Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-09-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1956síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

15. SEPTEMBER 1956 SOSTALURIN uigevari: FØROYA JAVNADARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sorensen. Box 76. Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 Tíðindi Porkeri í sept. 1956. Um mánaðarskiftið úttalaðu menn úr ymsum bygdum seg í blødnunm um hoyterra og anna. Ógviliga ymiskt er, sum menn lata at veðri og tí, sum har av stendst — og það er einki at undrast yvir; tí í teim bygdum, sum land- nyrðingur er stormætt, er lítið hyggj- að enn, meðan í oðrum bygdum er landnyrðingurin makligur, og har hev- ur gingist væl vid hoynum. T. d. skriv ar okkara tíðindamaður i Hvalbø og tekur m, a. soleidis til orda: »Leygar- dagin var hann heilt stivur av land- nyrðingi vid væl av sól, so at tað var ein heilt góður hoyggingardagur<. . Undirritaði má tíverri siga, nevnda dag var hann so stivur av land- nyrðingi, at ikki var hugsandi um at hoyggja; tí einki hoyggj kundi liggja á bønum, Sama má eg siga um mang- ar aðrar dagar í august mánaða. Her í Porkeri er eingin ætt so stormmikil sum landnyrðingur, og av tí, at land- nyrðingur hevur verið nógvar dagar, hevur ikki borið væl til at hoyggja her í bygdini. Báðir teir seinastu dagarnir í august mánaða vóru terradagar, so tað sá út, sum nevndi månadur við hesum vildi beta aftur tað, sum illa var hinar fyrru dagarnar September er byrjaður við góðveðri, so vit vóna, at hoyggið verður turt í ár so væl sum onnur ár. Viðvíkjandi havhestaveiduni gekst út av lagi illa, Stormur hvønn einasta dag, so nátungarnir flugu sum entir (villdunnur). Eg siti og bíðið eftir at fáa telefon- samrødu, sum eg havi bidid um. Eg havi spurt aftur og aftur, men tað er vónleyst. Eg ringi og spyrji, men fái hverja ferð tað sama svarið, ið ljóðar nakað soleiðis: Okur fáa ikki Tver- oyri og hvaðna minni Havnina. Soleiðis er skilið í Porkeri og í Hovi síðan máltráðurin millum Hovi og Øravik varð avkvettur. Vit abonnentar í Porkeri og í IHovi megu rinda sama limagjald sum abonnentar í ødrum bygdum; men vit verða hagreiddir eins og tey, sum ongan lívsrætt hava í samfelagnum, Aftur hoyrdu vit nú hitt so dámliga orðið: >Grindaboð!<, og aftur hesa ferð var grindin beint her fyri fjørd- inum ella rættari sagt inni á fjørd- inum. (Ein ungur maður higani úr bygdini, harra Johan Larsen, fór mikumorgunin hin 5. í h. m. tidliga á morgni út í Vikartanga við byrsu. Sum hann hyggur seg um, sær hann eina stóra grind tætt í Vikarmøl, Hann skundaði sær. rann heim, rópti grinda- boð og mannaði bát beinanvegin, og brátt fór hvor bátur avstað. Grindin var Ogviliga stór, menn mettu hana til einar 600 hvalir, men tíverri var ein hópur av hvessingi uppi í, og teir stygdu grindina, so hon bytti seg í 3 bólkar og tveir bólkarnir rýmdu og hildu til havs, áðrenn nóg mikið av vóru komnir til. Hin triðja at bátum bólkin fingu teir inn á Vág; men av tí, at hvessingarnir vóru og stygdu grind ina, gjørdi hon onga landgongd. Ali mátti verða stungið niður úti á fjørd- SOSIALURIN inum. 290 hvalir vórðu merktir; men hópur varð fiskað upp, aftaná at sedl- arnir vóru komnir út, so nakað væl yvir trý hundrað doyðu fyri uttan hvessingarnar, Beint nå kom eg å tal vid ein mann higani år bygdini, sum nyliga er heimkomin úr Íslandi. Eg spyrji, hvussu honum hevur gingist, og hann letur væl at. Inntøkan er góð, og lívið við íslendskum trolarum er frálíka gott. Hann leggur so aftrat, at á vår lógu tríggjar foroyskar sluppir í Reykjavík. Íslendingar snakkaðu nógv um hesar gomlu sluppur, ljótar og ómálaðar vóru tær og sóu illa út í allar mátar. Íslendingar søgdu, at teir undraðust á, at nakar føroyskur fiski- maður nú á døgum skuldi troysta sær at fara umborð á slik vesælafør, >Vit Føroyingar høvdu skomm av hesum trimum forum, og vit snakkaðu um, at logtingið má gera eina låg, sum for- bjóðar slíkum gomlum bukkum at koma burtur í onnur lond at gera okkum fyri skommum.