Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 1956síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á KEM =— — Tú sært íkki so móð út, sum eg helt, segði ein smádrongur við brúðrina. — Hví skuldi eg síggja so móð út? — Tí, mostur segði, at tú rannst eftir Jón í fleiri mánaðir, áðrenn tú fekkst hann. — Mamma, eg havi so góðan hug at sleppa at ríða á einum esli, sigur lítli Per. Mamman rópar: — Pápi, tak lítla Per upp á ryggin. Nýggja arbeiðskonan: Skal eg siga: »pannikøkurnar eru lidnar:, ella »pannikøkurnar eru settar á bordid«? Konan: Nei, sig bara sum er: „panuu- køkurnar eru brendar“. Ur barnamunni: — Mamma, tú segði, at lítlibeiggi hevði nosina á tær og høk- una á pápa; nú hevur hann so sanniliga fingið hendur á tonnunum hjá abba. Undir eini uppboðssolu hevur ein maður mist lummabókina burtur og segði uppboðseljaranum frá hesum. Uppboð- seljarin kunngjordi: „Hesin maðurin hev- ur mist lummabók sína við 5.000 kr. burtur. Hann býður 50 kr. í finningarlon. — Eg bjóði 100 kr., rópti ein á fremsta beinki. — Tað kom fjarrit frá beiggja mínum í morgun. Konan hevði fingið eitt barn í nátt, men íkki eitt orð um tað var dóttur ella sonur. — Tað er jú heilt spennandi, — Ja, .. íkki at ána, um ein er vorðin pápabeiggi ella mostur. minna HUGSKOT Sne — Tad er so innarliga likamikid, hvør av okkum „fær rætt“. Harvid meinti hann, at hóast ógvis- ligasta og drúgvasta kjaftaslit letur tað seg íkki gera at broyta verunleikan eitt fet, og at tjakið einans av teirri grund er til onga nyttu. Man kann tjakast um eitt mål, ikki fyri at „fáa rætt“, men fyri sannleikans skuld. Tað krevur, at hvor av teim tjak- andi portunum við ærligum og virkulig- um ansni fyri veruleikunum altíð er til reiðar at rætta uppá seg sjálvan, tá hann ansar eftir, at hann hevur fingið skeiva fatan av einum máli ella eisini er illa ella ov lítið inni í málinum. Tað er sjáldan, ein hoyrir annan part- in siga undir einum tjaki: ,— Nå, ja, ja, tað er rætt, sum tú sígur, Hatta hugs- aði eg ikki um. Hatta vitsti eg ikki, Tað er sjáldsamt, tí man tjakast ikki fyri sannleikans skuld, men fyri at „fáa rætt“, fyri at vinna, fyri at tilfriðsstilla sín vilja til makt. Man tegir burtur veru- leikar, ið mótstoðumaðurin ikki veit. Man ørkimlar og móðkar hann, dregur hann runt í runudíkinum og rópar, meðan hin tåpuliga åhoyrarafjøldin fagnar honum við lógvabrestum: — Har kunnu tit sjálvi síggja! Vert at vita: Dalai-Lama, soleiðis verður ovasti leiðari buddhistanna í Tibet nevndur. Sidan umleid år 1600 hevur hann eisini verið verðsligi høvdingi Tibets. Hann verður hildin at vera eftirmaður halga- mannsins, Avalvkiteschvara, hvers andi tekur bústað í einum barnið, ið foðist í somu lotu, sum ein Dalai-Lama doyr. Hvørja ferð ein Dalai-Lama doyr, verður leitað eftir einum barnið, ið åvisiliga kom til heimin í hesu lotu. Tað verður so hin nyggji Dalai-Lama. Barnið, ið skal vera eitt dreingjabarn, verður tíkið frá foreldrunum og alt upp av menkum í tí heilaga kleystrinum í hovuðsstaðnum, Lhassa. Veitst tú? at sukur- og hveitiprísirnir higartil eru hækkaðir 18 oyru pr. kg. síðan lands- handilin var avtikin? at vit flyta inn fyri nærum 2 milj. kr. i Molly-mjólk árliga og at Kjølbro, Poul Hansen, Havgr. Johannesen og Martin Joensen hava monopol upp á hesa innflytan? tað fyri nøkrum árum síðan fóru toll- svik fram fyri hundraðtúsundtals krón- ur, men almenningurin