leygardagur 17. november 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
FRÆLSI
JAVNADUR
SAMRØDA
vid J. P. Henriksen, byrådsformann
Vit hitta J. P. Henriksen, byråds-
formannin, og spyrja hann, um hann
ikki vil játta okkum eina samrødu um
ymiskt úr býráðnum hesa tíðina,
meðan hann hevur verið býráðslimur
og býráðsformaður, og hóast hann
hevur nógv'um at vera, játtar hann
umbøn okkara.
J. P. Henriksen kom í býráðið í 1941
og hevur verið formaður í býráðnum
i 10 ár.
Vit spyrja hann, hvussu langt tad
er sidani, hann kom í“ býráðið, og
hvussu nógv ár hann hevur verið bý-
ráðsformaður.
»Eg kom í býráðið i 1941,< sigur
hann, >og havi verið formaður tess
síðan 1944 við undantaki av árunum
1949—50—51, tå ið Kjartan Mohr
var formaður.“
»Dåma tygum væl at luttaka i
kommunalpolitikki, ella høvdu tygum
dámað betur at luttikid í landspoli-
tikki,« spyrja vit. Og Palli Henriksen
(hetta er tað navn, býráðsformaðurin
vanliga gongur undir í Havn) svarar
wið einum smáli: >Mær dámar væl at
luttaka í politikki í heila tikið, um
mær dámar best kommunalpolitikk,
veit eg ikki, men tað er lætt at skilja,
at eg, sum eri føddur i Havn og upp-
vaksin her, havi ein serligan áhuga
fyri tí, sum kann gagna mínum fødi-
býi, men samstundis kann eg eisini
siga, at eg eisini havi áhuga fyri lands
politikki, og eg havi eisini havt ta
gleði at verið valdur inn í legtingið.<
Hin nýggi kommunuskúlin var ein
hjartasak' fyri meg.
Gl} hesi ár, tygum hava arbeitt
sum: kommunalpolitikkari, hava tyg-
um havt við nógv mál at gera, tí
Havnin er í hesi tíð nógv vaksin bæði
viðvíkjandi fólkatali og í ødrum við-
urskiftum,< siga vit; »men kunnu
tygum ikki nevna eitt mál, sum tygum
kunnu siga, at tygum hava havt ser-
ligan áhuga fyri?<
Og Palli svarar: >Jú, tað haldi eg,
at eg kann siga. Eg havi havt seran
áhuga fyri ollum kommunalum mál-
um, fyri havnabyggingini, fyri vega-
gerð, ljósmálinum og nógvum ødrum,
men kortini haldi eg, at skúlin í Havn
hevur havt ein serligan áhuga hjá
mær. Sjálvur gekk eg í kommunu-
skúlan, og har fekk og góða undirvís-
ing, haldi eg, og børn mini hava oll
gingið í henda skúla og fingið væl
burtur úr. Tí er tað kanska skiljandi,
at eg havi kent serligan áhuga fyri
hesum skúla, og eisini tí, at tað verður
hesin skúli, sum verður grundarlagid
undir allari andsmenning og hjå hin-
einasti
menta mest sum
um minni
skúlin, ti hevur tað altid verið mær í
huga, at hesin skúli mátti útbúgvast á
allarbesta hátt.<
>Kommunuskúlin var longu ov lítil,
táið tygum komu í býráðið,< siga vit.
>Ja, tað heyði hann leingi verið tå,«
sigur býráðsformaðurin, >og ti var
tað eitt tað fyrsta, sum eg og Juel
Poulsen, sum báðir vóru valdir inn í
býráðið á lista hjá arbeiðsmannafelag
num, gjørdu, at fáa lagt í grunn
pening, sum skuldi gera okkum førar
fyri at fáa gjørt nakað reelt við ein
nýggjan kommunuskúla.<
Nú er longu tíð
t
Ein leskidrykk-
ur úr sólbúnum
appelsinum
CARLSBERG
Gjørt úr
frískum
citrónum &
Sendið ti
—w-
NR. 46.
LEYGARDAGIN
17. NOVEMBER 1956
BROÐRALAG | 29. ÁRG.
>Nær begyntu tit at leggja í grunn
pening til kommunuskúlabyggingina<
spyrja vit so. >Vit legdu teir fyrstu
pengarnar í 1941, men hetta var ikki
so nógv, ikki flyrr enn seinni, táið eg
var valdur til formann í býráðnum,
kom so nógv í henda grunn, at tað
gjørdi nakran serligan mun, og vit
høvdu átt nógv meira pening í grunn-
inum, men árini 1949—50—51 kom
eingin peningur í grunnin, og ikki
fyrr enn aftur í 1952 og árini aftaná
fór munandi peningur at koma í
skúlagrunnin.<
»Hvat hugsaðu tygum tann dagin.
táið tygum vóru vid til vígsluna av ti
nýggja kommunuskúlanum í Havn.
spyrja vit. >Ég hugsaði nógv,< sigur
DE
Summarsins
sukcess —
svalandi frå
fyrsta dropa
Drúudrykkurin
við tí vínkenda
vælsmakki
at vissa sær
Ein frískur
drykkur —
% | al
i fr | i
Hitt bleyta
mineralvatnið
(svart merki)
Palli Henriksen, >og eg haldi, at eg
kann siga, at henda dag var eg avbera
glaður um, at vit nú aftaná so nógv
ár aftur høvdu ein góðan bygning til
born okkara, men eg hugsaði ikki, at
vit nú høvdu fingið alt skúlanum við-
vóru ikki
komnir til alt tað, sum skúlin skuldi
vera, men vit høvdu gjørt nógv og
víkjandi, eg meini, vit
fingið nógv, tað helt eg, og eg kann
siga, at eg foldi við mær sjálvum, at
hjartasak mín nú hevdi fingið eina
góða loysing.«
Tórshavnar kommunuskúli skal út-
byggjast til eisini at umfata
millum- og realskúla.
Vit siga: >Vit hoyra á tygum, at
tygum hava meir í huganum viðvíkj-
f
eisini til
bland
boðini nú