« Men so legði hann aftrat at sluppurnar verða nú burturtroðkaðar allastaðni. Á bank- unum við Gronland, sum sluppur fyrr lógu og fiskdu á, er nú so fult av ny- mótans trolarum frá mongum ymsum londum, so har var ikki talan um at sluppur kundu seta línur út. Trolar- arnir fóru bara avstað við línum og tí heila, sum var. Hann nevndi mang- ar ymiskar bankar. sum sluppur fyrr fiskaðu á, og har ikki ein einasta var at síggja longur. Sluppurnar noyðast at leita sær nýggj fiskipláss; men brátt varða trolararnir eisini har. Soleiðis sær tað svart út hjá Foroyingum, um vit ikki beinan vegin nú royna at fáa okkum nýmótans før, sum kunnu kappast við tey for, sum aðrar tjóðir (Hann skoytti so hesi orð uppí: >Væl er alt dýrt í Íslandi og tollurin er høg- ur, og skatturin er stórur; men hvat ger tað, tá ið allar hendur eru í ar- beiði? Landið fær inntøkur av tolli og skatti og av landshandli við luksus- vorum, og hesar inntøkur verða nýttar millum annað til at byggja nýmótans fiskifør fyri. Hví hava vit her í Føroy- um ikki landshandil við luksusvørum og t. d. bilum, hjólhestum, radio og tilikum, sum kundi givið landinum megi til at byggja nýmótans fiskifør ?< 'g segði, sum sannleikin er, at feilurin er tann, at ikki meira enn fimm menn á Føroya løgtingi bardust fyri at byggja nýggj hús til lands- handilin longu í 1939, tá ið Hitler- bardagin byrjaði. Hesir fimm javnað- armenn stóðu aftur einsamallir og mótmæltu, tá ið landshandilin varð avtikin. Vit javnaðarmenn eru ovfåir, og vit makta ovlítið; tí er so vorðið, sum er, og tí er okkara uppskot um byggjan av nýmótans fiskiførum fall- ið, Les tað javnaðarmanna uppskotið, sum eitur: »Årbeidi til oll á landi og sjógvi<. Hesin fiskimaður svaraði mær: >Ja, eg dugi alt hatta uttanat; men tíverri leggja føroyskir veljarar einki í at lurta eftir tí, sum gott og gagnligt er, og lá standa vit í dag so langt aftan- AA —— ————————WIIHVWWHOKVO"" IEEE fyri allar aðrar tjóðir. Íslendingar hava nú í gerð fimtn stórar nýmótans trolarar, og teir byggja havnir víða hvar um landið og turkihús, flakavirki og frystivirki. Håpin av greipufiski selja teir til Afriku, umframt allar adrar marknadar, teir hava kring um heimin. Alt ella nærum alt, sum teir flyta inn til landið og út av landinum, flyta teir við egnum forum, harfyri byggja teir eisini stór og tíðarhósk- andi farmaskip við kelirúmum ella rættari sagt við køliambodum, sum kola lastina, so alt verður fyrstaflokks vora, sum teir selja. Hvat verður gjørt her á landi? Eitt sindur av fiski verð- ur fluttur til Sudurameriku, Hví verð- ur ikki so mikið flutt hagar, at tað kann loysa seg at flyta fiskin bein- leiðis higani? Er tað nakað hopi í at senda fisk higani til Noregis at verða umlossaður har og førdur hadani við norskum skipum? Nógv kostar ikki tilik umlossing umframt havnagjald, kanska pakkhúsleiga og mangar aðrar óneyðugar útreiðslur? Eru Føroying- ar óvitar allir sum ein? Nær fara vit at gerast rættir menn ?< Eg veit einki at svara uttan tað at vit megu standa saman allir sum ein á sosialistiskum grundarlagi og lata landið byggja og keypa og selja. At líta á, at Per og Pól ella onkur annar privatur maður skal kunna bjarga Foroyingum frá tí undirgongd, sum nú stendur fyri durunum, er heilt vón- leyst. Tað er tápuligt og ábyrgdarleyst at byggja á privatkapitalismuna, tí á hesum kyksendi sokkur okkara sam- felag longri niður fyri hvønn dag, ið gongur. Beint nú kom eg á tal við ein Hvalbing, sum segði mær, at kola- arbeiðarar eru illa lonaðir tí prísráðið trystir kolaprisirnar ovlangt niður. — Hann segði, at teir harmadust um, at ein javnaðarmaður, sum situr í prís- ráðnum, ikki vildi hjálpa arbeiðarum at fáa hampuliga løn, Nú er tað so, at eg ikki altíð kann svara fyri allar mínar partamenn. Í slíkum forum má hvor einstakur maður svara fyri seg. Men sannleikin er tann, at vit javnað- armenn altíð royna at trýsta veru- prisirnar niður eftir, tí fátæk fólk hava ikki ráð at gjalda teir hogu prís- irnar. (Annars hevur prísráðið beint nú latið kolahøggararnar fingið 5 kr. meira fyri tonsid), Vit javnadarmenn royndu at bjarga Landshandlinum, sum helt veruprísirnar niðri, og sum kundi sett teir nógv meira niður, um luksusvørurnar vórðu lagdar undir hann, so ein partur av vinninginum av teim kundi verið til at sett