hevur einki fingið at vita um hetta, vit í kraft av heimastýrislógini ætlandi hava heimsins bestu valutaskipan? beinleiðis útreiðslur danska statsins til Foroya eru umleið 11 milj. kr. ár- liga? at Blaðveruleikar — 255 milj. um dagin. Hvønn dag bera 255.000.000 blød, 275.000.000 radiolurt og 44.000.000 fjarsýn tíðindi til íbúgvar heimsins. Aftrat hesum koma 130.000 kvikmynd arhellir. Talið á radiolutum er hækkað 11 pst. seinastu 5 árini; men fram- vegis leita flestu fólk eftir blaðtíðind- um. Europa svarar fyri 48 pst. av hesum tíðindaamboðum. Norðuramerika fyri 24 pst. Í Bretlandi koma 609 blød upp á hvorjar 1000 íbúgvarar um vikuna, og bretsku blødini Daily Mirror og Daily Express hava heimsins størstu uppløg 4 milj. hvørt, og sunnu- dagsblaðið News of the World 8 milj. eintok. Bretland hevur 137 dagblød og 11 sunnudagstíðindabloð. USA hevur 1786 dagblað, 545 sunnudagsbloð og umleið 9000 viku- blød. Bloðini har eru størst — frá 20 upp í 100 síður. Sunnudagsútgávan av New York Times vegar 2 kg, er 2 tummar tjúk og 360 síður. Í Sovjet koma blødini út á 119 ymiskum málum og seinastu 5 árini er dagliga upplagið hækkað frá 34 til 1. milj. eintøk, Í Kina koma út 776 dagblað. den nemmest mulige pasninge skal De vælge Hess-O-Matic. Den fås nv i flere størrelser, og den pynter í tv SS LUTZEN Thorshavn, Telf, 1020 TR Í Afriku koma út bloð í myrkastu avkrókum landsins. Á Gullstrondini koma 11 dagblød og 9 vikublød, Á Madagaskar 8 dagblød. Bantunegar- arnir hava 23 dagbloð. Í Fraklandi er talið á dagbloðum minkað frå 164 niður í 132 seinastu 5 árini, Í 1951 vóru 4000 vikublød, í dag 7365. Har eru kvinnubloð, ið koma út í 1 milj. eintokum. Kolamálið Tað er nú nógv skrivað um kola- málið, verður møguliga hildið; men tá kolið er ein lívsnervan í okkara samfelag, so kann tað ongatíð hald- ast verða nóg nógv skrivað um tað. Og eisini er tað at siga, at kolið er ein høvudsframleidsla, og eigur tí frá almennari síðu at verða stuðla so nógv sum gjørligt. Nú er tað so, at kolaarbeiðið er eitt framúr ringt, vandafult og hart arbeiði, soleiðis at ein kolaarbeiðari ongatíð kann sigast at fáa nóg nógv. Tað er at siga, at tað, ið kolaarbeiðarin fær burturúr eini slíkari hartvunnari vinnu, tað má hann hava; men ein onnur síða av sakini er tann, at kolið er dýrt fyri tann, sum skal nýta tað dagliga, tí tað er jú fjøld- in, ið eru fátækir arbeiðarar og fiskimenn. Men nú kann tað eisini sigast, at okkara samfelag er ógvu- liga illa fyriskipað — í hesum — sum í nógvum ødrum forum. Hetta sum so nógv annað, er mynd av hvussu ótrygt okkara sam- felag rillar, við tað at øll byrðan hongur á herðum hins fátæka — alt slíkt spokir nú fram so við og við, sum byrðir hins fátæka tyngjast — dag frá degi. Hetta eigur ikki at vera so! Tað kann heldur ikki vera nakað dulsmál, at ein tann mest drepandi sóttin fyri tí, at lands- ins verur verða keyptar nógvar ferð- ir dýrari, enn tær veruliga nýttist at verið, skyldast mest teim nógvu heilsølumonnum, sum eru saman- trunkaðir í okkara lítla samfelag. Tá ið hetta nú mest snúði seg um kolaspurningin, so kann tað sigast, at hvørja ferð, talan er um at stuðla kolaframleiðararnar, so skal upp- keyparin fáa nakað samsvarandi hæðkan, hóast ein skuldi kunna trú, at hann hevði nóg mikið av vinn- ingi av sínum kolahandli. Øll henda mikla hæðkan kemur at fella á herð- arnar á teim fátæku, sum eru noydd at keypa