligir?
Hvussu kunnu teir fåa seg til at
skemma eitt so vælviljað, vælsignað
og frælst tiltak sum heimastýrislógina.
Vit taka í nakrar atfinningar :
Móðurmálið
Einaferð søgdu teir longstfarandi
á sjálvstýrisleiðini :
Okkara móðurmál aftur á ting, í
kirkju og skúla.
Okkara heimastýrislóg hevur skrá-
sett hetta og meiri aftrat — hon
hevur skrásett móðurmálið sum
høvudsmålid.
— Nu grenjar 14. Sept. yvir, at
í heimastýrislógini stendur, at danskt
skal lærast væl og virðiliga, og blað-
jo er so illavorðið, at tað í
kravið, at læra danskt mál eisini,
leggur tað, at danskt mál hevur
fingið fyrsta plássið ella tað, at
foroyskt mál kanska als ikki skal
lærast væl og virðiliga.
Hvat kann maður gera við tílíkan
hugsunnarhátt, tílíkan »logikk«?
Føroyskt er høvudsmål, sigur
heimastýrislógin.
Sigur hetta ikki sterkari enn nakar
annar framsagnarháttur, at foroyskt
skal lærast fullkomuligast?
Eingin uttan sjúkligur heili kann
fáa annað burtur úr tí.
Ella vil 14. sept. illgita Føroy-
ingar, at teir ikki vilja gera skyldu
sína at rekja foroyskt mál sum
hovuðsmálið ?
Um loysingarmenn gera tað, er
tað skammilig og mannminkandi
gerð móti Feroyingum.
Ella vil 14. sept. kanska royna
at fáa fólk at trúgva, at Danir
trýsta Føroyingar at misrekja skyldu
sína yvirfyri móðurmálinum ?
Hetta er grim illgitan og ósonn.
Sannleikin er hitt mótsetta.
Føroyskt hevur nú fingið aan Í
rætt.
Nú er bara hjá okkum Færoying-
um at geva tí lívskraft, menna tað
við góðum bókmentum og hábæris-
ligari nýtslu av tí og ikki ryggbróta
tað, sum 14. sept. ger.
Føroyingar skulu sjálvandi læra
móðurmálið fullkomuligast.
Men Feroyingar kunnu ikki og
skulu ikki bara læra føroyskt mál.
Gera teir tað, vilja teir mentunn-
| arliga innibyrgjast.
Føroyingar megu fyri egnu sakir
|
ke
P
|
sínar læra onnur mál, fyrst og fremst
málið hjá ti fólki, sum vit eru í
ríkis- og lagnufelagskapi við.
Tað er so statt ikki eftir kravi
teirra Dana men Feroyinga, einans
til frama fyri Feroyingar sjálvar, at
skrásett er, at teir skulu læra annað
mál, danskt, væl og virðiliga.
Allir menn, ið málsligt skil hava,
vita, at Føroyingurin við at læra
danskt mál væl og virðiliga og annars
føroyskt mål sum hevuðsmálið,
verður førur fyri at lesa øll tey
skandinavisku málini, íroknað
íslendskt.
Vit skulu so sanniliga hava glugg-
arnar til hin norðurlendska mentunn-
arheimin uppá víðan vegg — tí
læra vit danskt væl og virðiliga.
Feroyskt og danskt er lykilin til
henda glæsiliga heim.
Føroyskt er ikki bara komið til
háborðs á tingi, í skúlanum og í
kírkjuni. Men tað er eisini høvuds-
mál í rættinum, sum lógarmál.
At loysingarmenn, fólkaflokks-
menn eins og sambandsmenn tykjast
at vera so undirbráttligir ella tyngdir
av undirlutakenslu, at teir í rættinum
at kalla einans nýta danskt mál,
kann ikki vera skuld heimastýris-
lógarinnar.
At tað er at kalla bara javnaðar-
menn, ið nýta móðurmálið í rætt-
inum, er id hvussu er ikki teimum
til minkingar.
Tessverri eru vit ikki uppundan-
komnir við skúlabókum, men tað
kuunu vit ikki kasta heimastýris-
lógini fyri.
Her stendur á skúlamonnum og
eðrum góðum Feroyingum.
Tessverri er hin føroyski bóka-
heimurin ikki enn nóg fjølmentur
og ríkur.
Heldur ikki hetta saknið kunnu
vit leggja heimastýrislógini til
skammar.
Her stendur á skaldum, høvund-
um okkara og á teimum, ið ráða
fyri borgum. Verða okkara skrivandi
menn virdir og styðjaðir sum tað
semir seg eini ungari tjóð?
Eitt er satt — á javnaðarpolitikk-
arunum hevur íkki staðið.
Teir hava havt stórfingin uppskot
hesum viðvíkjandi, ið tessverri ikki
vunnu frama.
(Framhald).
Konan eltir knettir, tå ein fótboltur
kemur brestandi inn gjøgnum vind-
eygarútin, Beinan vegin kemur ein
smádrongur og sigur:
Pápi kemur alt í einum at seta
ein nýggjan rut í,
Hann fær boltin, og stutt aftaná
kemur ein rútasmiður, setur rútin í og
sigur:
Tað verða 10 kr.
Eg skal væl ikki gjalda tær! Eru
um ikl pápi at dreinginum?
ne
Ki
men eru tygum ikki mamma