neyð- synjarvørurnar niður í prisi. Men javnaðarmenn tala fyri deyvum oyr- um og skriva fyri blindum eygum. — Javnaðarmenn vilja eisini, at prísráðið skal forða fyri, at vøruprisirnir fara ov hog tupp. Men tá ið talan er um kolaprísirnar, so hevur hetta málið tvær síður, Vit, sum keypa kol, vilja hava lágar prísir, meðan arheiðarar vilja hava hampuliga løn. Ein arbeid- ari er sina løn verdur, og ein madur, sum stendur fleiri hundrad metrar inni undir jørdini og høggur kol, Nýggjar føroyskar skulabøkur Útkomið er og fæst í bókabúðunum: Føroysk lesibók, 2. partur, onnur eitt sindur broytta útgáva, prísur kr. 7,50. Foroyskur orðalisti til Engelsk Begynderbog efter Jespersen og Sarauw, prisur kr. 2,00. Skúlabókagrunnurin. NR. 37 kann aldri fåa so høga løn, at hann ikki hevur fortjent a tfåa meira. Vit, sum keypa kol, kunnu ikki krevja, at adrir menn skulu hava tad tunga og skitna arbeidid og ikka fåa hampuliga løn, Nakað annað er, at samfelagið hevur skyldu at hjálpa fátækum fólki at fáa biligari vorur; men kolaarbeið- arar kunnu ikki einsamallir bera tær útreiðslur, sum tað kostar at hjálpa fátækum fólki, Henda hjálpin má koma frá teimum, sum hava ráð at hjálpa. Men í okkara samfelag vendir alt ovugt. Tað er ikki sjáldan, at ein hoyrir um menn, sum ikki gjalda meira skatt enn hundar, tó at hesir menn liva í stási og góðgæti hvønn dag í árinum, meðan inntøkur hjá småmonnum verða kannaðar og skatt- aðar, hvor einasta króna. Her má eitt annað skil koma á; men tað fæst ikki, meða nríkmannaumboðsmenn hava buktina og báðar endarnar á Føroya løgtingi og í landsstýrinum, Hesin Hvalbingur og eg komu eisini á tal um, at vit javnaðarmenn ofta hava talað og skrivað um akveg um alla Suðuroy. Einki líður fyri, at nak- að verður gjørt við vegin millum Tvøroyri og Hvalba. Tað verða helst mong ár enn, áðrenn hann verður lið- ugur. Hevdi ein tilikur vegur verið, so kundi ein rutubilur ella bussur millum annað koyrt skålabørn til og frá real- skúlanum á Tveroyri, Ja, akvegur um alla Suðuroy, so kemur føst ruta bæði við posti og mongu mødrum, og skúla- børn kunnu tå ferdast til og frå båd- um realskúlunum bæði Vág og Tvør- oyri. Nú eru menn farnir at breidka akvegin í Hovi og inn eftir Hovsdali. Hví gera teir ikki vegin fyrst lidnan millum Hov og Øravik, so rutubilur kann koma í gongd beinanvegin? At breiðka vegin inni í bygdini og á Hovsdali kann væl lata seg gera í æla- veðri um veturin, tá ið ikki eru líkindi at arbeiða í Hovsegg og uppi á Egg- ini. Hví verður alt á Føroyum byrjað frá hinum skeiva endanum? Útiróður hevur næstan eingin verið ta seinastu tíðina, Onkur bátur hevur roynt, men lítið fingið. Tað verður øðrvísi, tå ið teir sleppa út á Munka- grunnin. Tíverri hava menn her í bygdini einki uttan opnar bátar at rógva við. Eingin havnabygging er byrjað enn, Tað sigst, at verkfrøding- arnir hava so nógv at gera, at teir kunna ikki koma higar í ár at pro- jektera. Nú eru brátt tjúgu ár, síðan teir skuldu koma. Leingi er tað, ið væl skal verða. Vónandi verður alt gott, tá ið verkfrødingarnir einaferð koma. Vit vóna tað besta, sjálvt um vit, sum nú eldast, helst vildu sæð nakað her, áðrenn vit doyggja av elli. Fyri stuttum hendi eitt bildhapp millum Porkeri og Vág. Tað var hr. Ove Muller í Porkeri, sum var fyri hesum óhappi. Hann koyrdi við ein- um nýggjum bili. Sum hann kom koyrandi inn móti Vági á tí ovara vegnum beint omanfyri húsini í Nes- líð, kom hol á dekkið á tí framhjól- inum. sum vendi omaneftir; sum eitt skot fór oll luftin år og bilurin snraði sær á beinanvegin og rendi oman av vegnum við slíkari ferð, at hann bolt- aði rút fýra ferðir, áðrenn hann kom í eina veit og stødgadi har. Tað var eitt Guðs undur, at eingin mannaskaði hendi. Ove var einsamallur í bilinum, og hann var somikið róligur, at hann smoygdi sær frá rættinum og aftur ímillum stólararnar. har hann lá og helt seg fastan, meðan bilurin boltaði ferð aftaná ferð. Tað må sigast, at hesin maður hevur góðar nervar, og tí slapp hann við lívinum og næstan einki meinslaður. Eydnan vildi tað so væl, at hann var einsamallur, tí um fleiri fólk høvdu verið i bilinum, so sluppu ikki oll við lívinum. J.H. Danbjørg.