tað. Tað kann tí vera vert at tríva í Danbjørgs skilagóðu orð, hvar hann í síni grein tók soleiðis til: Nakað annað er, at samfelagið hevur skyldu til at hjálpa fátækum fólki at fáa biligari vørur; men kola- arbeiðar kunnu ikki einsamallir bera tær útreiðslur, sum tað kostar at hjálpa fátækum fólki. Henda hjálpin má koma frá teim- um, sum hava ráð at hjálpa fátæk- um fólki. Henda hjálpin má koma frá teim- um, sum hava ráð at hjálpa. Men í okkara samfelag vendir alt øvugt. Ein tann tryggasta og hollasta leiðin at ganga, fyri at niðurhalda hesi ødiligu príshæðkan, og fyri at tryggja ta fátæku fjøldina móti okurprisum, var landshandilin men hann skuldi boykottast — fyri at geva heilsolumonnunum fríari ræsur. Tá I ið talan var um at hæðka kolaprísin, og tað tykjast at vera trupulleikar við ti, av teirri orsøk, at tann, sum skal hava kolið, ikki kann verða útigloymdur, eru tíbetur menn komn- ir inná ta leiðina, at teir halda, at tað bert átti at verið ein lands- handil, ið kundi tryggjað fólki best møguligt, bæði á ein og annan hátt, og burtur við ellum hasum riðil- inum av heilsølumonnum, ið einans eru fyri at tryggja sín egna kropp. | Tað er nú so, at Hvalbingar hava altíð havt eitt hart baks við kola- spuninginum, annaðhvort tað so hevur snúð seg um útflytan ella príshæðkan; men hevði kolið verið undir einum landshandli,. var tað | ødrvisi. Og tað er ógvuliga gleðiligt, at menn nú eru við at síggja sann- leikan (veruleikan), at ein lands- handil vildi verið besta trygdin fyri ta fátæku fjøldina. Tað er eyðvita, at einaferð kemur fólkið at duga at síggja, at tann sámuligata og tryggasta leiðin fyri eina fátæka fjøld, er tann sosialist- iska — tað kemur ikki at svitast. D. J. Sørensen. Dorsåndyrkan Úr eystutýskari lærubók i upp- aling, útgivin av Werner Dorst, leið- aranum fyri miðstoðini fyri uppal- ing í Eysturberlin, stendur m. a.: Uppaling av næmingunum til kær- leika og håvirding fyri forseta okk- ara, Wilhelm Pieck er demoratiska skúlans almenna og fremsta uppal- ingarmál. Tað er skylda læraranna gjøgnum undirvísingar- og skúla- arbeiði at rótfesta hesa hávirðing í hvorjum einstakum næmingi. Henda miðvísa uppaling byrjar fyrsta skúla- dag og heldur áfram við skúlaárini. Ein vekur mynd av forsetanum, um gjørligt ein mynd, sum vísir hans- ara kærleika til born, verður hongd upp á hóskandi stað í skúlastovuni. At pynta myndina av forsetanum á festdøgum ella døgum, ið eftir hansara avgerð hava fingið serstakan týdning, verður ein sjálvfylgja, ið næmingarnir við gleði fara undir. Næmingarnir samla myndir av for- setanum, myndir, ið vísa teirra for- seta millum arbeiðarar í verksmiðjum, millum verkfreðingar, vísindamenn og lærarar, og fram um alt myndir, ið vísa teirra stóra vin og leiðara millum ungar framburðsmenn. Í tíð- arskeiðinum sum fer til fyrireikingar av ársdegnum í samband við stovn- anina av týska demokratiska tjóð- veldinum, og til hvønn fødingardag forsetans, letur lærarin bernini skipa livlig myndarsøvn av forsetanum, myndarsøvn, ið vísa ófeilbara bar- daga fyri týsku arbeiðarastættini og frígerðing týska fólksins... Sostatt verður lív og virki Wil- helm Pieck's ein høvudståttur i all- ari undirvisingini.… Sjónleikir. Bæði á Tvøroyri og í Klakksvík er ætlanin at spæla »Tantuna«. Havnar sjónleikarfelag fer í vetur undir at venja Romars- hólma av Ibsen, og kanska onkran annan aftrat móti våri,